Hansina Iversen: Skjótt, tó ikki seint!

Røða á framsýning hjá Hansinu Iversen í Seglhúsinum 26/8-23

Skjótt, tó ikki seint – framsýningarheitið klingar ikki sørt kryptiskt eins og tað semantiskt er ein logiskur ómøguleiki. Tað tykist eisini løgið at brúka lýsingarorð sum skjótt og seint, ið vanliga verða nýtt um ferð. Tað er jú ein grundtreyt við málninginum, at hann stendur stillur í tíð og rúmi. Tá eg í okkara tíð standi í Uffizi-savninum í Firenze og síggi ta stórfingnu og fjálgu Mariumyndina hjá Giotto frá 1305, síggi eg tað sama sum áskoðarar sóu fyrst í 14.øld, tá hon var málað.

Hetta tilfarsliga haldførið og mótstøðuførið mótvegis tíðarinnar tonn er serligt fyri myndlistina. Í eini óstøðugari tilveru, sum frá tí degi, vit síggja ljósið er ein ferð móti myrkri og deyða, er myndlistin eins og smáir lýsandi flakar av ævinleika, vit á eini brennandi og søkkandi planet kunnu bjarga okkum yvir á, alt meðan vit loypa stein av steini á okkara ferð gjøgnum lívið. Einki varar ævigt, men kanska er myndlistin eitt sindur meira ævig enn t.d. gardinir – í øllum førum verður tann góða myndlistin ofta latin í arv frá einum ættarliði til tað næsta. 

Framsýningarheitið minnir meg um ein setning hjá yrkjaranum og myndlistamanninum Tóroddi Poulsen, sum einastaðni skrivar: Ikki lesa so skjótt, eg skrivi so spakuliga. -Inniliga áheitanin vísir hvussu hart tað leikar á hjá listafólkunum, sum við listini lata okkum sítt hjartablóð, men hon sigur eisini eitt sindur um hvussu týdningarmikil sjálv móttøkan av verkunum er og at vit gera okkum ómak eisini við hesum partinum.

Skjótt, tó ikki seint. Í logiska gloppinum fáa vit eitt flykrandi innlit í listaligu mannagongdina hjá Hansinu Iversen. Tí sjálvt um myndirnar sýnast pinnastillar her tær hanga á vegginum, eru strokini spor av rørslum hjá listakvinnuni, meðan hon skapti tær. Í dynamisku penslastrokunum uppliva vit fysisku umstøðurnar kring skapanina, vit hóma kroppin og fáa eina fatan av hvussu málingapensilin fyrst varð dripin í málingina og síðan førdur at løriftinum, fast ella leyst, skjótt ella seint, við stórum rørslum ella smáum – við nógvari máling ella minni. Málningurin er fullur av sporum allur sum hann er – tað er sum avtekningarnar av líkum, sum vit hava sæð í krimifilmum, har hon sjálv í frakka og hatti, Vera Stanhope, gongur runt á gerningstaðnum og skrásetir og kannar ymiskt, sum kann hava týdning fyri uppkláringina av brotsverkinum. Ein málningur er ein gerningsstaður, fullur av sporum, sum verða løgd fram fyri okkum at fata og tulka.

Eg veit ikki um tit hava lagt merki til tað, men listafólk – heilt nógv listafólk – hava tað ikki ordiliga gott við einum fyribrigdi sum vakurleika - at teirra verk verða skýrd at vera vøkur ella at litirnir í teimum eru lekrir, penir osfr. Tá vit siga, at okkurt er vakurt, er tað jú væl meint rós og tí kann reaktiónin tykjast løgin.

Í øldir var vakurleiki ein aðaltáttur innan mentan og list. Innan klassiska list, renesansu, men eisini seinni í 19.øld fekk vakurleikin vind í seglini fyrst sum umboðandi andaliga harmoni og kosmiska skipan, seinni var vakurleikin funnin í tjóðskaparsymbolum, í landslagnum og síðan innandura í heiminum, har listafólk lýstu familjuhugna og innilív. Eitt lyklaorð innan klassiska vakurleikafatan er hugtakið harmoni, sum sambært Aristoteles er sammerkt við tað, ið eru munagott ella væl eydnað og sum aftur er treytað av estetiskum fyribrigdum, proportiónum og einum at síggja til harmoniskum lutfalli millum partar og heild. Ímyndin hjá Platon um vakurleika er merkt av kendu sundurgreiningini millum ein ítøkiligan sansaheim og ein óítøkiligan hugskotsheim. Vakurleikin gerst týdningarmikil í hesum sambandi, tí tað er gjøgnum upplivingar av vakurleika, at menniskjað fær høvi at hóma tann ideala hugskotsheimin, sum er eitt slag av paradísi. – Tað er altso gjøgnum sansan av fagrari list, vit fáa innlit í nakað, sum er størri og hægri enn vit.

Hendan heildarkenslan er altso ein aðaltáttur innan listafatanina, sum í stóran mun heldur fram heilt til miðskeiðis í nítjandu øld, tá modernað list brýtur seg fram. Charles Baudelaire letur í 1857 kollveltandi yrkingasavnið Les Fleurs du mal úr hondum – tað elvdi til mikið kontrovers, balladu og sensur. Tað serliga við hesum savninum hevur ikki bara við dekadenta, provokerandi innihaldið at gera, men kemst eisini av einum varhuga av vakurleika, sum hómast har mitt í øllum tí dapra og sjúka. Við modernismuni fer ein grundleggjandi broyting fram í estetisku hugsjónini yvir ímóti eini tilvitaðari disharmoni. So líðandi verða nú onnur hugtøk brúkt um listina, at hon er erlig, sonn ella øðrvísi, djørv, líkist burturfrá og fer upp móti síni samtíð. Og tað er ein orsøk til, at eitt lýsingarorð sum ”vakurt” ikki kenst serliga positivt um samtíðarlist, tí tað indikerar, at verkið er pent, also vandaleyst, harmoniskt og harvið gamaldags.

Men tað kann eisini krevja dirvi at tora tað vakra og vakurleikin í myndunum hjá Hansinu Iversen er hvørki vandaleysur, einfaldur ella rutineraður, men broytist støðugt. Gáa vit eftir, er bæði litsamanseting og bygnaður merktur av onkrum merkiligum ella óvæntaðum, sum ikki var vakurt inntil vit gjørdust von við tað. Vit hava lært at virðismeta hetta slagið av vakurleika og tað er Hansina Iversen, sum hevur lært okkum hendan estetikkin. Hon málar framvegis nonfigurativar málningar við rundleittum formum, men finnur støðugt uppá nýtt - eisini tøkniliga. Listakvinnan hevur eina tíð eksperimenterað við airbrush/ spraymáling, sum hon brúkar aftrat penslunum í sínum oljumálningum. Hetta gevur listakvinnuni fleiri møguleikar og málningunum eitt meira samansett brá. Enn skyggir ljósið í teimum glógvandi litunum, har tølandi violett tendrar av lýsandi gulum. Og møguliga hómast metafysiskt endaloysi í myndarúminum, tó at hesir málningar fyri mær eru av hesari verð. Hetta eru tímiligar visiónir á tremur av passión, av lívsgleði, av máligleði og øllum møguligum óreguligum imperfektiónum, sum tilveran er full av. Onkrastaðni er tað eins og allur myndaflatin stendur í ljósum loga, aðrastaðni stendur øll kompositiónin og darrar og upp aftur aðrastaðni tykist tað ómøguligt at fokusera og finna runt millum kám, gul strok. Hetta er myndlist úr 2023, tað vil siga samtíðarlist, sum er merkt og mettað av okkara tíð við øllum, sum eyðmerkir hana antin tað eru skógareldar, flóðaldur ella krígsskuggar men eisini silvitni á vágni, morgundrekka, nývaskað klæði í vindinum á snórinum ella monumentalir fjallatindar í mótljósi.

Takk fyri.

Kinna Poulsen

 

“Tónar í list” letur upp

Fríggjadagin tann 25. august kl. 16-18 letur upp nýggj serframsýning um serliga sambandið millum tónleik og myndlist upp á Listasavni Føroya

Tónleikur og myndlist eru uppá nógvar mátar tætt knýtt og hava verið tað gjøgnum tíðirnar. Hetta sæst týðiliga aftur í alheimslistini men eisini í føroyskum høpi. Fleiri av listafólkunum, ið hava búð ella virkað í Føroyum gjøgnum tíðirnar, hava funnið stóran íblástur í tónleikinum og hava avmyndað m.a. tónleikarar, konsertir og ymisk tónleikaverk í myndlist síni.

Á framsýningini “Tónar í list” kanst tú uppliva eitt breitt úrval av listaverkum, ið á ein ella annan hátt lýsa ella arbeiða við tónleiki. Framsýningin fevnir um eitt nú málningalist, grafikk, skurðmyndir, innsetingarlist og video.

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

William Heinesen, Hansina Iversen, Ingálvur av Reyni, Frits Johannesen, Astri Luihn, Anna Katrin Ø. Egilstrøð, Marianna Mørkøre, Rannvá Káradóttir, Sven Havsteen-Mikkelsen, Maria Tórgarð, Sámal Joensen-Mikines, Olivur við Neyst, Janus Kamban, Jóna Rasmussen, Zacharias Heinesen, Heðin Ziska Davidsen, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Elin Josefina Smith, Vígdis Petersen, Bjarne Werner Sørensen, Heiðrik á Heygum, Phillipe Carré.

 Á skránni til upplatingina:

-       Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin og setur framsýningina

-       Lyon Hansen spælir nøkur løg

-       Drekkivørur og okkurt gott til góman verður at fáa

 Verið hjartaliga vælkomin á Listasavn Føroya fríggjadagin 25. august kl. 16:00

Maibritt Marjunardóttir - ein listakvinna á veg!

