Takk fyri Sement 2025

Fríggjadagin var eg við vinfólkum á barr í Havn og meðan tann so sera fryntiligi barrvørðurin lat ísakalt fatøl fossa niður í rúmligu gløsini, so at tað var ein fragd og ein frøi, legði eg til merkis tekstin á hansara blusu. Har stóð Rage Against the Machine. Eg segði honum, at tann bólkin upplivdi eg á Roskilde Festival einaferð í fyrru øld. – Eyguni í honum. Áh sum hann hevði viljað verið har onkrastaðni undir liðini á mær, har eg stóð allarfremst framman fyri appilsingula pallin so upp í loft hoppandi og skroppandi, at føtur mínir valla nurtu við grasvøllin. Tað kundi hann eisini, høvdu vit ikki tað fyribrigdið, sum kallast tíð. Barrvørðurin var ikki føddur tá í 1994, verri enn so og Nirvana kom hann heldur ongantíð at uppliva, suffaði hann mótfallin, tí Kurt Cobain ikki er til meira. Eg uggaði hann og segði, at eg, tá eg var í hansara aldri dyrkaði The Beatles, sum fóru frá hvørjum øðrum, tá eg var eitt ár og Lennon var hartil skotin, tá eg var tólv. Men kortini havi eg fingið sera nógv burtur úr teirra tónleiki og júst tað sama hevði hesin ungi maðurin eftir øllum at døma. Tað er jú soleiðis við góðum tónleiki, at hann megnar at standa ímóti tíðini.

Eg kom at hugsa aftur um barrvørðin, tá eg sat og hugdi at Sementfinaluni, sum var sent beinleiðis í sjónvarpinum leygarkvøldið. Tí pínadoyðs passión og tónleikagleði í bæði rapp, rock og grunge og øllum møguligum øðrum sjangrum millum tey ungu – bæði tey framførandi og áhoyrarnar. Ein frálík sending frá KVF – takk fyri at geva teimum ungu henda pall og mær hesar upplivingarnar. Bæði eldri sum yngri vertir dugdu væl at práta, huglagið var lætt og gott og eg var væl undirhildin. Pláss er altíð fyri betring - í sjónvarpssendingini kundi tempoið kanska farið eitt vet upp, um bólkarnir ikki høvdu heilt so nógva tíð í part. Helvtin hevði verið nóg mikið. Hinvegin er spurningurin um ikki opni og óhátíðarligi formurin er júst tann rætti, ið klæðir ungdóminum. Á ein hátt vóru vit øll vinnarar, allir teir djarvu finaluluttakararnir og vit áhoyrarar. Anna Iachino og Arnold Ludvig fingu eisini uppibornan heiður fyri í tíggju ár at hava staðið fyri Open Mic á Reinsarínum, ið hevur verið ein týdningarmikil pallur hjá ungum tónleikarum at taka síni allarfyrstu stig innan tónleikin. Dómararnir valdu tann væl syngjandi Hans Andrias sum vinnara av Sement 2025 fyri hansara altjóða stíl. Tunghoyrt fingu aðruvirðislønina og heiðurin at spæla á G! og á SPOT meðan bólkurin Ronja fekk triðjuvirðislønina. Sjálv var eg fullkomiliga tikin á bóli av hesum praktfulla og hugfarsliga neohippie-kollektivinum, Ronja og teirra djúpt kreativu og listaliga originalu framførslu. Men gjøgnumførdu rapprokkararnir Ókendir í gjøgnumført kiksaðum Sidney Lee bandana (?!!!) vóru eisini framúr fyri ikki at tala um Tunghoyrt, ið mundu bróta ígjøgnum ljóðmúrin hjá teimum allarflestu við rocknroll-patos-og-fuck og so hugsaði eg aftur um barrvørðin og um fyrstu ferð eg hoyrdi Smells like Teen Spirit og Nirvana og føturnir hjá okkum øllum mest sum av sær sjálvum funnu yvir á dansigólvið, har vit tuskaðu runt sum í ørviti. Tað er nevniliga eisini tað, sum góður tónleikur kann; hann fær okkum at minnast og koma í tankar um alt møguligt stuttligt frá eini tíð áðrenn mann stadnaði í sínum formi, eini tíð, tá konturlinjurnar sótu eitt sindur leysari. Takk fyri Sement 2025, sum gav okkum eitt deilitt innlit í føroyska ungdómsmentan, ið er full av lívi, av skapanargleði og villskapi.

Kinna Poulsen

Listafólkasamrøða í Víngarðinum

Tey eru partur av nýmaterialistiska nýbrotinum í føroyskari samtíðarlist, Randi Samsonsen og Jón Sonni Jensen, og í dag sunnudagin 27.apríl klokkan 15 hitti eg tey á máli í Víngarðinum klokkan 15.

Framsýningin, sum í løtuni hongur í Víngarðinum eitur PROD. Talan er um eina víðari menning av listaligum hugskotum, sum merktu vælumtóktu framsýningina hjá Jón Sonna Jensen, Mechanical Poses, sum listamaðurin hevði fyri trimum árum síðani í Víngarðinum. Talan er um eitt slag av stoyptum og samansettum relieffum, ið um somu tíð eru sera ítøkilig og grundleggjandi abstrakt. Verkini eru tað, tey eru; skap við avrundaðum formum, við sporum av fingrum, sum handfara, trýsta og forma verkini, sum í støðum hava negativ holrúm í flatuni. Kroppurin og tað sansaliga hevur stóran týdning í listini hjá Jón Sonna Jensen og hetta lyndi heldur fram í nýggju verkum við einum enn bleytari og meira sensuellum framburði eisini tilfarsliga, tí listamaðurin hevur lagt toy aftrat sínari palett, t.e. sonevnt “liquid satin”. Hetta er eitt serliga mjúkt og skyggjandi tilfar, sum leggur seg kimiliga oman yvir partar av verkunum, ið tykjast ílatin ella kanska heldur úrlatin?

Randi Samsonsen hevur havt fleiri framsýningar í Víngarðinum einsamøll og saman við øðrum. Seinasta serframsýning hennara læt upp í november 2024 við heitinum Time is holding us anywhere. Randi arbeiðir við tóvirki ella tekstillist. Hennara seymaðu og hekklaðu standmyndir og relieff eru so formliga øðrvísi, at tey koma óvart á, so at vit hava hug at brosa, Hyggja vit eina løtu aftrat, varnast vit eisini vakurleikan í kenslubornu skapunum og fjølbroyttu yvirflatunum, ið skyggja og aðrastaðni eru óblankir, summastaðni lodnir. Á ein hátt kann mann siga, at øll list snýr seg um tíð. Ta tíð, sum verkið tók at gera, ta tíð, sum verkið tekur at skoða, men sjálvandi um ta samtíð, sum er tíðin hjá verkinum. Meginparturin av verkunum eru hekklað, ið er eitt slag av hondarbeiði, sum tekur tíð og ikki kann framleiðast á maskinu. Ójøvnu, buglutu verkini eru sundurbýtt og fragmenterað . Tey eru staðsett við frástøðu frá hvørjum øðrum og tykjast leitandi sum satelittar í rúmdini – til reiðar at knýta samband. Randi Samsonsen greiðir frá, at hesi tekstilverk eru ein roynd av mynda sambond og samanhang í eini tíð, merkt av upploysing og nýggjum markloysi.

Vælkomin til artist talk í Víngarðinum 27.apríl klokkan 15. Tiltakið er ókeypis.

Kinna Poulsen

Serføroysk páskatjumbla í Steinprenti

Hesa seinastu tíðina hevur Tóroddur Poulsen arbeitt í Steinprenti og fingið so væl burturúr, at ein spontan framsýning er fingin í lag við vatnlitamyndum, steinprentum og veggjartekningum og - viðmerkingum. Munurin millum myndlist og ritlist er ikki stórur í verkinum hjá Tóroddi við myndríkum yrkingum og poetiskum myndum. Framsýningin er sera eyðkend fyri listamannin, eisini finurliga skriftin á vegginum, sum ger, at Steinprent er eitt upplagt mið millum allar brúnsósadøgverðarnar á páskum. Har er opið:

Skírishósdag 13-16

Langafríggjadag 13-16

Leygardagin 12-16

Páskadag stongt

Annan páskadag 13-16

Kinna Poulsen

Ein ringrás av kærleika

Sjálvt um føroysk filmslist er nógv ment í hesari øldini, er løtan ikki av handahógvi merkt, tá mann eitt hóskvøld situr í Havnar Bio og bíðar í spentum myrkri eftir at síggja nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá. Tað er ikki á hvørjum degi, vit sleppa at uppliva ein føroyskan spælifilm og tí er kenslan longu frá byrjan merkt av takksemi. Og byrjanarsekvensurin við kórframførsluni av yndisliga og sorgblíða lagnum hjá Nyholm Debess og Jógvani Waagstein, Aldan brýtur í vøkru, men samtíðardissonantu útsetingini hjá Sunleif Rasmussen, ber alt fyri eitt boð um ein film við fleiri løgum og stórari melankoli “Aldan vætir, klettur grætur. – Aldututl um sveimu stund”. Ljóðsporið er altíð spennandi í filmunum hjá Sakarisi Stórá og nýggi filmurin er einki undantak.

