Dupult, ivasamt, øvugt og fleirítýtt

Statens musum for kunst Barok – Ud af mørket

- á listaferð í Keypmannahavn

Mánadagin eftir upplivingarríkan túr í Keypmannahavn siti eg og skrivi og hugsi. Havi verið mangar tílíkar listatúrar í danska høvuðsstaðnum, sum hevur ein týdningarmiklan leiklut fyri føroyska list – ein leiklut, sum eg havi tað eitt sindur dupult við nú hesin leiklutur er farin at broytast og vaksa nú stórir danskir grunnar sum Statens Kunstfond og Ny Carlsbergfondet í heilum koma okkum til hjálpar, tá føroyskir stovnar keypa listaverk. - Be careful what you wish for hugsi eg, tá eg lesi gleðiboðini, at Listasavn Føroya endiliga fær sína tiltrongdu útbygging og at danskir grunnar standa fyri meira enn helvtarupphæddini.

Høvið til listatúrin hesa ferð var annars virðislønarhandanin av sonevndu AICA virðislønunum – havi í nøkur ár verið partur av nevndini í donsku deildini av AICA – sum er eitt altjóða kritikarafelag. At eg eri biðin at vera við í slíkum felag er í sær sjálvum tekin um, at danski áhugin fyri føroysku listini er við at taka dik á seg og nú altso eisini á maktcentralum støðum innan listina í Danmark. Eitt annað dømi um tað sama er at ein føroysk framsýning, BROT – Færøsk samtidskunst i stort format kuraterað av Onnu Mariu Dam Ziska. Listasavn Føroya var millum tær shortlistaðu framsýningarnar hjá AICA – (tað endaði við at vera LOOMING við Amalie Smith á Holstebro Kunstmuseum, sum vann heiðurin at vera skýrd ársins framsýning). Fyri meg persónliga er tað altíð sera áhugavert at hitta aðrar norðurlendskar kritikarar, men spurningurin er um vit ikki áttu at havt okkara egnu deild av AICA og jú, eg veit; tá høvdu vit møguliga ikki verið so nógvir limir...

Út úr myrkrinum

Barokkframsýningin á Statens Museum for Kunst, sum hevur sama undirheiti sum mín bók um Tórodd Poulsen, er fyrimyndarliga góð eisini sjálvt um hon er fyriuttan spanskar og italskar barokkmeistarar sum Velazquez, Caravaggio og Gentilleschi. Á SMK hava tey í staðin valt at arbeiða burðardygt og skilagott og miðsavna seg um sítt egna ríka savn av barokklist og hartil nýtt høvið til at restaurera ymisk barokk høvuðsverk – tað er imponerandi at sjá og meðan eg gangi og hyggi at teimum stórfingnu glógvandi verkunum, sum eksellera við effektum og illusionistiskum brøgdum samstundis sum allar møguligar løgnar kantutar detaljur í málningum og prentum tykjast at kalla modernaðar, hugsi eg: Áttu vit í Føroyum bara ein einasta evarska lítlan hálendskan barokkmáling og eitt evarska stórt italskt barokkverk. Høvdu vit bara havt eina einstaka avstoyping av eini standmynd hjá Bernini (umframt aðrar úr fornøld og renesansu), so at eisini vit kundu víst okkara ungu og børnum tann velduga ítøkiliga samanhangin, europeisku listasøguna, sum eisini vit eru partur av, tó at føroysk myndlist byrjaði nógv seinni. Føroysk samtíðarlist tykist onkursvegna barokk, men hví tað og á hvønn hátt er nýmaterialisma skyld við barokka list? 

Tað munu vera meira enn tjúgu ár síðani, at eg fyrstu ferð legði til merkis og undraði meg um, at eingin føroysk list var at síggja í Statens Museum for Kunst. Eg var á eini norðurlendskari framsýning við landslagslist einaferð fyri langari tíð síðani - tá mátti verið so upplagt at framsýnt onkur verk hjá føroyskum listafólkum antin har ella í føstu framsýningini hjá almenna danska tjóðarsavninum. Hinvegin so gera vit sjálvi ikki nógv burtur úr danskari list í Listasavni Føroya - hesum verður tað møguliga betur pláss fyri eftir útbyggingina.

Í kirkju?

Á Charlottenborg Kunsthal hevur Alexander Touborg umskapt framsýningarhølini til eina kirkju. Tað er í øllum førum heitið á framsýningini; Kirkjan, ið jú er eitt alt annað enn einfalt heiti, ið tykist ikki sørt ósmæðið funnið uppá av viðurkenda listamanninum. Kirkjan er ikki bara eitt gamalt hús – hon er eisini full av ómissandi funktiónum og tungum eksistentiellum týdningum. Fyri mítt viðkomandi hevur kirkjan myndað karmarnar kring nakrar grundleggjandi hendingar t.d. tá eg havi skula sagt mínum nærmastu farvæl. Allir partar av dópum og jarðarferðum,sálmar, prædikur, urguspæl, kórsangur, kirkjufólk er millum míni eymastu minni – hetta eru hendingar, sum hava verið við til at formað meg sum menniskja. Hvussu umsetir tú tílíkt mentalt tankagóðs til list? - Touborg hevur í fyrsta lagi valt at umdefinera framsýningarhølini til eitt kirkjurúm skipað í einum stórum høvuðsrúmi við síðuskipum. Vindeygaprýðingin er dominerandi partur av framsýningini og minnir at byrja við um vøkru glasmosaikkirnar, sum kunnu síggjast í undurfullum miðaldarkatedralum kring Europa. Talan er um klár og litføgur geometrisk mynstur, sum speglast í gólvinum og lita rúmini gul, blá og reyð. Tú varnast kortini nokk so skjótt, at talan ikki er um glasmosaikk, men um litað plastfolie, sum eru límað á vindeyguni á Charlottenborg og tað tykist onkursvegna lamenterandi grunt. Teir tríggir monumentalu, gulu og reyðu málningarnir fyri endan á hølinum sýnast meira autentiskir, men vinna ikki ordiliga frama í plastljósstrálushowinum í hølinum. Teir smáu Paul Kleekendu málningarnir hjálpa ikki nógv uppá støðuna á framsýningini. Súreplarondin í tí eina rúminum tykist grunn á sama hátt, - jú, vit kunnu ímynda okkum, at súreplið skal seta onkran kritiskan spurning við mátan, sum kirkjan so mangan hevur viljað stýrt uttan um kunnskapin, men sum áskoðari veitst tú ikki ordiliga hví súreplini ikki líkjast súreplum og hví tey eru málaði sum tey eru – dekorativt sum var tað Matisse, ið málaði. Einastaðni hongur ein kristusfigurur og sveimar við blaðgulli á aftan. Tilfarsvalið undirstrikar onkursvegna fátækradømi í tilfarinum á framsýningini, sum á so mangan hátt vísir til stórfingna miðaldar og renesansulist – eitt nú krossarnar hjá Giotto í t.d. Santa Maria Novella í Firenze.

Hvørt meta-listaligt simulacrum og tilvísingar eydnast ella ikki, er eitt komplekst samspæl millum verk og samtíð, har tú sum áskoðari tekur støðu til um tær assosiatiónir, tú fært, geva meining, innihaldsliga, tilfarsliga konseptuelt. Tað er jú ikki í sjálvum sær trupult at brúka bíligt tilfar í samtíðarlist, tvørturímóti, men onkuntíð riggar tað ikki. - Tað er eins og framsýningin hjá Alexander Touborg setir seg ímillum stólarnar og tykist hvørki nóg innilig ella nóg kritisk. Eg gangi inni á Charlottenborg og undrist um, at hetta staðið, sjálv miðjan í danskari listamaktini; ein framsýning, stuðlað av øllum, kuraterað og gjølliga hugsað og gjørd við av ikki bara einum dugnaligum listafólki, men eisini hópin av hjálparum á øllum stigum, kundi gerast so slættlig.

Kirken Charlottenborg Kunsthal

Hvar blíva tey vaksnu av?

Uttanfyri síggi eg í telefonini, at Føroya Symfoniorkestur nú aftur leggur seg eftir at framføra russiskar tónar á heystkonsertini 24.september. Tað er fyrsta symfoni hjá Prokofiev, sum jú varð føddur í Donetsk Ukraina – mann hoyrir fyri sær barnsliga tvøran skellilátur og undrast um hvar tey vaksnu blivu av, tá skráin hjá FSO skuldi leggjast og hví tað brádliga gjørdist so øgiliga umráðandi at spæla russiskan tónleik javnt og samt og allatíð. Eg fái mær kaffi og verði í betri lag, tá eg lesi tað gjølliga, vælargumenteraða og sera atfinningarsama ummælið hjá unga ummælaranum á Information, Bodil Skovgaard Nielsen av Kirken. Tað er vælgerandi at lesa, er kritiskt og gløgt og letur upp fyri egnum hugsanum og metingum júst sum tann neyðuga hvassi Skannarin 2.0, sum eg lurtaði eftir, tá eg var komin heim aftur á hotellið. Og tað kann vera, at tey bæði Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen ljóða meira avrundað vaksin enn áðurnevndi ummælari, men kritikkurin er eins neyðugur og hann er hvassur, serliga áminningin um hvat journalistikkur er og hvat journalistikkur aldeilis ikki er.