Maibritt Marjunardóttir er eitt navn, vit í vaksandi mun eru farin at leggja til merkis á Várframsýningum og øðrum bólkaframsýningum. Kanska minnast tit eina serstaka standmynd á Várframsýningini fyri tveimum árum síðani, sum var bundin úr VHS-bondum? Hon stóð har við sínum organiskt amorfa skapi og sá út at vera dottin av mánanum beint niður á steinflisarnar í Listaskálanum. Tað sama var galdandi fyri tað verkið, eitt systurverk, sum Maibritt framsýndi sama ár á Ólavsøkuframsýningini, har amorfa skapið var sett upp í móti einum rektangulerum rammuskapi. Hesar standmyndir eru hugtakandi formliga og tilfarsliga og sameina hugnaligt hondarbeiði við døkka avantgardulist, tað kenda við tað fremmanda og so snýr tað seg í stóran mun um at granska tilfarið. Tað er sjálv samansetingin millum bleyta formin og tað harða, skróvandi tilfarið, ið ger standmyndirnar áhugaverdar. Listakvinnan endurnýtur eitt tilfar á óvæntaðan hátt. Standmyndirnar gerast hervið partar av nýmaterialistiska rákinum seinastu árini, sum vit eisini hava sæð í verkum hjá Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonna Jensen.

Maibritt Marjunardóttir gekk á Designskúlanum í Kolding og tók yvirbygningin á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Umframt luttøku á ymiskum framsýningum hevur hon arbeitt við klædnaplaggum og hevur eitt nú samstarvað nógv við Eivør og gjørt fleiri av pallbúnunum hjá mætu sangarinnuni. Í løtuni tekur Maibritt lut á eini framsýning á Röhska Museum í Svøríki. Og meðan vit gleða okkum til at síggja meira frá hesi áhugaverdu listakvinnuni, kunnu vit hyggja at nøkrum myndum frá teirri framsýningini. Her er leinki til heimasíðuna hjá Röhska

  https://rohsska.se/en/exhibitions/nordic-fashion-now-knitwear-and-print/

 

Jóhan Martin Christiansen framsýnir hjá Danske Grafikere

Hetta praktfulla koparprentið verður partur av framsýningini Leave Me Breathless hjá Jóhan Martini Christiansen, sum letur upp í Danske Grafikeres Hus í Sølvgade Keypmannahavn fríggjadagin 18.august 17-20. Far og hygg!

Leave Me Breathless
a solo exhibition by Jóhan Martin Christiansen

Opening Friday August 18th, 2023, at 5-8pm

Danske Grafikeres Hus
Sølvgade 14, 1307 Copenhagen K, Denmark

Exhibition period: August 19th – September 10th, 2023
Opening hours: Thursday/Friday 1-5pm and Saturday/Sunday 11am-3pm

In the exhibition Leave Me Breathless a series of copper prints and plaster reliefs created specifically for Danske Grafikeres Hus is presented. The exhibition title has several meanings; the title has the air of both light-hearted yet melancholic universe of pop music but is simultaneously imbued with ferocity and fervour.

The elongated, vertical plaster reliefs spread over the exhibition spaces’ two floors, as a kind of small portals the viewer can step into, yet at same time they are completely concrete. The reliefs are plaster casts of cardboard and construction materials found on streets, building sites and similar places. One materiality transferred into another materiality. The surface of the reliefs may appear plain, but it represents a micro-landscape filled with memories and stories that slowly reveal themselves to the viewer. The reliefs appear both hard and fragile, corporeal, and industrial at the same time.

The new prints use a stretched version of the baroque image of St. Sebastian painted by Peter Paul Rubens in around 1614 as a starting point. A mythological figure always swinging between pleasure and torment. Saint Sebastian – today a central reference in the queer milieu – has been painted by many artists throughout history of art, typically in the nude as a physically beautiful youth with arrows pierced into his body and his gaze directed towards the hereafter. In the new copper prints, through the restless markings and deconstructed motif, the body appears more ambiguous.

In connection with the exhibition, a poster-catalogue with new texts by poet Beinir Bergsson and art critic and curator Kinna Poulsen is presented. The poster catalogue is designed by Svanna Højgaard Joensen.

The copper prints have been created in collaboration with Printer’s Proof and at the Danish Art Workshops. The exhibition has been generously supported by Den Hielmstierne-Rosencronske Stiftelse, Fjølrit, Grosserer L.F. Foghts Fond, Københavns Kommune, Lizzi og Mogens Staal Fonden, Poul Johansen Fonden, Mentanargrunnur Landsins, Almanna- og Mentamálaráðið, and
Statens Kunstfond.

Jóhan Martin Christiansen (b. 1987) is a visual artist and holds an MFA from Malmö Art Academy (2014). Christiansen primarily works with sculpture and installations, but video and graphics are also part of his practice. His work revolves around natural and constructed environments, queer body memory, the baroque and pop music. Latest exhibitions include You are a flower and in the winter I miss U, Heerz Tooya (BG, 2022), Tell It To My Heart, Steinprent (FO, 2021), Speaking in Tongues, Møstings Hus (DK, 2020), and TRACES, National Gallery of the Faroe Islands (2016)

Grafisk list í Kunstpakhuset

Í Kunstpakhuset í Ikast letur 12.august upp ein áhugaverd framsýning við grafiskari list, sum hevur heitið Painting is Dead. Vit kenna fleiri av listafólkunum frá Steinprenti. Lesið tíðindaskrivið her:

”Painting Is Dead” Udstillingen manifesterer grafik som et radikalt medie. Billedkunstnere Lene Desmentik og Svend-Allan Sørensen har samlet kunstnerne, der arbejder med grafik og aftryk med flest mulige tilgange.

Maleriet blev, efter fotografiets opfindelse, erklæret dødt af den franske maler Paul Delaroche i 1840. Det er siden genopstået og er blevet slået ihjel flere gange, og nu sker det én gang til med udstillingen ”Painting Is Dead”, der manifesterer grafik som det radikale medie, det er.

Der har de sidste ca. 20 år været en stigende tendens til at grafikken er blevet dyrket på egne præmisser. Mediets forskellige materialiteter har været og er i højsædet. Man har tydeligt set, hvordan litografiet har fået lov at afsløre sig selv som litografi. Man ser litostenens kanter i trykket, hvor de tidligere var udeladt, med det resultat at litografiet kom til at ligne reproduceret maleri. Man ser også, at træsnittets stok træder frem, det samme med kobberpladens kanter og ridser. Man ser sågar det grafiske tryk forlade væggene.

Billedkunstnerne Lene Desmentik og Svend-Allan Sørensen har i samarbejde med Kunstpakhuset samlet en række nationale og internationale kolleger, der i sjælden grad maler, men arbejder med grafik og aftryk som, om ikke primært, så som selvstændigt medie afmonteret fra netop maleriet. Painting Is Dead viser derfor værker af billedkunstnere, der arbejder med grafikken med flest mulige konsekvente tilgange. Emma Nishimura arbejder rumligt og konceptuelt med grafikken og Karin Lorentzen arbejder med naturens direkte aftryk i sine afstøbninger af blomster. En kunstner som Ragnar Kjartansson bruger grafikken side om side med videoværker og performance. Claus Carstensen har alle dage arbejdet bredspektret med grafik i en konceptuel praksisform. Keramiker Vinni Frederiksen har fået som opgave at finde et bindeled mellem keramik og grafik. Udstillingen vil være absolut omfangsrig og vise grafiske tryk i oplag, unikatryk, originalgrafiske magasiner og skulpturelle grafiske værker, der bringer Kunstpakhusets rum i spil.*

Kunstnerne: Anne Marie Ploug, Claus Carstensen, Emma Nishimura (CAN), Ester Fleckner, Hanni Bjartalíð (FO, FI), Idun Baltzersen (NO, SE), John Kørner, Julie Ebbing (NO), Karin Lorentzen, Knud Odde, Lene Desmentik, Magne Furuholmen (NO), Majbritt Birk Kristensen, Ragnar Kjartansson (IS), Svend-Allan Sørensen, Viktoria Wendel Skousen, Vinni Frederiksen og Zven Balslev

Udstillingsperiode: 12.august – 17.september, 2023

Fernisering: 12.august 202

At mála við aldum og aðrar søgur

Eija Mäkivuoti sýnir fram í Víngarðinum

Leygardagin 5.august klokkan 15 letur upp forkunnug framsýning í Víngarðinum við verkum hjá finsku fjøllistakvinnuni, Eija Mäkivuoti. Hon býr og arbeiðir í Helsinki, men er javnan á ferð í Norðurlondum ikki minst í Føroyum, sum hon hevur vitjað óteljandi ferð. Hon hevur ofta verið á G! og hevur samstarvað við fleiri føroyskar tónleikabólkar, sum hon hevur fotograferað. Herfyri hevði hon eina hugtakandi minnisframsýning fyri Mikkjali G.Hansen & SIC/ Fighters They Bleed í Smiðjuni í Lítluvík. Í 2015 gav Sprotin út vøkru listafotobókina hjá Eiju Mäkivuoti; Havin hjá Birgit við myndum og søgum úr Føroyum, sum Eija sær okkara land og fólk.

Her um leiðir kenna vit hana helst best fyri fotomyndirnar, men á komandi framsýningini í Víngarðinum verða eisini vatnlitsmálningar og kollasjur at síggja. Nógv ymiskt hevur veitt listakvinnuni íblástur, bæði ítøkilig støð í náttúruni og í listafólkabústaðinum í húsunum hjá Janusi Kamban, har Eija hevur búð og arbeitt fram móti framsýningini. Hesar upplivingar verða knýttar saman við listaástøði og hugsanum innan sonevnda hydrofeminismu og nýmaterialismu.

Verkini snúgva seg í stóran mun um vatn og sjógv, sum listakvinnan bæði er hugtikin av myndevnisliga, samstundis sum hon persónliga ikki er heilt álvilig við havið – hon fær sjóverk av at sigla og hevur leingi verið bangin fyri at svimja. Ein partur av framsýningini snýr seg um kvinnur við sjógv, her listakvinnan tekur støði í fotomyndum m.a. úr Skjalasavninum. Á ein hátt kann sigast, at framsýningin eisini er farin at snúgva seg um viðurskiftini hjá Eija Mäkivuoti við sjógv. Hon hevur arbeitt tætt við sjógv og hevur t.d. gjørt vatnlitsmyndir í samstarvi við vatnið í aldum, hvørs rørslur hava blandað litirnar og verið við til at forma myndirnar. Listakvinnan verður sjálv til staðar á vernissage í Víngarðinum 5.august klokkan 15-17. Hjartaliga vælkomin!