Seinasta paradís á jørð samantvinnar søguna um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd við persónligu søguna hjá høvuðspersónunum, Kára (Sámal H. Hansen) og Silju (Bjørg B. Egholm). Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum. Filmurin, sum gongur fyri seg í einum avbyrgdum og avdankaðum øki, hevur ein týðiligan norðurlendskan tóna. Vit fylgja unga manninum Kára og systur hansara Silju, sum eftir at mamma teirra er deyð búgva saman við einum fráverandi og útslitnum pápa (Hans Tórgarð) í einari lítlari bygd, hvørs lívæðr av einum flakavirki stendur fyri hóttafalli. Filmurin fylgir sjónarmiðnum hjá Kára. Vit halda við honum og ógvast um ta stóru ábyrgd, sum verður løgd oman á hansara ungu herðar. Hann er ein gløggur og empatiskur persónur við ábygdarkenslu og tyngd og tað ávirkar tempoið í filminum, sum er róligt og til tíðir tungt. Onkuntíð er tað sum um sjálv frásøgnin steðgar upp og verður til reint huglag, ið verður bygt upp av litum, ljósi og ljóði. Tílíkar løtur verða fotomyndirnar eins djúpar og universalromantiskir málningar hjá Caspar David Friedrich við nakkanum og rygginum á høvuðspersóninum í forgrundini og tí alsamt meira ótolna sjónarringinum í bakgrundini – har má okkurt henda, tað vita vit.

Filmurin er annars realistiskur í sinn og skinn. Tað verður ikki pyntað uppá nakað og tað verður als ikki fallið fyri freistingum at fylla kvirruna og tómleikan við onkrum slagi av morð og balladu. Sum áskoðari kanst tú ótolnast eina løtu, men kvirra, seinferð og stillstøða eru neyðug til tess at vit skulu skilja dýpdina í veruligari sorg um, at ein mamma heldur uppat við at vera til ella tá eitt arbeiðspláss gongur undir.

Flakavirkið er tað, sum tað er og Kári tykist nøgdur við sítt arbeiði har við flekingarmaskinuna, men vit fáa tíðliga varhugan av, at støðan ikki er varandi. Pengar mangla, tilfeingið svíkir og tað verður at síggja til longur millum fiskarnar við samlibandið. Ymiskt slag av órøkt, sliti, undirgangsestetikki við bátum uppi á turrum og einum troyttandi infunktionellum vesi indikerar somuleiðis, at nógvar góðar grundir eru til at forláta heimbygdina. Tað tykist sum um at øll uttan Kári eru á veg út í heim. Men Kári fer ongan veg og tykist nøgdur við sítt stilla og superanaloga lív. Stillisliga uttan betrivitandi peikifingrar verður ein søga søgd um eina veruliga gerandishetju, sum stendur fast. Hetta er ikki ein ljótur dunnuungi, sum skal transformerast til hávvælbornan svana. Tað hevur hann einki ynski um.  

Kári er bæði ov ábyrgdarfullur og ov sjálvstøðugur til at fylgja rákinum í okkara tíð við andstyggiliga kravinum um æviga optimering og at vera besta útgáva av sær sjálvari (púff). Kári stríðir og strevast og eina løtu hugsar áskoðarin kanska sum gentan, honum dámar, at hann er “ov góður til hatta”, men spakuliga broytist henda hugsan. Tað er mamma gentuna, leikt við fjálgari nærveru av Anniku Johannessen, ið staðfestir ta sannroynd, sum spakuliga birtist fyri okkum, at orsøkin til, at Kári heldur so fast í heimbygdini sum hann ger, hevur við kærleikan til ta deyðu mammuna at gera. Bygdin minnir hann um mammuna og Kári minnir bygdina um mammuna, tá hann gongur við konfirmatiónskortum. Ein rørandi ringrás av kærleika. Eisini sjálvt um hann ger tað við ringum tannabiti.

Í hesum filmi er kærleikin størstur. Ikki tann romantiski kærleikin við sínum egomaniska forelskilsi, men meira kærleikin sum fyribrigdi og lívstreyt. Tað er kærleikin millum systkin, kærleikin til heimbygdina og kærleikin frá mammuni, sum seyrar ígjøgnum øll løgini í filminum. Tá konurnar leypa á bláman, er tað sum eitt satt undur av vakurleika, av kvinnuligum hita og kærleika, sum vit uppliva gjøgnum eyguni á systrini, so at vit sansa hennara miss og missa ondina av samkenslu.

Bjørg B. Egholm spælir so sannførandi, at vit trúgva uppá hennara persón. Ígjøgnum henda persónin fáa vit møguliga enntá varhugan av ófatiliga missinum. Somuleiðis trúgva vit uppá Kára í fálátaða men kensluborna persóninum, sum Sámal H.Hansen myndar og koma eisini til at halda nógv av lívliga vinmanninum soleiðis sum Bjørn M.Mohr spælir hann. Tað er sum heild gott at uppliva so góðar leiklistagávur millum tey ungu (eisini Esther á Fjallinum) og at síggja, at eisini okkara eldri sjónleikarar megna skiftið frá leikpalli til film og at alt filmskollektivið megnar sína uppgávu. Nú eru nøkur ár liðin síðan síðsta filmin frá Sakarisi Stórá, ið framvegis er sum skaptur til at gera film. Tað ger hann aftur hesa ferð saman við fotografinum Virginie Surdej, hvørs myndamál næstan er vorðið eitt náttúrligt forleingilsi av hansara leikstjórapersona so at tað er ilt at siga hvar ein byrjar og hin endar. Eingin ivast kortini í, at Seinasta paradís á jørð er eitt filmsligt listaverk, sum skal upplivast í biografinum.

Kinna Poulsen

Listaljóð - Bók um listprýðingina á Musikkskúlanum kemur út

Fríggjadagin 11. apríl kl. 15.00 verður bókaframløga í Tórshavnar Musikkskúla. Bókin um listaprýðingina hjá Astri Luihn frá 2019 á musikkskúlanum kemur út og verður lítið hátíðarhald í Hátúni við røðum, sangi og tónleiki.

- “Listaprýðingin hjá Astri Luihn í musikkskúlanum í Tórshavn er ein hugvekjandi og ekspressiv samanrenning av teimum báðum økjunum, sum standa listakvinnuni allarnæst: tónlistin og myndlistin. Tónleikur verður visualiseraður í listaverkum, sum vísa til føroyska siðvenju og søgu, samstundis sum verkini spæla saman við arkitekturinum og kveikja skapandi hugsan og læring hjá teimum, sum hava sína dagligu gongd í húsinum. Astri Luihn er viðurkend listakvinna, ið hevur sett sín varandi dám á føroyska listaheimin. Hon er útbúgvin tónleikafrøðingur og hevur verið virkin listakvinna í fleiri áratíggju” -

Soleiðis sigur stjórin á Listasavninum, Solveig Hanusardóttir Olsen, í formælinum í bókini Listaljóð, ið nú kemur út.

Listaverkini og bókin lýsa føroysku tónleikasøguna úr víkingatíð til okkara dagar í tí symbolska og eyðkenda symfoniska stílinum hjá Astri Luihn, har livandi litir, dynamiskir formar og figurar renna saman. Útskorin relieff úr viði, mynda stórar fuglar á flogi, formar, strikur og skap, sum líkjast nótum og tónum.

Í bókini eru nágreinar lýsingar og myndir av listaverkunum og tilsipingar til søgur, persónar og fyribrigdi í mentanar- og tónleikasøgu okkara. Við hesum er listaprýðingin og bókin at rokna sum okkara fyrsta tónleikasøguliga heildarverk.

Ein gáva til ein musikkskúla fyri børn og ung. Men eisini ein dýrgripur til fólk og tjóð, at kenna og skilja søgu okkara. Á hátíðarløtuni fríggjadagin fer tónleikafrøðingurin Knút Háberg Eysturstein at siga nøkur orð um list og tónar. Angelika Hansen fer at leika á fiól og Ólavur Jakobsen á gittar. Kór musikkskúlans fer at syngja nakrar sangir. Kórleiðarar eru Joanna Johansen og Ásbjørn Berthelsen. Listakvinnan Astri Luihn fer eisini at siga nøkur orð.

Tiltakið byrjar kl. 15.00 og varir 45 minuttir. Tað er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Bókin fæst til keyps á musikkskúlanum til serprís í samband við útgávutiltakið.

The hand of David

 When I woke up this morning, I had forgotten what I dreamed about, but only remembered fragments, some snow, an iceberg and the hand of David. It is the sculpture of Michelangelo's hand that I am referring to and perhaps the dream is connected to an unconscious desire to see the exhibition that recently opened at the Statens Museum for Kunst (National Gallery of Denmark) in Copenhagen entitled Michelangelo Imperfect. What an interesting title. The imperfection was surely not in my thoughts when I first saw a cast of the sculpture. Maybe the opposite. It was in 1994 outside the Cast Collection in Copenhagen. I was studying at the University of Copenhagen at the time and remember how I was drawn towards the sculpture when I was walking along Langelinje not far from the sculpture of the little mermaid. Michelangelos sculpture is based on the story of David and Goliath and depicts the 16-year-old David, who, according to the Bible, fought against and won over the giant and in every way superior Goliath.

