Ólavsøkuframsýningarnar eru mangar í ár. Í Smiðjuni í Lítluvík letur framsýning upp ólavsøkuaftan klokkan fýra við verkum hjá Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn. Sirið Stenberg, landstýriskvinna setir framsýningina, og Petra Iversen syngur. Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club letur upp í Müllers Pakkhúsi longu 27.juli kl 16 og samstundis letur framsýning upp í Gallarí Havnará við Kára Svensson. Í Steinprent er eisini opið á ólavsøku sum vant. Har er ein framsýning við blandaðari dygdarlist.
Um mann hevur hug at síggja ta “ordiligu” Ólavsøkuframsýningini, sum Listafelag Føroya hevur skipað fyri síðan 1948, fer mann sum siður er í Listasavn Føroya ólavsøkuaftan klokkan trý. Har hevur Kirstin Helgadóttir kuraterað eina framsýning við listafólkum, sum hon hevur valt út. Framsýningin hevur undirheitið Gerandisopinberingar. Luttakarar á framsýningini: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Malan Jógvansdóttir, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Búi Rouch, Elin Josefina Smith Wolffsen, Guðrið Poulsen, Hanni Bjartalíð, Hauge Djernis í Gongini, Jens Dam Ziska, Jens Ladekarl Thomsen, Maria Guldbrandsø Tórgarð, Jógvan Andreas á Brúnni, Jóhan Martin Christiansen, Frank O. Berari, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Sunniva Ingrið Jacobsen, Tordis Vang, Jón Sonni Jensen og Trina Gaard, Rannvá Holm Mortensen, Vár Samuelsen, Vónbjørt Vang, Øssur Johannesen og Æsa Tróndardóttir Frýdal.