Stuðlar: Society of Swedish Literature in Finland and the exhibition/ residency by Gustaf Packaléns Mindefond. Last year's working periods e.g. to the Faroes was supported by The Swedish Cultural Foundation in Finland, the Finnish-Danish Foundation and Arts Promotion Centre Finland

ÓF 2023

Á hvørjari ólavsøku er Ólavsøkuframsýningin í Listasavninum eitt mást og ein av ársins týdningarmestu framsýningum. Hesa ferð hevur Listafelagið biðið Kirstin Helgadóttir um at kuratera og tá eg frætti, at hon hevði valt at gjøgnumkuratera framsýningina og ikki sum siður einaferð var á ólavsøku, at lata tað vera frítt hjá fólki at senda inn verk til sensur - fekk hetta meg at vænta eina ruddiliga og stramt kurateraða framsýning. Í staðin líkist Ólavsøkuframsýningin 2023 eini veruligari Ólavsøkuframsýning við nógvum ymiskum framsýnarum og ramasjang og tað er stuttligt og undirhaldandi við fleiri skiftandi hugløgum. Ólavsøkuframsýningin er í sjálvum sær kaotisk av lyndi og fær helst illa verið annað, tá mann kjokkar 29 ymiskar framsýnarar inn í Listaskálan.

Tað fyrsta, sum møtir áskoðaranum, er ein veggur við gipsverkum hjá Jóhan Martini Christiansen. Tað er á vegginum, sum ikki eigur at vera í Listaskálanum, tí hann kemur uppfyri og minkar um heildarupplivingina av sjálvum framsýningarhølinum. Men sigast skal, at veggurin sjáldan hevur verið vakrari upphongdur enn beint nú, gipsverkini hjá Jóhan Martini hanga á honum í einari friðsælari, monumentalari og miðsavnaðari uppheinging. Framsýningarheitið, Gerandisopinberingar stendur skrivað á veggin vinstrumegin í tveimum orðum, eg veit ikki hví - samansett navnorð verða vanliga skrivað saman í einum orði á føroyskum. Men líkamikið; heitið riggar merkiliga væl til hesi stillisliga hátíðarligu verk, sum eru stoypt úr nøkrum so gerandisligum sum pappeskjum. Við síðuna av eru Ævig tár, t.e. verk hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, sum mann kennir aftur alt fyri eitt - so skroypiligt, sentimentalt og samstundis listaliga búgvið, tað er. Hinumegin á balkongini heldur poetiskt stillisliga huglagið fram í vøkru kollasju- og yrkingarøðini um náttúru; Øldir og upphav hjá Vónbjørt Vang og teimum um somu tíð geometrisku og organisku felagsverkunum hjá Jón Sonna Jensen og Trinu Gaard. Tá mann so gongur trappurnar oman í salin, líkist tað meira eini ordiligari Ólavsøkuframsýning við fólkum, ballónum og bummfallera! Mitt í rúminum stendur ein stór svørt standmynd úr viði. Tað er Tempul til T – Plássið, ið tú tekur upp í verðini eftir Guðrið Poulsen, sum minnir eitt sindur um eitt klatristativ og tað vóru børnini ólavsøkuaftan ikki sein at finna út av og brúka kreativt – tað var herligt at síggja. Ikki langt frá hesum verkinum hanga nøkur vøkur relieff hjá Hanna Bjartalíð, sum júst herfyri fekk listaløn tillutaða og sum komandi trý árini ætlar at arbeiða í størri skala. Tað er gott, tí vit á standmyndaøkinum treingja til ta nýhugsan, sum m.a. hansara skulpturella list hevur umboðað í mong harrans ár.

Tað er sum kunnugt Listafelag Føroya, ið síðan 1948 hevur skipað fyri teirri týdningarmiklu Ólavsøkuframsýningini – á hvørjum ári bjóðar Listafelagið einum nýggjum persóni at fyriskipa framsýningina heilt eftir sínum egna høvdi og sannføring. Í ár var tað altso Kirstin Helgadóttir, grafikari og listakvinna, ið fekk heiðurin og uppgávuna, sum hon hevur loyst væl saman við 28 ymiskum listafólkum undir felagsheitinum Gerandisopinberingar. Temaframsýningar kunnu til tíðir tykjast meira fýrkantaðar enn áhugaverdar, men soleiðis er ikki við ÓF 2023, tí evnið er serstakliga ymisliga viðgjørt. Gerandisopinberingar er kanska eisini eitt so mikið opið og samansett hugtak, ítøkiligt og abstrakt, at tað leggur upp til ymiskleika. Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna.

Ólavsøkuframsýningin er sera fjølbroytt við 45 verkum (umframt yrkingar og myndir í myndaskránni), sum tøkniliga og tilfarsliga fevna nokk so breitt um poesi, relieff, standmynd, málningar, dans, pappírsklipp, video, installatión og kanska performance – eg kom eitt sindur seint til upplatingina – tað kann mann koma til, tá mann situr væl og leingi og tað regnar úti. Men eg hugsi, at onkur performance møguliga hevði verið partur av verkinum hjá Jens Ladekarl Thomsen og Mariu Guldbrandsø Tórgarð, sum m.a. inniheldur eitt video av einum mutlandi sangara - tað plagar annars at vera áhugavert at hoyra hvat Bartal hevur at siga og syngja og møguliga er ymiskt eisini sagt har, tí installatiónin er átøk einum palli við tveimum mikrofonum - installatiónin tykist yvirhøvur eitt sindur eksperimenterandi, garasjukend og skitin og har luktar hóskandi nógv av fukti í rúminum, sum vanliga plagar at vera forrúmið hjá permanenta bingjuverkinum hjá Tróndi Paturson. Hini bæði videoverkini á Ólavsøkuframsýningini eru bæði stødd handan veggin í norðara enda á Listaskálanum og eru áhugaverd og ymisk; kanska skuldi verkið hjá Hauge Djernis í Gongini sloppið at breitt seg einsamalt har. Hetta er ein at síggja til lutfalsliga einføld installatión við heitinum, The Game of Life, har videoupptøka av onkrum kyktum (- er tað silvurfiskar? - huff eg hati silvurfiskar -), ið verður varpað uppá gips, skapað sum ein hvítkálkaður steinveggur – hevur mann verið á ves í til dømis kjallarinum á Essabar, so sær veggurin á leið soleiðis út og fuktur og luktur og tess meira tú hyggur, jú meira kropsligt árin fær hetta verkið, so at tað fer at skriða av hesum ógvuliga vanliga skaðadjóri, sum hevur livað á jørðini í 300 milliónir ár og sum enntá hevur funnið sær veg inn í ta fínu framsýningarskránna hjá Kirstin Helgadóttir í ein av prostatekstunum hjá tí altíð áhugaverda og viðkomandi Beini Bergsson. Hetta sama slagið av list, ið vekir sansaligar endurminningar, finna vit í framúr fínu keramikkflísaverkunum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus av wc-gólv- ella veggjastrukturum við implementeraðum fotomyndum. Tað tykist so óendaliga privat og persónligt, men er samstundis universalt, bæði fjálgt og órógvandi - tað minnir um at vitja ommu onkuntíð fyrr í tíðini, har munur var millum eygnalappar og rumpulappar og alt møguligt týdningarmikið, men mann minnist ikki ordiliga hvat. Nakað nógv av minni týdningarmiklum verkum eru við á framsýningini og uppsetingin kundi somuleiðis tikið betur kvalitativ atlit til einstøku verkini, men samanumtikið er støðið á Ólavsøkuframsýningini høgt og so er tað nokk so herligt at kuratera eina framsýning uppá handan mátan, t.e. bæði óruddiligt og sjenerøst. Okkurt er hent við list í hesari øldini, ið hevur flutt alt listaøkið – eisini listamóttakarin á eitt hægri støði. Og júst hetta er eitt møguligt svar til viðmerkingina, eg fái um, at eg ikki eri eins hvøss og negativ sum eg plagdi at vera í mínum ummælum. Støðan er heilt einfalt ikki líka skramblut sum hon var. Tað er t.d. hugvekjandi, at sjálvt um eg kann telja upp í fleiri hendur av markantum føroyskum listafólkum, sum IKKI eru við á Ólavsøkuframsýningini og sjálvt um allir framsýnarar á ÓF23 neyvan eru ella verða myndlistafólk, ja, so sýnist heildin áhugaverd og væl hugsað. Framsýningin er inspirerandi sum slíkar skulu vera tað og fáa meg at hugsa, at onkuntíð skuldi mann gjørt eina totala top of the pops Ólavsøkuframsýning.

Gerandisdagsopinberingarnar eru fjølbroyttar og kunnu snúgva seg um náttúruupplivingar sum tær av fossunum hjá Øssuri Johannessen. Í fleiri førum snýr tað seg um at halda uppá egnan sjálvsavgerðarrætt - ikki tjóðskaparliga (als ikki!), men meira persónliga sum í fínu verkunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir ”Tornurósa vakti seg sjálva” og hjá Elin Josefinu Smith Wollfsen við herliga heitinum ”JEG GERI SUM JEG VILL” - eingin uppíblanding neyðug! Eitt afturvendandi rák seinnu árini er crossover list og tað, at fleiri luttakarar í Ólavsøkuframsýningini eru listafólk innan onnur listasløg enn tað myndlistaliga, tey eru rithøvundar, grafikarar, dansarar, tónleikarar osfr. Poesi hevur fingið eitt serligt pláss á framsýningini, ið sæst bæði beinleiðis í verkunum, men eisini á heitum sum hjá Bruno Mikael Eysturstein í hansara áhugaverdu uppseting av einum cartoonkendum oljumálningi og bátaróðri "Navigating the Chiaroscuro Abyss: A Voyage Beyond Tempestuous Veils".

Fleiri av teimum yngru listafólkunum eru í ferð við útbúgving og menning. Tað er gott. Í sambandi við ÓF23 hava fleiri teirra kastað seg út í tað mest torføra, avdúkandi og krevjandi listaslagið yvirhøvur; málaríið - tað er imponerandi og verður kanska eisini gott. Videoverkið hjá Búa Rouch, Annie Jammeh og Anna Schübel er vakurt og rørandi og hevði uppiborið eina staðseting púra einsamalt inni í einum rúmi, men tvætl; Listaskálin er nú einaferð sum hann er! Tað kunnu og skulu vit ikki broyta uppá. Við øllum sínum avmarkingum, radiatorum og kontaktum, so er hann okkara listakatedralur, sum minnir á hvussu stutt tað er síðani, at føroysk list yvirhøvur var til og hvussu týdningarmiklan leiklut Listafelagið hevði og hevur fyri listina í Føroyum.

