Maibritt Marjunardóttir - ein listakvinna á veg!

Maibritt Marjunardóttir er eitt navn, vit í vaksandi mun eru farin at leggja til merkis á Várframsýningum og øðrum bólkaframsýningum. Kanska minnast tit eina serstaka standmynd á Várframsýningini fyri tveimum árum síðani, sum var bundin úr VHS-bondum? Hon stóð har við sínum organiskt amorfa skapi og sá út at vera dottin av mánanum beint niður á steinflisarnar í Listaskálanum. Tað sama var galdandi fyri tað verkið, eitt systurverk, sum Maibritt framsýndi sama ár á Ólavsøkuframsýningini, har amorfa skapið var sett upp í móti einum rektangulerum rammuskapi. Hesar standmyndir eru hugtakandi formliga og tilfarsliga og sameina hugnaligt hondarbeiði við døkka avantgardulist, tað kenda við tað fremmanda og so snýr tað seg í stóran mun um at granska tilfarið. Tað er sjálv samansetingin millum bleyta formin og tað harða, skróvandi tilfarið, ið ger standmyndirnar áhugaverdar. Listakvinnan endurnýtur eitt tilfar á óvæntaðan hátt. Standmyndirnar gerast hervið partar av nýmaterialistiska rákinum seinastu árini, sum vit eisini hava sæð í verkum hjá Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonna Jensen.

Maibritt Marjunardóttir gekk á Designskúlanum í Kolding og tók yvirbygningin á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Umframt luttøku á ymiskum framsýningum hevur hon arbeitt við klædnaplaggum og hevur eitt nú samstarvað nógv við Eivør og gjørt fleiri av pallbúnunum hjá mætu sangarinnuni. Í løtuni tekur Maibritt lut á eini framsýning á Röhska Museum í Svøríki. Og meðan vit gleða okkum til at síggja meira frá hesi áhugaverdu listakvinnuni, kunnu vit hyggja at nøkrum myndum frá teirri framsýningini. Her er leinki til heimasíðuna hjá Röhska

  https://rohsska.se/en/exhibitions/nordic-fashion-now-knitwear-and-print/