MYNDLIST A á Glasi – ein gyltur møguleiki hjá kreativum miðnámsnæmingum

Tað er eingin loyna, at vit eiga óvanliga nógv dugnalig myndlistafólk og fólk við visuellum gávum í Føroyum. Samstundis hava vit her á landi stóran mangul uppá útbúgvingarmøguleikar á júst hesum økinum. Tí gleðast vit inniliga um, at lærugreinin Myndlist A er sett á stovn á Glasi.

Hetta er í grundini ein lítil kollvelting í listútbúgvingrligum høpi. Í meira enn tjúgu ár hava myndlistalærarar í Hoydølum og á Glasi ynskt at seta eina Myndlist A lærugrein á stovn av tí, at vit hava upplivað ein vaksandi tørv á eini slíkari millum okkara næmingar. Sum heild er tørvurin stórur serliga av tí, at einki líknandi tilboð finst her á landi til alsamt vaksandi hópin av lesandi, sum fara kreativa vegin, antin tað er innan design, list ella arkitektur, á akademi, universitet ella aðrastaðni.

Í londunum kring okkum er støðan ein onnur enn í Føroyum við tað, at tey eisini hava aðrar skúlar umframt miðnámsskúlar, ið fyrireika næmingar at fara víðari undir hægri listaligan lesnað. Tílíkir møguleikar hava ikki verið til í Føroyum. Vit hava sum kunnugt musikkskúlar, men ongan listaskúla. Áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum støðugt krevur av okkum førleikar til tess at týða tann dagliga myndameldurin. Myndir og myndaliðir eru alla staðni kring okkum, og ongantíð hevur tørvurin á førleikum í sambandi við myndatýðing og greining verið so stórur, sum hann er í dag.

Undirvísingin í Myndlist snýr seg í stóran mun um at økja um tað visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at hyggja at, viðgera og skapa myndir. Myndlist er ein týdningarmikil lærugrein á miðnámi, sum fremur alment dannilsi við at skapa innlit í myndamál og við at geva innlit í kompleksar søguligar, sálarfrøðiligar og samfelagsligar samanhangir gjøgnum lutfalsliga einfaldar praktiskar royndir. Frá einføldum litvenjingum fáa næmingarnir til dømis innlit í ekspressionismu, og hvussu týsku nazistarnir brúktu list í teirra propaganda.

Mong av okkara ungu við listaligum gávum og áhuga hava kent seg noydd at leita sær fyrireikandi undirvísing til listaskúlar uttanlands. Hetta er stórt spell, tí tað er til bága fyri tilknýtið hjá okkara virðismikla ungdómi til tað føroyska samfelagið. Á Føroyamálsdeildini er ein listútbúgving sett á stovn. Tey hava tikið atlit til vøksturin á listaliga økinum og teirri sannroynd, at evnaríkur føroyskur ungdómur fer uttanlands at nema sær útbúgving í listaligum arbeiði. Fyri fyrst eru tvær leiðir, ritlist og tónleikur, men við tíðini verður m.a. myndlist lagt aftrat.

https://namsaetlanir.fo/midnam/myndlist/myndlist-a

Undirvísingin í myndlist á Glasi er sera fjølbroytt og serlig við tað, at hon bæði fevnir tað bókliga teoretiska og tað listaliga praktiska. Undirvísingarhátturin við sjálvstøðugum arbeiði og bólkakjaki styrkir sosialar førleikar hjá næmingunum við tað, at mann er saman á ein annan hátt enn vanligt bæði í myndlistastovuni, á verkstaðnum, men eisini tá mann er úti og vitjar listaframsýningar t.d.

Sambært námsætlanini er endamálið við lærugreinini, at næmingarnir:

Menna og styrkja síni skapandi evni

Við at uppliva, sansa, skapa og greina myndamál menna síni evni á fjølbroyttan hátt at nýta og skilja myndamál sum ein persónligan frásøgu- og samskifismiðil

Í arbeiði sínum við flatum, rúmligum myndum og margmiðlamyndum, ogna sær vitan, innlit og førleikar til at málbera seg í og við myndum

Styrkja sín førleika at kunna ogna sær vitan um og innlit í føroyska og altjóða listasøgu

Finna sær egið støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi

Við eitt nú myndagreining og umrøðu menna sínar førleikar og síni evni at bera fram egnar áskoðanir og soleiðis vera við til at økja um tali- og skrivifrælsið í samfelagnum.

Myndlist A er sett á stovn fyribils sum ein royndarlærugrein. Hon byggir á Myndlist C og B, men hevur m.a. eina skrivliga dimensión, sum fevnir um t.d. myndagreining og listasøgu, men eisini kann loysast kreativt í summum førum.

Á hvørjum ári hava myndlistanæmingar á øllum stigum framsýningar av egnum verkum á Glasi. Her eru nakrar myndir frá undirvísingini í myndlist og av verkum hjá næmingum.