SLÁTTRIR

Hon er ljós og løtt at síggja til - nýggja bókarútgávan hjá Tóroddi Poulsen, ið bókmentaliga og listaliga má metast sum ein sannur tungvektari. Tað eitur Sláttrir - hetta einoghálvtrýssinstjúgunda yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen hvørs heiti mangan eru fleirtýdd og kanska eisini eitt sindur meira ørkymlandi enn vakra, tyngdarleysa permumyndin leggur upp til – kanska er talan um vatnlitamyndina, ið sipað verður til á síðu 51 – men tað kunnu vit koma aftur til. Inngangsorðini klinga vakurt og kent við sínum myrkri, ljósi og tokulúðri og eisini fyrsta staðfestingin, at allir vegir seta ferð á minnini “serliga teir/ eg ikki áður/ havi gingið á”. Vit kenna eisini aftur røddina á einum yrkjaraegi, sum heldur fast í orðunum og hevur stikni til konsensuss og at halda tað sama sum øll hini. Tað er áhugavert hvussu samanhangandi yrkingarnaheimurin hjá Tóroddi Poulsen er frá byrjan og fram til hetta nýggjasta savnið. Tú fert inn í savnið sum í eini nýggj hús hjá fólkum, sum tú kennir og eru tær kær. Gleðist yvir, at tey hava tikið ta gomlu lampuna við í nýggja býlið, ið sum tað plagdi, angar av mjørka og támi. Yrkingarnar skapa hópin av myndum, meðan yrkjaraegið lovar stjørnunum inn til ein drekkamunn og letur seg í ta køldu náttina. Yrkingahátturin er sostatt framvegis merktur av modernismu við brádligum subjektskiftum, løgnum samansetingum av logiskt óforeiniligum heildum og samansetingum av ítøkiligum og óítøkiligum, sum í støðum hava surrealistiskt brá, tá jólini turka vegin við gávupappíri ella tá yrkjaraegið ikki meira tímir at liggja uppi í song, men heldur tekur dreymin við sær í býin. Fleiri yrkingar eru visuelt sterkar – tú sært tær fyri tær áðrenn tú hevur gjørt tær far um hvat orðini merkja. Hetta er eitt nú galdandi fyri eina yrking við tvinnum skorsteinum og roykinum frá teimum, sum flættast – hon myndast fyri lesaranum sum ein abstrakt tekning við beinum og bylgjandi strikum. Á síðu 49 skiftir stílurin yvir í ein meira veruleikakenda frásøgn, ið er borin fram sum ein langyrking ella kanska heldur ein yrkingasuita og í øllum førum yrkingar við einum samanhangandi evni undir heitinum SLÁTTRIR. Og her er tað, at áðurnevndi vatmálningur møguliga kemur fyri, tá yrkjaraegið brádliga svímar eftir at hava gjørt ein vatnmálning lidnan. Hetta er byrjanin uppá eina ræðunátt, sum endar, tá yrkjaraegið fær ein pacemakara ísettan; ein kvikil, sum hann sjálvur greiðir yvirlæknanum á Gentofte sjúkrahúsi frá, at tað eitur á føroyskum og jú, her tykist yrkjaraegið rættiliga líkt skaldinum og menniskjanum Tóroddi, sum small um í fjør – í yrkingasavninum stendur, at hendingin var dagin eftir persónssøkjaraálopini mótvegis Hizbollah í Libanon og Syria 17.september í 2024. Hinvegin, so er tað ikki vist, at alt tað skrivaða er rætt, satt og skjalfest. Tað er ikki terapi, skilst, tí tað er list, sum hinvegin kann vera sannari enn kaldgløggasta heimildarfrásøgn. Og her slær Sláttrir lesaran beint frammaná - í øllum førum lesaran um miðjan aldur, sum er forferdiliga glað fyri at vera til og at njóta alt tað góða á foldum og sum ikki ger tað stóra við at íðka hetta ymiska, men harafturímóti lesur allar greinar á netinum hvørt nikk og pikk um hendan unga, sporty DR-vertin, hvørs hjarta brádliga helt uppat við at sláa. Men aðrir sláttrir eru enn av hjartanum, bæði toru- og trummuláttur og eitt heilt annað slag av slátturi er tá slótturin kemur fyri, altso tá mann slær gras, og í tónleiki hava vit til dømis hørpuslátt og so eru vit aftur í listini og júst sum í Blóðroyndum (2000) verða hospitalsupplivingarnar til list og yrkingar, ið til tíðir tykjast ósentimentalt skrásetandi og næstan eitt sindur stuttligar í allari elendigheitini “havi ikki fingið tikið/ súgvirørið úr snillinum enn/ og pissiposin er fullur...”. Nei, eingin skrivar sum Tóroddur. Eg havi lisið síðu 61 fleiri ferðir og eri ikki liðug at lesa hesa rørandi lýsingina av eini av sonnum miserablari støðu. Yrkjaraegið liggur á køksgólvinum og hevur ligið har í tímansvís og rópt um hjálp til fánýtis, hann liggur meira deyður enn livandi og megnar ikki at fáa fatur á telefonini. Tað er ræðuligt, men so koma hugflogið og minnini (og seinni eisini grannin) honum til hjálpar, elendigheitin verður umskapað til list: “sigli á barndómsins havi/ gólvinum við mínum stóra/ flota av pappírsbátum/ sum mynstrini í linoliuminum/ stýra so teir bæði/ skáksigla og dugga og/ krússa og skifta kós og/ sigla aftur á beint..”.

Kinna Poulsen