Mentanarvirðislønirnar 2022

Fína myndafrásøgnin hjá Bjarna Árting Rubeksen og una leitistein hansen sæst her: https://bit.ly/3XWoKKk

Mikukvøldið handaði Sirið Stenberg landsstýriskvinna Mentanarvirðislønir Landsins í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Móttakarar vóru Hansina Iversen, Guðrið Poulsen og Alda Mohr Eyðunardóttir. Her eru grundgevingarnar og røðan, sum undirritaða helt fyri Hansinu Iversen.

https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=152998

Hansina iversen

Mentanarvirðisløn landsins 2022 verður latin Hansinu Iversen, myndlistakvinnu Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. Listakvinnan hevur seinastu árini loyst týdningarmiklar uppgávur og hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands, t.d. í París og í Keypmannahavn. Hansina Iversen arbeiðir við nonfigurativari list og verkum, ið eru droymandi og poetisk við samansettum litflatum. Hennara málningar og steinprent eru hugtakandi á ein serstakan hátt. Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar. Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.

guðrið poulsen

Guðrið Poulsen er slóðbrótari innan leirlist í einum landi, har onki brúkiligt leir finst. Støðugt bjóðar listakvinnan sær sjálvari og okkum av í leitanini eftir rúmligum abstraktiónum yvir náttúruna, menniskjað og tilverunnar ævigu spurningar. Hennara gávaðu hendur leita fram sansaligar og kropsligar upplivingar, ið skapa brúgv millum lítla koppin og manshøgu installatiónina, millum gerandisdagin og listina. Guðrið Poulsen hevur havt fleiri framsýningar og hevur vunnið fleiri listprýðingarkappingar, bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur verið virkin á lista- og mentanarpallinum í mong ár, og hennara fjølbroytta virksemi fevnir eisini um skeið og undirvísing, so bæði leik og lærd hava fingið ágóðan av stóru vitanini og kunnleikanum hjá henni. Fyri ótroyttiliga virksemið, har handverk og list ganga upp í eina hægri eind, fær Guðrið Poulsen Heiðursgávu landsins 2022.

alda mohr eyðunardóttir

Longu sum tannáringur byrjaði listaleiðin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, eitt nú við luttøku á Ólavsøkuframsýningini og Várframsýningini. Umframt her í Føroyum hevur unga listakvinnan verið við á fleiri framsýningum í Íslandi og í Danmark. Eitt nú var hon við á temaframsýningini BROT hjá Listasavninum, og hon hevur sýnt fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og á Hafnarborg í Íslandi. Eitt av hennara vovnu verkum er nú eisini partur av føstu framsýningini í Listasavninum. Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í sínari list, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og at endurgeva tekstil í øðrum miðlum. Tilfarið í listini hevur tilsipingar til føroyska mentan og handverk, millum teirra at veva, til fiskireiðskap og seyðaull. Hon er partur av einum ættarliði, har tilgongdin til handverkið er øðrvísi, og sambært ungu listakvinnuni er hetta eisini ein fyrimunur, tí verkini kunnu kennast meira erlig og beinleiðis. Fyri serstakliga góðu listagávurnar fær Alda Mohr Eyðunardóttir Virðisløn til ungt listafólk 2022.

Kvøða til Hansinu Iversen, móttakara av Mentanarvirðisløn landsins 2022

Við ljósinum kom skapandi megi inn í heimin - Verð ljós. Soleiðis ljóðaði og tað varð ljós. Við ljósinum komu eisini litirnir og í føroyskari list hava ljós og litir glitrað og skygt líka síðan Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og málaði vesturskinið. - Mikines kenna vit kanska best fyri tað døkka, men uttan ljósið høvdu vit neyvan skilt alt hansara myrkur og hjá Ruth tendraðu bjartastu litir eitt lýsandi myrkur. – Ingálvur visti av, at myrkur kann ala fram ljós, men í myndunum hjá Hansinu er ljósglæman ikki longur íblást av náttúru - her logar ljósið frítt í litinum.

Millum allar anekdoturnar, sum liva kring minnið um Ingálv av Reyni, er søgan um stóra munin millum mannin og hansara listaverk - hetta at ein so lítillátin maður skuldi mála so stórfingin verk. Støðuga samanberingin millum ein persón og hansara málningar hevur altíð undrað meg, men eg kom í tankar um hana, tá eg skuldi orða eina kvøðu til Hansinu Iversen nú hon fær Mentanarvirðisløn Landsins. Tí kanska líkist Hansina sínum verkum, sum eru litrík, gløgg og full av lívi og ljósi, men kortini við innliti í ”myrkrið, sum spælir og ljósið sum slær”.