I remember an immediate fascination with the physicality of the sculpture, the sheer size of it and the elegant pose with contraposto of the figure, resting on his right leg. A position that is calm, but at the same time so full of the power of possibility. Even then, it was primarily the hand that fascinated me. Not the left hand with the sling, but the right hand, which is quite oversized in relation to the slender body. You can't see what the young man is holding in his hand. Maybe it is a stone, but the hand with the clearly marked veins and the tense grip is like a concentrated image of will and courage. The sculpture was carved from a huge block of marble and immediately became a symbol of freedom and resistance in Florence, back then a magnificent city-state in Europe with enemies all over.

- I am sitting here, writing in my hometown Tórshavn in the Faroe Islands. A place in so many ways far from the magnificent works of the Renaissance. But the story of David is also here a beloved Bible story about how the small can conquer the big if only one has justice on their side. Right now and here, USA is Goliath. Greenland is David. But Greenland is not alone. Greenland is part of a commonwealth together with the Faroe Islands and Denmark. Greenland, like the Faroe Islands have never participated in war. We have been dormant members of NATO and now we understand that we should have been less dormant. We have lived in the time of the dove. Now it is the time of the eagle. I am very grateful that I recently had the pleasure of curating an exhibition at the Scandinavian House in New York. What an amazing place. And such wonderful, open, friendly and interesting people. I even made friends for life in New York and I know that it is not in their nature to want to take over other people's countries. And no matter how often it is repeated from the White House that it is necessary for the United States to own Greenland, we all residents of the (so far) free world must remind each other that it is not okay, it is not acceptable to take over other people's countries. It´s not right even to talk about it. If you're in doubt about something you can always reverse, try reversing the idea so that Greenland takes over the United States. Would that feel right? Not really; Kalaallit Nunaat/ Greenland belongs to Greenland and the people there. It is not okay to talk about acquiring and to justify it with claims of security. The arguments of imperialism are not tenable and they are not new either. They are based on a primitive way of thinking where the entire world and existence are viewed from a spreadsheet of assets and liabilities where power equals money. Greenland is so much more than that. Imagine even having the thought of wanting to own Greenland. There is so much arrogance in the mere thought that it makes me sad. But I find consolation in the hand of David.

Kinna Poulsen

Fráfaringarhald fyri Jenny Petersen

Fríggjadagin 28.mars var fráfaringarhald fyri Jenny Petersen, sum fór frá eftir tjúgu ár á Tjóðpalli Føroya. Birna Heinesen helt røðu, sum við loyvi verður endurgivin her:

Góða Jenny

Tá eg varð biðin um at siga nøkur orð í dag, ivaðist eg ikki eina løtu.

Til tykkum, sum ikki kenna meg, so sat eg í Leiklistaráðnum árini 2017-2023.

Sjálvandi vildi eg siga nøkur orð.

Saman við tær hava vit seinastu 20 árini millum annað verið í limbo, í kirsuberjagarðinum, á náttarherberginum, í geyma, í læknastríði og inni á Gentukamarinum.

Heilt úr Grikkalandi til Klaksvíkar og aftur, hava vit ferðast á pallinum.

Vit hava sæð trøll, børn, vaksin, gomul, heksir, soldátar, svøk, sjúk, ill, glað, heimføðislig, undarlig, ósømilig fólk á pallinum og hava flent, bíðað, undrast og grátið í myrkrinum í salinum, stundum hava vit vent ein veg og stundum annan.

Her, í tí sum William Heinesen kallaði heimsins nalvi, liggur heimsins minsti Tjóðpallur, við heimsins minstu játtan og tað skal stórt dirvi, skyn og innlit til at røkja starvið sum stjóri her.

Og í teimum myrku og døpru løtunum er eisni neyðugt við humor.

Og tað hevur tú, Jenny.

Tú hevur góðan humor.

Tú ert sterk.

Og tú ert, ikki minst, dugnalig.

Ein av orsøkunum til at eg segði ja til at siga nøkur orð í dag er, at eg sat í Leiklistaráðnum fyri fimm árum síðani.

Áðrenn orrustur og boykott.

Eg havi verið við til at seta teg í hesa støðuna sum bleiv, og havi eisini havt ábyrgd av henni.

At sita í Leiklistaráðnum er løgið.

Tú ert setanarmyndugleiki hjá stjóranum á Tjóðpallinum, tú ert stýri fyri Tjóðpallin, og tú játtar pengar til fríyrkisbólkar.

Ein vavgreytur, spyrt tú fólk í londunum kring okkum.

Og mitt í hesum vavgreyti, sum er lógin fyri Tjóðpall Føroya, ein greytur, sum veruliga treingir til at vera rørdur av nýggjum; altso, vit hava brúk fyru eini nýggjari lóg og nýggjum kørmum. Mitt í øllum hesum hevur tú staðið.

Mitt í eyganum á melduródnini.

Og eg haldi veruliga at hendan lýsingin - eygað á melduródnini, hóskar væl til støðuna, sum hevur verið síðani vit settu teg sum stjóra í 2020.

Sagt verður, at tað er stilt inni í miðjuni av ódnini, og tað hevur tað onkursvegna eisini verið, tá vit hava verið saman við tær.

Hóast ógvusligt ódnarveður og persónlig

álop, so ert tú altíð væl plantað við báðum beinum á jørðini.

Og av og á hava vit eisini havt tað stuttligt, tí tú hevur ein humor, sum smittar og sært ofta eisini tað jaliga og viðhvørt eisini stuttliga í tí trupla.

Tilvildin vildi tað soleiðis, at árið eftir at tú vart sett, fylti tú 60 ár. Tú segði einki um føðingardag, men segði nøkrum fólkum frá, at tú hevði okkurt etandi á Tjóðpallinum á middegi.

Bæði eg og Barbara í Stórustovu komu ein túr, tí vit vóru í barnsburðarfarloyvi og okkara dreingir, sum vóru 7 og 9 mánaðir lógu á gólvinum og spældu, og vit sótu og eygleiddu vindeygað hjá Mariu Poulsen, har jólapyntið varð sett fram – í septembur!

Brádliga kom ein maður inn á Tjóðpallin og fór at knúsa alt sundur.

Rólig sum tú altíð ert, fórt tú út til hann og tryggjaði, at hann ikki kom inn til okkum og smáu børnini.

Hann breyt eitt rivjabein hjá tær, men tú fekk vart okkum.

Maðurin varð handtikin og dømdur.

Hetta var ein tilvildarlig hending, sum einki hevði við Tjóðpallin, boykottið, teg ella okkum at gera, fingu vit at vita, men onkursvegna gjørdist hetta ein mynd av støðuni sum var tá.

Sløgini fekk tú. Eins og tú fekk orðini omanyvir teg í fjølmiðlum og aðrastaðni.

Hendan hendingin gjørdist á ein hátt ein kroppslig mynd av tí sum longu hevði verið skrivligt og munnligt í fjølmiðlunum í rúma tíð.

Hóast alla hesa mótgongd, sum hevur verið, so hevur tú staðið sum ein klettur.

Eg haldi at orðini til gaman og álvara, lýsa kanska leiklistina í síni heild, men eisini hesa støðuna.

Vit vóru skelkaðar og bangnar, men vit flentu eisini at støðuni dagin eftir - jólakúlurnar, sum spakuliga, við sera seigum rørslum, vórðu hongdar upp í handilsvindeyganum hinumegin vegin mitt í regninum í september, og maðurin sum so stóð og knústi alt sundur - tað kundi verið ein vøkur filmsbrot úr einum Lars von Trier filmi, við klassiskum tónleiki sum bakgrundsljóð.

Tá vit sóu støðuna á hendan hátt, fekst tú ikki flent av brotnað rivjabeinunum - gaman og álvara, alt í senn.

Við báðum beinum plantaðum á undirlagið, sum tú hevur staðið á, hevur tú treystliga arbeitt teg ígjøgnum hesi árini.

Leikir vórðu settir upp; leikstjórar, leikarar, pallsniðgevar, seymifólk, rithøvundar, ljósfólk, ljóðfólk, dramaturgar - øll hesi hava gingið inn og út av leiklistapallinum, hóast nøkur ikki vildu vera við.

Góða Jenny.

Eg eri spent uppá hvat tú nú fert at gera.

Eftir hetta megnar tú hvat sum helst, og tey sum fáa teg, eru heppin.

Tey fáa eina sterka, vísa, fitta og ikki minst festliga damu sum starvsfelaga.

Takk fyri árini, leikirnar og løturnar!

