Spegil, spegil á vegginum hongur…

BRANDUR PATURSSON Í VÍNGARÐINUM

Tann ónda drottningin, sum í ævintýrinum um Snjóhvítu altráð hyggur í spegilin, ger tað væl vitandi um, at tíðin arbeiðir ímóti henni. Hon stúrir um, at hon ein dag ikki verður tann vakrasta í landi og ríki og soleiðis er hjá okkum øllum um vit stúra ella ei, at tíðin so líðandi fær ungdómsvakurleikan at følna. Tað vil siga; soleiðis plagdi tað at vera. Á sosialu miðlunum finnast nú appir, sum kunnu bøta uppá tann eftir øllum at døma ótolandi ljóta veruleikan, so at vit í allar ævir kunnu vera vøkur og órukkað við hvítum tonnum í tí nýggja fartelefonspeglinum.

Leygardagin 1.apríl klokkan 15-17 letur ein forkunnug framsýning upp við nýggjum verkum hjá Brandi Patursson í Víngarðinum. Brand Patursson kenna vit kanska serliga fyri hansara ljós- og videolist, har hann sameinir glasskulptur við ljós og video - eitt nú varð hansara verk Lívrunnið landslag (2019) framsýnt í Listasavni Føroya og tað var millum tey verkini, sum Ny Carlsbergfondet herfyri keypti til Listasavnið. Í 2018 valdi Mentanargrunnur Føroya at veita Brandi trý ára listafólkaløn m.a. við teirri grundgeving, at listamaðurin hevur skapandi megi á høgum stigi og at hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við.

Til framsýningina í Víngarðinum hevur Brandur Patursson skapt glasrelieff, har hann leggur dent á speglingar og gjøgnumskygni við litaðum filtrum. Í sambandi við innrammaðar myndir vilja tey flestu hava museumsglas við so avmarkaðum speglingum sum møguligt. Brandur fer øvugtan veg við sínum glasverkum, sum í stóran mun eru um spegling. Í hesum førinum snýr tað seg ikki um narcissistiskar speglingar við einum sløttum, einsháttaðum vakurleikaideali í huga. Áskoðarin kann hinvegin uppliva løgnar ella ørkymlandi variasjónir av sær sjálvum, tá hon ella hann gerst partur av verkinum í speglingini.