Tað besta, sum kann henda, tá mann júst hevur givið út eina drúgva bók um samtíðarlist í Føroyum, er at uppliva verk hjá listafólkum, sum ikki eru í bókini. Hendan herliga kenslan av, at alt kann henda, at alt møguligt spennandi er í væntu. Tað hendi í gjár í atelierinum í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban, tá Vár Bænadikta Samuelsen læt upp sína framsýning, Móttakari, ið er hennara fyrsta serframsýning. Framsýningin, sum bara vardi ta løtuna, sum ferniseringin gekk fyri seg, var sett saman av tekningum, skulpturi og installatión, hevði sterkan samanhangandi dám bæði konseptuelt, men eisini ítøkiliga við bjartlittum spreingileidningum, ið skaptu samband millum verkini. Framsýnt var eisini eitt ritverk eftir Onnu Maluni Jógvansdóttir, sum í stíli og litum víkir frá náttúrulitta universinum hjá Vár B.Samuelsen, men sum kortini umskarast í eyðsýnda áhuganum fyri náttúru, blómum, fyri várhagasóljum.
Eg kenni ikki listakvinnuna, men minnist tó eitt av hennara verkum, eina gula standmynd, sum var framsýnd í Hoydølum og seinni eisini í Listasavninum. Við framsýningarheitinum Móttakari leggur listakvinnan dent á ein tann týdningarmesta komponentin í eini listauppliving, sum samstundis er tað ókenda x´ið í líkningini og tað eru vit, móttakarar og okkara assosiatiónir. Vár B.Samuelsen líkist ikki burtur frá sínum ættarliði, hesum ungu fólkunum, ið eru so ómetaliga væl fyri og væl lærd, at mann ræðist fyri, at teirra list gerst ov hugsað, ov kalkulerað, ov lærd, men á framsýningini Móttakara var til alla eydnu eisini pláss til tað poetiska og villa við ansi fyri bæði tí skroypiliga í tilveruni, men eisini við virðing og atliti fyri framsýningarstaðnum og teirri gomlu føroysku listakempuni, sum einaferð búleikaðist har og sum testamenteraði hús sítt til listafólkini.
Tað er eitt serligt og afturvendandi brá við verkunum hjá yngra ættarliðnum, sum byrjar við slóðbrótaranum Jóhan Martin Christiansen og heldur fram hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir og øðrum, at tey taka støði í framsýningarstaðnum bæði tilfarsliga og søguliga. Hetta hava vit sæð t.d. á listatiltøkum hjá Forlagnum Eksil í Gøtu og á Ólavsøkuframsýningini í fjør, ið tók støði í umbyggingini av Listaskálanum og tað sama sást eisini á framsýningini hjá Vár Bænadiktu Samuelsen fríggjadagin 13.juni. Við støði í, at framsýningarhølið er eitt atelier og altso eitt rannsóknarhøli skipar hon sína framsýning sum eina vísindaliga royndarstovu og kanning av nøkrum organiskum formum, ið bæði minna um flora og um sovorðnar seðlar sum sálarfrøðingar í filmum vísa sínum patientum at vita hvat tey ganga og spekulera uppá. Tilfarið er kring verkini er natúrviður og tykist eisini hugsað til træveggirnar á atelierinum hjá Janusi Kamban. Standmyndin í framsýningini er sett saman av onkrum jarni, sum minnir um eina gamla antennu, men jarnstengurnar eru settar oman á nakrar plátur, sum vísa seg at vera okkurt slag av væl brúktum arbeiðspodium/trolley við hjólum – eru hetta kanska arbeiðsundirløg hjá Janusi sjálvum? Tað veit mann ikki, men júst hendan standmyndin er merkiliga vøkur á sama hátt sum tann áðurnevnda gula standmyndin – tað er ikki á hvørjum degi vit kunnu siga, at føroysk list hevur fingið ein munagóðan kontemporeran skulptør. Til lukku! Samstundis gevur ein tílík framsýning eisini varhuga av einum nýggjum seriøsum framsýningarstaði í Havn.