Heiðrikur á Heygum KJØT
/Heiðrikur á Heygum framsýndi í novembur til januar framsýningina, "Kjøt" í Toronto. Nú er framsýningin komin til Føroya, og letur upp fríggjadagin kl. 15.00 í Müllers Pakkhúsi.
Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiðir um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum: "Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum, og skifta tað út við glampandi plastikk. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava óivað sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin? Tað er alt kjøt. - Hesir vatnlits- og gouachemálningar eru av kjøti frá føroyskum seyði, ið bøndur hava flett, pakkað og síðani selt á alnetinum”.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 31. mars kl. 15.00 - 18.00, og er opin hvønn dag fram til 9. apríl.
Væleydnað sjónvarpsrøð um at vera ella ikki at (vilja) vera tjóð
/Hóskvøldið var triði og í hesum umfari seinasti partur av røðini O, móðurlandið sendur í sjónvarpinum og eg má siga, at eg gleði meg til at síggja restina av røðini, sum Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis fyri Kringvarp Føroya.
Sendirøðin hevur longu íbirt kjak, lesarabrøv og viðmerkingar. Tað er í sær sjálvum frálíkt og kanska eisini væntandi, tí evnið um støðuna hjá Føroyum í danska ríkinum er óavklárað og politiskt eymt – einhvør tílík viðgerð verður av sær sjálvum til eina politiska lakkmusroynd - hugburðurin til sendirøðina avdúkar um mann er fyri ella ímóti føroyskum fullveldi/sambandi við Danmark.
Kjakið vakti mítt forvitni at síggja sendingarnar, sum eg av praktiskum áðum ikki hevði sæð. Havi nú hugt at øllum trimum pørtum og skilti serliga at byrja við hví tjóðveldisfólk tykjast nøgd, meðan javnaðarfólk og serliga samríkjasinnað eru meira afturhaldin ella beinleiðis fratør um sendingarnar.
Tjóðskaparligi grundtónin er eyðsýndur t.d. tá tað í fyrsta parti, To be or not to be verður staðfest, at: ”Hitt livandi ljósið, ið kyndi undir tjóðskaparkensluna, ið flutti okkum so langt fram á leið tykist onkursvegna niðurbrunnið og útkólnað í gjóstrinum av tímiligari vælferð” – Har er almikið patos í myndamálinum við religiøst klingandi associatiónum, men lygn er tað ikki, at viljin til nationalt sjálvbjargni tykist meira ella minni horvin í okkara samfelagi, sum í dag er ríkari enn nakrantíð. Og júst henda sannroynd er eisini grundin til, at eg haldi sendingarnar vera góðar. Tí tær eru progressivar ella vendar í móti verandi støðu og provokerandi og tað skulu tær eisini vera – okkum tørvar ikki fleiri lýsingar av status quo ella av søguliga tjóðskaparstríðnum. Tað er vælgerandi við eini tílíkari sending, sum kann fáa okkum eitt petti upp úr sofuni. - Og mann kann jú sissa tey konservativu við at vísa á søguna, sum verður søgd – tí út frá hesari, so hendir neyvan meira enn akkurát tað, at vit ressast og skeldast eitt sindur uttan at nakað sum helst hendir meira enn tað.
Í sjónvarpsrøðini verður tjóðskapartíðin og víðari menningin av Føroyum lýst við denti á viðurskiftini við Danmark og á danska stýrið. Nógvir stuttligir og áhugaverdir gamlir filmsstubbar verða vístir frá drottningavitjanum o.ø, men tú ivast ongantíð í, at hetta er ein nýggj sending og tað er gott. Tað hevur týdning hvørjar fatanir, vit í okkara samtíð hava til støðuna. - Í hesum sum í som ongum øðrum er listin okkara grundarlag, føroysk tjóðskaparmál snúgva seg fyrst og fremst um málið, kvæðini, skaldskap av mannamunni og síðani tjóðskaparyrkingarnar. Sendingarnar byrja allar við listini við vøkru myndunum, sum franski listamaðurin Barthélemy Lauvergne gjørdi á rannsóknarferð í útnorði við korvettini La Recherche í 1839, og við yrkingini hjá H.A.Djurhuus, Hetta landið er mítt, sum Eivør Pálsdóttir tulkaði yndisliga á útgávuni Ung um aldamótið í 1999. Bæði myndir og yrking tykjast vald við beráddum huga og staðfesta mikla tjóðskaparkenslu og hugna samstundis sum okkurt skurrar.”Hetta landið er mítt/hetta landið er títt/ sum tað liggur í havi so fagurt og frítt”. - Tað hoyrist á teirri nærum barnsliga klingandi endurtøkuni hjá Hans Andriasi, at yrkt verður ímóti veruleikanum og eini varhuga av, at landið hvørki er mítt ella títt, ei heldur frítt í merkingini frælst altso, men jú pent er tað - um tað sjáldan sær heilt so friðsælt út sum á myndunum hjá Lauvergne.
Í sendirøðini verður tjóðskaparmálið lýst søguliga eins og ymiskar grundir til verandi støðu verða viðgjørdar av ymsum frøðingum. Ein mannfrøðingur tosar um hvussu vit gjøgnum eyguni á ferðafólkum síggja okkara heimland við nýggjum meira positivum eygum, ein sálarfrøðingur lýsir ta føroysku typuna sum konservativa og heldur, at vóru tað danir, sum búðu í Føroyum, hevði landið fyri langari tíð síðan tikið fullveldi. Lýsingarnar hjá bæði frøðingum og teimum ymsu heimildarfólkunum annars eru lættar at skilja eisini hjá leikfólkum uttan servitan um tað ymiska.
So eru vit á Vaglinum á ólavsøku, tá øll eru so eviga tjóðskaparlig, men altso mest í vertskapi og kanska mest hasa einu ferðina um árið. Møguliga fer onkur í næstum at harmast um, at ein føroyingur luttekur í Eurovision undir donskum flaggi. Men út yvir tílík symbolpolitisk herðindi hevur meirilutin at síggja til einki fortreð av at sigla við einum slagi av tjóðskaparligum hentleikaflaggi uttan um sínámillum ábyrgdir, sum eru vanligar hjá tjóðum kring allan heim. Bókmentafrøðingurin samanber ríkisrættarligu støðuna við Ísland og Grønland og staðfestir hvussu lítið í grundini er hent í Føroyum, søgufrøðingurin endurgevur ein danskan søgufrøðing, sum heldur, at í Føroyum eru øll sjálvstýrisfólk, spurningurin er bara um tað skal vera við ella uttan danskar pengar og so eru vit í hesum ótýdliga, sum ger sendingarnar ótespiligar fyri summi.
Serliga ófjálgur er annar partur í sendirøðini. Vit kenna flest øll til ræðuliga atburðin hjá donsku kolonimaktini í Grønlandi, men hetta gerst serliga óbehagiligt at skoða, tá tað verður sett upp móti framferðini hjá einum av føroysku fólkatingsumboðunum sum óhóskandi apologet fyri Danmark. Tað var tá hann herfyri rættleiddi grønlendska fólkatingsumboðið fyri at brúka hugtakið ”fólkamorð” um donsku framferðina í Grønlandi. Tað gjørdi hann kanska í uppbyggiligari góðari meining fyri at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum og kanska fyri at koma sínari partakonu, statsministaranum til hjálpar, men tað kann ongantíð vera okkara uppgáva, ei heldur okkara pláss soleiðis at skerja grønlendska fólkatingsumboðið og hennara eyðsædda rætt til gera vart við seg. Tílík føroysk tjóðskaparlig nullpunkt, sum geva einum hug at grava seg niður, eru tað fleiri av í sendirøðini, t.d. tá føroyingar atkvøða fyri, at Danmark skal varðveita Vesturindia osfr.
Lýsingin av ábyrgdarleysa atburðinum í fýrsunum er heldur ikki stuttlig, tó at hon er æviga viðkomandi, tiverri. Eri tó eitt sindur troytt av, at ábyrgdin altíð verður strekt út um tær ovaru stættirnar og allan vegin niður yvir teir lægstu inntøkubólkarnar, soleiðis at øll – eisini tey, sum yvirhøvur einki fingu burturúr ovurhitaða búskapinum í fýrsunum fáa ábyrgd og skuld. Í triðju sendingini verða vit øll somul sostatt løgd undir at standa fyri fíggjarligu dekadansuni og ábyrgdarloysinum í 80´unum. - Soleiðis er mytan um fýrsini blivin, at vit øll mugu boyggja høvur í kollektivari skomm yvir okkara óvanliga, ja ócalvinistiska marglætisatburð hetta tíggjárið. Tað er typiskt føroyskt at vera fordømandi og skammast um sonevndan ólevnað, sum aðrastaðni er ein natúrligur partur av at vera til. Eg kendi fleiri einligar mammur hesi árini, sum máttu venda hvørjari krónu og ógvuliga sjáldan høvdu ráð at fara út í tað, sum ein yrkjari í sendirøðini lýsir sum eitt stórt føroyskt veitsluhald. Øll vóru bara ikki boðin við í hasa veitsluna. Í Hoydølum lósu vit í miðfýrsunum edrúiligar og skilagóðar frágreiðingar um ovurhitaðan búskap – ja, tað var í roynd og veru evnið, sum undirritað kom upp í til próvtøku í samfelagsfrøði í 1988, fýra ár áðrenn Føroyar fór á húsagang. Tað vóru als ikki allir føroyingar, sum vóru við uppá, stóðu fyri ella vunnu pengar av ábyrgdarleysa atburðinum. Eisini hesa ferð var tað ein ótespilig alliansa millum vinnuna og politiska stýrið, sum fyrilitarleyst fór eftir fíggjarligum vinningi. Tað var ússaligt og jú, eri greið yvir, at vit hava fólkaræðið í Føroyum og tað er kanska tað strævnasta við hesum sendingunum, at líka mikið hvussu nógv vit kunnu semjast um, at danin er fanin og hvussu ofta danska kongshúsið er sent higar at slætta sjógv, so verður ábyrgdin verandi okkara.
