Nýggjársheilsan frá ritstjóranum

123052029_662466097797531_1202025279770070295_n.jpg

Stormurin hevur kanska ikki ordiliga slept, men hann er í hvussu so er nógv linkaður síðani í nátt. Eg hoyri onkran í útvarpinum siga, at 2020 var eitt lúsalorta ár og siti og siti og hugsi um tað. Nei, fyri meg persónliga var hetta í grundini ikki nakað serliga vánaligt ár, um forðingar hava verið. Eg havi sjálvandi saman við øðrum ógvast av støðuni kring heimin, har pandemiin sendir fólk á intensiv í so stórum tali, at mangul er uppá andingartól. Italska býin Bergamo kenni eg einans frá óunniligu stuttsøguni hjá J.P.Jacobsen Pesten i Bergamo, men á myndunum, mann sá haðani, var støðan eins vónleys og í stuttsøguni. Tað løgnasta, nú mann hyggur aftur á árið, er kanska okkara eitt sindur hástóra og markleysa góðvarðni í umrøðuni av trupulleikunum í Wuhan tá í januar, tá hvørki vit ella WHO hildu, at globaliseringin eisini fevndi um vira og at hasa flogmúsasjúkuna máttu tey sjálvi fáa skil á har niðri í kinesistan. Men tað er sum kunnugt sera lætt at vera eftirsnarin og als eingin grund at taka lætt uppá sjúkuna. Í skrivandi stund eru meira enn 1.77 milliónir menniskju deyð av covid-19, bara í Danmark eru 30 deyð av sjúkuni bara hetta seinasta samdøgrið. Mong hava mist arbeiði og heilar vinnur eru í trongum skóm fíggjarliga og sjálvt í okkara priviligeraða parti av heiminum er saknur og einsemi stórt - ikki minst hjá teimum mongu menniskjunum í vandabólki, ið ikki tora millum fólk, tí tey mugu ansa sær. Í løtuni vita vit ikki um nakran her í Føroyum, sum er deyður av covid-19, men 2020 hevur kortini verið eitt feigdarár, har vit ikki minst hava mist nógv fantastisk menniskju, sum høvdu við tónleik og sjónleik at gera og sum vit nú sakna sáran. Sjálvt um listafólkini heima og úti hava verið nógv forðað í teirra virksemi og eingin hjálparpakki var til teirra leingi, má eg henda seinasta mánadagin í tjúgu staðfesta, at eg aftur í ár havi havt nógvar stórar listarligar upplivingar. Framsýningin hjá sveisisku listakvinnuni Miriam Cahn, ME AS HAPPENING á Kunsthal Charlottenborg var t.d. áhugaverd og Avbyrgingageddon og aðrar frástøður hjá Tóroddi Poulsen í Steinprenti var somuleiðis framúr. - Eg havi skrivað eina grein um listaárið ið fór fyri Dimmalætting, og havi har roynt at stýra rundan um mínar egnu framsýningar - tað krevur góðan sjaffør also, tí 2020 hevur verið eitt aktivt listaár fyri mítt viðkomandi. Eg kurateraði sjey framsýningar, stórar sum smáar í Víngarðinum, Steinprenti og Norðurbryggjuni. Tann síðstnevnda, Samrøður um Mjørka, er nakað heilt serligt, eri sera errin av henni, hon hongur enn uppi, men er stongd inntil víðari. Saman við næmingum mínum á Glasi havi eg vitjað framsýningar og gjørt framsýningar. Eg havi skrivað um og ummælt framsýningar og bøkur, plátur, fílm, tónleik og sjónleik. Eg havi eisini havt ótrúliga fínar matupplivingar á t.d. Roks og Kofoed og so var tað hon sjálv, Fräulein Schneider og Herr Schultz og øll tey vøkru fólkini í Cabaret; vit spældu sjónleik og tónleik og sungu á Glasi fyri fleiri túsund fólkum. Hetta síðsta havi eg enn ilt við at trúgva uppá, men eri lukkulig fyri at hava roynt tað. Og so mundi eg gloymt tað allarviktigasta og stuttligasta, at eg í januar slapp at vera uppií stráliglansinum hjá Herluf, sum vann 2.virðisløn fyri sítt flotta verk í kappingini hjá Tórshavnar Big Band. Eri satt at siga inniliga takksom fyri 2020. Takk til listafólkini fyri tykkara áhaldandi arbeiði, sum alla tíðina gevur okkum nýggjar upplivingar, sum vit nú við enn størri eyðmýkt gleða okkum til, tá koppingarevnið hevur gjørt tað lættari at koma saman á konsertum, til framførslur osfr. Takk Sir Alexander Fleming (fyri antibiotika), takk øll tit, sum eg møtti, takk fyri árið, fyri prátini, láturin, tárini, brosini, fyri ómakin, dugnaskapin, hjálpsemið, selskapið, klemmini (ahem, mest húsfólk) og fyri ísakalt hvítvín ein heitan sóldag í Havn. - Tað var ikki ætlanin, men eg síggi nú, at eg havi skrivað eina prematura nýggjársheilsan, so gott nýggjár, kæru lesarar og takk fyri brátt farna.

Heilsan

Kinna

2020.jpg
NAB_R5_3794.jpg