Sum ígjøgnum sortar skýggja
kemur fram hin gylta sól,
so at bølmyrkur má flýggja,
lýsir í um tind og hól.
Vælkomin til framsýningina SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA við verkum eftir Hansinu Iversen, Claus Carstensen, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Hanna Bjartalíð, Tórodd Poulsen og Fríðu Matras Brekku. Tað eru fleiri orsøkir til, at eg valdi eina reglu úr einum kendum páskasálmi hjá Kingo sum yvirskrift til hesa verkætlanina. Eg havi nýliga skrivað um føroyska samtíðarlist í bókini Í eygnahædd, har eg millum annað komi inn á nýbarokka rákið og mótsetningin millum ljós og myrkur.
Hóast samtíðarlistin í okkara tíð er vorðin samansett og fjølbroytt, eru ljós og myrkur framvegis týðandi fyribrigdi í einum landi, har upplivingin av bæði vetrarmyrkri og summarljósi er intensiv og dialektisk – henda framsýningin er á sama hátt sett upp í mótsetningum. Tankin er, at mann trínur inn í ljósið og tá mann so gongur runt, er myrkrið har. Sjálvt um stórir munir eru á verkunum, eru eisini nógvur skyldskapur millum tey bæði formliga og innihaldsliga.
SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA er altso skipað soleiðis, at hon kann fatast í mótsetningum millum ljós og myrkur. Onkrastaðni harímillum eru vón og minnir – vanitas og memento mori – offurlambið, seyðarhøvdið, alt sum var og fór og fer. Samstundis sum vit fáa okkum ein døgverðabita á middegi, ber útvarpið boð um deyða, hungursneyð og oyðileggingar í Gaza, Ukraina og aðrastaðni og at enda koma andlátini og tá skulu børnini tiga, so vit hoyra hvør er deyður, er tað nakar mann kennir og síðan verður boðað frá bingo - ongastaðni er sambandið millum lív og deyða so ásýniliga absurd sum við døgverðaborðið – tað er okkara dagliga áminning um at gleðast um lívið meðan vit enn eru til.
Kinna Poulsen