Rannvá Holm Mortensen sýnir fram í Víngarðinum
Leygardagin 12.juli klokkan 15-17 letur upp framsýning hjá Rannvá Holm Mortensen í Víngarðinum við heitinum Reki. Listaliga virksemið hjá Rannvá Holm Mortensen er fjølbroytt og fevnir um um málningar, grafikk, installatiónir, readymades, relieff og kollasjur av ymiskum slag. Og júst kenslan av samanhangi er týdningarmikil partur av hesum verki antin tað snýr seg um viðurskifti millum menniskju, tað, sum er millum náttúru og menniskju, millum ymisk sløg av tilfari, millum partar og heild, millum okkum og upphav, men sum eisini kann nerta við ein poetiskan samanhang.
Seinastu gott og væl tjúgu árini hevur Rannvá Holm Mortensen sjálv og saman við øðrum tikið lut á hópin av listaframsýningum. Umframt at vera myndlistakvinna, arbeiðir hon eisini við tekstum og hevur síðan debutsavnið Sólsmakkur (Sprotin 2018) givið út á bæði føroyskum og enskum. Harvið eru orð týdningarmikil partur av hennara listaliga amboðskassa.
Reki er eitt serstakt orð við nógvum møguleikum. Á framsýningini við sama heiti darrar orðið eins og ekkolodd millum hugmynd og tilfar og gerst eitt slag av savnandi myndamáli um framsýningina. Ein orð sum reki er bæði lítið og stórt og kann vera bæði lætt og tungt – tað er eitt navnorð á tremur av rørslu samstundis sum tað kann vera eitt heldur vilst sagnorð í fyrsta persóni. Rekar kalla vit tað, sum tilvildarliga dettur á sjógv og rekur á sjónum til tað rekur upp á land, har onkur finnur tað. Okkurt týdningarleyst, sum fekk eitt endamál. Kanska kann rekin brúkast sum byggitilfar til eini hús og møguliga er hann byrjanin til eina yrking ella eitt listaverk. Sostatt kann heitið bæði sipa til ymiskt tilfar, sum Rannvá Holm Mortensen brúkar, t.d. bambus, træ og smálutir, men myndevnisliga kenna vit eisini aftur ymiskt, sum hevur við sjógv at gera ella minnir um okkurt slag av rekum. Í huganum flota vit bátin og sigla avstað sum rekar móti nýggjum endamálum. Øll eru vælkomin á framsýningina, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 12.juli klokkan 15-17.