Samtíðarlist fyrr og nú

Komst tú úr Føroyum og gekst tær eina gallarírundferð í Keypmannhavn fyri tjúgufimtan árum síðani, kundi tú tað sama havt ferðast við eini rúkandi DeLorean tíðarmaskinu til framtíðina – so risastórur var munurin millum ta klassisku modernistisku føroysku hálvabstraktu landslagslistina og so tað, tú kundi síggja av (merkverdigari!) samtíðarlist uttanlanda. Vit hava framvegis landslagslistina, men hon er bara eitt av mongum sporum í føroysku samtíðarlistini, sum í sinn og skinn ikki er nógv øðrvísi enn listin aðrastaðni og hvør veit – møguliga høvdu vit klárað áðurnevnda kirkjurúmið eitt sindur betur enn tað var gjørt á Charlottenborg. Kristiligur inniligleiki er okkum í hvussu er ikki eins fremmandur og hann tykist vera mitt í stórbýnum.

Truth is like poetry nikolaj kunsthal

Ein onnur kirkja

Skt. Nikolaj Kirke liggur miðskeiðis í miðbýnum og er ein gomul miðaldar- og renesansukirkja, sum í mong ár hevur virkað sum samtíðarlistahøll; Nikolaj Kunsthal. Tað er áhugavert at síggja framsýningina hjá danska listamanninum, Mikkel Carl, ið hevur brúkt tað gamla kirkjurúmið til eina totalinstallatión við heitinum Truth Is Like Poetry. Framsýningin er á mangan hátt eyðkend fyri sína samtíð – hon er spektakuler, effektfull, refererandi og simulerandi. Á sama hátt sum áðurnevndi Alexander Touborg, hevur Mikkel Carl viðgjørt vindeygu og ljós, so at framsýningarrúmið verður ljósareytt og ljósagrønt – miðskeiðis sveimar ein rundur spegil og innfangar áskoðaran í kirkjurúminum. Spegilin er primitivt settur saman, so at tú sært skoytini sum var tað ein skúlaverkætlan ella eitt hálvfemsaraverk og sjálvandi er tað tilvitað simulacrum og møguliga eisini eitt nikk til listasøguna hjá Nikolaj Kunsthal, sum í trýssunum var karmur kring eina týdningarmikla fluxusframsýning, men eg veit ikki ordiliga. Júst sum á Charlottenborg tekur tað ein hálvan minutt at uppdaga alla kunstigheitina, at steintalvur og -múrar er málað masonitt og aftur her stoytir tilfarsliga fátækradømið áskoðaran frá sær.

Leave me Breathless

Tað er sera løgið at uppliva tað øvugta í einum nýopnaðum framsýningarstaði í Valby, har føroyski listamaðurin Jóhan Martin Christiansen brúkar ein part av sínum atelieri á Værkstedsvej til gallaríið Bonne Espérance. Jóhan Martin Christiansen hevur sjálvur eina vakra framsýning, Leave me Breathless í Ole Vinter Room, fundarrúminum hjá grafiska verkstaðnum Printersproof á Værkstedsvej. Tað er ein røð av gipsverkum, ið eru stoypt við papptilfari frá staðnum. Gipsið er litað í ymisk ljósareyð litbrigdi og hongur eins og ein relieffrond høgt á vegginum í háloftaða hølinum - um somu tíð upphevjað og ítøkilig.

AFFAIRE BRIGITTE DEWÈVRE claus carstensen

List um makt

Claus Carstensen er komin til nummar 88 av framsýningum, sum hann fyri tað mesta framsýnir í sínum egnu framsýningarhølum við atelierið á Værkstedsvej. Henda nýggja framsýningin, AFFAIRE BRIGITTE DEWÈVRE er sett saman av nýggjum málningum og kollasjum hjá Claus Carstensen sjálvum, sum hann hevur gjørt við støði í eini teknirøð um Michel Foucault. Enn sum áður er tað maktin, sum upptekur Claus Carstensen, bæði tann politiska, filosofiska og persónliga við ymiskum avbrigdum av avmakts ella valdssýningum hjá samfeløgum, stýrum og einstaklingum. Nýggju verkini hjá Claus eru á tremur í myndum og týdningum, sum umskarast í rundleiddum og diagonalum kompositiónum, ið halda áfram at generera sambond í huganum á áskoðaranum. Møguliga hevur mann ein fyrimun um mann frammanundan kennir ikonografiina í myndaverkinum hjá Claus Carstensen, ið er merkt av endurnýtslu – eisini ítøkiliga, tí á allarflestu myndunum eru partar m.a. av steinprentum, sum Claus hevur gjørt í Steinprenti í Havn. Tað sama er galdandi fyri verk á Marie Kirkegaard Gallery inni í býnum. har Claus Carstensen og Manuel Ocampo framsýna áhugaverd felagsverk.

manuel ocampo & claus carstensen - marie kirkegaard gallery

Upplatingarframsýningin í Bonne Espérance, Hi, it´s Travis hjá Kaare Golles er í grundini alt møguligt, sum tú ikki roknaði við, tá tú gekk ta myrku trongu leiðina oman í eitt lítið kjallaragallarí í Valby. Tó, at framsýningin er einføld við lutfalsliga fáum verkum, er hon djúp, hørð og sera viðkomandi og aktuel, eins og hon er tilfarsliga sannførandi uttan heimagjørdar kloddaloysnir. Heilsandi heitið hevur ein lættan og tilvildarligan tóna inntil tú finnur út av, at talan er um kroysta høvuðspersónin í filminum Taxi Driver, Travis Bickle. Longu áðrenn mann hevur samlað seg mentalt um hvat er hvat á framsýningini, verður mann konfronterað við einum píkatráði, tað er eitt stoypt verk, ið er monterað á veggin beint við inngongdina. Hetta snýr seg um pínu. -Tað følir tú næstan áðrenn tú nært at hugsa og soleiðis er eisini restin av framsýningini, ið elvir til fjølbroyttar kenslur og hugsanir um avbyrging og einsemi, okkara skroypiligheit í nútíðar- og framtíðarsamfelagnum. Her er einki nips ella prýði, men ein rein og hørð framsýning við rættiliga maskulinum estetikki, sum eisini ber brá av fýrsarasligum industrial býarestetikki. Videoverkið á eini snildfon er ein merkiliga veruleikakend blanding av myndastreymunum, sum flest fólk skrolla ígjøgnum dagliga, eins og tað er ein samtíðarlig telefontulking av telefonsamrøðuni í Taxi Driver, har Travis fær tað endaliga afturvísingina frá Betsy. Í filminum uppliva vit samrøðuna sum ein monolog hjá Robert de Niro, meðan videoverkið er eitt kjatt millum Travis og Betsy við ómetaliga neyvari timing og psykologiskum ansi fyri ójavnleikanum millum áhaldandi fyrispurningarnar frá tí altráa manninum og so tær drúgvu pausurnar millum stuttu snubbutu svarini frá avvísandi kvinnuni.  

Listasavn Føroya – fortíð, nútíð og framtíð

18. juni eru 30 ár liðin, síðani ljósfylti bygningurin, sum í dag húsar fasta savninum hjá Listasavni Føroya, varð vígdur. Tær eyðkendu pyramidurnar úr viði og glasi, reistar við íblástri frá siðbundna føroyska byggisiðinum, prýða og renna saman við vakra, grøna umhvørvinum í Viðarlundini, har bygningurin í sjálvum sær er eitt listaverk í serflokki. Palli Gregoriussen arkitektur sniðgav Listasavn Føroya í samstarvi við Niels F. Truelsen. Palli Gregoriussen teknaði eisini Listaskálan frá 1970.

30 ár eru farin, men stundir eru ikki til at standa í stað. Tíðin er búgvin til at hyggja frameftir við stórari virðing og ansi fyri tí farna, og tí ið hevur verið. Listasavn Føroya er í dag tað føroyska savnið við flest gestum árliga, og við heimsins størsta savni av føroyskari list, setir hetta serliga stór krøv til karmarnar, ið skulu húsa listini í framtíðini. Listasavnið skal áhaldandi mennast sum miðlandi mentanardepil, so ein stórur partur av mentanararvi føroyinga kann varðveitast á bestan hátt og koma flest møguligum til gagns.

Við fleiri enn 28.000 vitjandi árliga, og við 2800 listaverkum í fasta savninum, er tíðin komin at taka eitt lop móti framtíðini, har savnið kann rúma tí stóra eftirspurninginum frá gestum, vaksandi altjóða áhuga og liva upp til altjóða savnskrøv.

Við at hyggja eyðmjúk aftur á tey 30 ár, ið eru farin, hyggja vit nú at teimum komandi 30 árunum við ágrýtni.

Komið við á ferð inn í framtíð Listasavnins, tá nýggj framsýning letur upp 16. juni. Framsýningin tekur okkum við aftur til byrjanina, til dagin í dag og leiðir okkum inn í eina bjarta framtíð fyri føroyska list.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. juni kl. 16-18.

Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin. Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, heldur røðu. Heilsa frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, verður lisin. Kl. 16:45 verður ein skaldslig ferð í myndlistini, tá Búi Rouch og Gunnvør Hoydal Brimnes lesa yrkingar um myndir og list ymsastaðni á savninum. Kl. 17:15 spælir Knút Háberg Eysturstein nøkur løg.

Listasavn Føroya bjóðar ábit.

