ÓF 2023
/Á hvørjari ólavsøku er Ólavsøkuframsýningin í Listasavninum eitt mást og ein av ársins týdningarmestu framsýningum. Hesa ferð hevur Listafelagið biðið Kirstin Helgadóttir um at kuratera og tá eg frætti, at hon hevði valt at gjøgnumkuratera framsýningina og ikki sum siður einaferð var á ólavsøku, at lata tað vera frítt hjá fólki at senda inn verk til sensur - fekk hetta meg at vænta eina ruddiliga og stramt kurateraða framsýning. Í staðin líkist Ólavsøkuframsýningin 2023 eini veruligari Ólavsøkuframsýning við nógvum ymiskum framsýnarum og ramasjang og tað er stuttligt og undirhaldandi við fleiri skiftandi hugløgum. Ólavsøkuframsýningin er í sjálvum sær kaotisk av lyndi og fær helst illa verið annað, tá mann kjokkar 29 ymiskar framsýnarar inn í Listaskálan.
Tað fyrsta, sum møtir áskoðaranum, er ein veggur við gipsverkum hjá Jóhan Martini Christiansen. Tað er á vegginum, sum ikki eigur at vera í Listaskálanum, tí hann kemur uppfyri og minkar um heildarupplivingina av sjálvum framsýningarhølinum. Men sigast skal, at veggurin sjáldan hevur verið vakrari upphongdur enn beint nú, gipsverkini hjá Jóhan Martini hanga á honum í einari friðsælari, monumentalari og miðsavnaðari uppheinging. Framsýningarheitið, Gerandisopinberingar stendur skrivað á veggin vinstrumegin í tveimum orðum, eg veit ikki hví - samansett navnorð verða vanliga skrivað saman í einum orði á føroyskum. Men líkamikið; heitið riggar merkiliga væl til hesi stillisliga hátíðarligu verk, sum eru stoypt úr nøkrum so gerandisligum sum pappeskjum. Við síðuna av eru Ævig tár, t.e. verk hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, sum mann kennir aftur alt fyri eitt - so skroypiligt, sentimentalt og samstundis listaliga búgvið, tað er. Hinumegin á balkongini heldur poetiskt stillisliga huglagið fram í vøkru kollasju- og yrkingarøðini um náttúru; Øldir og upphav hjá Vónbjørt Vang og teimum um somu tíð geometrisku og organisku felagsverkunum hjá Jón Sonna Jensen og Trinu Gaard. Tá mann so gongur trappurnar oman í salin, líkist tað meira eini ordiligari Ólavsøkuframsýning við fólkum, ballónum og bummfallera! Mitt í rúminum stendur ein stór svørt standmynd úr viði. Tað er Tempul til T – Plássið, ið tú tekur upp í verðini eftir Guðrið Poulsen, sum minnir eitt sindur um eitt klatristativ og tað vóru børnini ólavsøkuaftan ikki sein at finna út av og brúka kreativt – tað var herligt at síggja. Ikki langt frá hesum verkinum hanga nøkur vøkur relieff hjá Hanna Bjartalíð, sum júst herfyri fekk listaløn tillutaða og sum komandi trý árini ætlar at arbeiða í størri skala. Tað er gott, tí vit á standmyndaøkinum treingja til ta nýhugsan, sum m.a. hansara skulpturella list hevur umboðað í mong harrans ár.
Tað er sum kunnugt Listafelag Føroya, ið síðan 1948 hevur skipað fyri teirri týdningarmiklu Ólavsøkuframsýningini – á hvørjum ári bjóðar Listafelagið einum nýggjum persóni at fyriskipa framsýningina heilt eftir sínum egna høvdi og sannføring. Í ár var tað altso Kirstin Helgadóttir, grafikari og listakvinna, ið fekk heiðurin og uppgávuna, sum hon hevur loyst væl saman við 28 ymiskum listafólkum undir felagsheitinum Gerandisopinberingar. Temaframsýningar kunnu til tíðir tykjast meira fýrkantaðar enn áhugaverdar, men soleiðis er ikki við ÓF 2023, tí evnið er serstakliga ymisliga viðgjørt. Gerandisopinberingar er kanska eisini eitt so mikið opið og samansett hugtak, ítøkiligt og abstrakt, at tað leggur upp til ymiskleika. Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna.
