SUM Í GJØGNUM SORTAR SKÝGGJA

 Sum ígjøgnum sortar skýggja
kemur fram hin gylta sól,
so at bølmyrkur má flýggja,
lýsir í um tind og hól.

Sunnudagin 27.juli klokkan 16-18 letur framsýningin SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA upp í Steinprenti. Tað er ein framsýning um ljós og myrkur við verkum eftir Hansinu Iversen, Claus Carstensen, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Hanna Bjartalíð, Tórodd Poulsen og Fríðu Matras Brekku.

Heilt frá byrjanini hevur ljósið spælt ein høvuðsleiklut í føroysku myndlistini – bæði tað náttúrliga sólarljósið, men eisini myndaliga og andaliga sæð í glæmuni frá tjóðskaparromantiska rákinum. Tað tók sína tíð áðrenn hetta rák rakti við Føroyar, men har afturfyri vardi tað leingi og er neyvan liðugt enn - Føroyingar halda framvegis, at tað er vakrast í Føroyum og hvørja ferð sólin sær, eru sosialir miðlar á tremur av føgrum góðveðursmyndum. Ljósáhugin í føroysku listini er eyðvitað tengdur at landslagslistini og tess hálv- og heilabstraktu avleggjarum, ið hava úrslitað í einari serligari glitrandi kolorismu.

Hóast samtíðarlistin í okkara tíð er vorðin samansett og fjølbroytt, eru ljós og myrkur framvegis týðandi fyribrigdi í einum landi, har upplivingin av bæði vetrarmyrkri og summarljósi er intensiv og dialektisk; jú gjølligari kunnleikin er um myrkrið, tess størri er tørvurin á ljósi og tess størri týdning fær hon; tann tunna ljósglæman, sum fellur inn í myrka barnakamarið, tá tað er nátt og tíð at sova. Eins og veðrið er eisini lýsið afturvendandi evni í okkara gerandispráti. Í tjóðsanginum syngja vit um “myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál/ og ljósið, sum spælir mær sigur í sál”. Mótsetningsparið er somuleiðis miðdepil í skaldskapinum hjá Thomas Kingo og her er tað væl at merkja myrkrið, sum løðir ljósið, eins og ein inniligur alskur til tað tímiliga styrkir longsulin eftir tí himmalska. Tað eru inngangsorðini til ein kendan páskasálm hjá Kingo, ið mynda heitið á framsýningini, ið eins og lýrikkurin hjá Kingo er merktur av sterkum myndamáli, barokkum mótsetningum og sansaligari orku.

Ljósið í litunum

Í einari framsýning um ljós er Hansina Iversen sjálvsagdur luttakari. Hjá henni býr ljósið í litunum í málningum, sum mangan eru at kalla yvirnatúrliga vakrir. Men listin hjá Hansinu er annað og meira enn bara vøkur. Hetta er samtíðarlistaverk, ið sum svampar súgva tíðina í seg. Sum ein franskur ummælari viðmerkti, er ljósið í verkunum hjá Hansinu Iversen so ógvisligt, at mann av sær sjálvum kemur í tankar um alt myrkrið rundanum. Ljósið speglast aftur í bjørtu litunum, men lýsir eisini í hvítu bakgrundini, sum hómast í støðum og gløðir aftanfyri litirnar so bjart, at áskoðarin má snerkja upp móti málningunum sum var talan um sólina sjálva. Litirnir eru ein søga fyri seg. Ein stórur reydligur málningur er settur saman av magenta, rustreyðum, kadmiumreyðum, gulum okra, kadmiumgulum og sitróngulum tónum, sum lýsa og undra okkum - hvussu kann tað bera til at seta so nógvar brennandi litir saman í eitt og sama myndarúm, uttan at eldur kemur í tað? Allur myndaflatin kókar, men verður køldur av teimum titanhvítu meira og minni gjøgnumskygdu formunum, sum dala niður yvir myndaflatuna í eini tilvitað tilvildarligari skipan. Tað er ein kompositión, sum tykist bjóða sær sjálvum av og broytir skap eftir hvar á myndaflatanum tú fokuserar. Eina løtu er tað eins og tey hvítu skapini hava høvuðsleiklutin. Løtu seinni verða tey yvirhálað av teimum reydligu avlongu strokunum og lítla blá ovalinum niðast, ið stendur eins og eitt koloristiskt undantak sum ein djarvur einstaklingur, ið torir at vera øðrvísi.

