Nógv fólk hava sæð framsýningina í Víngarðinum við málningum hjá Silju Strøm. Komandi vikuskifti verður stongt, men hevur onkur hug at síggja framsýningina, ber til at gera avtalu við kuratorin á kip@glasir.fo
Talan er um oljumálningar á pappír og plátu. Elegantu bylgjandi figurlinjurnar eru eyðkendar fyri listakvinnuna, men hennara myndarúm eru vorðin nógv meira samansett og kompleks. Koloristiskt sýnast myndirnar somuleiðis samanhangandi við lýsandi bráum av reyðum, gulum og bláum við komplementerum skuggum, sum alt samalt savnast í gulum, ljósareyðum ella ljósabláum támi. Tað snýr seg framvegis um viðurskifti millum menniskju og umhvørvið sum tað gjørdi fyrr hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning í Steinprenti við heitinum The People and the Things, men Silja Strøm hevur ment seg nógv sum málari. Myndirnar eru sterkar og samantrunkaðar sum listaligir bótamolar við fleiri fláum og samanhangi millum tær, soleiðis at huglagið letur seg lesa í fleiri stigum. Við fjarstøðu sært tú myndirnar sum abstraktar við litum, rørslum og bygnaði, men tá tú ert komin eitt sindur nærri, varnast tú ymisk skap, ið spakuliga daga undan og samlast í tínum hugaheimi. Framsýningarheitið er somuleiðis fleirtýtt; I WANTED ANOTHER LANDSCAPE, ANOTHER TONGUE er ein setningur, sum Silja hevur lænt úr eini skaldsøgu hjá Virginia Woolf, har hann verður brúktur til at lýsa vakurleikan, ið er so vakur, at hann ikki kann lýsast við orðum. Myndirnar tykjast merktar av stórari máligleði, men sjálvt um málningarnir bæði formliga og innihaldsliga tykjast á tremur í orku og lívsgleði, hómast eisini fleiristaðni ein farri av sorgblídni. Mær tørvaði eitt annað landslag, eitt annað tungumál. Tátíðarformurin hevur okkurt slag av frástøðu við sær og óbundna orðingin fevnir um fleiri sløg av longsli – tá talan er um tungumál, kemur mann kanska eisini í tankar um, at Silja seinnu árini hevur havt fleiri heimlond, Bretland, har hon býr í dag, Skotland, har hon var útbúgvin og Føroyar her hon vaks upp í Vestmanna.
Komandi dagarnar er so statt opið í Víngarðinum eftir avtalu og annars er opið 20.-22. Juli og 27. juli.