Marjun Syderbø Kjelnæs tilnevnd

Marjun Syderbø kjelnæs - foto sunva Eysturoy lassen

Føroyska uppskotið til ta stóru norðurlendsku bókmentavirðislønina er í tveimum; tað snýr seg um yrkingasavnið Karmageitin og leikin Gentukamarið eftir Marjun Syderbø Kjelnæs. Sambært tilnevningarnevndina er talan um eitt verk í tveimum:

Karmageitin og Gentukamarið eru eitt skaldverk í tveimum bindum, hvørt við sínum sniði og sínari útsøgn. Yrkingasavnið Karmageitin og leikritið Gentukamarið kunnu lesast í valfríum raðfylgi, tí bøkurnar eru ikki samanbundnar í tíðarrøð ella við orsakasambondum; heldur eru tær feldar hvør inn í aðra soleiðis, at dialogarnir í leikritinum, rørslurnar í yrkingunum,  innisstøðurnar og tey ítøkiligu støðini veksa hvørt inn í annað. 

Sum heitið Gentukamarið bendir á, er høvuðspersónurin í leikritinum kvinna. Tað sama er galdandi í Karmageitini, ið fylgir yrkinga-eg’num sum vaksnari kvinnu. Staðsetingin er  kamarið, sum gentan hevði í uppvøkstrinum. Tað er hiðani, at heimurin hjá yrkinga-eg’num sprettur, og her knýtir tað seg at slektini. Kamarið hevur gingið í arv frá mostrini til yrkinga-eg’ið. Yrkingarnar flyta seg burtur úr gentukamarinum, men fara altíð aftur hagar; í stórum og smáum ringrásum. Tað er eitt áhugavert áhaldni í rørsluni í yrkingunum; útlongsil og ynski um at gerast partur av heiminum, men í øllum yrkingunum verður ynskið um at at knýta seg at og skilja og gerast partur av heiminum vent á ranguna og snýr heim, heim til gentukamar barndómsins ella miðlívskreppukøkin; ikki endiliga beinleiðis av heimlongsli, men tí tað er neyðugt. Ikki meira enn heimkomið, verður yrkinga-egið ósjónligt, tað er útlúgvað, og fram veksur nýggjur útlongsil. 

Í dramapartinum, Gentukamarinum, stíga vit inn í og verða heilt umgird av hesum kamarinum. Her verður díkt øðrvísi á enn í yrkingunum, fleirraddað og viðhvørt maniskt; tað vaksna eg-ið í barndómsins gentukamari verður díkt undir í røddini hjá mammu síni og barndómi sínum. Her er eg’ið í øllum sínum aldrum í senn, sum barn plágast hon av røddini í mammu síni, sum vaksin av røddini í sínum egna barni, og hon fær telefonuppkall frá røddini í dóttur síni og mytunum. Gentukamarið loysir sundur tey mørk og tær gáttir, sum kunnu vera millum aldrar og æviskeið hjá eg-num. Eg-ið verður øll tey eg, sum eg-ið kann hava verið; í menning, í tvídrátti, í ráðaloysi. Tvørsagnarkent og ósambæriliga, viðhvørt stutt, milt og harmoniskt – alt um somu tíð. Gentukamarið og tað gentuliga verður í tveybindaverkinum ein sterkur máttur, sum noktar at lata seg harta og rætta.

Gentukamarið veksur saman við húsinum og urtagarðinum í Havn og knýtir seg í eina fjallarøð av óbrúktum klæðum í Atacama-oyðimørkini (Karmageitin, s. 42), í tey brotnu korallrivini undir Íslandi (Karmageitin, s. 32), í hvalir, sum eru vilstir inn í tronga í Miðjarðarhavinum (Karmageitin, s. 76-78). Í yrkingini Honey (Karmageitin s.68) veksur skriðin, sum eg’ið følir, saman við eitt kleiggjut køksborð. Ampi og skjálvti umskapast til illveður, sum røkkur til Meksiko, til ein ovurstóran skinfluguflokk, til brummandi bilmotorar, surrandi ferðslu og oljupumpur, og venda aftur í køkin, har teir aftur seta seg í eg-ið. Illhirsnið, skriðin og tað kleiggjuta eru ein skinfluguflokkur, eru bilar og pumpur og olja.

Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er ein kend og virkin rødd á tí føroyska bókmenta- og leikpallinum. Hon hevur givið út eitt fjølbroytt tyssi av verkum síðan 2000. Ungdómsskaldsøgan Skriva í sandin, 2010, vann i 2011 The White Raven Deutsce Jugendbibliothek, og ungdómsskaldsøga hennara Sum rótskot varð løgd fram til Barnabókmentavirðisln Norðurlandaráðs í 2021. Hon hevur vunnið fleiri virðislønir og fingið gávufæ, og hennara verk eru týdd til onnur norðurlandamál umframt enskt, franskt og týskt.