Framsýningin er opin til og við sunnudagin 13. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17. Luttakarar á framsýningini: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Malan Jógvansdóttir, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Búi Rouch, Elin Josefina Smith Wolffsen, Guðrið Poulsen, Hanni Bjartalíð, Hauge Djernis í Gongini, Jens Dam Ziska, Jens Ladekarl Thomsen og Maria Guldbrandsø Tórgarð, Jógvan Andreas á Brúnni, Jóhan Martin Christiansen, Frank O. Berari, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Sunniva Ingrið Jacobsen, Tordis Vang, Jón Sonni Jensen og Trina Gaard, Rannvá Holm Mortensen, Vár Samuelsen, Vónbjørt Vang, Øssur Johannesen, Æsa Tróndardóttir Frýdal.

Hóskvøldið 3. august er kvøldaropið á Listasavni Føroya. Vit varpa ljós á Ólavsøkuframsýningina, ið hevur heitið “Gerandisopinberingar”. Fyrst lesur Beinir Bergsson, rithøvundur, stuttar tekstir, sum hann hevur skrivað til framsýningina, og síðani verður farið runt í serframsýningini saman við Kirstin Helgadóttir, fyriskipara, har hon greiðir frá framsýningini, og útvaldum listafólkum, sum siga eitt sindur um verkini hjá sær.

guðrið poulsen

Ole Wich

Anný Djurhuus Øssursdóttir

Anný Djurhuus Øssursdóttir

Hanni Bjartalíð

jóhan martin christiansen

hauge djernis í gongini

Billa Jenny Jonleifsdóttir

Jens Dam ziska

Øssur johannessen

Búi Rouch, Annie Jammeh og Anna Schübel

Bruno Mikael Eysturstein

Alda Mohr Eyðunardóttir

Æsa Tróndardóttur Frýdal

Ólavsøkuframsýningar

Ólavsøkuframsýningarnar eru mangar í ár. Í Smiðjuni í Lítluvík letur framsýning upp ólavsøkuaftan klokkan fýra við verkum hjá Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn. Sirið Stenberg, landstýriskvinna setir framsýningina, og Petra Iversen syngur. Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club letur upp í Müllers Pakkhúsi longu 27.juli kl 16 og samstundis letur framsýning upp í Gallarí Havnará við Kára Svensson. Í Steinprent er eisini opið á ólavsøku sum vant. Har er ein framsýning við blandaðari dygdarlist.

Um mann hevur hug at síggja ta “ordiligu” Ólavsøkuframsýningini, sum Listafelag Føroya hevur skipað fyri síðan 1948, fer mann sum siður er í Listasavn Føroya ólavsøkuaftan klokkan trý. Har hevur Kirstin Helgadóttir kuraterað eina framsýning  við listafólkum, sum hon hevur valt út. Framsýningin hevur undirheitið Gerandisopinberingar. Luttakarar á framsýningini: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Malan Jógvansdóttir, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Búi Rouch, Elin Josefina Smith Wolffsen, Guðrið Poulsen, Hanni Bjartalíð, Hauge Djernis í Gongini, Jens Dam Ziska, Jens Ladekarl Thomsen, Maria Guldbrandsø Tórgarð, Jógvan Andreas á Brúnni, Jóhan Martin Christiansen, Frank O. Berari, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Sunniva Ingrið Jacobsen, Tordis Vang, Jón Sonni Jensen og Trina Gaard, Rannvá Holm Mortensen, Vár Samuelsen, Vónbjørt Vang, Øssur Johannesen og Æsa Tróndardóttir Frýdal.


Eivør 40

Í dag fyllir Eivør Pálsdóttir fjøruti ár. Tað er ikki forferdiliga nógv at fylla og á Listaportalinum plaga vit ikki at feira fólk fyrr enn árini hava fjølgað um avrikini, men í hesum førinum gera vit eitt undantak, tí sum listafólk er henda daman úr Syðrugøtu í serflokki. Og tó, at Eivør er í besta aldri, er hon sera roynd fyri ikki at siga gomul í garði innan tónleikin – liðin eru ikki minni enn 23 ár síðani hennara fyrstu útgávu, tá øll gjørdust varug við hennara framúrskarandi rødd og sjáldsama musikalitet –  sum partur av Clickhaze vann Eivør Prix Føroyar í 2001, men at syngja byrjaði hon longu sum undurbarn og restin er tónleikasøga.

Eivør Pálsdóttir er ein einastandandi góður sangskrivari, miðlari, performari, tónleikari og sangari við heilt sjáldsama musikalskari og vakrari ræddarmegi og fyri hetta er hon heiðrað fleiri ferð og á ymiskan hátt – í 2021 fekk hon tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins og sama ár riddarakross, men hon er eisini heiðrað av sínum starvsfelagum Danske Komponister og Sangskrivere DJBFA – hon hevur vunnið nógvar FMA virðislønir og í 2016 fekk hon trý ára starvsløn frá almennu Føroyum úr Mentanargrunninum. Í einum eldhugaðum ummæli, sum eg skrivaði eftir eina framúr konsert fyri seks árum siðani í Sjónleikarahúsinum í Havn varð staðfest, at ”Tað eru ómetaliga fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi hátt, sum Eivør. Tað ger hon við eini rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan dag, men sum hon við venjing og royndum hevur forfínað til eitt instrument, ið ger júst tað, hon setir sær fyri at gera uttan mun til um tað er høgt ella lágt, stillt og inniligt, stórsligið ella løtt við villskapi. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rørandi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi autoriteturin vakti í okkum. Sangurin um Mjørkaflókar var so rørandi framførdur, at eg haldi, at vit øll somul í huganum brustu í sjóðheitan grát um øll okkara elskaðu, sum hvørva av alzheimer, demens og av deyða og løtu seinni vóru vit í tónleikaligari ekstasu av Boxes..”.

Virkisleiðin hjá Eivør er fjølbroytt og altjóða – hon er í heilum uttalands á turné og framførir í veldugum høllum í USA og kring Europa saman við øllum møguligum – tað hoyra vit kanska ikki so nógv um her heima, men altíð kemur hon ”hoym” at uppfylla sín náttúrliga leiklut sum drottningin av G! við stórliga fagnaðum framførslum. Hennara higartil síðsta útgáva, Segl kom í 2021 – tað var ein liveútgáva av Segl (2020) og vit gleða okkum til at hoyra nýtt frá henni. Mítt føðingardagsynski skal vera, at vit fara at hoyra meira til Eivør í Kringvarpsútvarpinum bæði á runda føðingardegnum, men eisini aðrar dagar. Hjartaliga til lukku Eivør!

Kinna Poulsen Listaportal


Kathleen Jamie

Í dag 16.juli var eitt tiltak í Listasavni Føroya, har vit upplivdu skotska yrkjaran, Kathleen Jamie lesa upp yrkingar og í samrøðu við Ivan Niclasen. Tiltakið var samskipað av Forlagnum Eksil og Listasavni Føroya, við hjálp frá The Scottish Poetry Library. Sjálvt um tað vardi stutt, var tiltakið gott ikki minst hjá okkum við Lista-G-abstinensum, sum koma, tá mann ikki fer á G! at vitja festivalin í festivalinum. Tað verður vónandi betri í næsta ár. Tað var ein fragd at hoyra yrkingarnar og uppliva henda jarðbundna, gløgga og poetiskt flúgvandi yrkjaran og hennara vakra skotska mál. Her lesur hon nakrar yrkingar: https://poetryarchive.org/poet/kathleen-jamie/

Her er yrkingin The Spider:

Kathleen Jamie

The Spider

When I appear to you
by dark, descended
not from heaven, but the lowest
branch of the walnut tree
bearing no annunciation,
suspended like a slub
in the air's weave -
and you shriek, you shriek
so prettily I'm reminded
of the birds - don't they also
cultivate elaborate beauty, devour
what catches their eye?
Hence my night shift,
my sulphur and black striped
jacket - poison - a lie
to cloak me while, exposed,
I squeeze from my own gut
the one material;
Who tore the night?
Who caused this rupture?
You, staring in horror
- have you never considered
how the world sustains?
- the ants by day
clearing, clearing,
the spiders mending endlessly.

Við áliti og treiskleika

Sekundini eftir leiklok er deyðakvirt í salinum. Vit sita pinnastill í sundurknúsilsi og ærufrykt av djúpu perspektivunum í leikinum, vit hava sæð. Upplivingin situr enn í kroppinum nú eg siti dagin eftir og royni at seta saman nakrar setningar, sum kunnu lýsa upplivingina. Shakespeare skrivaði leikin fyri 417 árum síðan, men hvussu kundi hann vita so nógv um okkum og okkara tíð, um okkara viðferð av gomlum og minnisveikum medborgarum, um okkara fáfongd, máttloysi, um okkara vantandi eyðmýkt, um okkara sjálvgóða tekkingarhuga og æviga óvilja til at sleppa valdi?

Skal eg vera heilt erlig, so ræddist eg eitt sindur at fara í Sjónleikarhúsið í gjárkvøldið. Har skuldi eg uppliva dapra sorgarleikin um Lear Kong við einum minnisveikum sjónleikara í høvuðsleiklutinum og einum uppslítandi leiklistastríði í huganum; -dupultdepri við depri omaná, hugsaði og tað svartskygnið kemur ikki av ongum; eg havi havt bæði stríð og minnissvinn so óunniliga tætt at mær, at eg eri farin at ímynda mær hetta sum persónligar lívstreytir (pessimisma er sum kunnugt frægasti taktikkur; antin verður mann positivt bilsin ella fær mann rætt!).