Tað er alt annað enn hugaligt ferð eftir ferð at muga staðfesta, at høvuðsorsøkin til vantandi menning ella vilja til at taka fulla ábyrgd botnar í okkum sjálvum og internum ósemjum um alt hugsandi og óhugsandi. -Saman at halda var ei okkum givið og vit vilja heldur hava útlendingar at ráða enn vit vilja lova grannanum framat. Sum søgufrøðingurin staðfestir, so vilja vit øll sjálvstýri, men vilja tað ikki kortini. Tað paradoksið kann mann útleggja sum mann vil meðan vit halda fram við at vera í einari óavkláraðari støðu, sum okkum eftir øllum at døma hóvar best, har vit sleppa okkum undan ymsum skyldum sum aðrir av heimsins borgarum mugu taka sær av, samstundis sum vit hava allar møguligar fíggjarligar fyrimunir. - Tað verður spennandi, men neyvan bara stuttligt at síggja tær komandi tríggjar sendingarnar við vónandi fleiri skilakonum umframt skilamonnum til staðar.
Ingi Joensen 70
/Samrøða við Inga JOensen: https://kvf.fo/netvarp/uv/2023/02/07/ingi-joensen-fotolistamaur
Í dag fyllir fotolistamaðurin og grafikarin Ingi Joensen 70 ár. Ingi er útbúgvin á Danmarks Designskole. Fyrst í fýrsunum flutti hann heim aftur til Føroya og byrjaði egið grafiskt virki. Sum grafikari hevur hann lagt eina ørgrynnu av bókum og prentlutum til rættis. Sum fotolistamaður hevur Ingi ofta arbeitt við svarthvítum, viðgjørdum littónaðum fotomyndum, hetta er t.d. galdandi fyri kendu myndina hjá honum á permuni á Ung 85 plátuni av einari ungari kvinnu í føroyskum klæðum framman fyri pylusvognin á Vaglinum á ólavsøku - hetta var Jónvør, kona hansara, sum hann hevur tikið fleiri myndir av, ein teirra var við á framsýning í Víngarðinum (sí niðast her á síðuni). Bøkur við myndum hjá Inga Joensen eru Reflektión frá 1992 og Støð, støður við teksti hjá Gunnari Hoydal frá 2007. Í 2015 hevði hann ta einastandandi fínu framsýningini Í Kerinum 40 í Norðurlandahúsinum. Listasavnið eigur hesar myndirnar og framsýndi nakrar teirra herfyri á serframsýningini ”Heimstaðurin”.
Seinastu tíðina hevur Ingi Joensen sum nevnt havt eina framsýning í Víngarðinum í Havn við eini røð av svørthvítum fotomyndum Fram um alt eru hesar myndir grafiskar, merktar av horisontalum og vertikalum linjum, ið skilmarka myndarúm og kompositión. Ofta kyknar eitt tómrúm millum myndaliðirnar, har áskoðarin hevur møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, mann sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og dúnmjúka skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan, kanska enntá skemtiligan tanka. Hetta sama hendir millum hjólið og tær hangandi fiskagreipurnar uppiyvir í miðgrundini í einari mynd, men bara inntil tú gerst varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og hetta tilfarið trínur fram og gerst sjálvur kjarnin í myndini. Gevur tú tær tíð at hyggja, er tað eins og tílíkir smáir støkkir og undantøk geva rúm fyri umhugsan nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, haðan vit síggja ikoniska útsýnið yvir á Nólsoynna oman fyri eitt stik í forgrundini við trimum pelum, harav tann í miðjuni er brotnaður og hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, tendrar í upplivingina av myndini, sum kann tulkast allar møguligar vegir. Hjartaliga til lukku á føðingardegnum, Ingi Joensen.
Klótan er fullgjørd
/Loksins er Klótan fullgjørd - monumentala listaverkið hjá Hanna Bjartalíð á Glasi er ein trækúla, ið sær út til at vera dottin av mánanum, har hon stendur á fjórðu hædd miðskeiðis í miðrúminum á Glasi. Listaverkið hjá Hanna Bjartalíð er gjørt við støði í bygninginum, sum er rundur. Tað er sera áhugavert at síggja Hanna Bjartalíð arbeiða so mikið monumentalt sum hetta. Tað ger hann ov sjálvdan. Yvirhøvur hendir tað alt ov sjáldan, at tílíkar standmyndir, sum bróta frá vanligu naturalistisku menniskjalýsingini, verða settar upp í almenna rúminum her á landi. Um mann sær verkið úr eini ávísari frástøðu er tað rættiliga konkret og kúluskapað, men jú nærri tú kemur, tess betur síggjast øll tey vøkru avvikini og tey mongu smáu træpettini, pinnar og kílar, sum eru sett saman til tess at mynda eina vakra heild. Tá vit eru komin heilt tætt síggjast smá kaghol, har mann kann síggja kúluna innan. Verkið er nakað broytt í mun til upprunaligu ætlanina. Tá ætlaði listamaðurin at hava ymiskt ljóð og lutir inni í Klótuni, men listaligi arbeiðshátturin hjá Hanna Bjartalíð er tilgongdarmerktur og hann er í síni tilgongd komin fram til eina einfaldari loysn, har sjálvt skapið á standmyndini uttan og innan verður aðalmálið. Hetta er stórarbeiði og eitt høvuðsverk í føroyskari samtíðarlist. Eg seti nakrar myndir inn her frá, tá vit í vikuni vóru á Glasi og hugdi at Klótuni saman við listamanninum.
Altjóða yrkingadagur
/Í dag, 21.mars er altjóða yrkingadagur. Tað feira vit á Listaportalinum við nøkrum góðum yrkingum úr tveimum nýggjum bókum frá Sprotanum hjá ávikavist Maluni Poulsen og Tóroddi Poulsen, ið tó at tey hava sama eftirnavn eru sera ymiskir yrkjarar. Hjúpuljóð er triðja útgávan hjá Maluni, meðan HEITI er bók nummar 47 frá Tóroddi. Báðar bøkurnar eru góðar á hvør sín hátt og vakrar – Hanni Bjartalíð gjørdi steinprentið á ljósareyðu permuni hjá Maluni Poulsen og Tóroddur Poulsen gjørdi vatnlitsmálningin á síni egnu gulu bók.
Í eini yrking sum hesari her undir verður hugasamband knýtt millum eina sansaliga uppliving í núinum, at sólin stavar inn, spæl í barndóminum og ein komandi deyða, sum býr í turrisligu staðfestingini um at vera úti, um mann nertur sprossarnar. - Tað verður mann jú noydd til ein penan dag. Ein einføld og vøkur yrking, sum fangar alla tilveruna í fáum reglum. Huglagið er meira uppøst, meira fysiskt í passioneraðu yrkingini um borar, ið duka í túninum, men eisini her er perspektivið eksistentielt um menniskjans leiklut í stokkuta jarðarlívinum.
sólin sendir geisla sín
langt inn í rúmið
vindeygað speglað
ljósir ferhyrningar á døkkum gólvi
sum tú lakkar paradis í
nertur tú sprossarnar
ert tú úti
borar duka
í túnum
og vit eru kílar
av kjøti og blóði
víðka sprungurnar
fylla opini
festa róttræðrir
rotna og taða
hetta glopruta lendið
Yrkingarnar hjá Tóroddi kunnu á sama hátt nerta tað eksistentialistiska, umframt at tær ofta snúgva seg um barndóm og skapan. Í summum førum eru yrkingarnar eitt sindur torskildar og skulu lesast nakrar ferðir og her skal mann kanska minnast til ikki at lesa ov skjótt ella effektivt, finna symboltýdningar og so liðugt, tí tað gevur lítla og onga meining. Heldur kunnu vit hugsa eina yrking sum eina surrealistiska mynd har vit góðtaka, at tingini kunnu hava fleiri týdningar í senn. Lýsingin av gamla vrakinum við ýlandi harmonikuni er sera myndríkt, tú sært yrkingina fyri tær sum eina pallmynd og kanska er tað skaldið, sum er tann gamla harmonikan, ið ikki fæst at tiga saman við øllum okkum tigandi. Yrkingin snýr seg um at yrkja, men inniheldur eisini eina greining av politisku støðuni í okkara samtíð.
