Við vitlíki inn í ein nýggjan heim

Dennis agerblad á føroyskari listaframsýning í 1999

maður:glotti

Føroyski tónleikabólkurin maður:glotti við Dennis Agerblad og Terja Messel hevur givið út sítt triðja staklag í ár, ið hevur heitið Tango. Ein merkiligur sangur, men við somu brigdum og hugburði, ið hevur merkt allar útgávur hjá tónleikabólkinum síðan teirra fyrstu útgávu í 1997. Teir hava eitt serligt ljóð, sum vit á nútíðarføroyskum kanska kunnu kalla kvir av enska hugtakinum queer, ið er eitt hugtak, sum mennir seg. Eg haldi tað kanska fevnir breiðari enn bara um kynsligan samleika, sum hugtakið av fyrstan tíð varð allýst, tí kvir snýr seg um at vera øðrvísi, at sansa øðrvísi og at síggja øðrvísi uppá tingini enn meirilutin. Listaligi framburðurin hjá Barbaru í Gongini er í onkran mun kvirur við denti á tað androgyna og Tóroddur Poulsen hevur í fleiri verkum viðgjørt normalitetin og tað siðbundna og hevur gjørt verk við kvirum brigdum – einastaðni í einum prenti hjá honum stendur ein smartur ungur maður við talubløðru sum um hann sigur “Oys nei, eg gangi ikki í grind” - tað er eitt slag av anti til alt tað, sum plagdi at ímynda ein veruligan mann.

Fjøllistamaðurin Dennis Agerblad aka Robin Ova Tolfsen hevur meginpartin av síni tilveru búð og arbeitt í Danmark. Fyrstu ferð, vit upplivdu hann í myndlistahøpi, var á framsýningini Færøsk Kunst á Den Frie í Keypmannahavn í 1999. Tá syndi hann fram nakrar fotobaseraðar sjálvsmyndir, har hann var pallsettur í myrkamorreyðari troyggju og tað var nokk so straight og normcore og vanligt og vit, sum sóu ta framsýningina minnast hvussu heilt óalmindiliga løgnar hesar myndir vóru hildnar at vera. Tað var í teirri tíðini, tá sjálvur samleikin hjá føroyskari list var uppi at venda í heilum, tí átti føroysk list veruliga at síggja soleiðis út? Er det færøsk? Dennis Agerblad og maður:glotti eru pionerar, sum frá byrjan hava sett seg út um vanlig mørk. Við løgum sum “eg sigi ja” varpa maður:glotti ljós á útihýsing og happing av m.a. samkyndum og øðrum minnilutum, sum merktu okkara samfelag í farnu øld. Í hesari øldini eru vit komin langt á leiðini við LGBT+ Føroyar á odda at basa tílíkum ljótum og mannminkandi aburði mótvegis samkyndum medborgarum, meðan vit kanska ikki eru komin líka langt, tá tað snýr seg um okkara tvørkyndu medborgarar. Tú upplivir meira enn so hampafólk siga “Altso nú havi eg einki ímóti hvønn seksualitet fólk hava, men… “ og so kemur okkurt transfobt og menniskjafíggindaligt møsn.

Dennis Agerblad hevur sent mær ein teldupost um tað nýggja lagið, har hann m.a. greiðir soleiðis frá: “Fyrst kom hugskotið til ein tangobass, sum kom fram fyri meg sum úr leysum lofti. Síðani komu orðini og lagið. Tá ið vit í maður:glotti høvdu innspælt sang og gittara, byrjaðu vit at hugsa um tað visuella. Við vitlíki er tað nú møguligt at kanna øki, ið áður hava verið óatkomilig. Ein kensla av at royna okkurt nýtt – líkasum tá mann smyr máling á eitt lørift. Tú kanst hava eitt hugskot í høvdinum, men tað skal ígjøgnum øksl, armar, hendur – og til endans sita í fingrunum, sum ikki altíð duga at siga júst tað, sum er í huganum. Somuleiðis er tað við vitlíki, ið broytist frá viku til viku – tað, tú fært burturúr í dag, hevði verið ómøguligt í síðstu viku, og tað, tú kanst í morgin, er nakað heilt annað. Hetta verkið er tí eitt myndaligt úrslit av júst tí, eg megnaði at seta saman til tann 4. juni 2025, tá triðja staklagið í ár, hjá okkum í maður:glotti, "Tango", kom út”.

List er spæl

Longu í 1999 sást á verkunum hjá Dennis Agerblad, at talan er um progressivt listafólk, sum ikki ræðist framtíðina heldur tvørturímóti: “Altíð hevur framtíðin drigið meg – serliga science fiction. Tá eg átta ára gamal hoyrdi "Nummern" við týska bólkinum Kraftwerk, har teir telja á ymsum málum við robottrøddum, kendi eg meg heima. Tað var eitt mál, eg mátti læra meg. Eg havi skapt nógvan elektroniskan tónleik og arbeiðið við “Tango” kendist sum at mála – nýggjar animatiónir blivu gjørdar nærum dagliga í tríggjar mánaðir. Eg broytti, snaraði, setti saman. Tá sjónbandalagið var liðugt fekk eg av restum og fráklippum íblástur til at gera eina teknirøð. Tó, at eg havi lisið nógvar, havi eg ongantíð hugsað um at gera eina sjálvur. Men figurarnir stóðu brádliga har og hoppaðu framman fyri mær - teir vildu spæla. Tað er júst tað, hetta er fyri meg: Eitt spæl. At skriva tekstir, skapa tónleik, gera video og at tekna. Staklagið "Tango" snýr seg um hvussu trupult tað kann vera at finna saman, tá tú og tann, tú hittir, hava ymiskar háttir at skilja lívið og tilveruna. Í lagnum syngi eg duett við Niels Arge Galan, meðan Terji spælir eina tónleikliga duett við tangobassin – báðar duettir leggja dent á spenningin og søta sorgblídnið í lagnum”.

Konsert á Maggies

Dennis Agerblad arbeiðir ofta sjálvur, men samstarvar eisini við onnur listafólk. Um maður:glott samstarvið sigur hann: “Vit hava havt eina serliga orku síðan vit hittust í 1988. Vit hava hvør í sínum lagi ment okkum í ymsar ættir – hann í blues, eg í elektroniskum tónleiki – men tað vit skapa saman, kundi eingin av okkum gjørt einsamallur. Vit í maður:glotti hava givið út 3 album. Í 1997 kom "sum" saman við 13 málningum - ein til hvørt lag. Verkini vóru sýnd fram í Fútastovu á Kongabrúnni. Í 1999 kom "nakin?" við naknum sjálvsportrettum og í 2008 kom "land" har allar titlarnar endaðu við ...urin. Tildømis kossurin, dansurin, lyklasmiðurin. Í fjør summar 2024 møttust vit aftur í Havn og byrjaðu at skriva nýggj løg. 25. juli 2025 spæla vit okkara fyrstu konsert í áravís á Maggies, saman við bassleikaranum Kristin N. Bech”.

https://www.youtube.com/@madurglotti