Vakri ljósablái bóklingurin er so tunnur og eteriskur, at hann næstan fer á flog áðrenn mann so mikið sum hevur blaðað upp á fyrstu síðu við skýgerðum. Men eftir sum perman sigur, at hetta er WICKED FYSIKK hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, so visti eg frammanundan, at talan er um eina yrking av hesari verð – eg hoyrdi nevniliga yrkjarinnuna lesa hana upp á einum tiltaki í sambandi við G! í fjør og var tá (innantanna) á gosi og hugtikin um hesa serstøku yrking.
Bóklingurin minnir í skapi bæði um eina listafólkabók og eitt zine, t.e. eitt tekstalslag, ið ofta fevnir um sjálvútgivin verk við tekstum/myndum, ið er margfaldað í kopimaskinu. Eins og ein listafólkabók eru eintøkini talmerkt; mítt eintak er sostatt nummar 20 av tilsamans 42 og at talan er um eina ”veruliga” bókaútgávu, sum kann keypast (fyri 21 krónur (!!)), sæst á ISBN eyðmerkingini aftast. Eg havi seinni fingið upplýst frá Lív Mariu Róadóttir Jæger, at talan er um eina sonevnda chapbook og at hon kann keypast um mann vendir sær til hana ella á bandcamp-síðuni hjá SUPERVISJÓN: https://supervisjon.bandcamp.com/album/wicked-fysikk
Tøl og nummur tykjast yvirhøvur hava ein rættiliga stóran leiklut í yrkingini, sum fyri tað fyrsta er býtt upp í fýra talmerktar partar. Harumframt gongur onkur obskur teljing fyri seg uttast høgrumegin á blaðsíðunum í bóklinginum, ið tú fyrst kanst mistaka fyri reglutøl, men tað heldur ikki heilt. Eg hugsi, at tað kanska er okkurt slag av notutilsping til Aristoteles, ið sum skilst er eitt útgangsstøði hjá yrkingini – eisini í hesum føri upplýsti yrkjarinnan meg um, at talan er um eina sonevnda Bekkers-nummerering, sum er ein citatiónskipan sum verður brúkt spesifikt til at finna runt í teksti og verkum hjá Aristoteles tvørtur um ymiskar útgávur/umsetingar gjøgnum tíðinar. Fysikkin hjá Aristoteles er eitt savn av vísindaligum tekstum um ymisk náttúrufyribrigdi, sum grikski filosoffurin og fjølfrøðingurin skrivaði í fleiri ritgerðum. Heimsmyndin hjá Aristoteles var geocentrisk og tók støði í teimum fýra frumevnunum, í rørslum, broytingum, íkomu og hvørving við atliti til sansir, minni og tilvit. Sjálv havi eg eina nógv betur hilling á hinum útgangsstøðinum hjá yrkingini, t.e. popphittið Wicked Game hjá Chris Isaak frá 1989 og sum David Lynch hevði við í síni døkku grimdarromansu, Wild at Heart í 1990, tá ungdómar av álvara tóku innsmikrandi dapra sangin um ólukkuligan kærleika til sín. Millum okkum lesandi fyrst í hálvfemsunum var sangurin koyrdur á repeat og var ein formidabul og nógv nýttur klemmi-og fríggisangur.
Aristoteles skilir í millum tað, sum er í rørslu og tað, sum stendur stilt og tað er við hesum setningi í parentes, at yrkingin byrjar við eini staðfesting av, at okkurt er úr natúr meðan annað ikki er. Síðan stinga nakrir meira gerandisligir og samtíðarligir lutir seg upp sum sofa, sjónvarp og videolag - spurt verður um hvar hesi passa inn. Endurtikna reglan ”minni um skýggj/ minni um skýggj” festir í myndirnar av skýggjum í bóklinginum og leiðir okkum yvir í næsta part, sum lýsir eitt minni um videolagið hjá Herb Ritts av Wicked Game, har tónleikarin Chris Isaak og supermodellin Helena Christensen spæla forelskaði á eini strond í Hawaii. Videolagið verður í huganum á yrkjaraegnum til eitt slag av skapanarsøgu um tey fyrstu menniskjuni á jørð, sum ”koma úr aldunum/ næstan nakin”. Teir báðir leikararnir verða lýstir sum mann sær teir í videolagnum í sansaligum nærmyndum av húð og eygnavippum og við samkennandi eitt sindur barnsligari empati: ”hvassi hvassi pálmin/ hon gníggjar kroppin har/ eg haldi at hon fær ilt”. Yrkjaraegið roynir at skipa hesi minni sambært kategoriseringini hjá Aristoteles av tí, sum er í rørslu og tað, sum er stilt. Triðja brot snýr seg um at minnast tíðina, sum fer; egpersónurin er bangin fyri at gloyma og minnast sítt lív gjøgnum sjónvarpsrásina MTV.
”…eg minnist aftureftir
gjøgnum linsuna í einum kamera
eg skilji at tíðin er ein døkk mekanikk
ein rond millum land og sjógv á monokromum Hawaii
í einum videolag…”
Umframt at vera væl útborin intellektuelt við vitan um samtíðarrák og -poesi og við eini sermerktari yrkjararødd og tóna, dugir Lív Maria Róadóttir Jæger at skriva so at tað bæði situr og flýgur og tað er ein nógv sjáldnari eginleiki enn mann skuldi trúð. Hon er fødd í 1981, er útbúgvin mag art innan filosofi og gav í 2015 út yrkingasavnið Hvít Sól. Í 2020 kom seinasta yrkingasavnið higartil, Eg skrivi á vátt pappír, sum hon fekk Virðisløn M.A.Jacobsens fyri, men inn í millum hevur hon gjørt ymiskt annað á listútbúgvingini á setrinum, har hon starvast og ymiskt crossover – eitt nú verða hennara tekstir ofta brúktir í tónleikaverkætlanum eins og teir til tíðir verða til visuella poesi í steinprentum og eini flottari veggjaryrkingsáheitan til landsstýrismannin í mentamálum, sum var inspirerað av America hjá Allen Ginsberg og Europa hjá Athena Farrokhzad.
WICKED FYSIKK er altso ein skapanarsøga, sum yrkjaraegið ger sær við støði í einum monokromum videolagi frá 1991, har ítøkilig element sum vatn, pálmatrø, lava- og sandstrond umskarast við skýggj, gos og damp, ið eru ólikamlig og óítøkilig eins og minnið. Í fjórða parti av yrkingini verða tær fyrstu staðfestingarnar endurtiknar, men nú eru náttúrufyribrigdini skift út við minnini, ið eisini eru natúr. Eisini her eru praktfullar orðingar um tey bæði æviga spilnaknu frummenniskjuni, Helenu og Chris, sum altíð fara at vera til - tað klæðir yrkingunum, tá tær flyta seg undan sínum hugsaða varsemi og stoyta seg út av eggini.
”teirra videohúð
teirra grovu stelkar
tey fara ongantíð í klæðir
tey fara altíð at vera til!
teirra børn búgva í pálmunum
og teirra armar eru stórvaksin bløð
hárið er fræhvítt kokos
og sólin skínur millum teirra tenn”
Ein stórur trupulleiki við hesari ljósabláu útgávuni er, at hon fær lesaran at brellast - so kæra Lív, skriva meira! Nógv meira!