Sunnudagin 18. juni kl. 11 – 17 verður somuleiðis ókeypis atgongd fyri allar gestir.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Listasavn Føroya

Nýggj útgáva við Teiti Lassen og Aarhus Jazz Orchestra

Í dag er útgávan “Songs From A Social Distance” hjá Teiti & Aarhus Jazz Orchestra útkomin á Stunt Records í samstarvi við Arlo & Betty Recordings.

Útgávan fevnir um 10 løg, sum snúgva seg um korona og hendingar sum fara fram um eina vitjan á eitt posthús í Los Angeles, samstundis sum Black Lives Matters mótmæli og endurvalið av Trump leikar í. Orðini eiga Amerikanski rithøvundurin Roy Freirich, tónleikur og útsetingarnar hevur Teitur gjørt.

Upptøkurnar vórðu framdar í Aarhus Domkirke við fjarstøðu eftir at ein konsertferð var avlýst, tá ið ikki var loyvi at fara á konsert. 

Aarhus Jazz Orchestra er stjórnað av Søren Møller.

AICA listummælarafelagið handar ársins virðislønir

Hóskvøldið 15.juni letur danska listummælarafelagið AICA ársins kritikaravirðislønir á Charlottenborg í Keypmannahavn.

PRESSEMEDDELELSE Kunstkritikernes valg afsløres ved prisfest på Charlottenborg den 15. juni, når AICA – Foreningen af Danske Kunstkritikere d. 15. juni uddeler den nye kunstkritikerpris i flere kategorier. Desuden modtager en kunstkritiker en særpris for kunstkritisk virke, kåret af 15. Juni Fonden, som har støttet Kunstkritikerprisen.

Det er med stor glæde, at Foreningen af Danske Kunstkritikere, den danske afdeling af AICA International, d. 15. juni kan fejre den danske kunstscene med uddelingen af årets Kunstkritikerpriser for aktiviteter i 2022. Kunstkritikerprisen er kritikernes egen pris og uddeles hvert år til initiativer på den danske kunstscene med det formål, at sætte kunsten og den fagligt funderede kunstkritik på dagsordenen. Tre priser uddeles af AICA – desuden uddeles en særpris for kunstkritisk virke, kåret af 15. Juni Fonden, som generøst har støttet Kunstkritikerprisen.

Prismodtagerne nomineres af foreningens medlemmer og udvælges af en jury udpeget af bestyrelsen. Fejringen finder sted med en ceremoni og efterfølgende reception på Kunsthal Charlottenborg d. 15. juni 2023 kl. 17.00.

Der uddeles i år priser i følgende kategorier Årets udstilling 2022, Årets kunstpublikation 2022, samt Årets kunstbegivenhed. Desuden uddeles 15. Juni Fondens pris til Årets Kunstkritiker – en særlig pris, der uddeles af 15. Juni Fonden selv. Vinderne annonceres i forbindelse med ceremonien og offentliggøres senere sammen med juryens motiveringer i særskilt pressemeddelelse, der udsendes umiddelbart efter prisuddelingen.

Juryen har shortlistet følgende udstillinger i kategorien Årets udstilling

1) OFFSPRING - Pierre Huyghe, Kunsten i Aalborg

2) BROT – Færøsk samtidskunst i stort format kurateret af Anna Maria Dam Ziska. Listasavn Føroya / Kunstmuseet i Thorshavn

3) LOOMING - Amalie Smith, Holstebro Kunstmuseum

Juryen har shortlistet følgende publikationer i kategorien Årets kunstpublikation:

1) Lennart Gottlieb: Olivia Holm Møller – Raderinger og kunstnerliv, Holstebro Kunstmuseum og Forlaget Frydenlund

2) Lasse Krog Møller: Kartotek: En kunstsamling, forlaget Asterisk

3) Bibliotek for ny kunstteori, Informations Forlag

Juryen har shortlistet følgende begivenheder i kategorien Årets Kunstbegivenhed

1) Vejen Kunstmuseums udvidelse og istandsættelse

2) Kunstteater: Gøglerne, Den Frie Udstillingsbygnings underetage

3) Museum for Fremtiden, v/ Teater Sort/Hvid i Kunsthal Aarhus og i Teater Sort/Hvid i København

15. Juni Fondens særpris til årets kritiker annonceres af fonden i forbindelse med uddelingsceremonien på Kunsthal Charlottenborg:

Om juryen

Vinderne er udpeget af en jury bestående af kunstskribent og anmelder ved bl.a. Kristeligt Dagblad Lisbeth Bonde, tidligere inspektør på Nuuk Kunstmuseum og redaktør for kunst.gl og Neriusaaq, skribent og kurator Stine Lundberg Hansen samt kritiker ved webmagasinet kunsten.nu Trine Rytter Andersen på baggrund af indstillinger fra foreningens medlemmer.

FAKTA:

Om Kunstkritikerprisen:

Kunstkritikerprisen er kritikernes egen pris og uddeles hvert år til initiativer på den danske kunstscene nomineret af kunstkritikerforeningens medlemmer. Foreningen har uddelt prisen siden 1994 for at fejre kunsten og for at sætte kunsten og den fagligt funderede kunstkritik på dagsordenen.

Om AICA Danmark: AICA Danmark, Foreningen af Danske Kunstkritikere, er den danske sektion af AICA International, Association Internationale des Critiques d’art, som blev grundlagt i 1950 for at genstarte den kritiske diskussion, som var blevet kvalt under fascismen i Anden Verdenskrig. Organisationen har hovedkontor i Paris, er under UNESCO’s beskyttelse og har mere end 4.500 medlemmer globalt. AICA International arbejder for at sikre forståelse for kunstkritik og skabe øget ytringsfrihed. Medlemmer af AICA Danmark deltager også i det internationale arbejde, blandt andet via den faglige årskongres og tværgående udvalgsarbejde. Formålet for den danske sektion af AICA International er:

- At fremme kunstkritikken som disciplin og bidrage til udvikling af dens metoder

- At fremme de etiske og professionelle interesser for foreningens medlemmer og at forsvare deres rettigheder

- At opretholde et aktivt nationalt og internationalt netværk for foreningens medlemmer og at opmuntre til direkte møder

- At bidrage til fælles forståelse af den visuelle kunst og æstetik i alle kulturer

- At stimulere professionelle relationer på tværs af politiske, geografiske, etniske, økonomiske og religiøse grænser

- Upartisk at forsvare retten til at tænke og ytre sig frit og modsætte sig vilkårlig Censur

Med venlig hilsen,

Bestyrelsen i AICA Danmark

Louise Steiwer, Peter Michael Hornung, Christian Salling, Kinna Poulsen og Kristian Handberg

AICA – Foreningen af Danske Kunstkritikere

kunstkritikerne@gmail.com / www.aica.dk

Kunstkritikerprisen er muliggjort takket være generøs støtte fra 15. Juni Fonden.

Instant classic

Eg las í áðni, at pápadagur er 5.juni og mátti lesa umaftur og kekka dato, tí plagar sovorði nakað ikki at vera sunnudag? Tá mammur skulu belembrast við drekka uppá song og hvat veit eg og pápadag mánadag? Er tað tí amboðshandlarnir hava opið tá? Ok, tað hava bókabúðir eisini og eg nýti hervið høvið at skjóta upp nýggja yrkingasavnið hjá Kim Simonsen sum pápadagsgávu.

Yrkingasavnið við demonstrativt drúgva og typiskt kimsimonsenska heitinum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum inniheldur yrkingar, ið bera brá av at vera instant classic ikki minst tær skroypiligu pápayrkingarnar, sum fingu meg at hugsa um Søren Ulrik Thomsen og Jóanes Nielsen, ið einaferð skrivaði um at byggja Føroyar á aldum. Eg havi hoyrt Kim Simonsen lisið yrkingarnar upp fleiri ferð, men tað er ikki einasta grund til hesa instant classic, meðan eg lesi. Bókin er góð.

Yrkingasavnið hjá Kim Simonsen er býtt upp í fýra partar - tað byrjar og endar við, at pápin er deyður og leiklutirnir grundleggjandi umbýttir soleiðis, at sjómaðurin, ið einaferð sigldi høvini, fer at verða fevndur av aldunum, tá sjógvur fer at fylla alla jørðina. Frá deyða einstaklingsins verður samband knýtt til sjálvt tilverugrundarlagið og haðani klingar ein tilveruligur tóni gjøgnum alla bókina - eg komi í tankar um rullandi tíðirnar hjá Ingemann og slægt skal følge slægters gang, men her er tað altso sjógvurin, ið eigur seinasta orðið. Vistfrøðilig poesi um samanhangin millum menniskjað og alt annað lív á jørðini – tað kundi bent á okkurt lagnutungt og politiserandi, men tíbetur er talan ikki um dómadagsmálandi atfinningar av menniskjans æviga oyðileggjaralyndi. Savnið er hinvegin fyllt av inniligari undran um lívið í øllum tess lívsløgum har einki er primitivt, men alt einastandandi.