ódnin av orðum
ger lítla nyttu
tá hon ikki
fær vrakið at tala
men afturi á hekkuni
liggur ein harmonika
og ýlir sum eitt barn
ið ikki sleppur út at spæla
hetta vrakið sum hevur
staðið á landi
longur enn nakar okkara
hevur verið á sjónum
nú seti eg hol á orðini
so yrkingin fær anda
saman við teimum sum
fáa íblástur í rottangunum
hesir gráu krónusýtarar
sum nú eru turrgeldir
putinfjepparar sum elska
at síggja ortodoxar
vodkaprestar
hálova deyðanum fyri
tí komandi kanónføðini
hoyr klokkurnar
sum reka okkum inn
í eina tvingaða tøgn
vit eru øll
partur av einum parti
vit langt síðani
hava slitið av okkum
Hygg eftir skrúvuni
sum liggur burtur frá vrakinum
og sær út sum hon heldur
at stjørnurnar á himni
síggja so tystar út
Sólárið - 1983
/Sannur rómur var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið áðrenn 40 ára jubilæumskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Har stóð eitt heilt herlið av ungum fúsum monnum og blandaðu gin&tonic og skonktu vín og boblur, sum spentir áhoyrarar kundu keypa sær. Men talan var eisini um eitt heilt serligt veitslukent kvøld og høvi at feira bæði Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur á teirra 40 ára degi, samstundis sum vit skuldu taka ímóti einari spildurnýggjari føroyskari symfoni - hetta er sum kunnugt ikki hent ofta í heimssøguni síðani fyrsta symfoniin, Oceanic Days hjá Sunleif Rasmussen í 2000 varð framførd av íslendska symfoniorkestrinum undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, sum leygarkvøldið enn einaferð stóð sum drangur í brimi og leiddi øll tey framførandi trygt og væl gjøgnum tvey sera ymisk tónlistaverk.
Sirið Stenberg, landstýrskvinna í almanna- og mentamálum helt eina hugfarsliga røðu, sum sendi áskoðararnar fjøruti ár aftur í tíðina til árið 1983, tá nógv áhugavert hendi í føroyska samfelagnum, tá kelduskattur var innførdur osfr. Tá var undirritaða fimtan ár og eg minnist serstakliga væl nýggja Norðurlandahúsið, hvussu flott tað var og hvussu priviligeraða mann føldi seg, at sleppa at syngja har - tá var tað eisini eitt nýskrivað verk; Jesus og Makedonarin hjá Paula í Sandagerði og Sigmund Poulsen, sum skuldi framførast. - Einki kemur av ongum - leygarkvøldið vóru vit mong í Norðurlandahúsinum, sum sendu ein takksaman tanka til hugsjónarfólk og tónleikarar, sum løgdu lunnar undir ómissandi mentanarstovnar sum Musikkskúlan, Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur.
Høllin í Norðurlandahúsinum var leygarkvøldið latin upp heilt inn í Klingruna sum tey plaga at gera í sambandi við nýggjárskonsertirnar og við tað, eg sat á rekkju N var eg stødd heilt afturi á Klingrugólvinum. Sjálvandi má mann bara fegnast um, at tað ber til at samla so nógvar áhoyrarar eitt leygarkvøld í Norðurlandahúsinum. Tí nú er so nógv meira at fara til enn tað var fyri fjøruti árum síðani. Men eg má siga, at stóra frástøðan til pallin minkaði tað stórfingna Symfoniorkesturljóðið – onkra løtu var tað fyri mær eitt sindur sum sat orkestrið og spældi í eini lítlari svávuldós. Tá er tað, at mann fer at illneitast inn á øll møgulig óljóð í rúminum - host og snýs og lynlás, men tá so solisturin, italska Francesca Dego fór í gongd við at spæla, gloymdi mann alt annað so sannførandi væl spældi hon og orkestrið við. Dynamiskt, vakurt og kontrollerað. Slíkar gyltar løtur er tað ikki bara tey framførandi, sum gera sær ómak, men eisini vit áhoyrarar, ið sita sum á nálum. Sum skilst hevur Francesca Dego vunnið sær stóra viðurkenning úti í heimi og er í dag ein av mest umbidnu violinleikarum á internationala tónleikapallinum. Tað merkist og tað er flott at uppliva hvussu Føroya Symfoniorkestur væl og virðiliga megnar at liva upp til høga støðið.
Eftir steðgin prátaði Ólavur Jakobsen við tónaskaldið, Trónd Bogason – tað var eitt stutt viðtal í løttum tóna, sum fleiri ferð fekk áhoyrarnar at bresta út úr at flenna og tað er kanska ikki so galið at lætta um hátíðarliga stemningin. Eg kundi tó hugsað mær at hoyrt eitt sindur meira um til dømis hvussu tónaskaldið hevur brúkt yrkingina Sólárið hjá Paul Celan í síni symfoni. Tróndur Bogason hevur sjálvur týtt yrkingina og greiddi áhugavert frá um hana. Tróndur hevur sjálvur og saman við øðrum luttakarum á konsertini verið í fleiri útvarpssendingum seinastu vikuna, har dentur einamest hevur verið lagdur á hvussu merkiligt tað er, at symfoniin hjá Tróndi er myndað av tveimum symfonium, sum skulu framførast í senn, har tvey ymisk tónarúm skapa eitt triðja. Tað er helst hendan miðlingin av verkinum, sum er ein orsøk til, at eitt tað fyrsta eg hugsaði um verkið var, at tað ikki ljóðaði serliga løgið, men tvørturímóti tóktist vakurt, hugtakandi og samanhangandi.
Hetta við at seta tveir ymiskar partar saman og fáa okkurt triðja burturúr er ein strategi innan fyri samtíðarlist og modernismu, har mann sær eitt listaligt poeng í ymsum sløgum av ørkymlan og desorientatión. Hjá Tróndi Bogason hevur hetta verið ein aðaltanki í mongum av kórverkunum, hann skrivaði til kórið Mpiri heilt afturi í síðstu øld og eftir aldarskiftið. Kórverkið ÐQ við teksti eftir Niels Una Dam var soleiðis gjørt, at tær ymisku røddirnar sungu á ymiskum málum í senn. Verkið Babel frá 2008 hevði sama brá av samtíðarligheit og var sett saman av fleiri verkum, ið vóru framførd samstundis. Áskoðarin kundi spáka millum ymisk støð/høli har trý ensemble spældu tey ymisku verkini.
Tað serliga við symfoniini hjá Tróndi Bogason er stílsamanbresturin við tað, at Symfoni nr.1 tekur støði í klassiskum stíli meðan Symfoni nr.2 er meira samtíðarlig og alternativ - á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður hesin parturin kallaður fyri ein antifonala. Anti merkir ímóti og kann sostatt allýsast sum ein avantgarduformur, ið verður skaptur upp ímóti teirri siðbundnu symfoniini - danska tónaskaldið Pelle Gudmundsen Holmgreen skrivaði í 1977 eitt verk, ið kallast Symfoni Antifoni. Árinið av samansetingini í verkinum hjá Tróndi Bogason er filmsligt og gav hugasamband við alt millum himmal og jørð – í byrjanini sá eg fyri mær onkra hugnaliga salong í Titanic við múgvandi, væl klæddum ferðafólkum, sum hugnaðu sær við vøkrum tónleiki afturvið og so BUMM er ísfjallið brádliga har og ein varhugi av onkrum ófrættakendum, sum vendi aftur fleiri ferð. Ein varhugi av, at okkurt nýtt er í ferð við bróta seg fram. Tað er sera hugtakandi. Symfoniin ljóðaði sera væl og var sum nevnt meira samanhangandi og minni løgin enn eg hevði roknað við. Har vóru nokk so drúgvar melodiøsar passasjur, har samtíðarljóðini bara stungu seg fram viðhvørt sum suð ella pling og stuttligur polyrytmiskar gongdir millum einstaklingar og orkestur. Orkestrið spældi sum heild serstakliga væl - tað tóktist sum um tónleikararunum dámdi symfoniina. Í klassiska partinum var tað stuttligt at uppliva hvussu strúkararnir ordiliga vóru í essinum, meðan teir spældu og tað sama vóru blásararnir, tá teirra løta kom seinni og teir sluppu framat við onkrum, sum minti um eitt tableau úr gomlum tíðum við veiðiliði, reiðingarrosum, veiðilúrum og hundum og Wagner – her tóktist tað sum um tónaskaldið hevur havt tað eitt sindur stuttligt við stílsløgunum. Sjálvt um kórparturin bygnaðarliga tóktist eins og eitt slag av einum appendiksi ella onkrum, sum er lagt aftrat omaná verkið, dámdi mær sera væl, tá kórið sang og yrkingin hjá Paul Celan var framførd nokk so einfalt og greitt og eitt sindur metalliskt við mikrofonum haldi eg – í hvussu er hoyrdi eg sera væl tann partin og kendi málið á onkrum serliga mælskum kórsangarum heilt aftur til har eg sat.
Her gongur ógvuliga nógv fyri seg í teirri flottu nýggju symfoniini hjá Tróndi Bogason og eg gleði meg at hoyra hana aftur í Kringvarpinum, sum lukkutíð tók frumframførsluna upp – fyribils haldi eg, at mann kann staðfesta, at talan er um eina væl eydnaða symfoni bæði tí hon er bygd á eitt áhugavert formligt hugskot, men eisini tí at tónaskaldið dugir síni ting, hevur realistiskt atlit til sínar møguleikar, sínar tónleikarar, sangarar og dugir at brúka hesar til fulnar. Áðurnevndi Gudmundsen-Holmgreen fekk í 1980 Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Symfoni Antifoni. Tað hevði verið fantastiskt um Tróndur Bogason varð heiðraður á sama hátt fyri sítt tónlistaliga bragd Symfoni nr 1&2 - Sólárið.
Kinna Poulsen
Stórverk hjá Hansinu Iversen keypt til Listasavn Føroya
/Á Listasavninum fegnast tey um, at málningurin Speaking in Tongues, ið er eitt høvuðsverk hjá Hansinu Iversen nú er vorðin partur av føstu samlingini á Listasavni Føroya. Hansina gjørdi málningin til framsýningina, Speaking in Tongues, sum hon og Jóhan Martin Christiansen høvdu saman í Møstings Hus í Keypmannahavn í 2020. Herfyri var málningurin framsýndur á samtíðarframsýningini BROT í Listasavninum, sum Anna Maria Dam Ziska kurateraði.