Hansina Iversen var tíðliga tilvitað um ikki bara at gera sum hini. Í staðin fyri at fara niður at lesa fór hon á Myndlista- og Handíðaskóla Íslands í 1989 til 1993 og síðani á Kunstakademiið í Helsinki frá 1993-97. Síðan lokna útbúgving hevur hon havt nógvar framsýningar sjálv og saman við øðrum - uttanlands og heima, samstundis sum hon hevur ment sítt málarí - sum einaferð tók støði í abstraktu ekspressionismuni, ið kyknaði í USA eftir kríggið, men eisini við íblástri frá norðurlendskum starvsfelagum  – eg kann í rúgvuni nevna listafólk sum Ninu Roos í Finnlandi og Bjørk í Íslandi.  

Jú, Hansina Iversen er ómetaliga áhugað í list og eisini í øðrum listasløgum enn sínum egna - hon elskar jazz og klassiskan tónleik, og fýrir ikki fyri at flyta seg út úr atelierinum fyri at prýða bygningar sum t.d. Løgtingsbygningin ella taka lut í installatiónslistaframsýningum saman við starvsfelagum sum Jóhan Martini Christiansen. Hansina er at kalla demonstrativt modernað og hevur stóran áhuga fyri øllum, sum rør seg í samtíðini. Hansina hevur gjørt scenografi til sjónleikir og hennara mongu grafisku verk eru millum týdningarmestu høvuðsverkini av teimum mongu framúr prentunum, sum eru framleidd í Steinprenti millum ár og dag.

Einaferð i byrjanini av øldini hevði eg eina blaðsamrøðu við Hansinu Iversen og spurdi tá listakvinnuna hvat hon ynskti sær, at fólk skuldu fáa burturúr hennara myndum. Svarið frá Hansinu minnist eg enn, tí tað var serligt. Hon hugsaði seg væl um og segði síðan Einki! - Einki? -Ja, nikkaði hon, at um fólk bara kundu standa og gána eina løtu í friði og náðum, so var tað fínt. Hetta svarið var í øllum sínum endamálsloysi í hugtakandi andsøgn við okkara tíðarrák, har alt skal hava eitt endamál og um endamálið ikki er rokkið, ja so er verkætlanin miseydnað. Heilt øðrvísi stendur til við listaverkunum hjá Hansinu Iversen. Her er einki endamál, eingin eyðsýnd raðfylgja, eingin byrjan, eingin endi. Við opnum endamálsloysi gána vit og varnast tá kanska, at myndin tekur at bylgja aftur og fram og umbroytist eftir hvar vit lata eygað hvíla.

Í sambandi við listina hjá Hansinu Iversen verður ofta tosað um hvussu vakrar myndirnar eru við føgrum gulum og reyðum strokum og ljómandi violettum og gráum litbrigdum. Í veruleikanum eru hesi verk bæði í litsamanseting og kompositión merkt av onkrum merkiligum og ótilpassaðum, sum í grundini ikki var vakurt inntil vit gjørdust von við tað. Vit hava altso lært at virðismeta hetta slagið av vakurleika og tað er Hansina Iversen, sum hevur lært okkum hendan estetikkin. Hon er ein listaligur slóðbrótari, sum tíðliga í hálvfemsunum setti skjøtul á eitt lívsverk, ið kom at broyta føroyska myndlist og mátan, vit síggja listina.

Hansina Iversen málar nonfigurativar málningar við nógvum rundleittum formum. Ljósið skyggir í teimum glógvandi litunum, men skínur eisini í hvíta løriftinum, sum hómast aftan fyri litirnar. Hesi verkini tykjast ógvuliga sansalig og likamlig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið eins og spor lýsa rørslurnar hjá listakvinnuni. Umframt alla ta ferðina og rørsluna í strokunum, eru málningarnir gjølliga komponeraðir, so at kompleksa heildin sær púra einføld og sjálvsøgd út.

Seinastu árini hevur Hansina Iversen málað fleiri monumental verk, sum týðiliga vísa hennara rúmligu evni og serliga ans fyri tí dramatiska, t.d. stóri Speaking in Tongues málningurin, hvørs myndaflati kann síggjast sum var hann býttur upp í trý høvuðsskap, har tey bæði uttarumegin eru smalari enn tað í miðjuni – eitt sindur sum var talan um ein pall. Tó at myndamálið er nonfigurativt, er hetta ein frásagnarlig og dramatisk mynd – her hendir nakað. Men í staðin fyri at geva okkum eina lidna hendingagongd við karakterum og replikkum, vil Hansina hava okkum at gána, so at søgurnar kunnu skapa seg sjálvar burtur úr litum og formum.

Í útivið tretivu ár hevur listaliga glæman hjá Hansinu Iversen lýst passionerað, og ikki var tað altíð so lætt sum tað kann tykjast eina løtu sum hesa. Onkuntíð var tað strævið og enn eru tíðarskeið við stórum iva. - Hetta fer Mentanarvirðisløn Landsins neyvan at broyta uppá, men virðislønin staðfestir beint nú beint her, at dirvið og tær ljósu løturnar vóru haldgóðar. Takk fyri tær og hjartaliga til lukku, Hansina.

Kinna Poulsen