Sjáldsama vøkur antologi

RITLIST II 2023

Í dag fekk eg ta nýggju antologiina við tekstum hjá lesandi á Ritlist á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði á Fróðskaparsetrinum upp í hendurnar og hugsaði beinanvegin um ta gomlu ummælaraklisjéina um bókina, sum lá væl í hondunum, tí tað ger hon, útgávan ella rættari útgávurnar - tí talan er um fimm hefti, har tey fimm lesandi Súsanna Tórgarð, Katrin Joensen-Næs, Durita Midjord, Beinir Bergsson og Rannvá Glerfoss hava skrivað hvør sítt - og tey eru sjáldsama vøkur. Sniðgevingin hjá Billu Jenný Jónleifsdóttir er superestetisk og modernað við mjúkt litaðu, rómahvítu, ljósagulu, grábláu, og violettu permunum og so báðum ráhvítu gummibandunum, sum halda heftunum saman, men sum jú eisini bera brá av at vera okkurt slag av lummabókum. Tað er væl hugsað og undirstrikar prosesskendu tekstirnar, ið sum heild eru serstakliga ymiskir og jú eisini tekstbrot, ið eru fingin burturúr ymsum evnisviðgerðum í lestrartíðini. Her eru yrkingar, stuttsøgur, dømi um konseptuella skriving og aðrir tekstir, sum eru skrivaður við støði í skiftandi uppgávum, evnum og tekstasløgum. Og tó, at onkur einstakur tekstur møguliga var meira áhugaverdur at skriva enn at lesa er niveauið í lagi - havi sum heild lisið heftini við áhuga og gleði. Her eru yrkingar og prosa, monologar og orðaskifti, sosialrealistiskar persóns- og samfelagslýsingar, heimildaryrking og marrukendar framtíðarvisiónir. Høvundarnir eru ymiskir hvat viðvíkur aldri og royndum – og kanska kunnu vit siga, at tað er eitt sermerki við teimum, sum higartil hava valt at lesa á BA-útbúgvingini innan Listaligt Arbeiði á Fróðskaparsetrinum, at tey eru ymisk, ung og eldri. Hetta er kanska ikki so merkiligt um hugsað verður um, at vit ikki høvdu møguleikan her á landi fyri at velja tílíkar útbúgvingar fyrr enn í 2019, tá hendan útbúgvingin varð sett á stovn. Eftir ætlan skulu fleiri listaligar leiðir leggjast aftrat teimum báðum; ritlist og tónlist, sum útbúgvingin higartil fevnir um. Felags fyri báðar leiðir er, at námsevnini eru bæði verklig og ástøðilig. Endamálið við býtinum er, at tann lesandi ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egið skapandi listaligt arbeiði. - Stóri diversiteturin millum tey lesandi kann allarhelst vera avbjóðandi hjá lærarum og næmingum, men eg hugsi eisini, at ymiskleikin eisini kann geva næmingunum eitt breiðari menniskjaligt og bókmentaligt innlit, um tey lesandi megna at brúka hvønn annan. Um hugsað verður um stóru nøgdina av fólki við listaligum gávum her á landi, hevur tað týdning, at tey kunnu útbúgva seg í einum listaligum og akademiskum umhvørvi. Tað er týdningarmikið, at eitt tílíkt umhvørvi finst og at listaliga verkið hjá teimum lesandi, sum í hesum føri eru tekstir, verða virdir, lisnir, rættaðir, ritstjórnaðir og givnir út.

Tað eru Lív Maria Róadóttir Jæger og Kim Simonsen, ið hava ritstjórnað og samskipað útgávuna saman við teimum lesandi. Upplestur verður úr hesum spildurnýggju tekstum í Reinsarínum mikukvøldið 21. juni klokkan 19.00.

Ritlist II

Forlagið Eksil 2023

Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl

Prent: Føroyaprent

Sniðgeving: Billa Jenny Jónleifsdóttir

Bókin er sett við: Gulim/Batang

Kostnaður: 300 kr