Ólavsøkuframsýningin er sera fjølbroytt við 45 verkum (umframt yrkingar og myndir í myndaskránni), sum tøkniliga og tilfarsliga fevna nokk so breitt um poesi, relieff, standmynd, málningar, dans, pappírsklipp, video, installatión og kanska performance – eg kom eitt sindur seint til upplatingina – tað kann mann koma til, tá mann situr væl og leingi og tað regnar úti. Men eg hugsi, at onkur performance møguliga hevði verið partur av verkinum hjá Jens Ladekarl Thomsen og Mariu Guldbrandsø Tórgarð, sum m.a. inniheldur eitt video av einum mutlandi sangara - tað plagar annars at vera áhugavert at hoyra hvat Bartal hevur at siga og syngja og møguliga er ymiskt eisini sagt har, tí installatiónin er átøk einum palli við tveimum mikrofonum - installatiónin tykist yvirhøvur eitt sindur eksperimenterandi, garasjukend og skitin og har luktar hóskandi nógv av fukti í rúminum, sum vanliga plagar at vera forrúmið hjá permanenta bingjuverkinum hjá Tróndi Paturson. Hini bæði videoverkini á Ólavsøkuframsýningini eru bæði stødd handan veggin í norðara enda á Listaskálanum og eru áhugaverd og ymisk; kanska skuldi verkið hjá Hauge Djernis í Gongini sloppið at breitt seg einsamalt har. Hetta er ein at síggja til lutfalsliga einføld installatión við heitinum, The Game of Life, har videoupptøka av onkrum kyktum (- er tað silvurfiskar? - huff eg hati silvurfiskar -), ið verður varpað uppá gips, skapað sum ein hvítkálkaður steinveggur – hevur mann verið á ves í til dømis kjallarinum á Essabar, so sær veggurin á leið soleiðis út og fuktur og luktur og tess meira tú hyggur, jú meira kropsligt árin fær hetta verkið, so at tað fer at skriða av hesum ógvuliga vanliga skaðadjóri, sum hevur livað á jørðini í 300 milliónir ár og sum enntá hevur funnið sær veg inn í ta fínu framsýningarskránna hjá Kirstin Helgadóttir í ein av prostatekstunum hjá tí altíð áhugaverda og viðkomandi Beini Bergsson. Hetta sama slagið av list, ið vekir sansaligar endurminningar, finna vit í framúr fínu keramikkflísaverkunum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus av wc-gólv- ella veggjastrukturum við implementeraðum fotomyndum. Tað tykist so óendaliga privat og persónligt, men er samstundis universalt, bæði fjálgt og órógvandi - tað minnir um at vitja ommu onkuntíð fyrr í tíðini, har munur var millum eygnalappar og rumpulappar og alt møguligt týdningarmikið, men mann minnist ikki ordiliga hvat. Nakað nógv av minni týdningarmiklum verkum eru við á framsýningini og uppsetingin kundi somuleiðis tikið betur kvalitativ atlit til einstøku verkini, men samanumtikið er støðið á Ólavsøkuframsýningini høgt og so er tað nokk so herligt at kuratera eina framsýning uppá handan mátan, t.e. bæði óruddiligt og sjenerøst. Okkurt er hent við list í hesari øldini, ið hevur flutt alt listaøkið – eisini listamóttakarin á eitt hægri støði. Og júst hetta er eitt møguligt svar til viðmerkingina, eg fái um, at eg ikki eri eins hvøss og negativ sum eg plagdi at vera í mínum ummælum. Støðan er heilt einfalt ikki líka skramblut sum hon var. Tað er t.d. hugvekjandi, at sjálvt um eg kann telja upp í fleiri hendur av markantum føroyskum listafólkum, sum IKKI eru við á Ólavsøkuframsýningini og sjálvt um allir framsýnarar á ÓF23 neyvan eru ella verða myndlistafólk, ja, so sýnist heildin áhugaverd og væl hugsað. Framsýningin er inspirerandi sum slíkar skulu vera tað og fáa meg at hugsa, at onkuntíð skuldi mann gjørt eina totala top of the pops Ólavsøkuframsýning.