Nýggja hvítabókin hjá Kim Simonsen er eitt sera vakurt yrkingasavn – eisini ítøkiliga við reinu hvítu permuni og ultramarinbláu innpermuni. Minimal uttaná – innaní ein flóðalda av kenslum og longsli, sum allatíðina verður hildin uppá pláss og ikki sleppur at útvikla seg til ekspressivt melodrama og sjóðheitan grát. Einfeldin fevnir eisini yrkingarnar, sum eru fullkomiliga symbolfríar. Einfeldin klæðir Kim Simonsen, ið als ikki tørvar myndamál, tá hann ítøkiliga yrkir um túgvur av “deyðagrasi,/ har stráini hanga tung/ av smáum perlandi glerpípum, meðan sólin skínur á glerið/ og skyggir aftur í eyguni á mær. “. Deyðagras er eitt gott føroyskt orð um følnað gras og tá sólin hitar glerpípurnar í deyðagrasi, kemur ímyndin av lívi púrasta ótarnað fram fyri lesaran – her er okkurt við neyvu náttúrueygleiðingunum, ið minnir um Whipstitches, yrkingasavnið hjá Randi Ward meðan navnadroppingin og endurtøkan av relativiserandi orðingini “Spurningurin er” fekk meg at hugsa um fenomenoligiirnar hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, men talan er helst bara um samtíðaryrking sum tekstaslag og sum aftrat tí ekstistentiella eisini snýr seg um lívfrøði og filosofi við einum nýmaterialistiskum grundsjónarmiði. Elementið, grundtilfarið er vatn, av vatni eru vit komin og til vatn skulu vit verða.

Hetta er fyrst og fremst eitt yrkingasavn, ið er skrivað inn í tómrúmið, sum var skapt, tá eitt menniskja doyði. At megna at gera slíkt uttan um tær sentimentalu klisjéirnar er alt annað enn lætt. Tí er yrkingasavnið hjá Kim Simonsen eitt framúrskarandi avrik. Nýggja forlagið, Verksmiðjan við Vónbjørt Vang eigur eisini rós fyri góða úrslitið og einum væl ritstjórnaðum, lisnum (!) og rættlisnum yrkingasavni.

Silja Strøm framsýnir í Víngarðinum

I Wanted another Landscape, another Tongue

Leygardagin 3.juni klokkan 15 letur ein framsýning upp við verkum hjá Silju Strøm í Víngarðinum í Havn. Hóast hesir málningarnir tykjast á tremur í orku og lívsgleði, hómast eisini ein farri av sorgblídni í teimum. Elegantu bylgjandi figurlinjurnar eru eyðkendar fyri listakvinnuna, men hennara myndarúm eru vorðin nógv meira samansett og kompleks.

Silja Strøm er úr Vestmanna við útbúgving frá The Glasgow School of Art – hon býr í London, men ferðast ofta heim til Føroya og hevur gjørt part av framsýningini í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban. Hon hevur havt nógvar framsýningar úti og heima t.d. serframsýningina Listaleikir í Listasavni Føroya í 2019 og hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn.

Í málninginum (sæst í erva her) við sama longsulsfulla heiti sum framsýningin, I Wanted another Landscape, another Tongue, tekur tað eina góða løtu at týða hvat gongur fyri seg á myndini, ið bæði er figurativ og abstrakt við einum løgnum geometriskum strikubygnaði í miðgrundini, men so bera vit eyga við dansararnar, ið taka saman hendur í einum ringi miðskeiðis á eini skógarfløtu í einum málandi hurlivasa av grønum trøum, gulum bløðum, ljósabláum vatni og fleirlittum málningastrokum, ið undirstrika ekstatiska huglagið. Myndevnið minnir um longsulsfullu lýsingarnar hjá fauvistum og øðrum modernistum av naknum dansarum í einum arkaiskum og arkadiskum felagsskapi. Myndirnar bera brá av at hanga saman t.d. koloristiskt við lýsandi strokum av reyðum, gulum og bláum við komplementerum skuggum, sum alt samalt savnast í sveimandi ljósareyðum ella pastellittum támi. Mátin, myndin er skorin í erva, so at hon tykist ójøvn og organisk, bendir somuleiðis á, at hon er partur av eini størri heild.

Tað snýr seg framvegis um gerandisviðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvið hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning við heitinum The People and the Things, men Silja Strøm hevur ment seg nógv sum málari og tað sæst á nýggju málningunum. Teir eru sterkir, flóta næstan yvir við fleiri fláum og samanhangi millum tær, soleiðis at huglagið letur seg lesa í fleiri stigum og tað sama er galdandi fyri poetiska framsýningarheitið: Mær tørvaði eitt annað landslag, eitt annað tungumál. Tátíðarformurin hevur okkurt slag av sorgblíðari frástøðu við sær eins og óbundna orðingin ikki er eintýðug, men heldur fevnir um fleiri sløg av longsli.

Vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 3.juni klokkan 15-17, tá listakvinnan verður til staðar.

Mentanarnátt 2023 - setanarrøðan hjá Hansinu Iversen

Á mentanarnáttini 2.juni 2023

Góðu fólk, vælkomin á mentanarnátt, ið verður hildin í Havn fyri 22 ferð.

Alt fleiri lata dyrnar upp á mentanarnáttini. Tað sæst á umfatandi skránni.

Nógv teirra, ið lata dyrnar upp, stovnar, - privatir sum almennir og kommunalir hava stórt savn av list, sum prýðir veggir og rúm og hetta vísa tey errin fram fyri vitjandi á mentanarnáttini.

Mentanarnáttin gevur okkum møguleika at síggja listaverkini í teimum ymsu stovnunum og fyritøkunum, sum vit annars ikki hava atgongd til, tí vanliga er bert opið fyri starvsfólki, ið dagliga arbeiða har. Hesir stovnar, - bankar, móttøkuhús o.a., hava keypt listina frá listafólkunum fyri at stuðla teimum. Listafólkini fingu eitt sindur av inntøku burturúr og kundu keypa sær tilfar og annað til, at arbeiða víðari við listini. Soleiðis riggar skipanin, samanumtikið enn, tó hava listafólk eisini møguleikan at søkja um stuðul og løn frá mentanargrunninum í dag.

Skipanin, sum er ment gjøgnum tíðina, til at útvega listafólki pening, verður kallað stuðul. Listafólk verða stuðlað. Ein, ið verður stuðlaður er ein, ið ikki klárar seg og stuðul verður hugsaður sum góðgerð og verður latin við subjektivum umráðingum um, hvussu nógv í er hóskandi at geva og ikki hvat virði er í arbeiðinum hjá listafólkinum. Listafólkið má taka til takkar fyri tað, sum tað fær. Ongin skriftfestur sáttmáli er millum partarnar, - ongin samtykt skipan millum gevara og takara.

Stuðulsskipanin, sum vit hava til listafólk, og her tosi eg um listafólk innan allar listagreinar, sjónleikarar, tónleikarar, rithøvundar, myndlistafólk o.s.fr., er mannminkandi fyri listafólkini og snópislig fyri gevaran. Gevarin er aloftast eitt vælmeinandi umboð fyri skipanina og frøðist um, at kunna lata einum listafólki stuðul. Listafólkið nígur og ber fram takkarkvøðu. Í eina stokkuta tíð er listafólkinum lív lagað. Og um listafólkið ikki bukkaði so djúpt og við føgrum orðasnildum frambar sítt stóra takksemi, -hvat var tað tá ikki eitt ótakksamt vittuggi, ið ikki átti annað uppiborið enn sítt ússaliga lív.

Hesi viðurskifti í skipanini, hava skapt eina mentan, sum máar støðið undan javnvágini. Tað eru tó tey, á báðum veingjum, ið ynskja hesi viðurskifti á haldgott støði, tey, ið vilja, at listafólk fáa burðardyggar arbeiðsumstøður, tí tey halda, at listin hevur týdning fyri samfelagið.

Í 1929 var bókin ”a room of one´s own”, útgivin hjá Virginiu Woolf.” A room of one`s own”, tað kundi kanska verið sagt “egið kamar” ella  - at hava sítt egna rúm -, ella kanska heldur, at hava sítt egna arbeiðsrúm. Virginia Woolf skrivaði um tað, at hava sítt egna rúm, um tað skuldi bera til at skriva. Hvussu umráðandi tað var fyri skrivingina, at fáa arbeiðsnáir við at hava sítt egna kamar at skriva í. Og um tað, at hava ráð til at hava sítt egna kamar, sítt egna arbeiðsrúm. Viðmerkingin hjá Virginiu Woolf var skrivað fyri næstan hundrað árum síðani: Hon var listafólk og gjørdi vart við týdningin av at hava arbeiðsnáir í egnum rúmi tá ein arbeiðir við listini burturav. 

Listafólk í Føroyum hava leingi gjørt vart við hetta, men vanta enn sítt egna arbeiðsrúm. Nøkur hava, - tey flestu hava ikki, tí tey hava ikki ráð og tí at rúmini eru ikki til. Tað tikist ikki at vera rúm fyri listafólkum, - men hóast tað, so eru tey her.

Mentan er eitt vítt hugtak og føroysk mentan tað sama. Eitt heilt einastandandi fyribrigdi í Føroyiskari mentan er, at nærum øll, ella kanska øll? heim í landinum eiga originala list á vegginum. Føroyingar ogna sær originala list til at prýða um heimið, - eins náttúrliga sum at útvega sær innbúgv til heimið. Hetta er ein heilt serlig mentan, sum valla finst aðrastaðni í heiminum, - og gævi hon stendur við.

Hóast tað ikki tikist at vera rúm fyri listafólkunum, so er, í Føroyum, rúm fyri teirri lidnu listavøruni, tí lidna úrslitinum. Og tað er pláss fyri haldgóðu listini. Og haldgóð list verður skapt í góðum umstøðum í arbeiðsligum umhvørvi. Við tíðini, mugu vit royna, at fáa javnvág ímillum gevaran og móttakaran, millum stuðulin og listafólkini. Vit eiga at leggja eitt haldgott støði undir listalívið og finna rúmini og fylla tey við fulltíðarstarvandi listafólkum, ið hava ráð, tí eisini tey fáa løn fyri sítt arbeiði.