Kápumyndir: Guðrið Syderbø
Tapet: Siggi Óli Pálmason
Umbróting, prent og liðuggerð: Føroyaprent

https://www.norden.org/da/news/her-er-de-nominerede-til-nordisk-raads-litteraturpris-2023

Ummæli á Listaportalinum av Gentukamarinum

Leikurin Gentukamarið hjá Marjun Syderbø Kjelnæs var framførdur á Tjóðpallinum og eg skrivaði, at hann snýr seg um at blíva listafólk líka nógv sum hann snýr seg um at blíva kvinna. Vit áskoðarar varnast alt fyri eitt myndina av einum av tiltiknu kamarsmálningunum hjá listamytuni Vincent van Gogh, sum hongur í Gentukamarinum beint við tað reyða plastikkspeglið. Tað er herliga fýrsaraligt, eisini hasin serligi laksaljósareyði liturin á innbúgvinum í gentukamarinum. Tónleikurin er hugtølandi, bæði tann sorgblíði og til tíðir lagnutungi tematónleikurin hjá Joachim Holbek, sum er innspældur saman við føroyskum strúkarum, og tað herliga finska tangolagið móti endanum. Møguliga vóru tónleikasenurnar við bust sum mikrofon, eitt sindur langdrignar ella flóvisligar ella fjákutar, eg veit ikki, men tær vóru eisini afturkennandi stuttligar ikki minst, tá mann kennir tónleikin, t.d. fýrsaralandapláguna hjá Rose Laurens, Africa – eg eigi singleplátuna (!) og jú, tónleikurin hevði stóran týdning í gentukamarinum – alt tað eg minnist. “In dark, deep jungle I hear the wild drum/ My heart beats faster, knowing my time's come/ The voodoo master, waiting for nightfall/ Draws signs of magic on my white woman skin. – Altíð hesin forbrendi hugur at geva seg undir viljan hjá onkrum øðrum ella hvør var tað, sum vildi hvat - aftaná paradigmuskiftið eftir metoo er hetta í øllum førum ómodernað, men gentukamarið minnast vit og tað er ikki minst afturkennandi í fínu, neyvu scenografiini hjá Siggi Óli Pálmason. - Grundhugskotið um at fara aftur í gentukamarið at hitta seg sjálva er frálíkt. Eg skilji væl feministisku motivini í leikinum, men ímyndi mær, at bæði gentu- og dreingjakamarsuniversini ikki er eins afturlatin og tessvegna heldur ikki so óhugnalig sum tey einaferð vóru, nú samskiftið millum ættarliðini tykist nógv meira opið. Leikurin tvinnar fleiri søgur saman og tekur støði í eini tilveruligari kreppu hjá vaksnu konuni, ið er fráskild og hvørs fyrrverandi maður skal giftast uppaftur. Hon fer heim til síni gomlu foreldur og inn í sítt gamla kamar, har Veran bíðar eftir henni og konfronterar hana við gomlum og nýggjum ræðslum. Fyrst og fremst er tað kærleikin og óttin, sum bindur konuna. Tað er sum móðirdjórið í The Wall hjá Pink Floyd, sum uggar sonin og sigur “Hush now, baby, baby, don't you cry/ Mamma's gonna make all of your nightmares come true/ Mamma's gonna put all of her fears into you...”. Hatta elaklæna markið millum stundvísiliga umsorgan og sjúkliga stúran. Dukkurnar taka gentuna og konuna av ræði, móðirskyldan og skuldarkenslurnar lamma hana. Tann vakrasti parturin av leikinum er tann abstrakta paralellfrásøgnin um gentuna, sum vaks og vaks og bleiv so stór, at hon ikki passaði inn nakrastaðni. Í tí absurda endanum á søguni kenna vit umhvørvishøvundin aftur, men lýsingin av hvussu likamið á teirri risastóru deyðu gentuni nørir um fiskastovnar og fólkasálir, minnir eisini um onkra yrking hjá Tóroddi Poulsen. Tað var jú hansara Venclagrein um ummæli, sum var upprunin til Gentukamarið og eg haldi kanska, at hann hómast í einum av teimum mongu negativu røddunum í gentukamarinum. Til alla lukku tykist frásøgnin lyfta seg upp um persónligt agg og fornermilsi og hin søgan um gentuna við hugflognum, sum rakk longur enn til alt tað vanliga og sum lýgur seg meira áhugaverda, er eisini hjartanemandi. Í hesum universinum ræður skommin og Beinta Clothier spælir sín leiklut sum vaksna konan við hóskandi undirgeving og vónloysi. Hans Tórgarð lyftir somuleiðis sín velduga leiklut sum veran, ið er á palli longu áðrenn leikurin byrjar og allan vegin til endan. Hann er veran, sum tá hon vaknar, førkar seg sum ein dukka, men vaksur og verður ígongdsetari og innlimar alt tað, sum gentan og konan hava at stríðast við. Tað er tann innara røddin, sum ógvuliga sjáldan er mild og rósandi og sum krevur av henni, at hon skal siga sína søgu í trimum pørtum og tað ger hon eitt sindur treyðugt, men síðani kemur ferð á og vit uppliva eitt nú smá brot av tølandi ungdómsløtum sunnanfyri. Har kemur Bartal Augustinussen sum eitt frískt, musikalskt og stuttligt lot inn í innibyrgda gentukamarið