 

PROD. Jón Sonni Jensen í Víngarðinum - vernissage

Fríggjadagin 21.mars læt framsýningin PROD. hjá Jón Sonna Jensen upp í Víngarðinum. Har var rómur og nógv fólk og eg helt eina røðu, sum sæst herundir. Tey, sum ikki náddu til vernissage eru vælkomin at síggja framsýningina í dag leygardag 22.mars, tá halda vit eykaopið frá klokkan 16-17. Vælkomin.

Røða:

Eg skal vegna Víngarðin bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til upplating av framsýningini PROD. við nýggjum listaverkum hjá Jón Sonna Jensen. Eg eri kurator í Víngarðinum og hetta er 29. framsýningin hjá okkum og sum altíð byrjar framsýningin við nøkrum orðum og eg byrji við hugtakinum myndlist. Tað orðið er sett saman av tveimum navnorðum “mynd” og “list” – tað er á íslendskum tað sama, á donskum er tað “billed” og “kunst” og á týskum “bildende kunst”, bílætakunstur. Ingálvur av Reyni tosaði javnan um bíløt, William Heinesen skrivaði um og ummælti kunst, men seinnu árini hava vit sagt list og myndlist. Fyribrigdið mynd er eitt slag av sjónligari umboðan av einum objekti á einum staði, har tað ikki er ítøkiliga til staðar. Sum tit hoyra, er tað sera avbjóðandi at greiða frá hvat myndandi listin gongur út uppá orsakað av frástøðuni millum tann avmyndaða lutin og lutin í stjálvum sær. Tá er tað í grundini lættari at lýsa samtíðarlist sum hesa hjá Jón Sonna - sjálvt um vit ofta halda tað øvugta.

Samanumtikið er samtíðarlistin her sum um allan heim merkt av pluralismu – listafólk fáast ofta við fleiri evni, tøkni, stílsløg og tilfar. Tað verður eisini alt meira vanligt, at listafólk flyta seg yvir um sítt egna listaslag. At tey yrkja, gera konseptlist, videolist, performance og installatiónir, samstundis sum mann eisini er listamálari ella grafikari. Tilfarið, sum verður brúkt til framleiðslu av list er vorðið meira fjølbroytt, umframt lørift og oljumáling síggja vit alt møguligt annað t.d. sum her, byggitilfari sum skúm, gips, men eisini satengstoff. Hetta er tilfar, sum verður brúkt til ymiskt annað enn list í verkum, sum á ein hátt eru tað tey eru – what you see is what you get, men tað krevur ein ávísan opinleika – ikki minst yvir fyri teimum hugasambondum, sum tilfarið gevur okkum frá fabrikk til glam. Tilfarið vísir til nakað aktivt – eisini ítøkiliga – til okkurt, ið var flótandi og bleytt, men sum síðani er stadnað og vorðið fast, hart og blankt við einum materialiteti, sum kemur av tilfarinum í formunum, tey vóru stoypt í. Verkini eru sera taktil, tú fatar tey við at føla tey mentalt og merkja møtið millum tað bløðruta, lætta skúmtilfarið, tað tunga slætta gipsið og vakurt seymaða satengtoyrelieffið. Hetta at myndlistin verður lýst út frá hvussu hon følist heldur enn hvussu hon sær út, er partur av nýmaterialismuni, ið er knýtt at eini sannkenning av, at jørðin og lívið á henni er hótt orsakað av eitt nú veðurlagsbroytingum. Í og við, at hóttanin ikki kemur uttanfrá, men frá okkum sjálvum halda summi, at mannaættin er fíggindin og sostatt fara vit at seta spurningar við allar okkara egnu hierarkisku skipanir. Innan listina elva krøv um burðardygd somuleiðis til tilfarsligt fjølbroytni og endurnýtslu. Tann mest víðgongda avleiðingin av hesum er at vraka ítøkiligt tilfar fult og heilt og í staðin bera antimaterialistiska list fram sum okkurt slag av framførslu, ljóði ella performance. Spurningurin er um ikki listin er í ferð við at broyta seg beint nú júst sum heimsfatanin í løtuni er rættiliga miðsavnað um avgerðir og viðmerkingar til alt í millum himmal og jørð, sum í ólukkumát streyma úr hvítu húsunum – hvør veit um ikki tann politiska listin fær eina renesansu?

Aftur til hesa framsýningina hjá Jón Sonna, sum er ein víðari menning av listaligum hugskotum í Mechanical Poses, sum listamaðurin hevði her í Víngarðinum fyri trimum árum síðani. Hetta er eitt slag av stoyptum og samansettum relieffum, ið um somu tíð eru sera ítøkilig og grundleggjandi abstrakt. Verkini eru tað, tey eru; skap við avrundaðum formum, við sporum av fingrum, sum handfara, trýsta og forma verkini, sum í støðum hava negativ holrúm í flatuni. Kroppurin og tað sansaliga hevur stóran týdning í listini hjá Jón Sonna Jensen og hetta lyndi heldur fram í nýggju verkum við einum enn bleytari og meira sensuellum framburði eisini tilfarsliga, tí listamaðurin hevur lagt toy aftrat sínari palett, t.e. sonevnt “liquid satin”. Hetta er eitt serliga mjúkt og skyggjandi tilfar, sum leggur seg kimiliga oman yvir partar av verkunum, ið tykjast ílatin ella kanska heldur úrlatin. Framsýningarheitið PROD. kann vera ein stytting fyri produkt ella produktión og gevur harvið ábendingar um hópframleiðslu og kommersialismu og tað er eisini eftir somu strategi, at verkini hava seriel nummur heldur enn heiti. Á enskum kann sagnorðið prod merkja at prika og skumpa. Tað er í sjálvum sær eitt løtt orð við nógvum assosiatiónsmøguleikum, sum í hesum føri eisini sipar til ítøkiligu mannagongdirnar hjá Jón Sonna Jensen, sum prikar og skumpar meðan hann skapar síni verk.

Jón Sonni Jensen PROD. 21.3.25 – 25.5.25 í Víngarðinum.

Opið er í Víngarðinum fríggjadag og leygardag frá klokkan 17-24. Í dag leygardagin 22.mars er harumframt opið frá klokkan 16-17. Artist talk við Jón Sonna Jensen og Randi Samsonsen verður í Víngarðinum 27.apríl klokkan 15-16.

 Kinna Poulsen

Jón Sonni Jensen: PROD.

Fríggjadagin 21.mars klokkan 16.00 letur upp framsýning í Víngarðinum við spildurnýggjum verkum eftir Jón Sonna Jensen. Framsýningin eitur PROD. Talan er um eina víðari menning av listaligum hugskotum, sum merktu vælumtóktu framsýningina Mechanical Poses, sum listamaðurin hevði fyri trimum árum síðani í Víngarðinum við verkum og samansetingum úr óvanligum tilfari. Hetta er eitt slag av stoyptum og samansettum relieffum, ið um somu tíð eru sera ítøkilig og grundleggjandi abstrakt. Verkini eru tað, tey eru; skap við avrundaðum formum, við sporum av fingrum, sum handfara, trýsta og forma verkini, sum í støðum hava negativ holrúm í flatuni.

Kroppurin og tað sansaliga hevur stóran týdning í listini hjá Jón Sonna Jensen og hetta lyndi heldur fram í nýggju verkum við einum enn bleytari og meira sensuellum framburði eisini tilfarsliga, tí listamaðurin hevur lagt toy aftrat sínari palett, t.e. sonevnt “liquid satin”. Hetta er eitt serliga mjúkt og skyggjandi tilfar, sum leggur seg kimiliga oman yvir partar av verkunum, ið tykjast ílatin ella kanska heldur úrlatin.

Framsýningarheitið PROD. gevur ábendingar um hópframleiðslu og kommersialismu og tað er eisini eftir somu strategi, verkini hava numerisk heiti. Á enskum er orðið prod eitt sagnorð, ið merkir at prika og skumpa. Tað er í sjálvum sær eitt løtt orð við nógvum assosiatiónsmøguleikum, sum í hesum føri eisini sipar til ítøkiligu mannagongdirnar hjá Jón Sonna Jensen, ið prikar og skumpar meðan hann skapar síni verk.

Hjartaliga vælkomin til vernissage fríggjadagin 16-18.

 

RÓIN fekk eina dreymapremieru í Keypmannahavn

Tíðindaskriv: – Sikken eitt kvøld, sikken ein premiera, sikken ein filmur, sigur Birgir Thor Møller um nýggja dokumentarfilmin um Róin Siggertsson.

Týskvøldið var heimspremiera av dokumentarfilminum “RÓIN – Spælimaðurin við heimsins enda”. Filmurin varð vístur fyri einum fullsettum sali hjá Nordatlantiske Filmdage í Keypmannahavn – og tað bleiv eitt kvøld, sum tey uppmøttu helst seint fara at gloyma. Í filminum fylgja vit tónleikaranum Róin Siggertsson, sum flytir heim aftaná næstan 30 ár í Danmark. Ein persónlig søga um at mistrívast, stríðast við rúsmisnýtslu, um at blíva pápi – og um at finna vón gjøgnum tónleikin. Filmurin bleiv sera væl móttikin til frumsýningina týskvøldið. Aftaná sýningina komu leikstjórin Pætur H. Evensson og framleiðarin Jón Hammer á pallin, har teir svaraðu spurningum um filmin. Eisini greiddi Róin Siggertsson sjálvur skemtiliga frá, hvussu tað var at blíva fylgdur við einum kamera í yvir trý ár.

