Loksins er Klótan fullgjørd - monumentala listaverkið hjá Hanna Bjartalíð á Glasi er ein trækúla, ið sær út til at vera dottin av mánanum, har hon stendur á fjórðu hædd miðskeiðis í miðrúminum á Glasi. Listaverkið hjá Hanna Bjartalíð er gjørt við støði í bygninginum, sum er rundur. Tað er sera áhugavert at síggja Hanna Bjartalíð arbeiða so mikið monumentalt sum hetta. Tað ger hann ov sjálvdan. Yvirhøvur hendir tað alt ov sjáldan, at tílíkar standmyndir, sum bróta frá vanligu naturalistisku menniskjalýsingini, verða settar upp í almenna rúminum her á landi. Um mann sær verkið úr eini ávísari frástøðu er tað rættiliga konkret og kúluskapað, men jú nærri tú kemur, tess betur síggjast øll tey vøkru avvikini og tey mongu smáu træpettini, pinnar og kílar, sum eru sett saman til tess at mynda eina vakra heild. Tá vit eru komin heilt tætt síggjast smá kaghol, har mann kann síggja kúluna innan. Verkið er nakað broytt í mun til upprunaligu ætlanina. Tá ætlaði listamaðurin at hava ymiskt ljóð og lutir inni í Klótuni, men listaligi arbeiðshátturin hjá Hanna Bjartalíð er tilgongdarmerktur og hann er í síni tilgongd komin fram til eina einfaldari loysn, har sjálvt skapið á standmyndini uttan og innan verður aðalmálið. Hetta er stórarbeiði og eitt høvuðsverk í føroyskari samtíðarlist. Eg seti nakrar myndir inn her frá, tá vit í vikuni vóru á Glasi og hugdi at Klótuni saman við listamanninum.