Gleðiligan (lista)kvinnudag

Í dag er altjóða kvinnudagur. Her á Listaportalinum er hesin dagurin eitt upplagt høvi til eina støðumeting og tað er lutfalsliga hugaligt, tá tað kemur til listaøkið. Fyri kortum upplivdu vit, at móttakararnir av landsins størsta mentanarheiðuri allar vóru kvinnur. Nevndin (t.e. Alda Joensen, Poul Geert Hansen, Katrina í Geil Kim Simonsen og Gunnvá Zachariasen) valdi jú at heiðra Aldu Mohr Eyðunardóttir (Ungt listafólk), Guðrið Poulsen (Mentanaravrik) og Hansinu Iversen (Mentanarvirðisløn) - ein søgulig avgerð, tí hetta er fyrstu ferð, at kvinnur fingu allar virðislønirnar (tað øvugta, at bara menn fingu virðislønina er hent fleiri ferðir, t.d. í 2011 og 2013). Av myndlistafólkum, sum í løtuni eru í ferð við at nema sær listfakliga útbúgving, eru listakvinnur sum áðurnevnda Alda Mohr Eyðunardóttir, men eisini Anný Øssursdóttir Djurhuus og Vár B.Samuelsen, ið allar eru dugnaligar og áhugaverdar listakvinnur í fremstu røð innan føroyska samtíðarlist. Eina ta mest áhugaverdu listaframsýningina í nýggjari tíð skipaði Randi Samsonsen fyri í m.a. Miklagarði í fjør og í Listasavninum hava tey eisini lagt seg eftir javnstøðu á framsýningum og viðv. keypi av verkum til Listasavnið. Í Gallarí Havnará letur ein framsýning upp í dag kl 17.00 í sambandi við kvinnudagin - har er m.a. Rannvá Holm Mortensen við. Í Steinprenti arbeiða tey í skrivandi stund við eini listakvinnu á verkstaðnum og niðriundir í gallarínum er ein framúr framsýning hjá Onnu Seppälä. Og hvat - er so alt bara í ordan og hurrá? Nei, innan standmyndaøkið er nógv eftir at gera - tað er gott at minnast týdningarmiklar kvinnur sum Elinborg Lützen í Klaksvík og Andreu Árting í Havn, men okkum tørvar eisini størri skulpturelt fjølbroytni í Føroyum við t.d. abstraktum standmyndum og her koma fleiri listakvinnur til hugs - ikki í gamla leiklutinum sum modellir til standmyndirnar, men sum sjálv skapandi megin handan standmyndirnar; í leiklutinum sum listakvinnur. Her eru nakrar myndir av verkum hjá listakvinnum og her kundu verið nógv fleiri, tí listakvinnurnar eru nógvar og tær eru aktivar. Takk fyri allar, góðan kvinnudag.

Randi Samsonsen

anna Seppälä

vár b.samuelsen

hansina iversen

rannvá kunoy

randi samsonsen

fríða matras brekku

Louise Aakerman nielsen og fríða matras brekku

sigrun gunnarsdóttir

lív maria róadóttir jæger

Vibeke mencke nielsen

anna malan jógvansdóttir

julie sass

silja strøm

tvær megnar listakvinnur hittast - silja strøm og vibeke mencke nielsen

elin josefina smith

rannvá holm mortensen

guðrið poulsen

anný djurhus øssursdóttir

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

Gudrun Hasle

laila Mote

mie mørkeberg

Barbara í gongini