Síðani bjóðaði Sendistova Føroya til eitt glas av víni í barrini, har fólk fingu høvi at práta sínamillum um filmsupplivilsið. Sum eitt eyka yvirraskilsi setti Róin Siggertsson seg við klaverið og spældi trý av sínum egnu løgum. Ein autentisk og innilig framførsla, og ein heilt serligur endi upp á eitt stórt premierukvøld, har áskoðararnir veruliga blivu forkelaðir.

Birgir Thor Møller, samskipari av Nordatlantiske Filmdage, sigur soleiðis um filmin og kvøldið: – Pætur hevur gjørt ein hugtakandi, rørandi, stuttligan og sum heild sera sterkan film um sangaran og menniskjað Róin, sum jú hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Og Róin er ikki bara ein generøsur høvuðspersónur, sum fortelur opið um sínar upp- og niðurtúrar – hann syngur eisini á ein hátt, sum rørir teg djúpt og fær teg at steðga á. Og tað púra greitt fyri meg, at allur salurin bleiv ávirkaður av filminum.

– Sikken eitt kvøld, sikken ein premiera, sikken ein filmur. Ja, eg eri bæði sera glaður og ekstremt stoltur av, at toymið handan filmin valdi at leggja premieruna á Nordatlantiske Filmdage, sigur Birgir Thor Møller.

Leikstjóri Pætur H. Evensson og framleiðari Jón Hammer eru eisini sera glaðir fyri góðu móttøkuna. Filmurin er kliptur av Gorm Just, meðan Ólavur Jákupsson hevur komponerað og gjørt ljóðmyndina. Ein stórur partur av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum. Enn er møguleiki at síggja filmin í Danmark í ávikavist Århus, Aalborg og Keypmannahavn hesar dagar:

Århus: 15. mars klokkan 16:30 í Øst for Paradis.

Aalborg: 16. mars klokkan 13:30 í Biffen.

Keypmannahavn: 16. mars klokkan 20 til Nordatlantiske Filmdage

Føroyskir filmar og filmsfólk seta dám á Nordatlantiske Filmdage á Norðurbryggjuni

Í døgunum 6. til 16. mars er Norðurbryggjan í Keypmannahavn karmur um árliga filmfestivalin "Nordatlantiske Filmdage”. Her verða nakrir av bestu og mest aktuellu føroysku, grønlendsku, íslendsku og sámisku filmunum vístir, og harumframt vitja nøkur filmsfólk, sum koma at tosa um sínar filmar.

Føroyski parturin av filmdøgunum verður skotin í gongd við sjey stuttfilmum, sum í ár vóru tilnevndir Geyta-virðislønina, ið varð handað hin 8. februar í Norðurlandahúsinum í Havn. Og tá hesir filmarnir verða vístir til eitt serligt Geyta-tiltak leygardagin 8. mars, koma tveir av ársins vinnarum framvið at fortelja um sínar filmar – Maria Winther Olsen, sum vann Geytan fyri filmin Halt um meg og Julia í Kálvalíð, sum vann áskoðaravirðislønina fyri filmin Faðir mín Faðir.

Stórur áhugi
Útselt er til Geyta-tiltakið, sum filmdagarnir hava skipað fyri saman við Norðurlandahúsinum, Filmshúsinum og Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. Filmdagarnir hava tí skipað fyri einari eykasýning av stuttfilmunum fríggjadagin 14. mars klokkan 20.

Har er eisini stórur áhugi fyri nýggja dokumentarfilminum hjá Pætur H. Evensson Róin – spælimaðurin við heimsins enda, sum verður frumsýndur á Nordatlantiske Filmdage hin 11. mars. Skipað er tí fyri einari eykasýning av filminum sunnudagin 16. mars klokkan 20 á Norðuratlantsbryggjuni. Sama vikuskiftið verður filmurin vístur í bæði Århus og Aalborg, har filmdagarnir vísa hann í samstarvi við biografarnar Øst for Paradis (Århus) og Biffen í Nordkraft (Aalborg). 

Rammatik
Filmduoin Rammatik, Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre, hava síðan 2008 gjørt nakrar originalar lista- og dansifilmar, og tær eru harumframt aktuellar í nýggju framsýningini í Norðuratlantsbryggjuni, Toner i kunst.

Á filmdøgunum kanst tú hitta tær, tá tær vísa nakrar av filmunum og tosa um teir í einari samrøðu við Maia Elisabeth Sørensen leygardagin 15. marts klokkan 16.45. Tiltakið verður samskipað í samstarvi við dansefilm.dk og er ein framúrskarandi møguleiki fyri at uppliva og blíva klókari upp á serstaka og dragandi filmuniversið hjá Rammatik.

125-ára hátíðarhald
At enda hátíðarheldur Nordatlantiske Filmdage 125-ára føðingardagin hjá rithøvundanum Jørgen-Frantz Jacobsen við at vísa filmin Barbara, sum leikstjóri Nils Malmros innleiðir hósdagin 13. mars klokkan 19:30. 

125-ára hátíðarhaldið verður enn einaferð markerað á Norðuratlantsbryggjuni seinni í ár – og ikki bara fyri Jørgen-Frantz Jacobsen, men eisini fyri rithøvundin og listamannin William Heinesen, av tí at báðir vórðu føddir í 1900. Beint nú ber til at uppliva William Heinesen til framsýningina Toner i kunst, og Jørgen-Frantz Jacobsen á Nordatlantiske Filmdage 2025. 

Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsi 7.mars 2025 - vernissage

Í dag læt upp framsýning við nýggjum málningum hjá Torbirni Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Símun bjóðaði vælkomin, Karl Martin og Mikkjal spældu eitt lag og síðani helt undirritaða røðu, sum ljóðaði nøkulunda soleiðis:

Ljósið skapar litirnar. Tað er ljósið, sum er fysiska fortreytin fyri, at vit uppliva litir sum vit gera. Torbjørn Olsen er tískil ikki bara lit- men eisini ljósmeistari. At ljósið er ein høvuðsmotorur í málningunum hjá Torbirni Olsen er ein sannroynd, sum ikki bara merkist í hansara verkum, men sum ávirkar alla atmosferuna kring málaran, meðan hann arbeiðir. Tað veit eg, tí eg eitt tíðarskeið sat fyri honum og varð portretterað. Eg sat nokk so leingi. Tað var um várið og ljósið skifti soleiðis sum tað ofta ger og hvørja ferð sólin kagaði fram og lýsti atelierrúmið upp, var tað sum setti hong gongd á eina villa prosess, sum gav málarínum eina at kalla turbokenda megi. Hetta hendir, tá ljósið rakar eygað hjá Torbjørn, ferðast út í hondina og floymir út á løriftið sum lýsandi penslastrok.

Torbjørn málar tingini soleiðis sum hann sær tey og hevur fleiri ferðir nevnt henda myndevnisliga bundinskapin, at hann hevur tørv á at hava okkurt at mála eftir. Bert eitt eyga, men ikki eitt og hvørt eyga. Tí stórur munur er á myndamálinum hjá Torbirni og so tilvildarligum skrásetingum av veruleikanum soleiðis sum hann kann taka seg út í sínari gráu almindiligheit. Hann málar kanska tað, sum hann sær, men við einari heilt serligari, viðkvæmari ljós- og litkenslu. Meðan Torbjørn málar hevur hann fleiri penslar í gongd í senn við reyðum, gulum, bláum og svørtum, sum hann við jøvnum millumbilum trýstur ymsastaðni niður í palettina og hiðani beinleiðis á løriftið, har penslastrokini fjølgast flykrandi og løtt kring teknaðu skapini, ið eru fundamentið í málningunum. Arbeiðishátturin tykist ivaleysur, men er tað ikki. Als ikki. Hansara palett er eitt marglitt fjallalandslag av máling á einum stálvogni við hjólum, sum listamaðurin kann flyta eftir tørvi. Tað sær rokaligt út, men her er ordan í tingunum og í litblandinum – tað sæst hvussu littúgvurnar spakuliga skifta lit í ymiskum blandingum á palettini. Millum litfjøll og dalar standa ymsar krukkur og blikk, sum við tíðini grógva fast og gerast partar av litlandslagnum.

Arbeiðshátturin hjá Torbjørn sýnist vísindaligur, men eisini merkiliga ítøkiligur. Tað er næstan eins og málarin roynir at fara í gjøgnum heilt – gjøgnum materiuna, málingina og løriftið til tess at hon kann umskapast í eini alkymistiskari prosess. Tað er sera áhugavert at uppliva. Listamaðurin stríðist av øllum alvi, hann arbeiðir sum úlvur á skóg og málar og skavar og málar út yvir aftur. Síðan setir hann seg at hyggja at tí, hann hevur útint, útlúgvaður.

