Ingi Joensen 70

Í dag fyllir fotolistamaðurin og grafikarin Ingi Joensen 70 ár. Ingi er útbúgvin á Danmarks Designskole. Fyrst í fýrsunum flutti hann heim aftur til Føroya og byrjaði egið grafiskt virki. Sum grafikari hevur hann lagt eina ørgrynnu av bókum og prentlutum til rættis. Sum fotolistamaður hevur Ingi ofta arbeitt við svarthvítum, viðgjørdum littónaðum fotomyndum, hetta er t.d. galdandi fyri kendu myndina hjá honum á permuni á Ung 85 plátuni av einari ungari kvinnu í føroyskum klæðum framman fyri pylusvognin á Vaglinum á ólavsøku - hetta var Jónvør, kona hansara, sum hann hevur tikið fleiri myndir av, ein teirra var við á framsýning í Víngarðinum (sí niðast her á síðuni). Bøkur við myndum hjá Inga Joensen eru Reflektión frá 1992 og Støð, støður við teksti hjá Gunnari Hoydal frá 2007. Í 2015 hevði hann ta einastandandi fínu framsýningini Í Kerinum 40 í Norðurlandahúsinum. Listasavnið eigur hesar myndirnar og framsýndi nakrar teirra herfyri á serframsýningini ”Heimstaðurin”.

Seinastu tíðina hevur Ingi Joensen sum nevnt havt eina framsýning í Víngarðinum í Havn við eini røð av svørthvítum fotomyndum Fram um alt eru hesar myndir grafiskar, merktar av horisontalum og vertikalum linjum, ið skilmarka myndarúm og kompositión. Ofta kyknar eitt tómrúm millum myndaliðirnar, har áskoðarin hevur møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, mann sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og dúnmjúka skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan, kanska enntá skemtiligan tanka. Hetta sama hendir millum hjólið og tær hangandi fiskagreipurnar uppiyvir í miðgrundini í einari mynd, men bara inntil tú gerst varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og hetta tilfarið trínur fram og gerst sjálvur kjarnin í myndini. Gevur tú tær tíð at hyggja, er tað eins og tílíkir smáir støkkir og undantøk geva rúm fyri umhugsan nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, haðan vit síggja ikoniska útsýnið yvir á Nólsoynna oman fyri eitt stik í forgrundini við trimum pelum, harav tann í miðjuni er brotnaður og hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, tendrar í upplivingina av myndini, sum kann tulkast allar møguligar vegir. Hjartaliga til lukku á føðingardegnum, Ingi Joensen.