Summarframsýning í Steinprenti

Ársins summarframsýning fevnir sum vant millum annað um verk hjá dygdargóðu listafólkunum, ið hava arbeitt í Steinprent í seinastuni. Úr ymsum hornum í norðanlondunum og heiman hava vit fingið vitjanir, ið hava havt við sær nýggj sjónarmið, íblástur og ikki minst stimbrandi eldhug listafólksins, sum ger verkstað okkara til eitt livandi arbeiðsumhvørvi. Millum hesi eru Anna Seppälä úr Finnlandi, sum síðan 1998 á ymiskan hátt hevur ríkað føroyska listapallin við litfagra og ekspressiva blómuheimi sínum. Dansknorska Nina Kleivan vitjaði fyri fyrstu ferð á Steinprenti og legði fyri eitt spennandi nýtt samstarv við teim avbjóðingum ið fylgja við. Eisini Julie Sass hevur í mong ár eftirhondini gjørt seg sjónliga í Føroyum, har hon fleiri ferð er vend aftur at framsýna í hølum okkara, á Listasavn Føroya og nýligani í Víngarðinum. Hanni Bjartalíð, sum herfyri fekk Listafólkalønina frá Mentanargrunni Landsins, framsýnir spildurnýggj trærelieff. Matstovan ROKS er prýdd frá loft til kjallara við verkum hjáTóroddi Poulsen. Í hesum sambandi hevur hann seinastu tíðina gjørt eina røð av steinprentum í tráð við hetta konseptið. Fríða Matras Brekku, ið var við til at stovna grafiska verkstaðin í sínari tíð, og Louise Aakerman Nielsen, sum eisini arbeiðir í Steinprenti, eru báðar grafikarar, við drúgvum royndum innan ymsar arbeiðshættir. Við á framsýningini eru eisini nýggju steinprentini hjá Rannvá Kunoy, ið er ein listakvinna, sum av álvara hevur gjørt vart við seg í altjóða listaheiminum. Undurfulla og serstaka litevnið, hon nýtir til málningar sínar hava vit í fleiri ár gjørt litografiskar royndir og nú eru fyrstu áhugaverdu úrslitini at síggja.

Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið bæði í framsýningarhølinum og á verkstaðnum.

Mikkjal Matras Andersson, Steinprent.

hanni bjartalíð

tóroddur poulsen og Hansina iversen

hanni bjartalíð

rannvá kunoy - detail

anna Seppälä

nina kleivan

tóroddur poulsen

louise aakerman nielsen

julie sass