Í boðunum frá Listasavninum stendur: Við gávumildum stuðli frá Ny Carlsbergfondet hevur Listasavn Føroya fingið møguleikan at ogna sær hetta listaverkið eftir Hansinu Iversen. Verkið Speaking in Tongues frá 2020 er ein stórfingin málningur, ið er millum teir størstu málningarnar, sum Hansina Iversen hevur málað. Hann er 220 x 420 cm! Málningurin var ein partur av serframsýningini Brot: Føroysk samtíðarlist í stórum formati, sum var á Listasavni Føroya inntil fyri kortum.
Listakvinnan Hansina Iversen (f. 1966) er útbúgvin á listaakademinum í Helsinki og Reykjavík, og í sínum listaliga stíli hevur hon røtur í amerikansku abstraktu ekspressionismuni, colour field painting og New York-skúlanum við eitt nú íblástri frá Helen Frankenthaler, Agnes Martin, Mark Rothko og Barnett Newmann. Og harafturat finsku listakvinnuni Nina Roos og hennara abstraktu verkum, sum Hansina Iversen lærdi at kenna, tá hon var undir útbúgving.
Verkini hjá Hansinu Iversen eru eyðkend av at vera dynamisk í kompositiónini og at litflatarnir við nógvu fjølbroyttu formunum og rørslunum eru málaðir í fleiri gjøgnumskygdum løgum á løriftið. Hetta gevur henni eitt heilt serstakt úttrykk við atliti at listasøguligu íblástrarkeldunum.
Hansina Iversen sigur um Speaking in Tounges:
“Við málninginum royni eg at skapa eitt rúm á einum flata, sum er givin frammanundan. Rúmið verður skapað í arbeiðsgongdini. Har er eingin skitsa, men litirnir vera stroknir intuitivt. Ofta við einum flatum, breiðum pensli, so strokini síggjast týðiliga. Hetta er ein gott grundarlag undir gongdini víðari. Málingin verður strokin lag oman á lag. Undirlagið leiðir litirnar og formarnar, sum leggjast omaná. Hetta heldur fram, inn til ein verð er skapað í formi og litum, har rúm og rørsla leiðir eygað til ljósar og djúpar krókar. Aftur og fram á løriftinum. Aftur til afturlatnar formar, sum fjala tað, sum liggur undir. Inntil tú hevur hugt nóg leingi og sært ein skugga stíga fram í bakgrundini, sum avdúkar tað, ið liggur aftanfyri.”
Á Listasavninum eru tey takksom fyri stuðulin frá Ny Carlsbergfondet og gleða seg til, at verkið verður hongt upp, so at gestir í Listasavninum aftur kunnu uppliva oljumálningin hjá Haninsu Iversen
Veruleikin bráðnar
/Nýggjasta bókin hjá Tóroddi Poulsen er vælgerandi gul. Gult vermir og fær hetta æviga hvítbláa kavaveðrið at bráðna - í hvussu er eina løtu í huganum. Bókin er eitt yrkingasavn og 47.útgávan hjá yrkjaranum og fjøllistamanninum, ið aftur hesa ferð hevur gjørt permumyndina á bókarkápuni sjálvur. Talan er um ein vatnlitsmálning - eitt slag av sjómálningi við gulum himmali við reydligum litbrøgdum og sveimandi yrkingabrotum. Á bakpermuni sæst eitt pinkalítið skip í sjónarringinum við bingjum, sum eru stáplaðar heilt til himmals. Tóroddur Poulsen hevur gjørt fleiri myndir við sama myndevni og mann kann kanska siga, at laðingin er grundleggjandi partur av hansara listaligu mannagongd. Um tað eru steinar, stampar, sukurmolar, víngløs, súkklur ella orð, so verður tilfarið laðað upp sum var talan um púra ítøkiligar varðar. At tað ikki er heilt so einfalt minnir dekonstruktiva inngangsørindið okkum á “tak teg nú saman/ og skrúva teg sjálvan sundur/ sum tað samansetta skald/ tú ikki vildi vera...”.
Í bókini eru 84 síður við einari yrking á hvørjari uttan yrkingaheiti ella stórar bókstavir. Yrkingarnar eru ymiskar í skapi og innihaldi, men fleiri teirra eru mjáar við sundurbýttum orðum og tykjast tessvegna tilvitaðar í skapi. Til tíðir minnir tað um sonevnda konkreta poesi, men við abstraktum formum, tó at okkurt samanfall kann vera millum orð og skap t.d. í yrkingini á síðu 62 um tey, sum duffa saman, har tómrúmið av reglusteðgunum myndar skap av bátum ella aldum.
Summar av yrkingunum tykjast abstraktar og óítøkiligar, meðan aðrar kaldgløggar eygleiðingar eru átøkar aforismum: “alt tað/ tey/ ætlaðu/ miseydnaðist/ tí tey/ ætlaðu/ so lítið”. Og vit ummælarar ella frøðingar fáa okkara prik í eini yrking við aliringum fullum av yrkingum og mitt í rokanum kemur yrkjaraegið í tankar um, at hetta jú ljóðar sum yrkingin Føðiketa, har feskvatnsyrkingar trívast sum saltvatnsyrkingar, tá tær ikki vilja setast í bás. Undirhaldandi og stuttligt er tað eisini, tá “har er onkur/ snjøll rødd ../ rópar meta meta meta/ tá ein yrking/ springur úr ringinum/ og heldur til havs”. Dreymar, spæl, lív og list tykjast vera javnsettir partar av skaldskapinum, sum er “tíðin tú/ livir í/ so leingi/ skriftin/ tímir at/ lýða tíni/ orð áðrenn/ hon rullar/ seg saman/ sum eitt teppi ið/skal berast/ upp á/ ovastaloft...”.
Nógvir mótsetningar hómast í savninum - kanska eisini í bókarheitinum HEITI, tó at mótsetningurin er undirforstaðin. Eg hugsi her um yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen í fjør, sum kallaðist EINKI HEITI (2022). Í umrøðuni í útvarpinum helt onkur tað heitið vera serstakliga løgið, eftirsum allar yrkingarnar í teirri bókinum jú høvdu heiti. Tílíkt skilvísi riggar sera illa, tá mann skal lesa yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen, ið málar við setningum og yrkir við myndum og dugir betri at blanda listasløg enn sjálvt tann skrappastu cementblandarin. Hugtøk sum “Uttan heiti” og “Einki heiti” eru vanlig heiti á myndlistaverkum í nýggjari tíð - tá myndlistafólk í vaksandi mun ynsktu at geva móttakaranum avgerðarrætt og møguleika fyri at tulka sjálvi og tað fáa vit eisini av einum heiti sum HEITI.
Samansetingin millum umhvørvið og yrkjaraeg er hugtakandi surrealistisk í støðum sum til dømis í søguni um tær fimm hurðarnar, ið gevur hugasamband við Grimm, Freud, Marcel Jean umframt The Doors og alt møguligt annað. Lýsingin av bráðnandi veruleikanum er surrealistisk og tað sama er dreymurin um ein kakufikseraðan Christian Matras. Skiftið millum objekt og subjekt, har tað eru tingini, ið tala og agera heldur enn persónar, er eyðkent modernistiskt roykslør - tað hjálpir at lesa umaftur og at hóma ymsar samanhangir eisini við eldri yrkingar eftir sama yrkjara - Eins og allar hinar bøkurnar hjá Tóroddi Poulsen, er hendan laðað upp og kann skiljast í fleiri stigum frá einføldum gerandisligum viðmerkingum til meira fløktar, fleirtýddar ella abstraktar dýpdir. Her eru yrkingar um veður og um okkara tíð við dýrum streymi, óskrivaðum brøvum, turrgeldum putinfjepparum, sum “elska/ at síggja ortodoxar/ vodkaprestar/ hálova deyðanum fyri/ tí komandi kanónføðini”. Her eru endurminningar um barndóm og ungdóm og stúran um aldurdóm við prukku. Men minni, dreymar, upplivingar, eygleiðingar - alt samalt verður tað til yrkingar, ið fara at stuðla yrkjaraegnum, tá tað fer í holt við at leita eftir einum enda - Vónandi ikki í bræði!
veruleikin
bráðnar
hvørja ferð
vit nevna
hann
nevna vit
hann ikki
óttast vit
at hann skal frysta
eins og tá
hann var óveruligur
Yrkingin stendur á síðu 75 í HEITI (Sprotin)
Knud Odde 12 vatnlitsmyndir
/Týsdagin 21.mars klokkan 12-17 letur upp ein lítil framsýning við 12 vatnlitsmyndum hjá listamanninum Knud Odde í Banja Rathnov Galleri & Clausens Kunsthandel í Keypmannahavn.
Listáhugaðir føroyingar kenna Knud Odde frá fleiri framsýningum í Føroyum, m.a. í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti, har hann hevur gjørt fleiri litografisk verk. Framsýningin er eisini opin 22, 23, 24, 25, 29 og 30 mars. Svenski yrkjarin Håkan Sandell hevur skrivað eina áhugaverda ritroynd við støði í vatnlitsrøðini hjá Knud Odde.