Big Beautiful Balls

Randi Samsonsen er tekstillistakvinna, hvørs verk fevna breitt um sera ymisk evni. Listakvinnan, sum herfyri vann ta donsku AICA listaummælaravirðislønina, hugsar, heklar, bindur, seymar og broderar síni verk, ið tó at tey eru bleyt við einum tilvitað klombrutum, elskuligum og skemtiligum framburði, ikki sjáldan hava samfelagskritiskan brodd – hetta er eisini galdandi fyri nýggja verkið Big Beautiful Balls, ið er eitt ljósaviolett/gult avbrigdi av einum posakendum skapilsi, sum Randi hevur arbeitt við seinastu árini. Hetta skapið er universalt og verður nýtt á konseptuellan hátt soleiðis, at tað til dømis á einari framsýning kann sipa til lívgevandi dropan í kendu yrkingini hjá Karsteni Hoydal, meðan tað aðrastaðni snýr seg um kapitalismukritikk rætt og slætt. Nýggja mjúka heingistandmyndin hjá Randi glitrar sum tann gylta sólin hjá Kingo, men heitið er meira ófrættakent og sipar til ivasama lógarpakkan hjá amerikanska forsetanum, sum hann kallar One Big Beatiful Bill. 

 Antikríggj

Framburðurin tykist aggressivur og konfronterandi í verkunum hjá Claus Carstensen, sum herfyri gjørdi sjey nýggj prent í Steinprenti. Prentrøðin er svørt og hvít við teksti og ymiskum figurum, ið ofta venda sær frontalt móti áskoðaranum. Teksturin sýnist somuleiðis ágangandi; á einari mynd stendur “Volksverdummung”. Hugtakið er áhugavert og í sær sjálvum fult av mótsetningum, tí tað sipar til eina passiva kognitiva støðu og nakað aktivt, ið lýsir tilgongdina at gera fólk býtt/býttari. Slært tú týska orðið upp, verður tað útgreinað og sammerkt við aðaltættir, sum munu finnast í fascismuhondbókini t.e. hugtøk sum demagogi, propaganda og volksverführung og so eru vit aftur inni á tí politiska. Í framsýningarheildini mynda hesi verk myrkrið, men her er eisini ljós og vakurleiki í teimum sera komprimeraðu verkunum hjá Claus Carstensen. Myndirnar eru fullar av sitatum, ið tó, at tey leiða aftur í tíð, tykjast ørkymlandi aktuell. Ymsastaðni á myndaflatuni verða brot úr eini avbronglaðari avgamlari týskari vøgguvísu endurgivin, har inniligi sangurin fyri lítla barninum fær ein dystopiskan klang, tí pápin er farin í kríggj í Pommerland og Pommerland brennur. Sum kunnugt er henda sama ræðuliga støða veruleikin hjá nógvum børnum í heiminum í dag. Grafiska røðin hjá Claus er sett saman av antikrígsmyndum av sama slagi sum hjá Goya, har durvandi skilvísið framleiðir óunnilig ódjór.