Gerandisdagsopinberingarnar eru fjølbroyttar og kunnu snúgva seg um náttúruupplivingar sum tær av fossunum hjá Øssuri Johannessen. Í fleiri førum snýr tað seg um at halda uppá egnan sjálvsavgerðarrætt - ikki tjóðskaparliga (als ikki!), men meira persónliga sum í fínu verkunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir ”Tornurósa vakti seg sjálva” og hjá Elin Josefinu Smith Wollfsen við herliga heitinum ”JEG GERI SUM JEG VILL” - eingin uppíblanding neyðug! Eitt afturvendandi rák seinnu árini er crossover list og tað, at fleiri luttakarar í Ólavsøkuframsýningini eru listafólk innan onnur listasløg enn tað myndlistaliga, tey eru rithøvundar, grafikarar, dansarar, tónleikarar osfr. Poesi hevur fingið eitt serligt pláss á framsýningini, ið sæst bæði beinleiðis í verkunum, men eisini á heitum sum hjá Bruno Mikael Eysturstein í hansara áhugaverdu uppseting av einum cartoonkendum oljumálningi og bátaróðri "Navigating the Chiaroscuro Abyss: A Voyage Beyond Tempestuous Veils".
Fleiri av teimum yngru listafólkunum eru í ferð við útbúgving og menning. Tað er gott. Í sambandi við ÓF23 hava fleiri teirra kastað seg út í tað mest torføra, avdúkandi og krevjandi listaslagið yvirhøvur; málaríið - tað er imponerandi og verður kanska eisini gott. Videoverkið hjá Búa Rouch, Annie Jammeh og Anna Schübel er vakurt og rørandi og hevði uppiborið eina staðseting púra einsamalt inni í einum rúmi, men tvætl; Listaskálin er nú einaferð sum hann er! Tað kunnu og skulu vit ikki broyta uppá. Við øllum sínum avmarkingum, radiatorum og kontaktum, so er hann okkara listakatedralur, sum minnir á hvussu stutt tað er síðani, at føroysk list yvirhøvur var til og hvussu týdningarmiklan leiklut Listafelagið hevði og hevur fyri listina í Føroyum.
Framsýningin er opin til og við sunnudagin 13. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17. Luttakarar á framsýningini: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Malan Jógvansdóttir, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Búi Rouch, Elin Josefina Smith Wolffsen, Guðrið Poulsen, Hanni Bjartalíð, Hauge Djernis í Gongini, Jens Dam Ziska, Jens Ladekarl Thomsen og Maria Guldbrandsø Tórgarð, Jógvan Andreas á Brúnni, Jóhan Martin Christiansen, Frank O. Berari, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Sunniva Ingrið Jacobsen, Tordis Vang, Jón Sonni Jensen og Trina Gaard, Rannvá Holm Mortensen, Vár Samuelsen, Vónbjørt Vang, Øssur Johannesen, Æsa Tróndardóttir Frýdal.
Hóskvøldið 3. august er kvøldaropið á Listasavni Føroya. Vit varpa ljós á Ólavsøkuframsýningina, ið hevur heitið “Gerandisopinberingar”. Fyrst lesur Beinir Bergsson, rithøvundur, stuttar tekstir, sum hann hevur skrivað til framsýningina, og síðani verður farið runt í serframsýningini saman við Kirstin Helgadóttir, fyriskipara, har hon greiðir frá framsýningini, og útvaldum listafólkum, sum siga eitt sindur um verkini hjá sær.
guðrið poulsen
Ole Wich
Anný Djurhuus Øssursdóttir
Anný Djurhuus Øssursdóttir
Hanni Bjartalíð
jóhan martin christiansen
hauge djernis í gongini
Billa Jenny Jonleifsdóttir
Jens Dam ziska
Øssur johannessen
Búi Rouch, Annie Jammeh og Anna Schübel
Bruno Mikael Eysturstein
Alda Mohr Eyðunardóttir
Æsa Tróndardóttur Frýdal