Takk!

Góða mentanarnátt!

 

Marius Olsen 60

litografiskt katalog til eina framsýning í steinprenti í 2015

Í dag fyllir listamaðurin, suvereni grafikarin, Marius Olsen seksti ár. Hann býr og arbeiðir í Finnlandi, men vitjar stundum aftur til heimbýin, har hann hevur arbeiðsuppihald í Steinprenti umframt framsýningar. Marius er kendur sum tann triði av listapowerbrøðrunum úr eyðkenda Olsenbandanum, tí hesir brøður hansara eru framúr listamenn eins og hann sjálvur eisini handverkliga – teir duga allir at fáa fram ófatiligan vakurleika og eru kanska meira líkir enn mann skuldi hildið við serligum áhuga fyri ljósi og skugga (teir vóru heili fimm brøður, ið allir dámdu at tekna, tá teir vóru børn).

Í føroyskari list er Marius Olsen í grundini eisini eitt slag av missing link ella ein sovorðin millumfigurur, ið er elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hann er tann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð, sum ger okkum varug við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og landslagið. Einastaðni síggja vit klassiska føroyska myndevnið av eini bygd við havið og so miðskeiðis sveimar ein løgin UFO, ið vísir seg at vera speglingin av eini lampu í vindeygaglasinum. Myndirnar hjá Mariusi seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar og aktivera okkum, sum hyggja, og tær eru ongantíð heilt eintýðugar. Tí eydnaðist tað listamanninum í 1994 at gera eitt politiskt listaverk, ið tó at tað er sprottið úr krepputíðum, er leyst frá tíð og stað og harvið ein modernaður klassikari innan føroyska grafiska list. Á sama hátt sum fína sendirøðin O móðirland, setir henda myndin, Flaggstong, spurningin um hvønn tjóðskaparligan samleika vit vilja hava

Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bert fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Í summum førum er tað sum um listamaðurin spælir sær við romantiskar klisjéir sum t.d. í myndini av ryggvendu persónunum, sum at síggja til standa við sjóvarmálan og skoða út yvir brim, sjógv og sjónarringin, ið hvørvir í eini ljósglæmu. Myndevnið minnir um kenda málningin, Der Wanderer über dem Nebelmeer, sum Caspar David Friedrich málaði í 1818, og sum er ein romantisk grundmynd av pinkalítla menniskjanum í veldugu náttúruni, skoðandi út yvir eitt náttúrunnar endaloysi. Janus Djurhuus rakar sama romantiska háspenta tóna í kendu yrkingini Ódn frá 1902 við byrjanraregluni ”Við strondina stóð eg, tá ódnin brast á”. Huglagið í myndini hjá Mariusi Olsen sýnist kortini modernað og samtíðarligt m.a. orsakað av einum serligum dynamikki í kompositiónini, leysu figurtekningini, serstøku stoffligheitini í myndini, sum er bæði neyv og cool og sera eyðkend fyri Marius Olsen. Í 2016 var ein stór afturlítandi framsýning við prentunum hjá Mariusi Olsen í Norðurlandahúsinum og samstundis gav Sprotin út eina risastóra bók við myndum og tekstum. Hjartaliga til lukku, Marius!

List í Keypmannahavn

Komandi vikuna verða nógvar listaframsýningar í Keypmannahavn, har tann árliga listastevnan Art Week byrjar 1.juni. Fleiri føroysk listafólk vera at síggja á framsýningum í danska høvuðsstaðnum, m.a. fer Jóhan Martin Christiansen at framsýna í Ole Vinter Room. Hjá Lars Borella lata framsýningar við verkum hjá Hanna Bjartalíð og Anker Mortensen upp 3. og 4.juni. 9.juni letur ein framsýning upp hjá íslendska listamanninum Ragnar Kjartansson á Louisiana og Gallery Marie Kirkegaard framsýna Claus Carstensen og Manuel Ocampo felagsverk. Á Statens Museum for Kunst læt ein stór framsýning av barokklist upp 27.mai og í Kunsthal Charlottenborg letur stór serframsýning upp við Alexander Tovborg. Í Classeværelset í Classensgade framsýna Hjørdis Haack og Hans Pauli Olsen saman við øðrum listafólkum m.a. Pernille Kløvedal Helweg og Nina Maria Kleivan, sum báðar hava arbeitt í Steinprenti - tann framsýningin, Husets Hvin letur upp 1.juni. Bonne Espérance er eitt nýtt framsýningarstað í Keypmannahavn í atelierinum hjá Jóhan Martini Christiansen á Værkstedsvej í Valby, sum letur upp 2.juni við framsýningini Hi, it´s Travis við verkum hjá Kaare Golles. Eisini verður ymiskt listaligt spennandi at uppliva í Havn komandi vikuskifti, tá yrkingasavnið hjá Kim Simonsen kemur og vernissage verður í Víngarðinum í sambandi við framsýningina hjá Silju Strøm. Nógv meira um hetta seinni - her er fyri fyrst leinki til artweek og nøkur tíðindaskriv, sum eg seti inn.

https://artweek.nu/

Ole Vinter Room’s inaugural exhibition is a site specific installation by Jóhan Martin Christiansen. The exhibition is thought especially for the meeting room in Ole Vinter’s iconic one-storey terraced building from 1953 situated in Håndværkerbyen, Valby. In his installation Christiansen addresses the building’s double-height ceilings and the warmth of the light that pours in from the north turning windows of the studio. He accentuates the imprints of time with the installation of a horizontal band of a delicately tinted pink frieze of plaster that defines the perimeter of the room by running along its walls.

Jóhan Martin Christiansen is an installation artist who works both with found objects as well as with handmade plaster casts and dyed fabrics. He cultivates an attraction in the decaying and worthless, taking on the Arte Povera interest in throwaway materials. His style is sensual, tactile and aesthetic-conscious. Using body-related formats and materials he explores the past stored in them. He tries to form simple connections between the objects he finds, the landscape and the body. He refers to his work with casts as a graphic process, for him, they form afterimages of the surroundings. Jóhan Martin Christiansen (b. 1987) lives and works in Copenhagen. He received an MFA from Malmö Art Academy and is a recipient of Carl Nielsen and Anne Marie Carl-Nielsen Talent Award. Friday 2 June at 16-19.

Join us for the opening of the exhibition Hi, it's Travis by Kaare Golles at Bonne Espérance, a new artist run project space in Valby. The exhibition thematizes the relationship between love and power, jealousy, and social isolation caused by rapid technological development. Opening June 2, 5-8 pm Refreshments will be served for the opening. The exhibition is open June 2-25 2023. The exhibition is generously supported by Grosserer L.F. Foghts Foundation and Valby Lokaludvalg. Bonne Esperance has not level free access. Hi, it's Travis opens concurrently with the opening of the exhibition Leave Me Breathless by Jóhan Martin Christiansen at Ole Vinter Room next door at Værkstedvej 32.

Lørdag 3. juni og søndag 4. juni fra kl. 14-17 er der fernisering på udstillingen Færøsk Billeddialog i Galleri Lars Borella. To færøske kunstnere viser deres nyeste værker. Kunstnerne er Hanni Bjartalíð og Anker Mortensen, der begge er repræsenteret på Færøernes Kunstmuseum Listasavn. Hanni Bjartalíðs kunst – som både kan være tredimensionelle værker eller malerier – er på en gang sanselige, ekspressive, naive, dekorative, intellektuelle, vaklende, inderlige, underfundige og kaotiske. Hanni Bjartalíð skaber en syntese af alle disse elementer. Han formår at samle det eller måske rettere sample det. Hele tiden tager han noget og laver det om til noget andet. Det gennemarbejdede bliver samplet med noget spontant, det voksne bliver samplet med noget barnligt, og det forunderlige er, at det hverken bliver det ene eller det andet, det bliver hverken spontant, voksent eller barnligt. Det bliver til noget helt unikt. Der er tale om en helt ny måde at anskue verden på og en helt ny mulighed for kunsten. Hvis man giver sig tid til hans værker, vil de helt sikkert vende op og ned på ens forestillinger om verden og kunsten.
Der er et nært slægtskab mellem Anker Mortensens maleriske univers og poesi – som han også dyrker. Hans malerier indeholder en stor koloristisk skønhed, med mange umiddelbart uigennemskuelige budskaber. Kunstnerens billeder ´vokser´ for beskueren ved hvert gensyn – som et digt kan ´tage´ læseren.
Anker Mortensen bryder med det temperamentsfulde, ekspressionistiske farvemaleri, der har karakteriseret færøsk landskabsmaleri i en årrække. I hans enkle, asketiske kompositioner indskrænker motivet sig til fx at være hav og himmel, adskilt af en ubrudt horisont, eller lange rolige vandrette linjer i udramatiske, melankolske landskaber, befriede for alle markante træk og enhver illusion. I pastose farvestrøg eller penselhvirvler bliver den uhyre afmålte farveskala stoflig og intens.



