Listasummar

Nú er summarið komið og skjótt hava fólk flest summarfrí og tíð at slappa av og hugna sær og ofta hevur listin stóran leiklut í summarferiuni hjá fólkum, ið lesa bøkur, lurta eftir tónleiki, síggja film og ganga á listaframsýningar osfr. Hesa tíðina hava vit veruliga tíð til at njóta listina. Tá nú summarið er vorðið so listaligt sum tað er, er tað spell, at miðlarnir skrúva niður fyri blussinum um summarið, tí tá mann hevur frí hevur mann eisini tíð at lurta eftir mentanarsendingum við umrøðu og viðgerð av listini. Beint í løtuni standa listaupplivingar í bíðirøð - ein eftir aðra. Í vikuskiftinum lótu tvær framsýningar upp, ein hjá Felagnum Føroysk Myndlistafelagnum við sjálvsmyndum í Gallarí Havnará. Hon verður hangandi inntil 24.juni. Í Kambanshúsi læt framsýningin Móttakari hjá Vár Samuelsen upp fríggjadagin. Komandi vikuskifti lata tvær framsýningar upp sama dag. Tann eina er Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum við verkum eftir Ivínguak’ Stork Høegh, ið spælir við stereotypiskar hugsanir um Grønland. Har eru øll vælkomin til fernisering leygardagin 21. juni, kl. 15.00. Samstundis - t.e. longsta dag verður ein serlig framsýning við verkum eftir Rannva Kunoy at síggja í simulatorhøllini á flogvøllinum í Vágum - eisini her eru øll vælkomin frá klokkan 15-18. Mánadagin 23.juni letur upp framsýning hjá Rannva Kunoy í Steinprenti klokkan 17-18 - framsýningin verður hangandi ein mánaða og beint fyri ólavsøku letur ein bólkaframsýning upp í Steinprenti við heitinum Sum ígjøgnum sortar skíggja. Meira um hana seinni og um aðrar framsýningar eisini - í Víngarðinum verða verk hjá Rannvá Holm Mortensen at síggja fyrst í julimánaði og í Gallarí Havnará letur Bárður Dahl Christiansen upp framsýning 28.juni.

Kinna Poulsen

https://www.listaportal.com/tidindi/2025/6/14/vr-bnadikta-samuelsen-mttakari

https://www.listaportal.com/tidindi/2025/6/16/summarframsning-norurlandahsinum-vi-ivnguak-stork-hegh

https://www.listaportal.com/tidindi/2025/5/27/rannva-kunoy-t-listin-mtir-maskinuni