Varför Kina? Varför en inspiration från eller en förklädnad till kinesisk kultur? Det är kanske det första vi frågar oss, när vi ställs inför Knud Oddes nya bildserie i akvarell. Det finns en fint självironisk överdrift i denna "kinesiska" appropriering, som visar mot att det fortfarande är oss själva som bilderna berättar om, men oss själva sedda genom en annan estetisk lins. Kanske alluderar Odde mot hur själve van Gogh i sin tid använde sig av ett motsvarande Japan som en projektionsyta för sina utopiska föreställningar om ett annorlunda samhälle där alla var likvärdiga hantverkare, och konsten en integrerad sida av den samhälliga helheten. De unga männen i Knud Oddes bilder liknar på tidigare decenniers cubanska frihetshjältar, bara så mycket mildare och fredligare. Medan de äldre ibland de, i bilderna alla tycks vara taoistiska vismän. Kvinnorna förefaller androgyna, i sina dräkter och månansikten. De avrundade linjerna och matta tygfärgerna, i målningarna, verkar genomgå en alkemisk process. Yang och yin vilar i varandra likt himmel och jord, i landskapens jämnfördelande och högliggande horisonter.
Är det inte märkligt att dessa avbalanserade bilder målas just nu, medan Ryssland invaderar Ukraina, och globalt det ekonomiska framsteget prioriteras vidare på naturens bekostnad? I ett västerland lika frenetiskt hyperaktivt som Putins REM-sömn? Men så är detta så den utopiska motreaktionen, motbilden. I det stora mediabruset yrkar bilderna på tystnad, deras rum förblir orörliga och invaderas inte av tid. Färgerna är jordfärger, ockra, och drömmer om frid och avstämdhet. I dessa bilder är vi i ett Europa, ett västerland, som slutat producera och istället filosoferar. Vart ting vilar i sig själv: utfällt löv, blommande gren, blå lotus, bladliknande skrivdon, mjukt utslätat pappersark. Föremålen ligger stilla i bilderna likt substantiven i en tanka-dikt. Lekfullt men eftertänksamt passerar de stora livsdagarna. Vetenskapsmannen är här poet, och poeten en mild filosof. Tidsflykt och prestationskrav verkar sakna betydelse. De gråtonat titanvita färgerna har funnit en ny harmoni tillsammans med de varma sandgula. Den vita tigrinnan kysser till sig den mystiska livssaften, som man säger innanför taoistisk tantra.
Så vad betyder allt detta, har konstnären efter sitt tidiga deltagande i punkkulturen och i nyexpresionismens Gefühl und Härte, nu vid sina mer mogna år, arbetat sig fram till att absolut stillhet är det mest revolutionära i en tid som brusar och brölar allt högre och påträngande? Är bildernas meditativa strävan ett tecken på att rebellens sista möjlighet är att försöka bli vän med sig själv, och med sin inre jord? Dessa bilder utgör i vart fall redan en tanke, en yttre form åt en inre föreställning, om att vår värld kunde tänkas bli sådan som Knud Odde målat upp den för oss. Eller kanske är den redan nu just så här, om vi förmår att gripa det, under en ljus himmel över en skuggskön jord. Med manligt och kvinnligt i rofylld dualism. Med handling genom icke-handling, så som taoismen hävdar, där den väljer att avstå från makt. För den som hellre uppnår lycka genom enkelhet, och i ett uppgående i naturens mäktigt snurrande hjul. Men, bilderna kommer inte med en predikan, här finns istället en underliggande fin humor och en stillsam, världsklok, melankoli. Bli klokare, den som vill, eller slipp då, den som föredrar det. Men bilderna har lämnat sitt tystlåtna budskap. Sitt icke-svar. Sin dröm.
Håkan Sandell
Upplatingartíðir:
Mikudag - hósdag - fríggjadag 12-17
Leygardag 11-15
Adressan:
Banja Rathnov Galleri & Clausens Kunsthandel
Studiestræde 14, 1.sal. 1455 København K.
Telefon 30 11 01 32 & 33 154 154
Arbeiðsleygardagur í Steinprenti
/Ein fagran kavaleygardag í Havn kann mann finna uppá so mangt. Vit fóru ein túr á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík https://bit.ly/3Td8S5M – og so fóru vit í Steinprent. Har hendir okkurt allatíðina. Hesa løtuna vóru tvey listafólk í gongd, norskdanska listakvinnan Nina Kleivan hevur verið á verkstaðnum eina viku og gjørt prent fyri Glostrup Kunstforening og inni á goymsluni bar eg eyga við tann altíð virkisfúsa Bjørn Nørgaard, sum nú hann hevði nakrar frídagar í Føroyum nýtti høvi til at endurnýggja samstarvið, sum hann í mong harrans ár hevur havt við Steinprent.
Hetta er fyrstu ferð Nina Kleivan er á verkstaðnum – men vónandi ikki síðstu ferð, sigur hon brosandi. Henni dámar so væl føroyska matin og náttúruna, sum minna hana um Noreg, har listakvinnan er fødd. Hon er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn. Í sambandi við bæði Glostrupverkini og eina røð av smáum steinprentum, sum Kleivan hevur nátt at gera, hevur hon brúkt fotomyndir sum útgangsstøði. Talan er um ein kassa við fotomyndum av ókendum kvinnum frá umleið 1880´unum, sum hon hevur portretterað á popkendar bjartlittar grundir. Nina Kleivan sameinir sítt figurativa myndamál við abstrakt strok, ið fáa kvinnurnar at sýnast (enn meira) gátuførar, men eisini sterkar. Abstraktu strokini leggja áherðslu á eygnabráið, sum gerst intenst og áhugavert. Tað verður spennandi at síggja myndirnar á onkrari framtíðar framsýning í Steinprenti.
Julie Sass At the Edge of Becoming
/Fernisering fredag d. 17. marts 2023 17-20
Udstillingsperiode d. 17. marts - d. 22. april 2023
Det er med stor glæde, at Galleri Maria Friis præsenterer soloudstillingen At the Edge of Becoming af kunstneren Julie Sass. Sass viser nye malerier, tryk og tegninger såvel som tekstilværker. I tråd med kunstnerens intention om at skabe små enklaver eller ”øer” i galleriets arkitektur fungerer et lille rum bagerst i galleriet som et slags hemmeligt sted til en anden serie af malerier på sort.
Gennem de sidste år har Sass fotograferet gader og andet sceneri som led i sin Taking Notes-serie: den rå murstensvæg i Berlin; spejlinger af solskin på en flod; et virvar af træstammer og planterødder. Disse observationer er tilstedeværende i kunstnerens malede flader, der ofte skaber associationer til graffiti eller fortovenes og murenes grå beton. Værkerne gennemstrømmes af forskellige grader af lys og bliver på den måde beslægtede med en impressionistisk skildring af døgnets timer. Sideløbende med sine stedlige undersøgelser er Sass også optaget af tiden som koncept, herunder hvordan udstillingens værker – der er blevet til gennem de sidste fem år – lader til at forstærke hinanden. Hun har talt om tidsopfattelse som cirkulær frem for lineær, og sådan har hun også sammenstillet udstillingens værker, hvor såkaldte ”klynger” ikke blot går i dialog med hinanden men også med omgivelserne. Gennem denne form for iscenesættelse inviterer Sass til en mere vidtspændende måde at se på, hvor tilblivelse og væren ikke blot kan sameksistere men også komplementere hinanden.
Sass har ofte brugt ordet ”flux”, når hun har talt om sine værker. De er kontinuerligt undervejs i deres skabelse. Nøjagtig ligesom med de objekter vi observerer fra dag til dag, er forandring det eneste, vi kan have vished om. Hendes maleri Flow, and Its Other fra 2023, der primært er komponeret af blå, grå og hvide farver, fremkalder associationer til vandets ebbe og flod, dets iøjnefaldende hvide diagonal står som den eneste indikator på stabilitet. Denne fluiditet udgør et ekko gennem udstillingens værker; som titlerne angiver er intet nogensinde fuldkomment tilvejebragt men snarere i et konstant stadie af ”tilblivelse”.
– Amanda Church, kunstner, NYC
At the Edge of Becoming markerer Julie Sass' repræsentation hos Galleri Maria Friis.
Julie Sass (f. 1971, Danmark) er uddannet på Det Kongelige Danske Kunstakademi og på New York University (MFA). Hun er en Fulbright Scholar og har en MA i Teori & Formidling fra Det Kongelige Danske Kunstakademi. Julie Sass’ værker er i Metropolitanmuseets (US) og Ny Carlsbergfondets (DK) samlinger. Hun har boet i New York i otte år, og hendes tilknytning til den amerikanske kunstscene har materialiseret sig i adskillige udstillinger og samarbejder hos Critical Practices, Inc., Pierogi Gallery, Flat File, Fiendish Plots. I 2014 var hun artist in residence på ÁREA-lugar de proyectos i Puerto Rico. Sass’ praksis omfatter også grafik i samarbejde med Steinprent på Færøerne og Printer’s Proof i København samt bøger i samarbejde med Hurricane Publishing og RSS Press/SixtyEight Art Institute i København. Sass har været nomineret til Queen Sonja Print Award og Årets Bedste Bogarbejde for hendes kunstnerbog VOLUME RHYTHM MATTER dialogues. I Danmark har hun haft adskillige udstillinger, kommissioner og kuratoriske projekter såsom udstillingen En kort historie om Abstraktion på Rønnebæksholm i 2018.
