Ein bleyt framsýning við broddi

Neyvan er broddur mjúkur at strúka, tí tað eru tey ytstu grovu hárini á seyðaullini, vit kalla brodd. Broddur kann somuleiðis sipa til okkurt hvasst ella spískt, sum stingur seg fram - tað kundi tessvegna ligið okkurt progressivt í at kalla eina framsýning fyri Brodd og tað ger tað eisini - í øllum førum partvíst á framsýningini, Broddur, ið somuleiðis fevnir um mjúkar flatar. Framsýningin læt upp í dag, 2.juli í Müllers Pakkhúsi. Meðan eg gekk runt og skoðaði tey fínu verkini, fekk eg brádliga tann tankan, at vit møguliga hava gjørt tóvirkislistini eina bjarnartænastu við øllum teimum mongu tilfarsligu, handverkligu, siðsøguligu og eftirhondini eisini rættiliga eksotiserandi (ferðafólkavinaligu) frágreiðingunum, sum partú skulu knýtast uppí hana. - Alt gott um ull sum Føroya gull og burðardygt tilfar osfr. men skal tekstillistin javnsetast við aðra myndlist í okkara tíð, má hon leggja ullarprátið á hillina - samanbera vit við oljumálningar, standmyndir og installatiónslist, so fevna tey listaverkini eyðvitað um annað og meira enn bara sítt tilfar og tøkni. Fleiri dømi eru á framsýningini um tekstilverk, ið onkursvegna transcendera sítt ullinta upphav og gerast poetisk.

Gamaní er framsýningin í Müllers Pakkhúsi, sum tað hoyrist á framsýningarheitinum og fleiri verkheitum, miðsavnað um ull sum tilfar við dømum úr t.d.húsbúnaði, húsabjálving og klædnadesign og einki er at ivast í, at ull sum tilfar eisini er høvuðsevnið á temakvøldinum, sum verður hóskvøldið í sambandi við framsýningina, men tað er kortini heilt týðiligt, at tey listaligu atlitini hava ligið frammarlaga - tað sást á mátanum framsýningin er sorterað og disponerað, so at tað er ein fragd at skoða hesi abstraktu høvuðsverkini úr føroyskari listasøgu og samtíðarlist.

Tað eru tær báðar listakvinnurnar, Súsan í Jákupsstovu og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, sum skipa fyri framsýningini, ið verður at síggja alla vikuna til 9.juli frá klokkan 12 til 18. Súsan og Ragnhild framsýna sjálvar stórfingin verk sum til dømis stóra vovna verkið hjá Ragnhild, sum hon framsýndi á framsýningini BROT í Listasavninum. Tað er millum tey nýggjaru listaverkini á afturlítandi framsýningini í Müllers Pakkhúsi; eitt einastandandi flott tekstilverk, ið um somu tíð tykist grafiskt neyvt og dramatiskt við at síggja til óstøðugum organiskum formatiónum, sum sveima í svarthvíta myndaflatanum og tykist umbroytast meðan tú hyggur. Fiskastykki hjá Súsan í Jákupsstovu er ein fjálg og vøkur vovin mynd frá umleið 1980 við dekorativum, geometriseraðum gráum og bláum mynstri og við heitari gulum og brúnligum skapum rundanum. Myndevnisliga útgangsstøðið er tikið í snøgga saltfiskaskapinum og mynstrunum, tá fiskurin varð breiddur - sum listakvinnan upplivdi sum smágenta á fiskastykkinum í Sørvági - men alt tað hevur í roynd og veru lítlan og ongan týdning fyri fatanina av einum tílíkum konstruktivistiskum verki, ið skapar sín egna sjálvstøðuga heim av formum og litum, sum broytist alt eftir hvagar tú hyggur og fokuserar á myndaflatanum. Mann má geva sær tíð at hyggja, at mann varnast øll frábrigdini og forskjótingarnar, ið henda tá tú skiftir millum at lata eygað hvíla á staklutum og heildum,

Framsýnarar: Astrid Andreassen, Ása Hátún, Neysting, Guðrun & Guðrun, Poulina Jóanesardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Súsan í Jákupsstovu, Tita Vinther, Thorup Copenhagen, Ulladukkurnar (livandi verkstova) og Wuul.

Hóskvøldið 6.juli klokkan 18 verður temakvøld í sambandi við framsýningina. Framløgur: Alfred Olsen um húsabjálving, Dorthea Joensen, frá Búnaðarstovuni, Sissal Kristiansen um lesull, Dorit Hansen og Guðrun Elttør, um Spinnaríið, Wuul, um Ullarulluna, Súsan í Jákupsstovu.

súsan í jákupsstovu

Tita Vinther

blómur á ferniseringsdegnum

ragnhild hjalmarsdóttir højgaard

Poulina jóanesardóttir

Ása hátún

súsan í jákupsstovu

astrid andreasen

Astrid andreasen brotmynd

thorup copenhagen - ragnhild hjalmarsdóttir højgaard