Í dag, 21.mars er altjóða yrkingadagur. Tað feira vit á Listaportalinum við nøkrum góðum yrkingum úr tveimum nýggjum bókum frá Sprotanum hjá ávikavist Maluni Poulsen og Tóroddi Poulsen, ið tó at tey hava sama eftirnavn eru sera ymiskir yrkjarar. Hjúpuljóð er triðja útgávan hjá Maluni, meðan HEITI er bók nummar 47 frá Tóroddi. Báðar bøkurnar eru góðar á hvør sín hátt og vakrar – Hanni Bjartalíð gjørdi steinprentið á ljósareyðu permuni hjá Maluni Poulsen og Tóroddur Poulsen gjørdi vatnlitsmálningin á síni egnu gulu bók.
Í eini yrking sum hesari her undir verður hugasamband knýtt millum eina sansaliga uppliving í núinum, at sólin stavar inn, spæl í barndóminum og ein komandi deyða, sum býr í turrisligu staðfestingini um at vera úti, um mann nertur sprossarnar. - Tað verður mann jú noydd til ein penan dag. Ein einføld og vøkur yrking, sum fangar alla tilveruna í fáum reglum. Huglagið er meira uppøst, meira fysiskt í passioneraðu yrkingini um borar, ið duka í túninum, men eisini her er perspektivið eksistentielt um menniskjans leiklut í stokkuta jarðarlívinum.
sólin sendir geisla sín
langt inn í rúmið
vindeygað speglað
ljósir ferhyrningar á døkkum gólvi
sum tú lakkar paradis í
nertur tú sprossarnar
ert tú úti
borar duka
í túnum
og vit eru kílar
av kjøti og blóði
víðka sprungurnar
fylla opini
festa róttræðrir
rotna og taða
hetta glopruta lendið
Yrkingarnar hjá Tóroddi kunnu á sama hátt nerta tað eksistentialistiska, umframt at tær ofta snúgva seg um barndóm og skapan. Í summum førum eru yrkingarnar eitt sindur torskildar og skulu lesast nakrar ferðir og her skal mann kanska minnast til ikki at lesa ov skjótt ella effektivt, finna symboltýdningar og so liðugt, tí tað gevur lítla og onga meining. Heldur kunnu vit hugsa eina yrking sum eina surrealistiska mynd har vit góðtaka, at tingini kunnu hava fleiri týdningar í senn. Lýsingin av gamla vrakinum við ýlandi harmonikuni er sera myndríkt, tú sært yrkingina fyri tær sum eina pallmynd og kanska er tað skaldið, sum er tann gamla harmonikan, ið ikki fæst at tiga saman við øllum okkum tigandi. Yrkingin snýr seg um at yrkja, men inniheldur eisini eina greining av politisku støðuni í okkara samtíð.