Til Minnis/In Remembrance – Mikkjal G. Hansen & SIC/Fighters They Bleed |
/Fríggjadagin 10.3.2023 læt ein heilt serlig og nemandi framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík til minnis um sangaran og menniskjað Mikkjal Gaard Hansen, sum doyði í 2021 bert 39 ára gamal. Hann var oddamaður í m.a. tungmálmsbólkinum SIC Tað er finska listakvinnan og fotografurin Eija Mäkivuoti, sum hevur skipað fyri framsýningini. Hon greiðir frá, at hetta er ein framsýning til heiðurs fyri og til minnis um Mikkjal G.Hansen og tað samstarvið, Eija hevur havt við hann og við SIC. Hetta samstarv byrjaði í 2008 og tað var Urd Johannessen, sum Eija møtti via Nordisk Kulturkontakt, ið segði henni frá um føroyska tónleikabólkin SIC. Eija bjóðaði SIC til Finnlands at hava konsert har og soleiðis var samband knýtt, sum leiddi til samstarv, eina røð av fotomyndum og ein heimildarfilm. Eija hevur verið nógv í Føroyum og hevur tikið myndir av bæði náttúru og fólki. Í 2015 gav Sprotin út hennara vøkru myndabók Havin hjá Birgit (sí leinki niðast).
-Men altso -ein minnisframsýning um ein farnan sangara, man tað nú vera áhugavert? mutlar skeptikaran og eg kann svara alt fyri eitt, at jú heilt vist! Eg bleiv sera rørd, tá eg kom inn og sá teir eyðkendu prýddu vestarnar, sum hingu uppi undir loftinum. Eg kendi ikki Mikkjal G.Hansen persónliga, men vestarnar kenni eg aftur, mann visti líkasum hvør hann var og búði í sama býi. Tá eg uppi á loftinum í Smiðjuni sá brot úr onkrari gamlari konsertupptøku, kendi eg á mær eitt brádligt og øgiligt takksemi yvir, at mær untist at uppliva hendan mannin á palli tvær ferðir. Eina ferð fyri tjúgu árum síðani í kjallaranum á tí gula Vertshúsinum og einaferð seinni til eitt mikið ”fínari” event í Norðurlandahúsinum, minnist ikki hvat. Men báðu ferðirnar misti eg ondina av orkuni í tónleikinum og ikki minst av forsangaranum, sum eg haldi var á altjóða støði. Tað sigi eg uttan at eg uppá nakran máta hoyri til tungmálmskjarnulurtararnar, mær dámar vanliga ikki sovorðnan harðan tónleik, men nevndu framførslur vóru altso so mikið sannførandi, at tú kundi ikki annað enn at missa ondina og hava hávirðing fyri hesum merkiliga floyminum av ljóðum, sum í støðum tóktust fullkomiliga ómenniskjalig.
Tað, sum ger framsýningina so rørandi er annars júst menniskjaligheitin, hesi ungu fólkini, sum eg ikki kenni, men sum kunnu umboða allan ungdóm, allar dreymar, øll dreingja- og gentukømur, hesi serligu herligu, sáru, eymu ár. Hetta er ein serstøk framsýning, merkt av kærleika, sorg og sakni, men eisini humor. Í einum vindeygakarmi í Smiðjuni í Lítluvík stendur ein bók, ein skarðaður skøltur og ein óásett Red Bull. Eg spyrji listakvinnuna um hetta munu vera ting, sum onkur ungdómur hevur gloymt eftir á ferniseringini, sum var. Tá flennur hon og sigur, at nei, hetta er eisini til minnis um Mikkjal, hvørs yndisdrykkur var Red Bull. Hon legði aftrat, at framsýningin er úrslitið av eini kollektivari prosess, har m.a. familja og vinir hjá Mikkjali hava verið við. Takk fyri Eija og tit øll fyri at deila minnið og geva okkum høvið at minnast ein musikalskan tungvektara.
Eija Mäkivuoti: We have made a collaborative video artwork together with people who answered to the Open Call of memories about Mikkjal and SIC. The following people made contributions: Bartal G. Simonsen, Rannva Simonsen with family, Sigurd Justinussen, Tordis Vang, Sjúrður Fjallsbak, Sunneva Háberg Eysturstein, Teitur E. Fossaberg, Antonia J. Dahl Thomsen, Torkil Thomsen, Tordis T Gaardlykke, Eddie Jacobsen, Eyðun Müller Thomsen and SIC official. There are also physical contributions in different forms of items, objects, books and artworks that are made/lended by TUTL, Swangah, Sprotin, Klæmint Hammer Poulsen, Joan Scott Brockie and Tordis T. Gaardlykke.
I thank all the supporters/partners/collaborators that made the exhibition and the joint event at Sirkus possible: SIC Bartal G. Simonsen Mentamálaráðið / Faroese Ministry of Culture SLS – Svenska litteratursällskapet / Society of Swedish Literature in Finland Safari Transport / Yosi Golan Sírkus Føroyar / Sunneva Háberg Eysturstein Son of Fortune / Benjamin Petersen DJ Bombat & DJ Nookie Deko&Print ESTRA Sprotin TUTL / Friði Djurhuus Swangah Tórsgøta / Hergeir Staksberg Oy Brewing
On Tuesday 14.3. at 17.00–19.00 I will hold a finissage / closing event (and after that the artworks find a new home on the Faroes).
The exhibition is open at the gallery:
Sat–Tue 11–14 March 2023 between 14.00–19.00
I will be at the gallery all days if you want to have a talk or just come and hang out.
Sprotin has donated some Birgit’s Garden photo books, Swangah a few Belial's Synir books and I have made some posters of Mikkjal which the exhibition visitors can win in a lottery (drawn on the last day). You are most welcome!
The artworks are donated after the exhibition to Mikkjal’s family and SIC members, so it is a non-profit endeavour.
https://sprotin.fo/products/649/havin-hja-birgit?_ProductFilterIds=4:1
Gleðiligan (lista)kvinnudag
/Í dag er altjóða kvinnudagur. Her á Listaportalinum er hesin dagurin eitt upplagt høvi til eina støðumeting og tað er lutfalsliga hugaligt, tá tað kemur til listaøkið. Fyri kortum upplivdu vit, at móttakararnir av landsins størsta mentanarheiðuri allar vóru kvinnur. Nevndin (t.e. Alda Joensen, Poul Geert Hansen, Katrina í Geil Kim Simonsen og Gunnvá Zachariasen) valdi jú at heiðra Aldu Mohr Eyðunardóttir (Ungt listafólk), Guðrið Poulsen (Mentanaravrik) og Hansinu Iversen (Mentanarvirðisløn) - ein søgulig avgerð, tí hetta er fyrstu ferð, at kvinnur fingu allar virðislønirnar (tað øvugta, at bara menn fingu virðislønina er hent fleiri ferðir, t.d. í 2011 og 2013). Av myndlistafólkum, sum í løtuni eru í ferð við at nema sær listfakliga útbúgving, eru listakvinnur sum áðurnevnda Alda Mohr Eyðunardóttir, men eisini Anný Øssursdóttir Djurhuus og Vár B.Samuelsen, ið allar eru dugnaligar og áhugaverdar listakvinnur í fremstu røð innan føroyska samtíðarlist. Eina ta mest áhugaverdu listaframsýningina í nýggjari tíð skipaði Randi Samsonsen fyri í m.a. Miklagarði í fjør og í Listasavninum hava tey eisini lagt seg eftir javnstøðu á framsýningum og viðv. keypi av verkum til Listasavnið. Í Gallarí Havnará letur ein framsýning upp í dag kl 17.00 í sambandi við kvinnudagin - har er m.a. Rannvá Holm Mortensen við. Í Steinprenti arbeiða tey í skrivandi stund við eini listakvinnu á verkstaðnum og niðriundir í gallarínum er ein framúr framsýning hjá Onnu Seppälä. Og hvat - er so alt bara í ordan og hurrá? Nei, innan standmyndaøkið er nógv eftir at gera - tað er gott at minnast týdningarmiklar kvinnur sum Elinborg Lützen í Klaksvík og Andreu Árting í Havn, men okkum tørvar eisini størri skulpturelt fjølbroytni í Føroyum við t.d. abstraktum standmyndum og her koma fleiri listakvinnur til hugs - ikki í gamla leiklutinum sum modellir til standmyndirnar, men sum sjálv skapandi megin handan standmyndirnar; í leiklutinum sum listakvinnur. Her eru nakrar myndir av verkum hjá listakvinnum og her kundu verið nógv fleiri, tí listakvinnurnar eru nógvar og tær eru aktivar. Takk fyri allar, góðan kvinnudag.
Randi Samsonsen
anna Seppälä
vár b.samuelsen
hansina iversen
rannvá kunoy
randi samsonsen
fríða matras brekku
Louise Aakerman nielsen og fríða matras brekku
sigrun gunnarsdóttir
lív maria róadóttir jæger
Vibeke mencke nielsen
anna malan jógvansdóttir
julie sass
silja strøm
tvær megnar listakvinnur hittast - silja strøm og vibeke mencke nielsen
elin josefina smith
rannvá holm mortensen
guðrið poulsen
anný djurhus øssursdóttir
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard
Gudrun Hasle
laila Mote
mie mørkeberg
Barbara í gongini
MYNDLIST A á Glasi – ein gyltur møguleiki hjá kreativum miðnámsnæmingum
/Tað er eingin loyna, at vit eiga óvanliga nógv dugnalig myndlistafólk og fólk við visuellum gávum í Føroyum. Samstundis hava vit her á landi stóran mangul uppá útbúgvingarmøguleikar á júst hesum økinum. Tí gleðast vit inniliga um, at lærugreinin Myndlist A er sett á stovn á Glasi.
