Filmsdagar við Arktis í huganum á Norðurbryggjuni

Í ár sum á hvørjum ári eru Norðuratlantsfilmsdagar á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn frá 2. til 12. mars. Í ár verða filmar úr Grønlandi og Arktis sýndir og harumframt verður røðin Ísland í panorama eins og dansifilmar og føroyskar stuttfilmsperlur verða at síggja. Festivalurin sýnir fimm spælifilmar, níggju heimildarfilmar og 33 stuttfilmar. Fleiri føroyskir filmar eru á skránni 4.mars, m.a. fíni heimildarfilmurin Sálarkvøl hjá Eir í Ólavsstovu um listakvinnuna Elin J.Smith, sterki stuttfilmurin Stay hjá Mariu Winther Olsen, stílsliga flottu Braceface hjá Terja Mohr og Móðir hjá Heiðriki á Heygum, umframt vakri stuttfilmurin Where do we go hjá Barbaru Lervig. Eisini verða samrøður við Eir, Heiðrik og Barbaru. Sí skránna her:

https://www.nordatlantens.dk/filmdage