Við øllum mínum fyrivarni fekk eg kortini keypt tað í føroyskum høpi ikki serliga bíliga atgongumerki og tað gjørdi eg í grundini, tí eg ikki havi upplivað leiklistabólkin Det Ferösche Compagnie framføra nakað, sum ikki á onkran hátt var listaliga viðkomandi og áhugavert. Eg hevði sostatt álit á listini og tað kann mangan loysa seg. Í grundini er álit eitt aðalmál í framførsluni av Lear Kongi - tað skilja vit frá fyrsta sekundi, tá maðurin, sjónleikarin Egi Dam kemur inn á pallin haldandi um konu sína, Biritu Mohr, sjónleikara, meðan hann prátar um hennara byrjan innan sjónleik, um stovnanina av Grímu og ymiskt, sum eitt langt og ríkt sjónleikaralív hevur borið við sær, men hey, so er ein lítil fittur fívil har og minnir okkum á, at tað var eina heilt aðrastaðni, hetta sjónleikaralívið byrjaði og tað var við leikinum Fívilin, sum Birita Mohr spældi púra sjálv. Gjøgnum allan Lear Kong er henda sama mannagongdin brúkt, at Birita á pallinum verður mint á hvat tað er, hon í leikluti sínum sum Lear Kongur, skal siga. –”Tú sigur…. ” verður endurtikið aftur í aftur ella ”Í sjónleikinum, sum vit spæla…” er tað soleiðis og soleiðis. Tað minnir um, tá børn spæla og tey minna hvønn annan á hvat tað er, sum gongur fyri seg. Mannagongdin vísir seg at vera eitt einastandandi effektivt amboð námsfrøðiliga sæð – eisini í sambandi við at miðla Shakespeare. Tað er eins og viljin til at forklára minnisveika starvsfelaganum tað, hon skal siga, rakar okkum øll, sum tessvegna betur skilja tað, sum verður sagt. Tað vísir seg sum, at tá tann sonevndi fjórði veggurin verður brotin av áðum, ið eru so sjálvsagdar og menniskjansliga átrokandi sum hesar, ja, so gongur tað á ongan hátt út yvir listaliga støðið. Tað er eitt sindur sum við ævintýrunum hjá H.C.Andersen, sum kunnu fatast á fleiri stigum, ið væl at merkja ikki eru stigskipað soleiðis, at ein fatan er flottari enn hin.

Søgugongdin í leikinum er í stuttum, at tann avgamli og ráðaríki Lear Kongur av Britannia boðar frá, at hann fer at leggja frá sær og ynskir at býta ríkið millum sínar tríggjar døtur. Hetta ger hann í veruleikanum fyri ikki at missa valdið og krevur trúskaparlyfti frá teimum trimum. Tær báðar elstu døturnar gera sum hann ynskir, men ikki tann yngsta; gløgga yndisdótturin Cordelia. Hon er fívilin, autentiska menniskjað, sum gjøgnumskoðar lúnsku ætlanirnar hjá pápanum. Hon verður rikin burtur, meðan tær eldru systrarnar válka sær í valdinum, sum korrumperar bæði tær og alt rundanum. Ein áhugaverd parallelsøga er tann um ráðgevan Gloucester jall og synir hansara – báðar søgur snúgva seg um at ganga til grundar tí mann ikki dugir at raðfesta ekta fram um falskt, rætt fram um skeivt, kærleika fram um hatur. Við ambitiónum um status og vald verður kósin soleiðis løgd fram móti kríggj og glatan.

Samstundis sum tey óndu flenna og tey góðu gráta verða løgini pilkað av fólkunum, so at vit síggja menniskjað í øllum hennara elendiga veldi. Vit kenna øll Lear Kong ha? Hann er stjórin, sum ikki hevur álit á, at tú megnar at loysa tínar arbeiðsuppgávur. Hann er tað gamla tvørballið, sum noktar at flyta seg úr ljósinum, har hann stendur og skuggar fyri, at nakar annar sleppur at blóma og tað er langt úti inntil tú sjálv verður júst tað tvørballið, sum noktar at lata nakran annan taka pallin. Í leikinum síggjast so mangir menniskjansligir veikleikar, tvørsagnir og vantandi evni at standa ímóti ónskapi og líkasælu. Og beint nú meðan eg skrivi sigur útvarpsmaðurin, at í minsta lagið 289 børn eru druknað á veg um Miðjarahavið til Europa higartil í ár og at ein ráðharri er farin frá í Rumenia orsakað av óskili á ellisheimum í Bukarest, har búfólkini vóru misrøkt og pínd. Tað er ófatiligt og tað er beint her í ófatiliga myrkrinum, at Shakespeare spískar pennin.

Uppsetingin av Lear Kongi spyr hvørt ein sjónleikari við Alzheimers kann spæla sjónleik. Skjóta svarið er nei, tað kann mann ikki, tí minnið er grundleggjandi fyri ein sjónleikara. Men hesin sjónleikurin letur upp fyri øðrum svarum enn teimum skjótu svarthvítu. Sjónleikur er eitt kollektivt listaslag - ivaðist tú nakrantíð í hesum, far so og hygg í Sjónleikarhúsinum. Her verður søgan um eina passioneraða sjónleikarfamilju søgd – ja ikki bara eina, tí Tórgarðsystkini eru øll framúrskarandi á palli og Shakespeare liggur jú serliga væl fyri hjá teimum – pápi teirra Axel týddi m.a. Shakespeare til føroyskt og Hans Tórgarð heldur fram hetta týdningarmikla arbeiði við málsligum og kreativum yvirskoti. Tær báðar Súsanna Tórgarð og Gunnvá Zachariasen spæla sínar hástóru drottningaleiklutir við sannførandi skálkabrosi og humor og Kristina Sørensen Ougaard er aftur hesa ferð eitt satt undur av einum sjónleikara, sum ongantíð trilvar ella stetlar og støðugt hevur eina einastandandi teiming og nærveru. Í samspælinum við Biritu Mohr vísir hon harumframt ein serligan opinleika, sum er rørandi at uppliva. Tó, at Birita Mohr í løtum verður eitt lítið sindur órólig og burturhugað, tykist hon sum heild trívast væl á pallinum í samspæli við sínar kollegar. Eg dugi ikki at meta um tað etiska í verkætlanini sum so - hetta hava longu ein prestur og ein avvarðandi tosað um í Ljóðaranum og síðsta orð er neyvan sagt í hesum máli. Men við støði í egnum royndum veit eg, at hetta avgjørt ikki er ein hóskandi model fyri ein og hvønn minnisveikan persón - øll eru vit ymisk eisini á hasum økinum. Sum heild er castingin gjøgnumførd og neyv. Búi Dam spælir sjálvur tann ambitiøsa geykaungan Edmund við hóskandi blandi av lifri og fanansskapi og ókvæmisorðastreymurin frá Riu Tórgarð fer ikki frá mær aftur – heilt fantastiskt. Egi Dam hevði sjálvur ein ikki so lítlan leiklut í samspæli við Biritu Mohr um høvuðspersónin Lear og tað var imponerandi at síggja tær ymisku fasettirnar í hansara spæli frá stillisligu byrjanini til hann sum hálvnakni og ørligi Lear fer at fylgja biddaravísmanninum. Eisini her hómast humor og innilig likamlig nærvera í spælinum. Bæði Gloucester jallur og sonur hansara Edgar fáa syrgiligar lagnur, sum eru úrslitið av góðvarni, eksistentiellum leti ella eini ávísari líkasælu viðvíkjandi teirra íbornu aðalsprivilegium. Í góða spælinum hjá ávikavist Hans Tórgarð og Bárði Persson fær tragedian í hesum partinum av leikinum ekspressivt bit – tað er flott og sterkt spælt.

Nógvir leikarar eru við og mong onnur, sum eiga rós fyri, at Lear Kongur eydnast sum eitt slóðbrótandi listaverk og her kemur mítt einasta hjartasuff, sum viðvíkur leikskránni. Mikið apropos tosinum um førleikar, sum hvørva, so er sjónin á tygara ummælara ikki so super sum hon var og eg dugi í hvussu er illa at lesa allan tekstin, sum stendur við appilsingulum á svartari grund. Mær hevði eisini dámt betur um leikararnir vóru presenteraðir við mynd og leikluti og um referatið stóð skrivað í nútíð og leikskráin var ein ordiligur bóklingur við plássi til tingini. Hetta eru smáting, sum ivaleyst hava við støðuna hjá Det Ferösche Compagnie at gera og sum eisini verður viðmerkt í heilsanini í leikskránni frá kreativa framleiðaranum, Duritu Sumberg Poulsen, ið ger vart við vánaligu umstøðurnar hjá fríyrkisleiklistafólki í Føroym. Sum skilst er henda uppsetingin eitt úrslit av hørðum stríði og treiskleika - tað er sanniliga harmiligt, at so dugnalig listafólk skulu blíva við at hava so óvirðiligar arbeiðsumstøður.  

Leikurin um Lear Kong kann tykjast fløkjaligur við hópin av søgugongdum og evnisviðgerðum, sum díkja á áskoðaran, men í Sjónleikarhúsinum í gjárkvøldið tóktist einki torskilt sum so. Vit áskoðarar sótu heilt úti á kantinum á stólinum, sansabumbað av einum sonnum fýrverki av tónleiki og kreativari scenografi við dramatiskum og stuttligum detaljum. Dánjal á Neystabø hevur skapt spennandi tónleikin, sum hevur sera stóran týdning í leikinum bæði sum partur av huglagsmyndum og frásøgn, men eisini sum eitt framúrskarandi sceniskt og dramatiskt element; yvirhøvur er hornorkesturgongan við dugnaligu tónleikarunum serstakliga væl hugsað. Fleiri listaligar orsøkir eru til, at leikurin um Lear Kong ikki kennist deprimerandi og at áskoðarin eftir leiklok ikki kennir seg niðurboygda, men harafturímóti kveikta. Eitt er, at leikurin er framúr væl tulkaður av sjónleikarum ljós, ljóði, tónasmiði, tónleikarum, scenografi, effektum og búnum – scenografurin, Sámal Blak hevur sín egna máta at gera tingini uppá – tað er fantastiskt – eisini, tá hann innflytur elementir frá splatter & western í ein renesansuleik. Búnar og stíling hjá Sólvør Helgadóttir og Døgg Nónsgjógv er somuleiðis praktfult á at skoða og so er talan jú um ein tekst hjá William Shakespeare og tann dygdin fornoktar seg ikki. Hann letur tað dramatisku niðurferðina hjá persónunum verða mótsvaraða av eini øvugtari gongd, sum kyndir okkurt slag av ljós í myrkrinum. Báðir teir villeiddu høvuðspersónarnir gerast onkursvegna klókari sum leikur líður. Gloucester verður klárskygdur, tá eyguni eru horvin og enntá Lear Kongur fær varhugan av sínum egnu skeivu raðfestingum. Og so er tað vælgerandi og so typiskt fyri Shakespeare, at allar møguligar ásannanir og lívsinnlit nettupp ikki geva atgongd til nýggjar møguleikar, eitt fagurt nýtt ljósareytt lív sum í amerikanskum animatiónsfilmum, har tey vøkru og perfektu liva lukkuliga í allar ævir. Shakespeare lýsir tilverunnar treytir soleiðis sum tær eru meðan vit ota okkum fram móti eggini og teirri bíðandi avgrundini. Her er eingin fyrireikandi aðalroynd – hetta er tað.  