Hetta er í grundini ein lítil kollvelting í listútbúgvingrligum høpi. Í meira enn tjúgu ár hava myndlistalærarar í Hoydølum og á Glasi ynskt at seta eina Myndlist A lærugrein á stovn av tí, at vit hava upplivað ein vaksandi tørv á eini slíkari millum okkara næmingar. Sum heild er tørvurin stórur serliga av tí, at einki líknandi tilboð finst her á landi til alsamt vaksandi hópin av lesandi, sum fara kreativa vegin, antin tað er innan design, list ella arkitektur, á akademi, universitet ella aðrastaðni.
Í londunum kring okkum er støðan ein onnur enn í Føroyum við tað, at tey eisini hava aðrar skúlar umframt miðnámsskúlar, ið fyrireika næmingar at fara víðari undir hægri listaligan lesnað. Tílíkir møguleikar hava ikki verið til í Føroyum. Vit hava sum kunnugt musikkskúlar, men ongan listaskúla. Áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum støðugt krevur av okkum førleikar til tess at týða tann dagliga myndameldurin. Myndir og myndaliðir eru alla staðni kring okkum, og ongantíð hevur tørvurin á førleikum í sambandi við myndatýðing og greining verið so stórur, sum hann er í dag.
Undirvísingin í Myndlist snýr seg í stóran mun um at økja um tað visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at hyggja at, viðgera og skapa myndir. Myndlist er ein týdningarmikil lærugrein á miðnámi, sum fremur alment dannilsi við at skapa innlit í myndamál og við at geva innlit í kompleksar søguligar, sálarfrøðiligar og samfelagsligar samanhangir gjøgnum lutfalsliga einfaldar praktiskar royndir. Frá einføldum litvenjingum fáa næmingarnir til dømis innlit í ekspressionismu, og hvussu týsku nazistarnir brúktu list í teirra propaganda.
Mong av okkara ungu við listaligum gávum og áhuga hava kent seg noydd at leita sær fyrireikandi undirvísing til listaskúlar uttanlands. Hetta er stórt spell, tí tað er til bága fyri tilknýtið hjá okkara virðismikla ungdómi til tað føroyska samfelagið. Á Føroyamálsdeildini er ein listútbúgving sett á stovn. Tey hava tikið atlit til vøksturin á listaliga økinum og teirri sannroynd, at evnaríkur føroyskur ungdómur fer uttanlands at nema sær útbúgving í listaligum arbeiði. Fyri fyrst eru tvær leiðir, ritlist og tónleikur, men við tíðini verður m.a. myndlist lagt aftrat.
https://namsaetlanir.fo/midnam/myndlist/myndlist-a
Undirvísingin í myndlist á Glasi er sera fjølbroytt og serlig við tað, at hon bæði fevnir tað bókliga teoretiska og tað listaliga praktiska. Undirvísingarhátturin við sjálvstøðugum arbeiði og bólkakjaki styrkir sosialar førleikar hjá næmingunum við tað, at mann er saman á ein annan hátt enn vanligt bæði í myndlistastovuni, á verkstaðnum, men eisini tá mann er úti og vitjar listaframsýningar t.d.
Sambært námsætlanini er endamálið við lærugreinini, at næmingarnir:
Menna og styrkja síni skapandi evni
Við at uppliva, sansa, skapa og greina myndamál menna síni evni á fjølbroyttan hátt at nýta og skilja myndamál sum ein persónligan frásøgu- og samskifismiðil
Í arbeiði sínum við flatum, rúmligum myndum og margmiðlamyndum, ogna sær vitan, innlit og førleikar til at málbera seg í og við myndum
Styrkja sín førleika at kunna ogna sær vitan um og innlit í føroyska og altjóða listasøgu
Finna sær egið støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi
Við eitt nú myndagreining og umrøðu menna sínar førleikar og síni evni at bera fram egnar áskoðanir og soleiðis vera við til at økja um tali- og skrivifrælsið í samfelagnum.
Myndlist A er sett á stovn fyribils sum ein royndarlærugrein. Hon byggir á Myndlist C og B, men hevur m.a. eina skrivliga dimensión, sum fevnir um t.d. myndagreining og listasøgu, men eisini kann loysast kreativt í summum førum.
Á hvørjum ári hava myndlistanæmingar á øllum stigum framsýningar av egnum verkum á Glasi. Her eru nakrar myndir frá undirvísingini í myndlist og av verkum hjá næmingum.
Anna Seppälä vernissage
/Í dag læt framsýning við nýggjum verkum hjá finsku listakvinnuni Onnu Seppälä upp í Steinprenti. Anna er væl kend millum listáhugaðar føroyingar, tí hon hevur verið við á nógvum framsýningum í Føroyum.
Tær eru framúrskarandi vakrar, myndirnar hjá Onnu, m.a. ein kensluborin sjálvsmynd við rósum, sum er ein vatnlitsmynd. Á framsýningini eru eisini tusjtekningar og myndir, sum eru gjørdar við blandaðum tøkni - stílurin er eyðkendur fyri listakvinnuna, ekspressivur, litríkur og surrealistiskur. Myndevnið er ofta persónligt og eksistentielt. Í einari undurvakrari mynd sæst ein urtapottur í stórari stødd við føgrum sólgulum, reyðum og violettum blómum, ið minna um brestandi rakettir á nýggjárinum. Uppiyvir síggjast tríggjar smáar flúgvandi verur, ið nærkast blómunum og geva hugasamband við mytologi og søgnina um Ikaros, ið fleyg ov tætt at sólini samstundis sum hesir figurarnir eru í modernaðum klæðum og í sólbrillum. Tað mytologiska hómast eisini aðrastaðni í myndaverðini hjá Onnu Seppälä har mann kemur í tankar um til dømis Zeus og Narcissus.
Urtapottar, blómur og vøkstur eru á nógvum myndum, sum ofta eru litfagrar og ekspressivar, men eisini heimkærar við denti á heimalív og menniskjaligar relatiónir. Anna Seppälä hevur gjørt trý nýggj steinprent, harav tvey eru við á framsýningini. Her eru nakrar myndir frá upplatingini.
Filmsdagar við Arktis í huganum á Norðurbryggjuni
/Í ár sum á hvørjum ári eru Norðuratlantsfilmsdagar á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn frá 2. til 12. mars. Í ár verða filmar úr Grønlandi og Arktis sýndir og harumframt verður røðin Ísland í panorama eins og dansifilmar og føroyskar stuttfilmsperlur verða at síggja. Festivalurin sýnir fimm spælifilmar, níggju heimildarfilmar og 33 stuttfilmar. Fleiri føroyskir filmar eru á skránni 4.mars, m.a. fíni heimildarfilmurin Sálarkvøl hjá Eir í Ólavsstovu um listakvinnuna Elin J.Smith, sterki stuttfilmurin Stay hjá Mariu Winther Olsen, stílsliga flottu Braceface hjá Terja Mohr og Móðir hjá Heiðriki á Heygum, umframt vakri stuttfilmurin Where do we go hjá Barbaru Lervig. Eisini verða samrøður við Eir, Heiðrik og Barbaru. Sí skránna her:
https://www.nordatlantens.dk/filmdage
Marjun Syderbø Kjelnæs tilnevnd
/Marjun Syderbø kjelnæs - foto sunva Eysturoy lassen
Føroyska uppskotið til ta stóru norðurlendsku bókmentavirðislønina er í tveimum; tað snýr seg um yrkingasavnið Karmageitin og leikin Gentukamarið eftir Marjun Syderbø Kjelnæs. Sambært tilnevningarnevndina er talan um eitt verk í tveimum:
Karmageitin og Gentukamarið eru eitt skaldverk í tveimum bindum, hvørt við sínum sniði og sínari útsøgn. Yrkingasavnið Karmageitin og leikritið Gentukamarið kunnu lesast í valfríum raðfylgi, tí bøkurnar eru ikki samanbundnar í tíðarrøð ella við orsakasambondum; heldur eru tær feldar hvør inn í aðra soleiðis, at dialogarnir í leikritinum, rørslurnar í yrkingunum, innisstøðurnar og tey ítøkiligu støðini veksa hvørt inn í annað.
Sum heitið Gentukamarið bendir á, er høvuðspersónurin í leikritinum kvinna. Tað sama er galdandi í Karmageitini, ið fylgir yrkinga-eg’num sum vaksnari kvinnu. Staðsetingin er kamarið, sum gentan hevði í uppvøkstrinum. Tað er hiðani, at heimurin hjá yrkinga-eg’num sprettur, og her knýtir tað seg at slektini. Kamarið hevur gingið í arv frá mostrini til yrkinga-eg’ið. Yrkingarnar flyta seg burtur úr gentukamarinum, men fara altíð aftur hagar; í stórum og smáum ringrásum. Tað er eitt áhugavert áhaldni í rørsluni í yrkingunum; útlongsil og ynski um at gerast partur av heiminum, men í øllum yrkingunum verður ynskið um at at knýta seg at og skilja og gerast partur av heiminum vent á ranguna og snýr heim, heim til gentukamar barndómsins ella miðlívskreppukøkin; ikki endiliga beinleiðis av heimlongsli, men tí tað er neyðugt. Ikki meira enn heimkomið, verður yrkinga-egið ósjónligt, tað er útlúgvað, og fram veksur nýggjur útlongsil.
