Fyri fyrstu ferð síðani filmsjáttanin kom á fíggjarlógina í 2014, hevur ein landsstýrismaður ikki fylgt tilmælunum frá ráðgevarum um hvør skal hava stuðul. Ein fyrisitingarlig siðvenja er brotin, og prinsippið um, at listin ikki skal stýrast politiskt er ikki longur galdandi. Eins og talu- og trúarfrælsi, er frælsa listan grundleggjandi í einum fólkaræði. Teir partar av veruleikanum, sum ein filmur endurspeglar, mugu ikki verða stýrdir av persónligum meiningum hjá skiftandi ráðharrum.
Tí er tað so umráðandi, at vit ikki gloyma og fara lætt um, at vit hava armslongd í fyristingini, og virða hesa armslongd. Tað var eitt stórt frambrot, tá filmur kom á fíggjarlógina. Filmsjáttanin er grundvøllurin fyri at mál og mentan okkara eiga eitt pláss í filmi, og at filmsverkætlanir eru kring alt landið. Samstundis hevur játtanin verið við til byrta undir eina spírandi filmsvinnu, til gleði fyri okkum øll.
Verandi skipan hevur nú virkað í seks ár. Tíðin er búgvin til at skipanin við filmsjáttanini verður løgd í eina tryggari legu, og verður skipað í ein grunn, so tað framyvir eru faklig og ikki politisk atlit, ið avgera hvussu stuðul verður játtaður.
Vegna Føroysk Filmsfólk
Maria Winther Olsen forkvinna, Ingun Í Skrivarastovu næstforkvinna Sakaris Stórá skrivari, Jonas Í Dali Wagner kassameistari, Anton Petersen nevndarlimur