Sjálvt litríku, frísku modernistisku myndirnar kunnu tykjast ógvuliga ymiskar frá gomlum myrkum myndum úr barokktíðini, eru tvær stórar listarligar fyrimyndir úr 17.øld; tað eru barokkmeistararnir báðir, italski Caravaggio og spanski Velazquez, ið báðir arbeiða við ljósi í myrkri ella við clair obscur og við stórfingnum figurkompositiónum, sum Torbjørn Olsen eisini hevur arbeitt við í sínum altartalvumyndum m.a. Ein meira eyðsýnd listarlig fyrimynd er franski impressionisturin Claude Monet, serliga verkini, sum meistarin málaði, tá hann var gamal, tá litirnir brenna og strokini gerast nokk so vill og abstrakt.

Portrettmyndirnar hava stóran og týdningarmiklan leiklut í renesansulistini, har humanisman tekur seg fram og áhugin fyri menniskjanum er vaksandi. Øll munu kenna ta lítlu portrettmyndina hjá Leonardo da Vinci av Monu Lisu og hennara berømta bros. Sum portrettmálari er Torbjørn Olsen tikin úr leikum, honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskja. Hann letur sær tó ikki lynda við útsjóndini aleina, men ynskir eisini at lýsa sinnið og persónsmenskuna hjá tí portretteraða. Hann hevur málað ikoniskar portrettmyndir av sjónleikaranum Rosu av Rógvu og leikstjóranum Eyðuni Johannesen. Sami neyvleiki og málandi yvirskot sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Hera Smith, Williami Heinesen, av Karin, Beintu, av mær og mongum øðrum við – Ikki minst í altartalvumyndunum, sum avmynda persónar í bíbliuni og samstundis lýsa menniskju í okkara samtíð – í altartalvuni í Vík er t.d. eitt framúr portrett av Hanusi G at síggja millum allar lærusveinarnar.

Í serflokki eru tær mongu sjálvsmyndirnar, sum Torbjørn hevur málað frá sjeytiárunum og fram til dagin í dag. Hetta eru einastandandi, intens koloristisk meistaraverk á hædd við sjálvsmyndirnar hjá Ruth Smith. Eg droymi um at gera eina framsýning við sjálvsmyndum ella eina við portrettmyndum,  men har eru nógvir møguleikar í hansara samlaða verki, sum fevnir víða.

Torbjørn málar eisini modelmyndir, sum er eitt klassiskt listaslag – her á framsýningini síggja vit fleiri dømi um hetta m.a. nakrar monumentalar kompositiónir av einum standandi kvinnufiguri. Kvinnan er stødd miðskeiðis á gólvinum í atelierinum hjá listamanninum. Og meðan hon sæð burtur frá bjarta grøna jakkanum, er nokk so myrkt málað, glitrar øll rúmkonstruktiónin sum hon er av ljósi og av litum. Í so máta er Torbjørn Olsen serstakur listamaður. Hann sigur seg vera listaligan treytaðan av sínum myndevni antin tað er ein model ella eitt útsýni, men hyggja vit eftir, so eru hesi myndevni bara lítil partur av endaliga úrslitinum. Kanska kunnu vit tá siga, at Torbjørn brúkar síni myndevni sum eitt slag av ígongdsetarum í listaverkum, sum tá av tornar, eru nógv meira enn avmyndan. Hygg bara at útsýninum út yvir Nólsoyarfjørð, sum hann hevur málað óteljandi ferð. Eingin mynd er líka. Hygg at myndunum av Karini undir hatti. Her hevur listamaðurin brúkt modellina sum eitt grønt ella reytt skap í flykrandi ljósi og litum, sum hann savnar í eini máttmiklari, tríbýttari kompositión, har liturin á jakkanum og ljósið í rúminum eru útgangsstøði hjá eini sannari litveitslu. Eg eri hjartans takksom fyri at vera boðin við. Takk fyri.

Kinna Poulsen

Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Framsýningin fevnir um nýggjar oljumálningar og fernisering verður fríggjadagin 7. Mars klokkan 18:00. Kinna Poulsen, listummælari flytur fram røðu og Karl Martin, Eyðun og Jógvan syrgja fyri tónleikinum. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Framsýningin, sum hongur uppi fram til 9. Apríl 2025, kann vitjast yrkadagar millum 14:00 og 17:00 og sunnudagar millum 15:00 og 18:00. Um tað ikki liggur fyri at vitja ásettu tíðir, er man vælkomin at ringja 217055 (Símun) og avtalað eina hóskandi tíð.

Hjartaliga vælkomin.

Kvøldaropið í Listasavninum við Julie Sass

Hósdagin 6. mars kl. 17 verður framsýning og upplestur í forhøllini á Listasavni Føroya við donsku listakvinnuni Julie Sass.
Julie Sass sýnir nýggjar myndir fram, og høvi verður at hoyra brot úr nýggju listabók hennara.

Skrá
Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin.
Julie Sass lesur upp úr bókini á donskum. Listafólkini Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lesa brot úr bókini á føroyskum.
Framsýning við myndum eftir Julie Sass verður í forhøllini.
Listasavnið bjóðar drekkivørur.
Savnið er opið 6. mars frá kl. 11-20.

Um listabókina og myndirnar
Hvat siga vit við hvønn annan í telefonini, gjøgnum sms-boð, í bussinum? Hálvir setningar vevjast saman og verða til visuellar løtumyndir í nýggju listabókini eftir Julie Sass. Tekstir og myndir eru knýtt saman í eina opna, inniliga og brotakenda frásøgn. Hvør tekstur kann lesast fyri seg ella sum ein søga.

Talan er um 43 hondskrivaðar tekstir við hvør sínari mynd. Myndir og tekstir renna saman og eru skipað sum opin og visuell brøv. Tekstirnir eru týddir til føroyskt og Julie Sass hevur teknað og málað tekstirnar, sum verða vístir fram saman við myndunum. Tilvísingar eru til landsløg og náttúru, skulptur og mentanararv. Tekstirnir rúma eisini einføldum og skemtiligum samrøðum. Tekningarnar eru abstraktar, men fáa okkum at hugsa um okkurt, vit kenna aftur, bæði í innihaldi og formati. Hurricane Publishing hevur útgivið listabókina í 2024.

Um listakvinnuna
Julie Sass er donsk listakvinna, ið er útbúgvin frá danska kunstakademiinum og New York University (MFA). Listakvinnan hevur givið út fleiri bøkur og hefti, serliga í sambandi við framsýningar, ið hon hevur skipað fyri. Julie Sass hevur luttikið á fleiri framsýningum í Føroyum og útlondum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin

Listafólkaprát í Listasavninum

Listafólkaprát: Um at geva kenslum skap v/ Maibritt Marjunardóttir og Guðrið Poulsen

Sunnudagin 9. mars kl. 16 verður listafólkaprát við listakvinnurnar Maibritt Marjunardóttur og Guðrið Poulsen. Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, verður orðstýrari.

Hvussu geva vit kenslum listalig skap? Hvat ger tað við okkum at uppliva verk við kroppinum? Hetta eru kjarnuspurningar, sum fara at mynda samrøðuna.

Maibrit Marjunardóttir er í løtuni partur av serframsýningini “Træðrir” við verkinum “Anhedonia”. “Anhedonia” er eitt stórt og svart bundið installatiónsverk, ið fyllir nærum alt rúmið – eisini við ljóði. Til ber at ganga ímillum bundnu skapini og ljóðmyndin laðar uppundir kropsligu upplivingina. Orðið “Anhedonia” merkir manglandi evni at kenna gleði ella at njóta upplivingar, sum vanliga høvdu verið hugtakandi ella gevandi. Anhedonia verður ofta sett í samband við tunglyndi ella strongd. Sambært Maibritt Marjunardóttur hevur tilgongdin at skapa hetta verkið verið eitt slag av terapi ella meditatión – tað at binda seg burtur úr eini kenslu.

Guðrið Poulsen er fjøllistakvinna og arbeiðir bæði í stórum og lítlum formati. Landslagið og náttúran spæla ein sentralan leiklut í hennara list, og somuleiðis er tað kvinnuliga eitt afturvendandi evni. Nevnast kann 5m høga standmyndin fyri kvinnur deyðar í barsilssong, ið stendur í Fuglafirði. Við minnismerkinum gevur Guðrið bæði kenslum og minnum skap. Søgurnar – bæði tær persónligu og samfelagsligu – fáa eitt ítøkiligt og samstundis abstrakt skap og byggja á eina rúmliga uppliving, ið er bæði monumental og lítillátin um somu tíð.

Listafólkaprátið fer at snúgva seg um, hvussu vit uppliva list við kroppinum, og hvussu kenslur kunnu fáa skap gjøgnum listaligar tilgongdir. Eisini fer prátið at snúgva seg um tilfar, tilgongd, abstraktión og kvinnusøgu.

Listafólkaprátið verður sunnudagin 9. mars kl. 16. Listasavnið er opið frá kl. 11-17 og møguleiki er at vitja framsýningina "Træðrir" áðrenn listafólkaprátið byrjar. Eftir prátið ber til at seta spurningar.