Anker Mortensen og Hanni Bjartalíð framsýna í Keypmannahavn

Tíðindaskriv: Lørdag 3. juni og søndag 4. juni fra kl. 14-17 er der fernisering på udstillingen Færøsk Billeddialog i Galleri Lars Borella. To færøske kunstnere viser deres nyeste værker. Kunstnerne er Hanni Bjartalíð og Anker Mortensen, der begge er repræsenteret på Færøernes Kunstmuseum Listasavn.
Hanni Bjartalíðs kunst – som både kan være tredimensionelle værker eller malerier – er på en gang sanselige, ekspressive, naive, dekorative, intellektuelle, vaklende, inderlige, underfundige og kaotiske. Hanni Bjartalíð skaber en syntese af alle disse elementer. Han formår at samle det eller måske rettere sample det. Hele tiden tager han noget og laver det om til noget andet. Det gennemarbejdede bliver samplet med noget spontant, det voksne bliver samplet med noget barnligt, og det forunderlige er, at det hverken bliver det ene eller det andet, det bliver hverken spontant, voksent eller barnligt. Det bliver til noget helt unikt. Der er tale om en helt ny måde at anskue verden på og en helt ny mulighed for kunsten. Hvis man giver sig tid til hans værker, vil de helt sikkert vende op og ned på ens forestillinger om verden og kunsten.
Der er et nært slægtskab mellem Anker Mortensens maleriske univers og poesi – som han også dyrker.
Hans malerier indeholder en stor koloristisk skønhed, med mange umiddelbart uigennemskuelige budskaber. Kunstnerens billeder ´vokser´ for beskueren ved hvert gensyn – som et digt kan ´tage´ læseren.
Anker Mortensen bryder med det temperamentsfulde, ekspressionistiske farvemaleri, der har karakteriseret færøsk landskabsmaleri i en årrække. I hans enkle, asketiske kompositioner indskrænker motivet sig til fx at være hav og himmel, adskilt af en ubrudt horisont, eller lange rolige vandrette linjer i udramatiske, melankolske landskaber, befriede for alle markante træk og enhver illusion. I pastose farvestrøg eller penselhvirvler bliver den uhyre afmålte farveskala stoflig og intens.

PAULUS

Í dag 27.mai verður stór framførsla av oratoriinum, Paulus hjá Felix Mendelssohn- Bartholdy í Norðurlandahúsinum https://www.nlh.fo/?event=9759/korkonsert-paulus - í morgin verður framførsla í Fuglafirði.

Summi renna maraton, onnur ganga fjallatindar; Havnarkórið syngur stórverk. Á jólum framførdi Havnarkórið Jólaoratoriið hjá Bach og á hvítusunnu 27.mai og 28.mai framførir Havnarkórið saman við orkestri og solistum vakra og dramatiska oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy í Havn og í Fuglafirði. Gjøgnum kór, ariur, resitativ, koralir og tónleikabrot verður lívið hjá apostlinum lýst. Umframt kórið, sum telur um 65 kórsangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.
Solistar: Birita Poulsen, sopran (Fo)
Petra Iversen, alt (Fo)
Petter Moen, tenor (No)
Rory Green, bass (Uk)
Duett: Hans Debes, tenor og Høgni Debes, bass
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen.

Í sambandi við framførsluna av oratoriinum Paulus í dag, fer Anne Mette Greve Klemensen at geva eina stutta frágreiðing um Paulus og verkið hjá Mendelssohn. Hetta verður kl. 15.30 í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Konsertin byrjar kl 16.00 í stóra salinum.

Ingálvur av Reyni í 1961 málaði serstaka abstrakta gløðandi málningin, sum er avmyndaður í erva. Hann eitur Damaskus og er eitt undantak í stóra lívsverkinum hjá Ingálvi, ið tó, at hann var trúgvandi maður, ikki var vanur at mála myndevni, sum hava við trúgv at gera. Bíblian sigur øgiligu søguna um tann meinfýsna Saul, sum forfylgdi teimum kristnu, tá hann á veg til Damaskus upplivdi ákallan, umvending og fekk eitt nýtt navn, Paulus og gjørdist ein av týdningarmestu grundleggjarunum av kristindóminum. Undrið í Damaskus er tulkað í mongum listaverkum, tónlistaligum sum myndlistaligum.


Summarframsýning við sámiskari list

Stórbærur endabrestur í sámisku framsýningarrøðini

Jarðargudar, kvinnurørsla, joyk og elektroniskur tónleikur ganga upp í eina hægri eind, tá summarframsýningin við sámisku listakvinnuni Outi Pieski letur upp í Norðurlandahúsinum. Fernisering verður 2. juni kl. 16 - sama dag, sum Mentanarnáttin er. Hetta farna árið hevur Norðurlandahúsið havt eina røð av framsýningum við navnframum sámiskum listafólkum. Nú verður endabresturin - summarframsýningin við sámisku Outi Pieski. Framsýningin eitur Rematriation of a Ládjogahpir - Aftur til Máttaráhkká.

Bannaði høvuðbúnin 

Heitið á framsýningini vísir á ein serstakan høvuðbúna, sum sámiskar kvinnur í Sámalandi einaferð nýttu, ládjogahpiren. Høvuðbúnin er serstakliga sermerktur í sniði - hann er høgur við einum boga ovast,  álíkur horni, sum er úr træi, sum er klætt við toyði. Síðst í 19. øld varð hesin høvuðbúnin bannaður. Kristnir prestar hildu, at djevulin búði í hornskapinum í høvuðbúnanum, so teir bannaðu ládjogahpiren, oyðiløgdu og brendu teir. Síðani máttu sámisku kvinnurnar lata sær lynda við einum flatari og minni høvuðbúna.

Á summarframsýningini verður høgi, hornskapaði høvuðbúnin, ládjogahpiren, givin sámisku kvinnunum aftur - sum eitt súmbol um eina nýggja sjálvstýrandi kvinnurørslu. Hetta verður gjørt við einari røð av verkum, sum eru gjørd í samstarvi millum Outi Pieski og finska granskaran Eeva-Kristiina Harlin.

Lýð á jarðargudarnar

Framsýningin hevur eisini eina sjónbandainnseting, sum verður rópt Guhte gullá – Her at lýða á, sum við bæði elektroniskum tónleiki og sámiskum joyki býður í veitslu undir jørð.  Her dansa ungdómar fyri at gloyma ræðsluna fyri heimsins oyðing og ákalla hjálp frá teimum gloymdu sámisku jarðargudunum. Nú er stundin komin at endurskapa sambandið við tað heilaga, sum er fjalt langt inni í jørðini.

Sjónbandainnsetingin er gjørd saman við døtrunum hjá Outi Pieski, Birit og Katja Haarla, sum vera við til ferniseringina 2. juni í Norðurlandahúsinum.

Um listakvinnuna

Outi Pieski (f. 1973) er samisk myndlistakvinna búsitandi í Ohcejohka (Utsjoki) og Numminen, Finnlandi. Verk hennara sameina ofta samiskt handverk við duodji og nýmótans listarbeiði. Hon hevur m.a. sýnt fram á Venedigbiennalen og er umboðað á nógvum altjóða sýningum á m.a. EMMA - Espoo Museum of Modern Art, Finland, Museum of Contemporary Art Kiasma og Finnish National Gallery.

 Rematriation of a Ládjogahpir - Aftur til Máttaráhkká verður at síggja 2. juni – 11. august. Øll eru vælkomin til fernisering 2. juni, kl. 16.

 

Teitur í uppskoti at vinna tónleikavirðisløn

Teitur Lassen er føroyska uppskotið til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Aftrat dugnaliga føroyska tónlistamanninum eru 12 listafólk og bólkar í uppskoti at fáa Nordisk Råds musikpris 2023. Tey umboða eina fjølbroytta mynd av tónlistaligum sjangrum frá klassiskum tónleiki, jazzi og fólkatónleiki til samtíðartónlist og eksperimenterandi rokk- og popptónleik. Vinnarin verður almannakunngjørdur í Oslo 31.oktober. Vinnarin fær glasfigurin Norðlýsi umframt 300.000 krónur - Eivør Pálsdóttir vann virðislønina í 2021.

Tilnevnd eru: Danmark Anja Jacobsen Peter Uhrbrand, Finnland Maija Kauhanen Petri Kumela, Grønland SIGU, Ísland Elfa Rún Kristinsdóttir Sigur Rós Noreg Berit Opheim Håvard Gimse Svøríki Johan Lindström Norrbotten Neo Áland Whatclub

Her eru nøkur ummæli av Teiti, sum hava staðið á Listaportalinum:

https://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/14/ta-stra-t-ltla-teitur-i-want-to-be-kind?rq=Teitur

https://www.listaportal.com/tidindi/2015/2/20/so-fjarur-og-t-so-nr?rq=Teitur

https://www.listaportal.com/tidindi/2020/3/27/teitur-modern-era?rq=Teitur

https://www.listaportal.com/tidindi/2021/9/6/kosmopolitiskur-letingapoppur-av-velbasta

Katrin Joensen-Næs fekk ársins Ebbuvirðisløn

Rithøvundafelagið boðar frá, at Ebbuvirðislønin varð í dag handað Katrini Joensen-Næs Rithøvundafelagið ynskir Katrin bestu eydnu við komandi verkætlanum hennara.

Katrin Joensen-Næs hevur valt sær eina listaleið innan films- listina. Filmslistin er ung í Føroyum, og man kann siga, at hon er í besta blóma. Katrin hevur í fleiri ár verið ein partur av hesi blómandi listagrein. Filmslistin er helst tann listagreinin, sum sameinir allar listagreinir, men tann parturin, sum hevur størstan týdning fyri ein film, er tann góða søgan.