Í dramapartinum, Gentukamarinum, stíga vit inn í og verða heilt umgird av hesum kamarinum. Her verður díkt øðrvísi á enn í yrkingunum, fleirraddað og viðhvørt maniskt; tað vaksna eg-ið í barndómsins gentukamari verður díkt undir í røddini hjá mammu síni og barndómi sínum. Her er eg’ið í øllum sínum aldrum í senn, sum barn plágast hon av røddini í mammu síni, sum vaksin av røddini í sínum egna barni, og hon fær telefonuppkall frá røddini í dóttur síni og mytunum. Gentukamarið loysir sundur tey mørk og tær gáttir, sum kunnu vera millum aldrar og æviskeið hjá eg-num. Eg-ið verður øll tey eg, sum eg-ið kann hava verið; í menning, í tvídrátti, í ráðaloysi. Tvørsagnarkent og ósambæriliga, viðhvørt stutt, milt og harmoniskt – alt um somu tíð. Gentukamarið og tað gentuliga verður í tveybindaverkinum ein sterkur máttur, sum noktar at lata seg harta og rætta.
Gentukamarið veksur saman við húsinum og urtagarðinum í Havn og knýtir seg í eina fjallarøð av óbrúktum klæðum í Atacama-oyðimørkini (Karmageitin, s. 42), í tey brotnu korallrivini undir Íslandi (Karmageitin, s. 32), í hvalir, sum eru vilstir inn í tronga í Miðjarðarhavinum (Karmageitin, s. 76-78). Í yrkingini Honey (Karmageitin s.68) veksur skriðin, sum eg’ið følir, saman við eitt kleiggjut køksborð. Ampi og skjálvti umskapast til illveður, sum røkkur til Meksiko, til ein ovurstóran skinfluguflokk, til brummandi bilmotorar, surrandi ferðslu og oljupumpur, og venda aftur í køkin, har teir aftur seta seg í eg-ið. Illhirsnið, skriðin og tað kleiggjuta eru ein skinfluguflokkur, eru bilar og pumpur og olja.
Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er ein kend og virkin rødd á tí føroyska bókmenta- og leikpallinum. Hon hevur givið út eitt fjølbroytt tyssi av verkum síðan 2000. Ungdómsskaldsøgan Skriva í sandin, 2010, vann i 2011 The White Raven Deutsce Jugendbibliothek, og ungdómsskaldsøga hennara Sum rótskot varð løgd fram til Barnabókmentavirðisln Norðurlandaráðs í 2021. Hon hevur vunnið fleiri virðislønir og fingið gávufæ, og hennara verk eru týdd til onnur norðurlandamál umframt enskt, franskt og týskt.
Kápumyndir: Guðrið Syderbø
Tapet: Siggi Óli Pálmason
Umbróting, prent og liðuggerð: Føroyaprent
https://www.norden.org/da/news/her-er-de-nominerede-til-nordisk-raads-litteraturpris-2023
Ummæli á Listaportalinum av Gentukamarinum
Leikurin Gentukamarið hjá Marjun Syderbø Kjelnæs var framførdur á Tjóðpallinum og eg skrivaði, at hann snýr seg um at blíva listafólk líka nógv sum hann snýr seg um at blíva kvinna. Vit áskoðarar varnast alt fyri eitt myndina av einum av tiltiknu kamarsmálningunum hjá listamytuni Vincent van Gogh, sum hongur í Gentukamarinum beint við tað reyða plastikkspeglið. Tað er herliga fýrsaraligt, eisini hasin serligi laksaljósareyði liturin á innbúgvinum í gentukamarinum. Tónleikurin er hugtølandi, bæði tann sorgblíði og til tíðir lagnutungi tematónleikurin hjá Joachim Holbek, sum er innspældur saman við føroyskum strúkarum, og tað herliga finska tangolagið móti endanum. Møguliga vóru tónleikasenurnar við bust sum mikrofon, eitt sindur langdrignar ella flóvisligar ella fjákutar, eg veit ikki, men tær vóru eisini afturkennandi stuttligar ikki minst, tá mann kennir tónleikin, t.d. fýrsaralandapláguna hjá Rose Laurens, Africa – eg eigi singleplátuna (!) og jú, tónleikurin hevði stóran týdning í gentukamarinum – alt tað eg minnist. “In dark, deep jungle I hear the wild drum/ My heart beats faster, knowing my time's come/ The voodoo master, waiting for nightfall/ Draws signs of magic on my white woman skin. – Altíð hesin forbrendi hugur at geva seg undir viljan hjá onkrum øðrum ella hvør var tað, sum vildi hvat - aftaná paradigmuskiftið eftir metoo er hetta í øllum førum ómodernað, men gentukamarið minnast vit og tað er ikki minst afturkennandi í fínu, neyvu scenografiini hjá Siggi Óli Pálmason. - Grundhugskotið um at fara aftur í gentukamarið at hitta seg sjálva er frálíkt. Eg skilji væl feministisku motivini í leikinum, men ímyndi mær, at bæði gentu- og dreingjakamarsuniversini ikki er eins afturlatin og tessvegna heldur ikki so óhugnalig sum tey einaferð vóru, nú samskiftið millum ættarliðini tykist nógv meira opið. Leikurin tvinnar fleiri søgur saman og tekur støði í eini tilveruligari kreppu hjá vaksnu konuni, ið er fráskild og hvørs fyrrverandi maður skal giftast uppaftur. Hon fer heim til síni gomlu foreldur og inn í sítt gamla kamar, har Veran bíðar eftir henni og konfronterar hana við gomlum og nýggjum ræðslum. Fyrst og fremst er tað kærleikin og óttin, sum bindur konuna. Tað er sum móðirdjórið í The Wall hjá Pink Floyd, sum uggar sonin og sigur “Hush now, baby, baby, don't you cry/ Mamma's gonna make all of your nightmares come true/ Mamma's gonna put all of her fears into you...”. Hatta elaklæna markið millum stundvísiliga umsorgan og sjúkliga stúran. Dukkurnar taka gentuna og konuna av ræði, móðirskyldan og skuldarkenslurnar lamma hana. Tann vakrasti parturin av leikinum er tann abstrakta paralellfrásøgnin um gentuna, sum vaks og vaks og bleiv so stór, at hon ikki passaði inn nakrastaðni. Í tí absurda endanum á søguni kenna vit umhvørvishøvundin aftur, men lýsingin av hvussu likamið á teirri risastóru deyðu gentuni nørir um fiskastovnar og fólkasálir, minnir eisini um onkra yrking hjá Tóroddi Poulsen. Tað var jú hansara Venclagrein um ummæli, sum var upprunin til Gentukamarið og eg haldi kanska, at hann hómast í einum av teimum mongu negativu røddunum í gentukamarinum. Til alla lukku tykist frásøgnin lyfta seg upp um persónligt agg og fornermilsi og hin søgan um gentuna við hugflognum, sum rakk longur enn til alt tað vanliga og sum lýgur seg meira áhugaverda, er eisini hjartanemandi. Í hesum universinum ræður skommin og Beinta Clothier spælir sín leiklut sum vaksna konan við hóskandi undirgeving og vónloysi. Hans Tórgarð lyftir somuleiðis sín velduga leiklut sum veran, ið er á palli longu áðrenn leikurin byrjar og allan vegin til endan. Hann er veran, sum tá hon vaknar, førkar seg sum ein dukka, men vaksur og verður ígongdsetari og innlimar alt tað, sum gentan og konan hava at stríðast við. Tað er tann innara røddin, sum ógvuliga sjáldan er mild og rósandi og sum krevur av henni, at hon skal siga sína søgu í trimum pørtum og tað ger hon eitt sindur treyðugt, men síðani kemur ferð á og vit uppliva eitt nú smá brot av tølandi ungdómsløtum sunnanfyri. Har kemur Bartal Augustinussen sum eitt frískt, musikalskt og stuttligt lot inn í innibyrgda gentukamarið
Mentanarvirðislønirnar 2022
/Fína myndafrásøgnin hjá Bjarna Árting Rubeksen og una leitistein hansen sæst her: https://bit.ly/3XWoKKk
Mikukvøldið handaði Sirið Stenberg landsstýriskvinna Mentanarvirðislønir Landsins í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Móttakarar vóru Hansina Iversen, Guðrið Poulsen og Alda Mohr Eyðunardóttir. Her eru grundgevingarnar og røðan, sum undirritaða helt fyri Hansinu Iversen.
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=152998
Hansina iversen
Mentanarvirðisløn landsins 2022 verður latin Hansinu Iversen, myndlistakvinnu Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. Listakvinnan hevur seinastu árini loyst týdningarmiklar uppgávur og hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands, t.d. í París og í Keypmannahavn. Hansina Iversen arbeiðir við nonfigurativari list og verkum, ið eru droymandi og poetisk við samansettum litflatum. Hennara málningar og steinprent eru hugtakandi á ein serstakan hátt. Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar. Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.
guðrið poulsen
Guðrið Poulsen er slóðbrótari innan leirlist í einum landi, har onki brúkiligt leir finst. Støðugt bjóðar listakvinnan sær sjálvari og okkum av í leitanini eftir rúmligum abstraktiónum yvir náttúruna, menniskjað og tilverunnar ævigu spurningar. Hennara gávaðu hendur leita fram sansaligar og kropsligar upplivingar, ið skapa brúgv millum lítla koppin og manshøgu installatiónina, millum gerandisdagin og listina. Guðrið Poulsen hevur havt fleiri framsýningar og hevur vunnið fleiri listprýðingarkappingar, bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur verið virkin á lista- og mentanarpallinum í mong ár, og hennara fjølbroytta virksemi fevnir eisini um skeið og undirvísing, so bæði leik og lærd hava fingið ágóðan av stóru vitanini og kunnleikanum hjá henni. Fyri ótroyttiliga virksemið, har handverk og list ganga upp í eina hægri eind, fær Guðrið Poulsen Heiðursgávu landsins 2022.
alda mohr eyðunardóttir