Í dag fyllir Eivør Pálsdóttir fjøruti ár. Tað er ikki forferdiliga nógv at fylla og á Listaportalinum plaga vit ikki at feira fólk fyrr enn árini hava fjølgað um avrikini, men í hesum førinum gera vit eitt undantak, tí sum listafólk er henda daman úr Syðrugøtu í serflokki. Og tó, at Eivør er í besta aldri, er hon sera roynd fyri ikki at siga gomul í garði innan tónleikin – liðin eru ikki minni enn 23 ár síðani hennara fyrstu útgávu, tá øll gjørdust varug við hennara framúrskarandi rødd og sjáldsama musikalitet – sum partur av Clickhaze vann Eivør Prix Føroyar í 2001, men at syngja byrjaði hon longu sum undurbarn og restin er tónleikasøga.
Eivør Pálsdóttir er ein einastandandi góður sangskrivari, miðlari, performari, tónleikari og sangari við heilt sjáldsama musikalskari og vakrari ræddarmegi og fyri hetta er hon heiðrað fleiri ferð og á ymiskan hátt – í 2021 fekk hon tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins og sama ár riddarakross, men hon er eisini heiðrað av sínum starvsfelagum Danske Komponister og Sangskrivere DJBFA – hon hevur vunnið nógvar FMA virðislønir og í 2016 fekk hon trý ára starvsløn frá almennu Føroyum úr Mentanargrunninum. Í einum eldhugaðum ummæli, sum eg skrivaði eftir eina framúr konsert fyri seks árum siðani í Sjónleikarahúsinum í Havn varð staðfest, at ”Tað eru ómetaliga fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi hátt, sum Eivør. Tað ger hon við eini rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan dag, men sum hon við venjing og royndum hevur forfínað til eitt instrument, ið ger júst tað, hon setir sær fyri at gera uttan mun til um tað er høgt ella lágt, stillt og inniligt, stórsligið ella løtt við villskapi. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rørandi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi autoriteturin vakti í okkum. Sangurin um Mjørkaflókar var so rørandi framførdur, at eg haldi, at vit øll somul í huganum brustu í sjóðheitan grát um øll okkara elskaðu, sum hvørva av alzheimer, demens og av deyða og løtu seinni vóru vit í tónleikaligari ekstasu av Boxes..”.
Virkisleiðin hjá Eivør er fjølbroytt og altjóða – hon er í heilum uttalands á turné og framførir í veldugum høllum í USA og kring Europa saman við øllum møguligum – tað hoyra vit kanska ikki so nógv um her heima, men altíð kemur hon ”hoym” at uppfylla sín náttúrliga leiklut sum drottningin av G! við stórliga fagnaðum framførslum. Hennara higartil síðsta útgáva, Segl kom í 2021 – tað var ein liveútgáva av Segl (2020) og vit gleða okkum til at hoyra nýtt frá henni. Mítt føðingardagsynski skal vera, at vit fara at hoyra meira til Eivør í Kringvarpsútvarpinum bæði á runda føðingardegnum, men eisini aðrar dagar. Hjartaliga til lukku Eivør!
Kinna Poulsen Listaportal