Det Ferösche Compagnie hevur við Búa Dam sum leikstjóra enn einaferð megnað tað ótrúliga; at skapa eitt viðkomandi aktuelt og sterkt, føroyskt listaverk, sum samstundis er ein heiðurskvøða ikki bara til mammu leikstjóran, sjónleikaran, Biritu Mohr, men sum eisini inniheldur eina samfelagskritiska greining av okkara viðferð av minnisveikum medborgarum. Tað er heilt ófatiliga væl hugsað og gjørt – ikki við peikifingrum, rópi og garteran, men við púra vanligari menniskjansligheit og einari sannari flóðaldu av kærleika og tað er kærleikin, sum vætir eygnakrókin og sum ger, at mann fer upplyft úr Sjónleikarhúsinum út aftur í myrkrið.

Kinna Poulsen

Framsýningin hjá Silju Strøm er opin eftir avtalu

Nógv fólk hava sæð framsýningina í Víngarðinum við málningum hjá Silju Strøm. Komandi vikuskifti verður stongt, men hevur onkur hug at síggja framsýningina, ber til at gera avtalu við kuratorin á kip@glasir.fo

Talan er um oljumálningar á pappír og plátu. Elegantu bylgjandi figurlinjurnar eru eyðkendar fyri listakvinnuna, men hennara myndarúm eru vorðin nógv meira samansett og kompleks. Koloristiskt sýnast myndirnar somuleiðis samanhangandi við lýsandi bráum av reyðum, gulum og bláum við komplementerum skuggum, sum alt samalt savnast í gulum, ljósareyðum ella ljósabláum támi. Tað snýr seg framvegis um viðurskifti millum menniskju og umhvørvið sum tað gjørdi fyrr hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning í Steinprenti við heitinum The People and the Things, men Silja Strøm hevur ment seg nógv sum málari. Myndirnar eru sterkar og samantrunkaðar sum listaligir bótamolar við fleiri fláum og samanhangi millum tær, soleiðis at huglagið letur seg lesa í fleiri stigum. Við fjarstøðu sært tú myndirnar sum abstraktar við litum, rørslum og bygnaði, men tá tú ert komin eitt sindur nærri, varnast tú ymisk skap, ið spakuliga daga undan og samlast í tínum hugaheimi. Framsýningarheitið er somuleiðis fleirtýtt; I WANTED ANOTHER LANDSCAPE, ANOTHER TONGUE er ein setningur, sum Silja hevur lænt úr eini skaldsøgu hjá Virginia Woolf, har hann verður brúktur til at lýsa vakurleikan, ið er so vakur, at hann ikki kann lýsast við orðum. Myndirnar tykjast merktar av stórari máligleði, men sjálvt um málningarnir bæði formliga og innihaldsliga tykjast á tremur í orku og lívsgleði, hómast eisini fleiristaðni ein farri av sorgblídni. Mær tørvaði eitt annað landslag, eitt annað tungumál. Tátíðarformurin hevur okkurt slag av frástøðu við sær og óbundna orðingin fevnir um fleiri sløg av longsli – tá talan er um tungumál, kemur mann kanska eisini í tankar um, at Silja seinnu árini hevur havt fleiri heimlond, Bretland, har hon býr í dag, Skotland, har hon var útbúgvin og Føroyar her hon vaks upp í Vestmanna.

Komandi dagarnar er so statt opið í Víngarðinum eftir avtalu og annars er opið 20.-22. Juli og 27. juli.

Tíðin er ein døkk mekanikk

Vakri ljósablái bóklingurin er so tunnur og eteriskur, at hann næstan fer á flog áðrenn mann so mikið sum hevur blaðað upp á fyrstu síðu við skýgerðum. Men eftir sum perman sigur, at hetta er WICKED FYSIKK hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, so visti eg frammanundan, at talan er um eina yrking av hesari verð – eg hoyrdi nevniliga yrkjarinnuna lesa hana upp á einum tiltaki í sambandi við G! í fjør og var tá (innantanna) á gosi og hugtikin um hesa serstøku yrking.

Bóklingurin minnir í skapi bæði um eina listafólkabók og eitt zine, t.e. eitt tekstalslag, ið ofta fevnir um sjálvútgivin verk við tekstum/myndum, ið er margfaldað í kopimaskinu. Eins og ein listafólkabók eru eintøkini talmerkt; mítt eintak er sostatt nummar 20 av tilsamans 42 og at talan er um eina ”veruliga” bókaútgávu, sum kann keypast (fyri 21 krónur (!!)), sæst á ISBN eyðmerkingini aftast. Eg havi seinni fingið upplýst frá Lív Mariu Róadóttir Jæger, at talan er um eina sonevnda chapbook og at hon kann keypast um mann vendir sær til hana ella á bandcamp-síðuni hjá SUPERVISJÓN: https://supervisjon.bandcamp.com/album/wicked-fysikk

Tøl og nummur tykjast yvirhøvur hava ein rættiliga stóran leiklut í yrkingini, sum fyri tað fyrsta er býtt upp í fýra talmerktar partar. Harumframt gongur onkur obskur teljing fyri seg uttast høgrumegin á blaðsíðunum í bóklinginum, ið tú fyrst kanst mistaka fyri reglutøl, men tað heldur ikki heilt. Eg hugsi, at tað kanska er okkurt slag av notutilsping til Aristoteles, ið sum skilst er eitt útgangsstøði hjá yrkingini – eisini í hesum føri upplýsti yrkjarinnan meg um, at talan er um eina sonevnda Bekkers-nummerering, sum er ein citatiónskipan sum verður brúkt spesifikt til at finna runt í teksti og verkum hjá Aristoteles tvørtur um ymiskar útgávur/umsetingar gjøgnum tíðinar. Fysikkin hjá Aristoteles er eitt savn av vísindaligum tekstum um ymisk náttúrufyribrigdi, sum grikski filosoffurin og fjølfrøðingurin skrivaði í fleiri ritgerðum. Heimsmyndin hjá Aristoteles var geocentrisk og tók støði í teimum fýra frumevnunum, í rørslum, broytingum, íkomu og hvørving við atliti til sansir, minni og tilvit. Sjálv havi eg eina nógv betur hilling á hinum útgangsstøðinum hjá yrkingini, t.e. popphittið Wicked Game hjá Chris Isaak frá 1989 og sum David Lynch hevði við í síni døkku grimdarromansu, Wild at Heart í 1990, tá ungdómar av álvara tóku innsmikrandi dapra sangin um ólukkuligan kærleika til sín. Millum okkum lesandi fyrst í hálvfemsunum var sangurin koyrdur á repeat og var ein formidabul og nógv nýttur klemmi-og fríggisangur.

Aristoteles skilir í millum tað, sum er í rørslu og tað, sum stendur stilt og tað er við hesum setningi í parentes, at yrkingin byrjar við eini staðfesting av, at okkurt er úr natúr meðan annað ikki er. Síðan stinga nakrir meira gerandisligir og samtíðarligir lutir seg upp sum sofa, sjónvarp og videolag - spurt verður um hvar hesi passa inn. Endurtikna reglan ”minni um skýggj/ minni um skýggj” festir í myndirnar av skýggjum í bóklinginum og leiðir okkum yvir í næsta part, sum lýsir eitt minni um videolagið hjá Herb Ritts av Wicked Game, har tónleikarin Chris Isaak og supermodellin Helena Christensen spæla forelskaði á eini strond í Hawaii. Videolagið verður í huganum á yrkjaraegnum til eitt slag av skapanarsøgu um tey fyrstu menniskjuni á jørð, sum ”koma úr aldunum/ næstan nakin”. Teir báðir leikararnir verða lýstir sum mann sær teir í videolagnum í sansaligum nærmyndum av húð og eygnavippum og við samkennandi eitt sindur barnsligari empati: ”hvassi hvassi pálmin/ hon gníggjar kroppin har/ eg haldi at hon fær ilt”. Yrkjaraegið roynir at skipa hesi minni sambært kategoriseringini hjá Aristoteles av tí, sum er í rørslu og tað, sum er stilt. Triðja brot snýr seg um at minnast tíðina, sum fer; egpersónurin er bangin fyri at gloyma og minnast sítt lív gjøgnum sjónvarpsrásina MTV.

”…eg minnist aftureftir

gjøgnum linsuna í einum kamera

eg skilji at tíðin er ein døkk mekanikk

ein rond millum land og sjógv á monokromum Hawaii

í einum videolag…”

Umframt at vera væl útborin intellektuelt við vitan um samtíðarrák og -poesi og við eini sermerktari yrkjararødd og tóna, dugir Lív Maria Róadóttir Jæger at skriva so at tað bæði situr og flýgur og tað er ein nógv sjáldnari eginleiki enn mann skuldi trúð. Hon er fødd í 1981, er útbúgvin mag art innan filosofi og gav í 2015 út yrkingasavnið Hvít Sól. Í 2020 kom seinasta yrkingasavnið higartil, Eg skrivi á vátt pappír, sum hon fekk Virðisløn M.A.Jacobsens fyri, men inn í millum hevur hon gjørt ymiskt annað á listútbúgvingini á setrinum, har hon starvast og ymiskt crossover – eitt nú verða hennara tekstir ofta brúktir í tónleikaverkætlanum eins og teir til tíðir verða til visuella poesi í steinprentum og eini flottari veggjaryrkingsáheitan til landsstýrismannin í mentamálum, sum var inspirerað av America hjá Allen Ginsberg og Europa hjá Athena Farrokhzad.

