Kveikingarpakka til yrkislistina

Mynd: Banksy

Mynd: Banksy

Coronastøðan hevur nú vart í tíggju mánaðar. Hóast vit í Føroyum eru sloppin lutfalsliga lætt, gongur støðan serliga út yvir ávísar vinnur og bólkar - ikki minst innan undirhald- og listaøkið. Hesa vikuna varpar KVF-sendingin Nón ljós á støðuna hjá listafólkum og tí hava vit hoyrt samrøður við tónleikararnar, Mikael Blak og Una Debess um ómøguligu støðuna við ógoldnum rokningum, ið hópa seg upp og við Maritu S.Dalsgaard forkvinnu í LISA. Tey greiða øll frá tí sama, at ov fá listafólk fingu hjálp úr hjálparpakkanum, sum var ætlaður listafólkum. Longu í november heittu tey á politisku skipanina um at broyta lógina um hjálparpakkan, so hann hjálpir teimum, sum hann er ætlaður at hjálpa. Feløgini mæla til at gera ein nýhugsandi sonevndan kveikingarpakka til yrkislistina.

LISA ynskir ein kveikingarpakka, sum kann kompensera fyri avmarka áskoðara og -hoyrara tal hjá tí fríyrkisliga og sum kann veita stuðul til verkætlanir, ið eru tillagaðar korona støðuni. Harumframt ynskir LISA, at ALS hjálparpakkin verður latin uppaftur.

Vónandi verður lurtað eftir listafólkunum, so at vit ikki koma í ta vanlukkuligu støðu, at listafólkini fara í annað arbeiði - hetta hevði verið til óbótaligan skaða fyri føroyska framtíðarlist. Um tíðarskeiðið við farsóttini hevur lært okkum nakað, so er tað at virðismeta listina - ímyndið tykkum bara eitt sóttarhald uttan tónleik, film og bøkur.

https://kvf.fo/non?sid=119093