Til Minnis/In Remembrance – Mikkjal G. Hansen & SIC/Fighters They Bleed |

Fríggjadagin 10.3.2023 læt ein heilt serlig og nemandi framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík til minnis um sangaran og menniskjað Mikkjal Gaard Hansen, sum doyði í 2021 bert 39 ára gamal. Hann var oddamaður í m.a. tungmálmsbólkinum SIC Tað er finska listakvinnan og fotografurin Eija Mäkivuoti, sum hevur skipað fyri framsýningini. Hon greiðir frá, at hetta er ein framsýning til heiðurs fyri og til minnis um Mikkjal G.Hansen og tað samstarvið, Eija hevur havt við hann og við SIC. Hetta samstarv byrjaði í 2008 og tað var Urd Johannessen, sum Eija møtti via Nordisk Kulturkontakt, ið segði henni frá um føroyska tónleikabólkin SIC. Eija bjóðaði SIC til Finnlands at hava konsert har og soleiðis var samband knýtt, sum leiddi til samstarv, eina røð av fotomyndum og ein heimildarfilm. Eija hevur verið nógv í Føroyum og hevur tikið myndir av bæði náttúru og fólki. Í 2015 gav Sprotin út hennara vøkru myndabók Havin hjá Birgit (sí leinki niðast).

-Men altso -ein minnisframsýning um ein farnan sangara, man tað nú vera áhugavert? mutlar skeptikaran og eg kann svara alt fyri eitt, at jú heilt vist! Eg bleiv sera rørd, tá eg kom inn og sá teir eyðkendu prýddu vestarnar, sum hingu uppi undir loftinum. Eg kendi ikki Mikkjal G.Hansen persónliga, men vestarnar kenni eg aftur, mann visti líkasum hvør hann var og búði í sama býi. Tá eg uppi á loftinum í Smiðjuni sá brot úr onkrari gamlari konsertupptøku, kendi eg á mær eitt brádligt og øgiligt takksemi yvir, at mær untist at uppliva hendan mannin á palli tvær ferðir. Eina ferð fyri tjúgu árum síðani í kjallaranum á tí gula Vertshúsinum og einaferð seinni til eitt mikið ”fínari” event í Norðurlandahúsinum, minnist ikki hvat. Men báðu ferðirnar misti eg ondina av orkuni í tónleikinum og ikki minst av forsangaranum, sum eg haldi var á altjóða støði. Tað sigi eg uttan at eg uppá nakran máta hoyri til tungmálmskjarnulurtararnar, mær dámar vanliga ikki sovorðnan harðan tónleik, men nevndu framførslur vóru altso so mikið sannførandi, at tú kundi ikki annað enn at missa ondina og hava hávirðing fyri hesum merkiliga floyminum av ljóðum, sum í støðum tóktust fullkomiliga ómenniskjalig.

Tað, sum ger framsýningina so rørandi er annars júst menniskjaligheitin, hesi ungu fólkini, sum eg ikki kenni, men sum kunnu umboða allan ungdóm, allar dreymar, øll dreingja- og gentukømur, hesi serligu herligu, sáru, eymu ár. Hetta er ein serstøk framsýning, merkt av kærleika, sorg og sakni, men eisini humor. Í einum vindeygakarmi í Smiðjuni í Lítluvík stendur ein bók, ein skarðaður skøltur og ein óásett Red Bull. Eg spyrji listakvinnuna um hetta munu vera ting, sum onkur ungdómur hevur gloymt eftir á ferniseringini, sum var. Tá flennur hon og sigur, at nei, hetta er eisini til minnis um Mikkjal, hvørs yndisdrykkur var Red Bull. Hon legði aftrat, at framsýningin er úrslitið av eini kollektivari prosess, har m.a. familja og vinir hjá Mikkjali hava verið við. Takk fyri Eija og tit øll fyri at deila minnið og geva okkum høvið at minnast ein musikalskan tungvektara.

Eija Mäkivuoti: We have made a collaborative video artwork together with people who answered to the Open Call of memories about Mikkjal and SIC. The following people made contributions: Bartal G. Simonsen, Rannva Simonsen with family, Sigurd Justinussen, Tordis Vang, Sjúrður Fjallsbak, Sunneva Háberg Eysturstein, Teitur E. Fossaberg, Antonia J. Dahl Thomsen, Torkil Thomsen, Tordis T Gaardlykke, Eddie Jacobsen, Eyðun Müller Thomsen and SIC official. There are also physical contributions in different forms of items, objects, books and artworks that are made/lended by TUTL, Swangah, Sprotin, Klæmint Hammer Poulsen, Joan Scott Brockie and Tordis T. Gaardlykke.

I thank all the supporters/partners/collaborators that made the exhibition and the joint event at Sirkus possible: SIC Bartal G. Simonsen Mentamálaráðið / Faroese Ministry of Culture SLS – Svenska litteratursällskapet / Society of Swedish Literature in Finland Safari Transport / Yosi Golan Sírkus Føroyar / Sunneva Háberg Eysturstein Son of Fortune / Benjamin Petersen DJ Bombat & DJ Nookie Deko&Print ESTRA Sprotin TUTL / Friði Djurhuus Swangah Tórsgøta / Hergeir Staksberg Oy Brewing

On Tuesday 14.3. at 17.00–19.00 I will hold a finissage / closing event (and after that the artworks find a new home on the Faroes).

The exhibition is open at the gallery:

Sat–Tue 11–14 March 2023 between 14.00–19.00

I will be at the gallery all days if you want to have a talk or just come and hang out.

Sprotin has donated some Birgit’s Garden photo books, Swangah a few Belial's Synir books and I have made some posters of Mikkjal which the exhibition visitors can win in a lottery (drawn on the last day). You are most welcome!

The artworks are donated after the exhibition to Mikkjal’s family and SIC members, so it is a non-profit endeavour.

https://sprotin.fo/products/649/havin-hja-birgit?_ProductFilterIds=4:1