WICKED FYSIKK er altso ein skapanarsøga, sum yrkjaraegið ger sær við støði í einum monokromum videolagi frá 1991, har ítøkilig element sum vatn, pálmatrø, lava- og sandstrond umskarast við skýggj, gos og damp, ið eru ólikamlig og óítøkilig eins og minnið. Í fjórða parti av yrkingini verða tær fyrstu staðfestingarnar endurtiknar, men nú eru náttúrufyribrigdini skift út við minnini, ið eisini eru natúr. Eisini her eru praktfullar orðingar um tey bæði æviga spilnaknu frummenniskjuni, Helenu og Chris, sum altíð fara at vera til - tað klæðir yrkingunum, tá tær flyta seg undan sínum hugsaða varsemi og stoyta seg út av eggini.

”teirra videohúð

teirra grovu stelkar

tey fara ongantíð í klæðir

tey fara altíð at vera til!

teirra børn búgva í pálmunum

og teirra armar eru stórvaksin bløð

hárið er fræhvítt kokos

og sólin skínur millum teirra tenn”

Ein stórur trupulleiki við hesari ljósabláu útgávuni er, at hon fær lesaran at brellast - so kæra Lív, skriva meira! Nógv meira!

Ein bleyt framsýning við broddi

Neyvan er broddur mjúkur at strúka, tí tað eru tey ytstu grovu hárini á seyðaullini, vit kalla brodd. Broddur kann somuleiðis sipa til okkurt hvasst ella spískt, sum stingur seg fram - tað kundi tessvegna ligið okkurt progressivt í at kalla eina framsýning fyri Brodd og tað ger tað eisini - í øllum førum partvíst á framsýningini, Broddur, ið somuleiðis fevnir um mjúkar flatar. Framsýningin læt upp í dag, 2.juli í Müllers Pakkhúsi. Meðan eg gekk runt og skoðaði tey fínu verkini, fekk eg brádliga tann tankan, at vit møguliga hava gjørt tóvirkislistini eina bjarnartænastu við øllum teimum mongu tilfarsligu, handverkligu, siðsøguligu og eftirhondini eisini rættiliga eksotiserandi (ferðafólkavinaligu) frágreiðingunum, sum partú skulu knýtast uppí hana. - Alt gott um ull sum Føroya gull og burðardygt tilfar osfr. men skal tekstillistin javnsetast við aðra myndlist í okkara tíð, má hon leggja ullarprátið á hillina - samanbera vit við oljumálningar, standmyndir og installatiónslist, so fevna tey listaverkini eyðvitað um annað og meira enn bara sítt tilfar og tøkni. Fleiri dømi eru á framsýningini um tekstilverk, ið onkursvegna transcendera sítt ullinta upphav og gerast poetisk.

Gamaní er framsýningin í Müllers Pakkhúsi, sum tað hoyrist á framsýningarheitinum og fleiri verkheitum, miðsavnað um ull sum tilfar við dømum úr t.d.húsbúnaði, húsabjálving og klædnadesign og einki er at ivast í, at ull sum tilfar eisini er høvuðsevnið á temakvøldinum, sum verður hóskvøldið í sambandi við framsýningina, men tað er kortini heilt týðiligt, at tey listaligu atlitini hava ligið frammarlaga - tað sást á mátanum framsýningin er sorterað og disponerað, so at tað er ein fragd at skoða hesi abstraktu høvuðsverkini úr føroyskari listasøgu og samtíðarlist.

Tað eru tær báðar listakvinnurnar, Súsan í Jákupsstovu og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, sum skipa fyri framsýningini, ið verður at síggja alla vikuna til 9.juli frá klokkan 12 til 18. Súsan og Ragnhild framsýna sjálvar stórfingin verk sum til dømis stóra vovna verkið hjá Ragnhild, sum hon framsýndi á framsýningini BROT í Listasavninum. Tað er millum tey nýggjaru listaverkini á afturlítandi framsýningini í Müllers Pakkhúsi; eitt einastandandi flott tekstilverk, ið um somu tíð tykist grafiskt neyvt og dramatiskt við at síggja til óstøðugum organiskum formatiónum, sum sveima í svarthvíta myndaflatanum og tykist umbroytast meðan tú hyggur. Fiskastykki hjá Súsan í Jákupsstovu er ein fjálg og vøkur vovin mynd frá umleið 1980 við dekorativum, geometriseraðum gráum og bláum mynstri og við heitari gulum og brúnligum skapum rundanum. Myndevnisliga útgangsstøðið er tikið í snøgga saltfiskaskapinum og mynstrunum, tá fiskurin varð breiddur - sum listakvinnan upplivdi sum smágenta á fiskastykkinum í Sørvági - men alt tað hevur í roynd og veru lítlan og ongan týdning fyri fatanina av einum tílíkum konstruktivistiskum verki, ið skapar sín egna sjálvstøðuga heim av formum og litum, sum broytist alt eftir hvagar tú hyggur og fokuserar á myndaflatanum. Mann má geva sær tíð at hyggja, at mann varnast øll frábrigdini og forskjótingarnar, ið henda tá tú skiftir millum at lata eygað hvíla á staklutum og heildum,

Framsýnarar: Astrid Andreassen, Ása Hátún, Neysting, Guðrun & Guðrun, Poulina Jóanesardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Súsan í Jákupsstovu, Tita Vinther, Thorup Copenhagen, Ulladukkurnar (livandi verkstova) og Wuul.

Hóskvøldið 6.juli klokkan 18 verður temakvøld í sambandi við framsýningina. Framløgur: Alfred Olsen um húsabjálving, Dorthea Joensen, frá Búnaðarstovuni, Sissal Kristiansen um lesull, Dorit Hansen og Guðrun Elttør, um Spinnaríið, Wuul, um Ullarulluna, Súsan í Jákupsstovu.

súsan í jákupsstovu

Tita Vinther

blómur á ferniseringsdegnum

ragnhild hjalmarsdóttir højgaard

Poulina jóanesardóttir

Ása hátún

súsan í jákupsstovu

astrid andreasen

Astrid andreasen brotmynd

thorup copenhagen - ragnhild hjalmarsdóttir højgaard

Fernisering: Framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk 2023

Fríggjadagin 30. juni kl. 16-18 letur árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp

Skrá:

Kl. 16:00
- Karina Lykke Grand, savnsstjóri, bjóðar vælkomin
- Bárður Dal Christiansen, formaður í Føroysk Myndlistafólk, heldur røðu
- Knút Háberg Eysturstein spælir nøkur løg

Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri framsýningini. Siðvenja fyri framsýningina er, at øll kunnu senda verk inn til metingar hjá eini úrvalsnevnd. Í ár hevur felagið heitt á allar sínar limir at sýna fram, og í felag hava tey gjørt framsýningina. Á framsýningini kanst tú uppliva eitt fjølbroytt úrval av nýggjari list hjá limunum í felagnum.

Føroysk Myndlistafólk er ein felagsskapur fyri yrkismyndlistafólk í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at virka til frama fyri áhugamálunum hjá myndlistafólkum og geva myndlistini bestu karmarnar at mennast. Ein týðandi liður í hesum arbeiði hevur síðani 1990 verið at skipa fyri eini árligari framsýning á Listasavni Føroya.

Listasavn Føroya og Føroysk Myndlistafólk bjóða ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Framsýningin er opin til og við 23. juli.

Summarframsýning í Steinprenti

Ársins summarframsýning fevnir sum vant millum annað um verk hjá dygdargóðu listafólkunum, ið hava arbeitt í Steinprent í seinastuni. Úr ymsum hornum í norðanlondunum og heiman hava vit fingið vitjanir, ið hava havt við sær nýggj sjónarmið, íblástur og ikki minst stimbrandi eldhug listafólksins, sum ger verkstað okkara til eitt livandi arbeiðsumhvørvi. Millum hesi eru Anna Seppälä úr Finnlandi, sum síðan 1998 á ymiskan hátt hevur ríkað føroyska listapallin við litfagra og ekspressiva blómuheimi sínum. Dansknorska Nina Kleivan vitjaði fyri fyrstu ferð á Steinprenti og legði fyri eitt spennandi nýtt samstarv við teim avbjóðingum ið fylgja við. Eisini Julie Sass hevur í mong ár eftirhondini gjørt seg sjónliga í Føroyum, har hon fleiri ferð er vend aftur at framsýna í hølum okkara, á Listasavn Føroya og nýligani í Víngarðinum. Hanni Bjartalíð, sum herfyri fekk Listafólkalønina frá Mentanargrunni Landsins, framsýnir spildurnýggj trærelieff. Matstovan ROKS er prýdd frá loft til kjallara við verkum hjáTóroddi Poulsen. Í hesum sambandi hevur hann seinastu tíðina gjørt eina røð av steinprentum í tráð við hetta konseptið. Fríða Matras Brekku, ið var við til at stovna grafiska verkstaðin í sínari tíð, og Louise Aakerman Nielsen, sum eisini arbeiðir í Steinprenti, eru báðar grafikarar, við drúgvum royndum innan ymsar arbeiðshættir. Við á framsýningini eru eisini nýggju steinprentini hjá Rannvá Kunoy, ið er ein listakvinna, sum av álvara hevur gjørt vart við seg í altjóða listaheiminum. Undurfulla og serstaka litevnið, hon nýtir til málningar sínar hava vit í fleiri ár gjørt litografiskar royndir og nú eru fyrstu áhugaverdu úrslitini at síggja.

Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið bæði í framsýningarhølinum og á verkstaðnum.

Mikkjal Matras Andersson, Steinprent.

hanni bjartalíð

tóroddur poulsen og Hansina iversen

hanni bjartalíð

rannvá kunoy - detail

anna Seppälä

nina kleivan

tóroddur poulsen

louise aakerman nielsen

julie sass

BankNordik-savnið keypt verk frá Silju Strøm

Sambært tíðindaskrivi eru trý ár liðin av fimm ára avtaluni millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um stuðul til keyp av føroyskari samtíðarlist. Við stuðlinum, kr. 450.000 hesi árini, hevur BankNordik-savnið keypt 32 listaverk frá átta listafólkum, sum ikki frammanundan eru í savninum.