Hetta er sætta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listasavn Føroya skipar fyri í samstarvi við Listafelag Føroya.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Listasavn Føroya

Tónar í list á Norðurbryggjuni - vernissage

Leygardagin 1.mars læt upp framsýningin Toner i kunst við føroyskari list á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýnarar á listaframsýningini eru: Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik. Á ferniseringini var fult av framsýningargestum og nøkur av teimum framsýnandi listafólkunum vóru til staðar; Hansina Iversen, Heðin Ziska Davidsen, Vígdis Petersen og Astri Luihn. Stjórin í Norðurbryggjuni, Karin Elspudóttir bjóðaði vælkomin og síðani helt Gunnar Holm-Jacobsen upplatingarrøðu.

VELKOMMEN

Musik og billedkunst har altid været tæt forbundet. Toner kan males, og farver har klange. I denne udstilling, Toner i kunst, undersøger vi de mange måder, hvorpå musik og billedkunst smelter sammen, inspirerer hinanden og skaber nye udtryk.

Udstillingen er en tilpasset version af Tónar í list, kurateret af og vist på Listasavn Føroya (Færøernes Nationalgalleri) i 2023-24. Den sætter særligt fokus på dialogen mellem billedkunst og musik på den færøske kulturscene og præsenterer værker, der udforsker denne forbindelse i både direkte og indirekte former.

Mange kunstnere har fundet inspiration i musikkens rytme, harmoni og stemning, mens kom- ponister og musikere ofte har ladet sig inspirere af billedkunstens visuelle udtryk. Albumcovers, musikvideoer og scenografi er blot nogle eksempler på, hvordan kunstarterne mødes og beriger hinanden.

Udstillingen præsenterer værker af kunstnere, der arbejder i krydsfeltet mellem disse kunstformer. Nogle af dem er både billedkunstnere og musikere, andre lader deres værker tale med musikalske strukturer eller stemninger. Fælles for dem er en nysgerrighed over for, hvordan kunstens forskellige sprog kan forenes og skabe nye oplevelser.

I kataloget finder du små tekster, der introducer de udstillede værker. Desuden ledsages udstillingen af et samtale- og musikprogram, hvor kunstnere og musikere deler deres tanker og processer.

Vi håber, at Toner i kunst vil åbne øjne og ører for den rige samklang mellem billedkunst og musik og skabe nye forbindelser mellem kunstarterne.

En stor tak til Listasavn Føroya og til alle kunstnerne – og tak til Knud Højgaards Fond, Overretssagfører L. Zeuthens Mindelegat og Dronning Margrethes og Prins Henriks Fond.

Karin Elsbudóttir

Direktør, Nordatlantens Brygge

Kære kunstnere og kære gæster,

Det er med stor glæde, at jeg står her i dag for at åbne udstillingen Toner i kunst.

Den færøske musikscene blomstrer i disse år, og det gør kunstscenen også. Og det gælder for både musikken og billedkunsten, at udtrykkene er mange og endda meget forskellige, både hvad angår tematisk og stilistisk tilgang. Alligevel finder jeg en færøsk klangbund i både den musik og kunst, der knyttes sammen her, hvor et hav af forskellige forbindelser mellem kunst og musik toner frem i det flerstrengede udvalg af værker, som udstillingen præsenterer.

Her kan man opleve værker lavet i samarbejde mellem billedkunstnere og komponister såsom Margrethe Odgaard og Teitur. Eller se og høre Rammatiks eksperimentelle kunstfilm Memotekið, der rent billedmæssigt præsenter os for originalt koreograferet dans, som er optaget med super 8mm-kamera i de færøske landskaber, der i filmen så mødes med et lige så fascinerende lydlandskab. Og på udstillingen ser vi også filmformatet anvendt i dialog med både billedkunsten og musikken i værker af Heiðrik á Heygum, & Bartal og Maria Tórgarð

Blandt de udstillede værker er også William Heinesens velkendte billede Spælimenninir i Hoydølum, der også pryder udstillingens plakat (her bag mig). Og når det billede skal fremhæves her, er det ikke blot fordi Heinesen er blandt de mest kendte færinger. Og det er heller ikke fordi vi i år fejrer 125-året for hans fødsel. Nej, det er nok først og fremmest, fordi musikken spillede en så stor rolle i hans liv og virke.

Ud over at være digter og forfatter var William Heinesen både billedkunstner og komponist. Hans bidrag til færøsk musik var ganske vist ikke så omfattende, men hans kompositioner fra 1950’erne har dog musikhistorisk betydning, for de var blandt de første færøske instrumentale værker. Men musikken flettes også ind i hans øvrige virke. Endda meget markant. De fleste kender hans roman De Fortabte Spillemænd, der er et pragteksempel på, hvordan musik kan væve sig ind i litteraturen. Og med blandt andet sine mytologisk inspirerede papirklip bidrog Heinesen desuden til både billedkunsten og musikscenen på Færøerne. Flere af hans papirklip er blevet anvendt til pladecovers for det færøske pladeselskab Tutl, hvilket man også kan se på udstillingen.

En lang række moderne billedkunstnere har ladet sig inspirere af musikken i værker, hvor musikkens klang og rytme omsættes til farve og form. I udstillingen ser vi eksempler på det i abstrakte fortolkninger som hos førnævnte Teitur og Margrethe Odgaard, men også i værker af Jóna Rasmussen, Vígdis Petersen, Heðin Ziska Davidsen, Hansina Iversen og Guðrið Poulsen. Og der figurative fortolkninger i værker af blandt andre Ingálvur av Reyni og Olivur við Neyst.

Og så er der Astri Luihn. Hun uddannede sig oprindeligt i musikvidenskab og forskede i folkemusik, men skiftede så spor til billedkunsten. Med sit værk Lyd i kunsten – eller Listaljóð, som det hedder på færøsk – spørger hun os, publikum, om billedkunsten kan klinge? Og om der i hele taget er nogen større forskel på kunstarterne. Ikke hvad angår, hvordan de berører os, svarer hun. Og jeg må erklære mig enig.

Jeg er ikke blot stolt og glad for at stå her netop i dag og åbne udstillingen Toner i kunst på Nordatlantens Brygge. For huset her er også min arbejdsplads. Det er her Færøernes Repræsentation holder til - det er her, jeg har min daglige gang. Derfor ser jeg også frem til at jeg på daglig basis kan træde ind i udstillingen og både opleve og reflektere over de udstillede værker. For de antænder nye tanker og refleksioner, hver gang man møder dem. De kalder på at blive oplevet. Og derfor er det mig en stor glæde at erklære udstillingen Toner i kunst åbnet.

 Gunnar Holm-Jacobsen

Fotomyndir: Norðurbryggjan Karin Rørbech

Vónbjørt Vang í uppskoti at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Føroyska uppskotið at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 er Svørt orkidé hjá Vónbjørt Vang. Svørt orkidé er triðja yrkingasavnið hjá Vang - og sambært tilnevningarnevndini hennara sterkasta higartil. Verkið tematiserar sorgina og umsorganina hjá eini mammu um eitt barn, sum veksur upp og gongur sínar egnu leiðir og møguliga villist. Serliga er tað kenslan av undirliggjandi órógvi og máttloysi av ikki at hava tamarhald og samband longur; um sambandið millum móður og barn, sum alt meira broytist og minkar, so hvørt sum barnið gerst eldri. Verkið snýr seg um mammuna sum sjálvstøðuga veru, sum í stríðnum móti mótloysi, stúran og angist fyri ikki at kunna hjálpa ella røkka sínum barni, hevur tørv á kropsligari styrki. Verkið hjá Vang arbeiðir við fleiri løgum av meining og materialiteti, har tekstir, myndir og sitat úr øðrum verkum eru flættað saman í kollasjukendum formi. Nýtslan av brotum og sjónligum elementum leggur dent á, at upplivingarnar hjá mammuni eru býttar og leitandi – roynd hennara at finna eitt mál til tað ósigandi. Vónbjørt Vang fekk virðisløn M.A.Jacobsens í fjør fyri Svørt orkidé.

Tey tilnevndu eru:

Danmark

Madame Nielsen: Dødebogsblade, dagbogsroman, Forlaget Wunderbuch, 2024.

Thomas Boberg: Insula, roman, Gyldendal, 2024.

Finnland

Anu Kaaja: Rusetti, roman, Kustantamo S&S, 2023.

Milja Sarkola: Min psykiater, roman, Förlaget, 2024.

Føroyar

Vónbjørt Vang: Svørt orkidé, digte, Forlaget Eksil, 2023.

Grønland

Lisathe Møller: Qaamarngup taartullu akisugunneri, roman, Lisathe Møller Forlag

Ísland

Eiríkur Örn Norðdahl: Náttúrulögmálin, roman, Mál og menning, 2023.

Þórdís Helgadóttir: Armeló, roman, Mál og menning, 2023.

Noreg

Johan Harstad: Under brosteinen, stranden! Roman, Gyldendal, 2024.

Arne Lygre: I vårt sted, skuespil, Aschehoug forlag, 2024.