Hóast sín unga aldur, hevur Katrin latið tveir filmar úr hondum. Hon skrivaði og leikstjórnaði filmin Ábyrgd, sum kom út í 2020. Nakrir av okkara royndastu leikarum høvdu høvuðsleiklutirnar í filminum, eitt nú Ria Tórgarð og Hans Tórgarð. Ummælarar lótu væl at, og Katrin fekk handað Ársins Sálar- heilsuvirðisløn í 2021 frá Sinnisbata. Hetta fekk hon, tí filmurin varpaði ljós á sálarheilsu. Í 2023 kom nógv væntaði filmurin Sæla, sum longu hevði fingið nógva umrøðu, áðrenn nakar hevði sæð hann. Høgni Djurhuus, ummælari, rósti filminum og segði m.a., at “har er einki banalt, einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt.” Og tá ið tað eru orðini og søgan, sum er drívmegin, so er tað fyri hetta, at Katrin fær Ebbu-virðislønina. Katrin hevur gingið á Ritlist. Herfyri frættist, at Katrin var sloppin inn á danska filmsskúlan. Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur er sloppin inn á leikstjóralinjuna fyri spælifilm á Den Danske Filmsskole.

Katrin hevur við sínum filmsarbeiði og frásagnarkynstri víst, at hon fangar við sínum søgum. Tær eru ráar, bersøgnar, og hon torir at nerta við svár evni. Hond hennara skrivar fram eina flá av veruleikanum, sum vanliga er ósjónlig, so hon kemur til sjóndar sum skuggar og ljós á filmsløriftið, har tað avbjóðandi í lívinum fær rúm at vera til, bara soleiðis, sum tað er.

Við øðrum eygum - Listaframsýning við verkum hjá Tummas Jákupi Thomsen

Fríggjadagin 19.mai letur upp listaframsýning við verkum hjá Tummas Jákupi Thomsen í Hæddini Heiðavegi 19 í Saltangará. Fyrireikararnir greiða soleiðis frá: Í sambandi við at listamaðurin Tummas Jákup Thomsen fylti seksti í fjør, vóru vit nøkur vinfólk og fjepparar, sum tóku stig til at skipa fyri einari serligari heiðursframsýning. Heitið á framsýningini sipar bæði til eyðkenda surrealistiska stílin hjá listamanninum – tað, at hann sýnir okkum heimin "við øðrum eygum," og spælir samstundis við tann dupulta týdningin, sum kann liggja í, at vit á føroyskum ikki hoyra mun á "øðrum" og "ørum," og at vit kanska mangan hava hug at síggja "tað øðrvísi" sum "ørt". Ein triðja flá í heitinum er, at til hesa framsýningina eru tað onnur enn Tummas Jákup sjálvur, sum eru sloppin at velja út og heingja upp. Tað verður bæði høvi at síggja og keypa nýggjari verk hjá Tummasi, umframt at fyriskipararnir, Tóta, Paula og Meinhard sýna úrval av myndum, sum tey sjálvi hava keypt frá Tummasi gjøgnum árini, í serligari "fjepparasalon". Framsýningin letur upp við røðu, tónleiki og onkrum løttum til góman fríggjadagin 19. mai kl. 17 - øll eru hjartaliga vælkomin. Mentanargrunnurin, Eysturkommuna og Runavíkar kommuna hava stuðlað tiltakinum

Inuuteq Storch á Venesiabiennaluna

Komandi ár fer ein grønlendskur listamaður, Inuuteq Storch at framsýna á donsku pavilliongini í Veneziabiennaluni. Tað er søgulig stórhending, at Danmark velur at bjóða einum av londunum í ríkisfelagsskapinum at framsýna og eg veit ikki um mann kann siga, at tað er fyri neyðini. Eg skilji í øllum førum væl, at áhugaverdi ungi fotolistamaðurin, Inuuteq Storch er fegin og errin - framsýningin verður ivaleyst framúr; eydnan fylgi honum í Venesia.

Annars kunnu verkini hjá Inuuteq Storch síggjast í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn fram til 29.mai, har hann framsýnir í løtuni saman við Teit Jørgensen fotografi (hann var m.a. fotografur í filminum Tríggir Varðar). Inuuteq Storch (f. 1989) er útbúgvin fotografur frá fotoskúlanum Fatamorgana og International Center of Photography í New York. Han býr í Sisimiut og hevur síðani 2009 framsýnt í Grønlandi, Nýsælandi, Íslandi og USA. Hann hevur givið út fleiri fotobøkur t.d. Keepers of the Ocean (2022) og Mirrored (2021)

Eg havi í fleiri áratíggju hildið uppá, at føroysk listafólk áttu at framsýnt á heimsins týdningarmestu listbiennalu og nú er spurningurin um eg og onnur innan føroyska listumhvørvið tevja morgunluft og møguleikar, men í grundini ivist eg stórliga, tí tað er sum detta vit millum stólar. - Tann besta føroyska samtíðarlistin er ikki samleikapolitisk sum so (og tey, sum nú royna tann vegin, eru í vanda fyri at vera ov sein á sjóvarfallinum). Kanska høvdu vit hasa uppgerðina í hálvfemsunum samstundis sum fullveldisdreymurin logaði (og svímaði aftur). Eftir stendur, at føroysk samtíðarlist ikki er so nógv øðrvísi enn list úr øðrum londum og so er spurningurin nær Danmark og Europa er til reiðar at hava áhuga fyri føroyskari list, ið innihaldsliga, stílsliga og tøkniliga er á sama støði sum teirra egna list. Sum viðger universalan samtíðarligan ekistens heldur enn søguliga kolonialismu og minoritetssamleika. Í øllum førum tykist greitt, at tey innsløg, ið higartil hava verið á Venesiabiennaluni frá smáum landøkjum uttan fult sjálvræði hava snúð seg um júst tað, at vera ósjálvstøðug, kolonialiserað, illa viðfarin osfr. Eg veit ikki nær føroysk listafólk fara at gleða áskoðarar í Venesiabiennaluni við teirra framúrskarandi list, men eg gleði meg og vóni, at tað verður okkara egna initiativ. Í staðin fyri at bíða eftir, at Danmark bjóðar okkum, skulu vit sjálvi framsýna list, ið er og skal fatast javnbjóðis við aðra list úr teimum stóru koloniharralondunum.

Her er ein grein, sum Louise Steiwer ummælari hevur skrivað um Storch og biennaluna https://kunstkritikk.dk/gronland-til-venedig/ og niðriundir eru viðmerkingar frá mær millum ár og dag um alt, sum hini fáa og vit ikki.

“Tað nyttar lítið at gráta um súra mjólk ella seina listarliga menning, mann kann bara staðfesta støðuna og fegnast um tey mongu dugnaligu føroysku samtíðarlistafólkini, sum virka í hesum árum. Men eftir stendur, at Føroyar enn ikki hava tikið lut á Venesiabiennaluni. Tað hevur Ísland síðani 1960 og frá 1984 hava íslendingar havt sína egnu árligu framsýningarpavilliong í Venesia. Venesiabiennalan varð stovnað í 1895, hon hevur verið hildin annaðhvørt ár síðani og verður framegis mett at vera ein av teimum mest týdningarmiklu altjóða pallunum hjá samtíðarlistini. Ein týdningarmikil orsøk til, at føroysk list ikki hevur luttikið í Venesia er sjálvsagt, at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Men eru vit ein partur av Danmark, kann mann undrast um, at danir enn ikki hava boðið føroyskum og grønlendskum listafólkum at framsýnt í Venesia. Eitt er vist og tað er, at vit høvdu klárað tað. Tí – eru vit framvegis eitt sindur afturúr við ávísum skipanum kring listina og hóast vit enn einki samtíðarlistasavn hava í Føroyum, eru vit væl á veg við merkiliga nógvum framúrskarandi listafólkum, ið enn eru púrasta ókend innan heimslistina”…

“..Gallarí i8 í Reykjavík boðar í tíðindaskrivi frá, at verkið hjá framúrskarandi íslendska listamanninum, Ragnar Kjartansson, S.S. Hangover, verður við á 55. biennaluni í Venezia Biennaluni í summar. Altjóða listaframsýningin hevur heitið: The Encyclopedic Palace, og Massimiliano Gioni kuraterar framsýningina, sum varir frá 1.juni til 24.november. Ragnar Kjartansson hevur tikið lut á biennaluni áður. Skipið/verkið S.S. Hangover  fer at sigla millum tvær lendingar í sjálvari kanaluni á biennaluni, og orkestrið verður ein messingsekstett, sum fer at spæla eitt verk hjá Kjartani Sveinsson, tað er gjørt serliga til biennaluna. Skipið S.S. Hangover er í útsjónd merkt av einum tilvildarligum blandi millum grikskt, íslendskt og venesianskt skipasnið, men upprunaliga er talan um ein íslendskan útróðrarbát frá 1934…” 

“Eg veit ikki um tað er bara er í mínum føroyska knokki, at hetta hugskotið gevur eitt serligt afturljóð, stjørnur í eyguni og eitt pinkalítið vet av øvund: "hví kunnu vit ikki eisini gera sóritt..." .  Tað er einki at ivast í, at íslendingar eru nógvar stavnar ella ein heilan ólavsøkuróður framman fyri okkum, tá tað snýr seg um íslendska list í heimslistarhøpi, men heldur enn at grenja kunnu vit lata okkum inspirera av tílíkum hugskotum. Eg ivist ikki í, at føroysk listafólk høvdu kunnað klárað seg altjóða innan myndlistina eins og tónleikarar, men ikki minst kundu vit klárað okkum væl innan tílíkar blandingslistaformar og cross over list, sum Ragnar Kjartansson orkestrerar í Italia í summar. Vit kundu eisini komið við onkrum framúrskarandi, um altso vit umframt at satsa uppá føroyskan dans og træskip eisini dugdu at satsa uppá samtíðarlistina…” 