 Myrkrið í gipsinum

Tað tilfarsliga hevur stóran týdning hjá Jóhan Martini Christiansen, sum í mong ár hevur arbeitt við gips. Gipsrelieffini verða stoypt á pappstykkjum, sum listamaðurin hevur valt sum grundformar. Í prosessini verður eitt tilfar sostatt yvirført til eitt annað. Yvirflatin minnir um papp, men er gips. Gips ella kalciumsulfat er eitt náttúrligt hvítt mineral, sum vit kenna t.d. frá gipsavstoypingum av standmyndum. Gipsverkini hesaferð eru kolasvørt og henda koloristiska umbroytingin hevur stórt árin á verkini, ið gerast eins og ein døkkur portalur inn í myrka partin av framsýningini.

Memento mori

Partur av framsýningini er ein memento mori veggur, sum m.a. fevnir um tvær sera ymiskar myndir hjá Fríðu Matras Brekku. Tað er eitt steinprent við bláum ljósi í myrkri av útsýninum hjá listakvinnuni yvir á Koltur og ein eymliga neyv blýantstekning av víðagitna verkstaðshundinum Blixen, sum bara hevði trý bein og tá onkur harmaðist um hetta, var hundamamman Fríða skjót at svara, at tað altso var eitt meira enn tey tvey hjá viðmerkjaranum. Eins og í sálmatekstinum hjá Thomas Kingo, er framsýningin SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA skipað soleiðis, at hon kann fatast í mótsetningum millum ljós og myrkur. Onkrastaðni harímillum eru vón og minnir – vanitas og memento mori – offurlambið, seyðarhøvdið, alt sum var og fór og fer. Samstundis sum vit fáa okkum ein døgverðabita á middegi, ber útvarpið boð um deyða, hungursneyð og oyðileggingar í Gaza, Ukraina og aðrastaðni og at enda koma andlátini og tá skulu børnini tiga, so vit hoyra hvør er deyður, er tað nakar mann kennir og síðan verður boðað frá bingo - ongastaðni er sambandið millum lív og deyða so ásýniliga absurd sum við døgverðaborðið – tað er okkara dagliga áminning um at gleðast um lívið meðan vit enn eru til.

Sami boðskapur býr í viðinum hjá Hanna Bjartalíð, hvørs lívrunnu standmyndir bera brá av stórum tokka til tilveruna og alt tað vakra. Listaverkini hjá Hanna Bjartalíð eru humanistisk við stórum ansi fyri menniskjanum, ið verður lýst við eymleika og humor. Hann hevur í seinastuni miðsavnað seg um blómumyndevnið, sum leingi var mikið vanvirt, tí tað var sett í samband við kvinnulist. Hanni hevur í tekningum, relieffum og standmyndum arbeitt við myndevnum, ið minna um vanitasmyndir frá barokktíðini – t.e. til dømis í uppstillingum av øllum møguligum lutum, fløskum, blómum, skøltum osfr. Hann er í seinastuni vorðin eitt sindur meira monumentalur og tað dugir hann væl. Ein stór standmynd stendur á Glasi og tað tykist upplagt at fáa fleiri settar upp í almenna rúminum eitt nú í heimbýnum hjá Hanna í Klaksvík har tey eru ófør at seta upp standmyndir. Í teimum mangan stuttligu verkunum hjá Tóroddi Poulsen býr djúpur tilveruligur álvari og ein sera originalur háttur at hugsa myndevni, ið eitt nú fevna um víngløs og skøltar. Í einum prenti sæst ein svørt hond miðskeiðis í myndarúminum. Á hvørjum fingri balanserar eitt trivaligt glas av reyðvíni og uppiyvir henni síggja vit ein grínandi deydning undir reyðhúgvu - hvør veit, kanska gleðir hann seg at halda ólavsøku?

Framsýningin SUM ÍGJØGNUM SORTAR SKÝGGJA letur upp í Steinprenti sunnudagin 27.juli klokkan 16-18 og er opin um ólavsøkuna. Hjartaliga vælkomin. Kinna Poulsen, sum nýliga hevur givið út samtíðarlistabókina Í eygnahædd (Sprotin), hevur kuraterað framsýningina.