Eija Mäkivuoti sýnir fram í Víngarðinum
Leygardagin 5.august klokkan 15 letur upp forkunnug framsýning í Víngarðinum við verkum hjá finsku fjøllistakvinnuni, Eija Mäkivuoti. Hon býr og arbeiðir í Helsinki, men er javnan á ferð í Norðurlondum ikki minst í Føroyum, sum hon hevur vitjað óteljandi ferð. Hon hevur ofta verið á G! og hevur samstarvað við fleiri føroyskar tónleikabólkar, sum hon hevur fotograferað. Herfyri hevði hon eina hugtakandi minnisframsýning fyri Mikkjali G.Hansen & SIC/ Fighters They Bleed í Smiðjuni í Lítluvík. Í 2015 gav Sprotin út vøkru listafotobókina hjá Eiju Mäkivuoti; Havin hjá Birgit við myndum og søgum úr Føroyum, sum Eija sær okkara land og fólk.
Her um leiðir kenna vit hana helst best fyri fotomyndirnar, men á komandi framsýningini í Víngarðinum verða eisini vatnlitsmálningar og kollasjur at síggja. Nógv ymiskt hevur veitt listakvinnuni íblástur, bæði ítøkilig støð í náttúruni og í listafólkabústaðinum í húsunum hjá Janusi Kamban, har Eija hevur búð og arbeitt fram móti framsýningini. Hesar upplivingar verða knýttar saman við listaástøði og hugsanum innan sonevnda hydrofeminismu og nýmaterialismu.
Verkini snúgva seg í stóran mun um vatn og sjógv, sum listakvinnan bæði er hugtikin av myndevnisliga, samstundis sum hon persónliga ikki er heilt álvilig við havið – hon fær sjóverk av at sigla og hevur leingi verið bangin fyri at svimja. Ein partur av framsýningini snýr seg um kvinnur við sjógv, her listakvinnan tekur støði í fotomyndum m.a. úr Skjalasavninum. Á ein hátt kann sigast, at framsýningin eisini er farin at snúgva seg um viðurskiftini hjá Eija Mäkivuoti við sjógv. Hon hevur arbeitt tætt við sjógv og hevur t.d. gjørt vatnlitsmyndir í samstarvi við vatnið í aldum, hvørs rørslur hava blandað litirnar og verið við til at forma myndirnar. Listakvinnan verður sjálv til staðar á vernissage í Víngarðinum 5.august klokkan 15-17. Hjartaliga vælkomin!
Stuðlar: Society of Swedish Literature in Finland and the exhibition/ residency by Gustaf Packaléns Mindefond. Last year's working periods e.g. to the Faroes was supported by The Swedish Cultural Foundation in Finland, the Finnish-Danish Foundation and Arts Promotion Centre Finland