Samiska máløkið

Jalvvi Niillas Holmberg: Goatnelle, roman, DAT, 2024.

Svøríki

Lotta Lotass: Rubicon / Issos / Troja, digtsamling, Ekphrasis förlag, 2024.

Andrzej Tichý: Händelseboken, roman, Albert Bonniers förlag, 2024.

Áland

Carina Karlsson: Marconirummet, digtsamling, Schildts & Söderströms, 2024.

Starvslønir 2025

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstudning til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2025.

Starvsløn varð latin Tróndi Bogason Hansen, tónaskaldi í 12 mánaðir. Kim Simonsen, rithøvundi í 6 mánaðir. Harumframt fingu 42 umsøkjarar starvsløn í ávikavíst 1, 2, 3, 4 og 5 mánaðir.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Grunnurin fekk í alt 94 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar DKK 32 mió. Av hesum vóru 44 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 101 mánaðarlønir tilsamans fyri DKK 4,1 mió.

Endamálið við íverksetanarstudningi er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstudningurin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.

Umsøkjararnir til íverksetanarstudning vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum 4

íverksetanarstudning fyri tilsamans DKK 300.000:

Beinir Bergsson (bókmentir)

Mariann Hansen (leiklist)

Alda Mohr Eyðunardóttir (myndlist)

Simona Eivinnsdóttir (tónlist)

 

Starvslønir 2025

Tróndur Bogason Hansen 12 Beinir Bergsson 2 Maria Winther Olsen 2

Kim Simonsen 6 Kristina Sørensen Ougaard 2 Eir í Ólavsstovu 2

Anna Katrin Ø. Egilstrøð 5 Magnus Gaard 2 Rannvá G. Niclasen 1

Olaf Johannessen 4 Kári Linderoth Jacobsen 2 Ebba Malena Debess Thomsen 1

Elin á Rógvi 3 Rannvá Holm Mortensen 2 Vár Bech Árting 1

Randi Samsonsen 3 Jóanes Nielsen 2 Rebekka Petersen 1

Herborg Silja Strøm 3 Birgit Remmel 2 Sjúrður Hammer 1

Høgni Mohr 3 Torfinnur Jákupsson 2 Lars Kolbjørn Moa 1

Durita Dahl Andreassen 2 Trygvi Danielsen 2 Malan Poulsen 1

Jákup Veyhe 2 Heri Joensen 2 Súsanna Tórgarð 1

Marita S. Dalsgaard 2 Ingun Christensen 2 Hans Tórgarð 1

Búi Rouch 2 Guðrið Poulsen 2 Anna Hüdepohl 1

Bárður Reinert Poulsen 2 Janus á Húsagarði 2

Heðin Ziska Davidsen 2 Pauli Reinert Poulsen 2

Lasse Thorning Jæger 2 Lena Nicolajsen 2

Lea Kampmann 2 Jón Thorsteinsson 2

(Tíðindaskriv frá Mentanargrunni Landsins) 

Tónar í list á Norðurbryggjuni

Hansina iversen purple rain (2023)

Leygardagin 1.mars klokkan 15 letur upp framsýning við føroyskari myndlist á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tónleikur hevur tónar, og myndlist hevur littónar. Tú kanst bæði komponera eina mynd og eitt tónleikaverk. Ein svita kann vera ein røð av myndlistaverkum ella ein røð av tónleikaverkum við sama tema. Longu í málinum er samanfall millum myndlist og tónleik. Henda framsýningin kannar samanhang og munir millum myndlist og tónleik. Tónar í list er ein tillagað útgáva av framsýningini Tónar í list, kuraterað av Onnu Mariu Dam Ziska eftir hugskoti hjá fyrrverandi stjóranum í Listasavninum Karinu Lykke Grand, ið var framsýnd á Listasavni Føroya í 2023

Tónleikur er og hevur verið íblástur hjá óteljandi listafólkum. Somuleiðis eru fleiri tónleikaverk gjørd við íblástri úr myndlistini. Á framsýningini eru verk úr myndlistini, sum bæði eru í beinleiðis og óbeinleiðis dialogi við tónleikin. Eisini verða framsýnd/spæld verk, har munur ikki kann gerast á teimum báðum listagreinunum.

Listafólk í framsýningini eru: Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik

Í sambandi við framsýningina verður ein serlig skrá við samrøðum og øðrum framførslum. Les meira á https://www.nordatlantens.dk/da/arrangementer/2025/artist-talk-hansina-iversen-og-he%C3%B0in-ziska-davidsen/

TONER I KUNST 1. marts—24. august 2025

Musikken har toner, og billedkunsten har farvetoner. Man kan komponere både et billede og et stykke musik. En suite kan være en serie af kunstværker eller en række musikstykker komponeret over samme tema. Allerede i sproget er der sammenfald mellem billedkunst og musik. Denne udstilling udforsker dialoger og udvekslinger mellem billedkunst og musik. Toner i kunst er en tilpasset version af udstillingen Tónar í list kurateret af og vist på Listasavn Føroya (Færøernes Nationalgalleri) i 2023-24 – og udstillingen sætter særligt fokus på udvekslingen mellem billedkunsten og musikken på den færøske kulturscene. Musik er og har været inspirationskilde for et utal af kunstnere og deres produktion af værker. Ligeledes er adskillige musikstykker komponeret med inspiration fra billedkunsten. Billedkunsten har desuden spillet en central rolle i tilblivelsen af albumcovers og musikvideoer. Udstillingen præsenterer værker fra billedkunsten, som både er i direkte og indirekte dialog med musikken. Den viser også værker af udøvere, der både er musik musikere og billedkunstnere, og værker, hvor der ikke kan skelnes mellem de to kunstarter. Kunstnere i udstillingen Hansina Iversen / Margrethe Odgaard og Teitur / Heðin Ziska Davidsen / Guðrið Poulsen / Jóna Rasmussen / Vigdis Petersen / Olivur við Neyst / Astri Luihn / Ingálvur av Reyni / William Heinesen / Heiðrik á Heygum / & Bartal og Maria Tórgarð / Rammatik I kataloget kan du finde små tekster til hvert af de udstillede værker. Læs mere: nordatlantens.dk/tonerikunst Samtaleprogram Sideløbende med udstillingen Toner i kunst præsenterer vi et særligt program, der udfolder forskellige dialoger mellem billedkunst og musik gennem samtaler, film og små cafékoncerter. Læs mere på nordatlantens.dk/tonerikunst/samtaler Udstillingen er støttet af Knud Højgaards Fond, Overretssagfører L. Zeuthens Mindelegat og Dr. Margrethes & Prins Henriks Fond

Heimsbókmentir í Havn

- Nýggjur føroyskur bókmentafestivalur

Frá mikudegnum 26. februar 2025 til leygardagin 1. mars.

Bókmentir og dypping, arkitekturur og bókmentir í dag, bókasniðgáva í Føroyum, norðurlendsk yrking í dag, at fiska hákellingar í Norðurnoregi, at vinna á PTSD og alkoholismu, trøll innan nýggjar bókmentir – evnini eru fjølbroytt á nýggja føroyska bókmentafestivalinum.

Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.

Her eru m.a. kjak og samrøður, framsýning, upplestur og filmsýningar, har vit t.d. fara at kanna, hvussu bókmentir taka støðu til átrokandi spurningar sum menniskjans samband við náttúruna og møguleikan fyri nýggjum frásøgnum - kunnu t.d. eldri bókmentasløg so sum sagnir og ævintýr hava týdning í dag?

Við eru útlendsk nøvn sum heimskenda Amy Liptrot úr Skotlandi, Naja Marie Aidt úr Danmark, Morten A. Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir úr Íslandi, Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Anna Fohlin Mattsson úr Svøríki og Johan Jönson úr Svøríki.

Úr Føroyum koma Marjun Syderbø Kjelnæs, Jóanes Nielsen, Trygvi Danielsen, Beinir Bergsson, Nansý Sunadóttir, Vónbjørt Vang, Oddfríður M. Rasmussen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Guðrið Poulsen.

Støð eru m.o.: Reinsaríið, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Gamli Bókhandil, Listasavn Føroya, Havnar bio, Bátafelagið í Runavík og Saunadypp.

Viðfyriskiparar eru m.o.: Tórsgøta, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Listasavn Føroya, Rithøvundafelag Føroya, Vencil, Runavíkar kommuna, Gamli Bókahandil, Sprotin, Ungu Føroyar og Aðalkonsulát Íslands.

Høvuðsstuðlar eru Tórshavnar býráð, Almanna- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landins og Kulturkontakt Nord.

Flestu tiltøkini eru ókeypis, men tvey teirra kosta:

Atgongumerki til Listasavn Føroya 27. februar kl. 17-20 - 100 kr. https://faroeislandsfestival.atgongumerki.fo/webshop/event/2858132/order/main

Atgongumerki leygardagin 1. mars kl. 15.00-22.30 - 175 kr. fyri allan dagin. https://faroeislandsfestival.atgongumerki.fo/webshop/event/2858127/order/main

Skráin er at finna á https://www.faroeislandsfestival.net/