Í juni mánaði 2023 ognaði BankNordik-savnið sær seks nýggj listaverk eftir Silju Strøm. Silja Strøm er fødd 16.1 1987 í Keypmannahavn og er uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur nomið sær útbúgving í Skotlandi frá The Glasgow School of Art 2007-2011, BA Hons Fine Art (Painting and Printmaking) og á The Academy of Fine Art, Vienna, Austria 2009-2010. Silja Strøm býr og arbeiðir í London, men vitjar javnan heim til Føroya, har hon arbeiðir og hevur sersýningar. Hon hevur havt fleiri framsýningar bæði úti og her heima og hevur verið við til at listprýða nýggju løgreglustøðina í Havn saman við Anker Mortensen. Silja Strøm gongur nýggjar listaligar leiðir eins og fleiri av teimum ungu listafólkunum í Føroyum. Stílurin hjá henni er bæði abstraktur og figurativur, og hon nýtir nógv kroppin sum myndevni, har hon lýsir og viðger viðurskifti millum menniskju, umhvørvi, lutir og annað, sum er rundanum okkum. Heitini á listaverkunum hjá Silju Strøm hava í sær eina søgu. Onkur teirra vísa til, hvat gongur fyri seg á myndunum á ein neutralan hátt, meðan onnur heiti eru poetisk orðað og hava onkursvegna skaldsligan dám. Í listaverkunum verða soleiðis søgur fortaldar bæði við heitinum og í sjálvari myndini. So tað fer fram ein ørgrynna av hendingum í myndunum. Listaverkini hjá Silju Strøm eru ljós og hava ein dám av lættleika, sum pastelllitirnir eisini stuðla undir. Litirnir liggja í fleiri løgum og eru tíðum gjøgnumskygdir og skapa rúmd í myndunum. Úrslitið er í stóran mun eitt ljóst ævintýrikent huglag í myndunum, sum avspegla lívsgleði og vón. Listin hjá Silju Strøm er áhugaverd, men øðrvísi. Tað krevur tol og umhugsni hjá áskoðaranum at sundurskilja og fata, hvat veruliga gongur fyri seg í myndunum; hvat søgurnar hjá Silju Strøm fortelja. Ein spennandi ferð inn í listina hjá einum listafólki.

LISTAFÓLKALØNIR 2023

Nevndin hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við bókmentum, myndlist og tónlist:

Marjun Syderbø Kjelnæs, Hanni Julius Bjartalíð og Dánjal Dam á Neystabø

Bókmentalig faknevnd segði um Marjuna Syderbø Kjelnæs:

“Marjun Syderbø Kjelnæs er ein av okkara virknastu høvundum, sum hevur givið dygdargóðan skaldskap út í 20 ár. Hon er vorðin viðurkend fyri sínar skaldsøgur, yrkingasøvn og leikir. Hon hevur vunnið virðislønir og hevur gjørt vart við seg bæði heima og altjóða. Seinast eru hennara verk Karmageitin og Gentukamarið tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon hevur framman undan roynt nýggjar leiðir við listarligum samstørvum við m.a. tónleikaranum Eivør Pálsdóttir og filmsleikstjóranum Sakaris Stórá. Marjun Syderbø Kjelnæs hevur arbeitt yrkisliga við skriving seinasta árið, og mett verður, at framsøknu ætlanir hennara um m.a. triðja verki í triologiini fara at bera á mál.”

Í nevndini sótu: Óluva Klettskarð og Sámal Soll

Myndlistalig faknevnd segði um Hanna Julius Bjartalíð:

“Hanni Julius Bjartalíð er serkendur listamaður á høgum listaligum stigi. Hann hevur eitt afturkenniligt úttrykk, sum hann hevur støðugt ment og dýpt í fleiri áratíggju. Hanni Bjartalíð hevur rannsakað tilfar og tilgongdir og hevur haldgóðar royndir í at mála, prenta, tekna, gera relieff og standmyndir, bæði smáar og stórar. Hansara ætlan er at menna eitt monumentalt, skulpturelt myndamál við støði í abstraktum myndamáli. Lýsta menningin av monumentalum skulpturum er áhugaverd og slóðbrótandi í føroyskum høpi og hevur altjóða dygdir”.

Í nevndini sótu: Solveig Hanusardóttir Olsen og Dagmar Malena Winther

Tónlistalig faknevnd segði um Dánjal Dam á Neystabø:

“Dánjal D. Á Neystabø er nærlagdur, umhugsin og effektivur. Listaliga eru hansara avrik á einum høgum støði, og hansara ætlanir eru sera spennandi. Eisini her er talan um bæði tvørlistaligt, og tvørfakligt arbeiði, ið bendir á framskygni og evni til at flyta mørk. Her er eisini talan um samarbeiði sum koblar Føroyrar saman við útheimin. Dánjal D. Á Neystabø virkar til at hava nógv uppá hjarta, og hevur víst við sínum undanfarnu avrikum at tað er talan um haldfastar og gevandi útgávur bæði til børn og vaksin, og ofta øll í senn! Hetta prógvar at hann er førur fyri at skapa list við høgum listaligum virði og góðsku sum ríkar um okkara mentan”.

Í nevndini sótu: Per I. Højgaard Petersen og Atli Kárason Petersen

Umsóknir á sera høgum stigi

Inn komu 23 umsóknir, flestu teirra vóru á einum sera høgum listaligum stigi. Torført hevur verið at taka dagar ímillum dygdargóðu umsóknirnar. Samstundis fegnast vit um fjølbroytnið og gróðurin, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum.

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum tríára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

Nevndarinnar vegna

Nils Ohrt, virkandi formaður

Sjáldsama vøkur antologi

RITLIST II 2023

Í dag fekk eg ta nýggju antologiina við tekstum hjá lesandi á Ritlist á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði á Fróðskaparsetrinum upp í hendurnar og hugsaði beinanvegin um ta gomlu ummælaraklisjéina um bókina, sum lá væl í hondunum, tí tað ger hon, útgávan ella rættari útgávurnar - tí talan er um fimm hefti, har tey fimm lesandi Súsanna Tórgarð, Katrin Joensen-Næs, Durita Midjord, Beinir Bergsson og Rannvá Glerfoss hava skrivað hvør sítt - og tey eru sjáldsama vøkur. Sniðgevingin hjá Billu Jenný Jónleifsdóttir er superestetisk og modernað við mjúkt litaðu, rómahvítu, ljósagulu, grábláu, og violettu permunum og so báðum ráhvítu gummibandunum, sum halda heftunum saman, men sum jú eisini bera brá av at vera okkurt slag av lummabókum. Tað er væl hugsað og undirstrikar prosesskendu tekstirnar, ið sum heild eru serstakliga ymiskir og jú eisini tekstbrot, ið eru fingin burturúr ymsum evnisviðgerðum í lestrartíðini. Her eru yrkingar, stuttsøgur, dømi um konseptuella skriving og aðrir tekstir, sum eru skrivaður við støði í skiftandi uppgávum, evnum og tekstasløgum. Og tó, at onkur einstakur tekstur møguliga var meira áhugaverdur at skriva enn at lesa er niveauið í lagi - havi sum heild lisið heftini við áhuga og gleði. Her eru yrkingar og prosa, monologar og orðaskifti, sosialrealistiskar persóns- og samfelagslýsingar, heimildaryrking og marrukendar framtíðarvisiónir. Høvundarnir eru ymiskir hvat viðvíkur aldri og royndum – og kanska kunnu vit siga, at tað er eitt sermerki við teimum, sum higartil hava valt at lesa á BA-útbúgvingini innan Listaligt Arbeiði á Fróðskaparsetrinum, at tey eru ymisk, ung og eldri. Hetta er kanska ikki so merkiligt um hugsað verður um, at vit ikki høvdu møguleikan her á landi fyri at velja tílíkar útbúgvingar fyrr enn í 2019, tá hendan útbúgvingin varð sett á stovn. Eftir ætlan skulu fleiri listaligar leiðir leggjast aftrat teimum báðum; ritlist og tónlist, sum útbúgvingin higartil fevnir um. Felags fyri báðar leiðir er, at námsevnini eru bæði verklig og ástøðilig. Endamálið við býtinum er, at tann lesandi ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egið skapandi listaligt arbeiði. - Stóri diversiteturin millum tey lesandi kann allarhelst vera avbjóðandi hjá lærarum og næmingum, men eg hugsi eisini, at ymiskleikin eisini kann geva næmingunum eitt breiðari menniskjaligt og bókmentaligt innlit, um tey lesandi megna at brúka hvønn annan. Um hugsað verður um stóru nøgdina av fólki við listaligum gávum her á landi, hevur tað týdning, at tey kunnu útbúgva seg í einum listaligum og akademiskum umhvørvi. Tað er týdningarmikið, at eitt tílíkt umhvørvi finst og at listaliga verkið hjá teimum lesandi, sum í hesum føri eru tekstir, verða virdir, lisnir, rættaðir, ritstjórnaðir og givnir út.

Tað eru Lív Maria Róadóttir Jæger og Kim Simonsen, ið hava ritstjórnað og samskipað útgávuna saman við teimum lesandi. Upplestur verður úr hesum spildurnýggju tekstum í Reinsarínum mikukvøldið 21. juni klokkan 19.00.

Ritlist II

Forlagið Eksil 2023

Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl

Prent: Føroyaprent

Sniðgeving: Billa Jenny Jónleifsdóttir

Bókin er sett við: Gulim/Batang

Kostnaður: 300 kr

Bókaútgáva: RITLIST II 2023

Mikukvøldið 21. juni klokkan 19.00 kanst tú uppliva undirskógin í føroyskum bókmentum. Lesandi frá Ritlist á Fróðskaparsetrinum og Forlagið Eksil skipa fyri útgávutiltaki, nú RITLIST II: Antologi verður útgivin. Ritlist er partur av BA-útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.

Í hesi fínu útgávu við fimm smáum ritlingum savnaðir við einum elastikki, hava tey lesandi arbeitt við ymiskum tekstrøddum: ein framtíðardystopisk frásøgn um Føroyar, heimildaryrkingar, goymdar og gloymdar dagbókingar, monologar og stuttsøgur.  

 

Tey, sum skriva eru:

 

Súsanna Tórgarð 

 Katrin Joensen-Næs 

Durita Midjord 

Beinir Bergsson 

Rannvá Glerfoss 

Tað eru Lív Maria Róadóttir Jæger og Kim Simonsen, ið hava ritstjórnað og samskipað útgávuna saman við teimum lesandi.

Upplestur verður úr hesum spildurnýggju tekstum í Reinsarínum mikukvøldið 21.juni klokkan 19.00.