Heiðrikur á Heygum framsýndi í novembur til januar framsýningina, "Kjøt" í Toronto. Nú er framsýningin komin til Føroya, og letur upp fríggjadagin kl. 15.00 í Müllers Pakkhúsi.
Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiðir um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum: "Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum, og skifta tað út við glampandi plastikk. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava óivað sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin? Tað er alt kjøt. - Hesir vatnlits- og gouachemálningar eru av kjøti frá føroyskum seyði, ið bøndur hava flett, pakkað og síðani selt á alnetinum”.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 31. mars kl. 15.00 - 18.00, og er opin hvønn dag fram til 9. apríl.