Væl eydnað avantgardeseminar

Leygardagin var eg á einum áhugaverdum seminari um avantgarde, sum Útbúgvingin í Listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum skipaði fyri í Kongshøll. Høvið var ein risastór bók við 1076 síðum, sum eg enn ikki havi fingið fatur á, tó at eg havi skrivað ein lítlan part. Hetta komst av, at eg í 2017 hitti Tanju Ørum á eini framsýning í Keypmannahavn við listafólkabókum. Eg hevði júst tá skrivað bókina Úr myrkrinum um Tórodd Poulsen og tað endaði við, at eg varð biðin um at skriva eina grein um Tórodd Poulsen út frá einum avantgardeperspektivi í A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, sum Tanja Ørum ritstjórnar – bókin kom út í fjør. Í míni grein um Tórodd Poulsen, Home to hell, valdi eg at leggja dent á yrkingasavnið Heimvitisferðina sjálvt um eg eri greið yvir, at nógv av myndlistaliga verkinum hjá Tóroddi somuleiðis er í nærmastu slekt við fluxus og onnur tílík avantgardulistasløg, t.d. allar tagnarmaskinurnar, men eisini bókaobjektini. Men Heimvitisferðin fekk tær reaktiónirnar, sum tað sømir seg einum røttum avantgardeyrkingasavni.

Í Kongshøll bjóðaði Bergur Djurhuus Hansen vælkomin og greiddi frá endamálinum við seminarinum, at kanna avantgarde sum listaligt hugtak. Hetta var gjørt við útgangsstøði í einum spurningi um hvussu avantgarde sum rørsla og strategi hevur ávirkað og havt týdning í europeiskari og norðurlendskari list og skaldskapi, og um ein arvur eftir avantgarde sæst í samtíðarlist og í yrkingum í dag. Heitið á fyrilestrinum hjá Johannu Drucker var Afterlife of the Avant-garde, har hon bæði lýsti ta søguligu avantgarderørsluna og setti spurningar við hvussu listafólk, sum eru inni í hitanum hjá øllum samfelagsstovnum av týdningi, kunnu halda fram við at eyðmerkja seg sum avantgardelistafólk. Tað var sera áhugavert at hoyra lýsingina av akademiseringini av listini og samanberingar av ymiskum sløgum av radikalum avantgardestrategium. At enda nevndi fyrilestrarhaldarin ymisk dømi um list, sum tó at tað ikki sá tað minsta avantgardekend út, kundi verið tað, helt hon – fleiri identitetspolitisk listafólk við sosialum verkætlanum vóru nevnd og at enda eisini listafólk við ymiskum umhvørvisverndaratlitum og strategium og spurt var, um tey kunnu vera tann nýggja avantgardan. Og tað er gott við fyrilestrum, sum fáa ein eitt petti upp úr stólinum, tí soleiðis skilji eg ikki avantgarde – snúi tað seg ikki um at vera ímóti rákinum/ samfelagnum/ maktstrukturinum osfr? Næsti fyrilestrarhaldari, Tanja Ørum tók støði í tí, hon kallaði The power of the avantgarde. Í hesum fyrilestrinum vóru t.d. dømi um avantgardelistafólk, sum eru dottin burturímillum í listasøguni. Hetta var á sama hátt ein breið presentatión av søguligum avantgardelistafólkum og tað var ikki minst hugvekjandi at hoyra um Ubbeboda listfestivalin, sum skuldi vera ein skulpturfestivalur, men endaði við at snúgva seg um eksperimentala fleirmediala list m.a. orsakað av, at fyriskipararnir ikki høvdu ráð at keypa ordiligt tilfar - eg fekk tann tanka, at vit í einum landi sum Føroyum, har vit standa sera veikt hvat viðvíkir listastovnum, hava havt serliga stóran tørv á list, sum verður framleidd úr “ordiligum’ tilfari, oljumálningum á lørifti (í gullrammum) og standmyndum úr bronsu (hvussu skal mann annars vita um tað er ordilig list) og at hetta er ein av fleiri orsøkum til ta listarligu konservatismuna og tann æviga undirbrotliga hvat-er-list spurningin her á landi. Síðsti fyrilestrarhaldari Martin Glaz Serup fór eitt sindur øðrvísi til verka í sínum fyrilestri um konseptuella skriving og avantgarde í norðurlendskari samtíðaryrking. Men hetta var eisini serstakliga áhugvert við nærlesingum av ymsum bókmentum, ið hava brotið mørk við t.d. vitnisfrágreiðingum og telefonsamskifti millum russiskar hermenn – eitt slag av radikalari realismu, ið ómetaliga rørandi og samstundis skapar etisk ivamál. At enda bar Lív Maria Róadóttir Jæger fram endaorð, sum til alla eydnu vóru ein ljóðyrking. Um kvøldið var avantgarde í praksis í Sirkus, men tá fekk eg tíverri ikki farið.

Samanumtikið var avantgardeseminarið væl eyndað - heilt tilvildarliga og uttan fyri samanhang, men sum partur av tiltakinum Tonik, ið var hildið í sama húsi fríggjadagin, vóru fleiri frálík listaverk hjá m.a. Jón Sonna Jensen, Hansinu Iversen og Randi Samsonsen at síggja í og uttan fyri Kongshøll og á heimvegnum kundi mann so gera sær sínar egnu tankar um hvørt heklaðu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen ella okkurt av hinum verkunum kunnu vera dømi um samtíðaravantgarde?  

úr teksti um tórodd poulsen í a cultural history of the avantgarde in the nordic countries

randi samsonsen

úr bókini a cultural history of the avantgarde in the nordic countries

bergur djurhuus hansen bjóðar vælkomin

soleiðis sær ein ummælari út, sigur johanna drucker

tanja ørum greiðir frá

martin glaz serup

tanja ørum um fluxus

lív maria róadóttir jæger hoppaði upp á ein stól at bera fram eina ljóðyrking

spurningar og kjak

Joel cole

randi samsonsen

hansina iversen

jón sonni jensen

 

 

Paulus hjá Mendelssohn framført á hvítusunnu

Henda serstaka abstrakta gløðandi málningin málaði Ingálvur av Reyni í 1961. Hann eitur Damaskus og er eitt undantak í stóra lívsverkinum hjá Ingálvi, ið tó, at hann var trúgvandi maður, ikki var vanur at mála myndevni, sum hava við trúgv at gera. Bíblian sigur øgiligu søguna um tann meinfýsna Saul, sum forfylgdi teimum kristnu, tá hann á veg til Damaskus upplivdi ákallan, umvending og fekk eitt nýtt navn, Paulus og gjørdist ein av týdningarmestu grundleggjarunum av kristindóminum. Undrið í Damaskus er tulkað í mongum listaverkum, tónlistaligum sum myndlistaligum.

Summi renna maraton, onnur ganga fjallatindar; Havnarkórið syngur stórverk. Á jólum framførdi Havnarkórið Jólaoratoriið hjá Bach og á hvítusunnu 27.mai og 28.mai framførir Havnarkórið saman við orkestri og solistum vakra og dramatiska oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy í Havn og í Fuglafirði. Gjøgnum kór, ariur, resitativ, koralir og tónleikabrot verður lívið hjá apostlinum lýst. Umframt kórið, sum telur um 65 sangarar og fýra solistar, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.
Solistar: Birita Poulsen, sopran (Fo)
Petra Iversen, alt (Fo)
Petter Moen, tenor (No)
Rory Green, bass (Uk)
Duett: Hans Debes, tenor og Høgni Debes, bass
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen.

Jens Dam Ziska MFA

Í síðsta mánaða hevði Havnamaðurin, Jens Dam Ziska sína MFA framsýning í New Wight Gallery á UCLA í Los Angeles, har hann hevur lisið seinastu trý árini. Jens kenna vit annars bæði innan myndlist og akademia; hann tók m.a. lut á samtíðarlistaframsýningini BROT, sum var í Listasavninum herfyri og er harumframt ph.d. í heimspeki frá Oxford University. Hann er útbúgvingarleiðari á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði á Fróðskaparsetrinum, haðani hann hevur havt farloyvi fyri at nema sær myndlistaliga útbúgving. - Tilsamans framsýndi hann átta stórar og smáar málningar á MFA framsýningini, teir flestu eru málaðir í ár. Jens Dam Ziska hevur sum nevnt havt málningar við á fleiri framsýningum í Listasavninum, men nú hóma vit okkurt, ið kann gerast eitt týðandi abstrakt málningaverk í føroyskari list. Jens Dam Ziska arbeiðir við geometriskum og organiskum skapum í komposititónum, ið tykjast skyldar við amerikanskar colorfieldmálarar eftir kríggið, kanska serliga Richard Diebenkorn - Í heyst hevur Jens Dam Ziska framsýning í Havn, meira um hetta seinni. Fotomyndirnar hava Kyle Tata og Ian Byers-Gamber tikið.

Brotamynd

Brotamynd