Ein fagran kavaleygardag í Havn kann mann finna uppá so mangt. Vit fóru ein túr á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík https://bit.ly/3Td8S5M – og so fóru vit í Steinprent. Har hendir okkurt allatíðina. Hesa løtuna vóru tvey listafólk í gongd, norskdanska listakvinnan Nina Kleivan hevur verið á verkstaðnum eina viku og gjørt prent fyri Glostrup Kunstforening og inni á goymsluni bar eg eyga við tann altíð virkisfúsa Bjørn Nørgaard, sum nú hann hevði nakrar frídagar í Føroyum nýtti høvi til at endurnýggja samstarvið, sum hann í mong harrans ár hevur havt við Steinprent.
Hetta er fyrstu ferð Nina Kleivan er á verkstaðnum – men vónandi ikki síðstu ferð, sigur hon brosandi. Henni dámar so væl føroyska matin og náttúruna, sum minna hana um Noreg, har listakvinnan er fødd. Hon er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn. Í sambandi við bæði Glostrupverkini og eina røð av smáum steinprentum, sum Kleivan hevur nátt at gera, hevur hon brúkt fotomyndir sum útgangsstøði. Talan er um ein kassa við fotomyndum av ókendum kvinnum frá umleið 1880´unum, sum hon hevur portretterað á popkendar bjartlittar grundir. Nina Kleivan sameinir sítt figurativa myndamál við abstrakt strok, ið fáa kvinnurnar at sýnast (enn meira) gátuførar, men eisini sterkar. Abstraktu strokini leggja áherðslu á eygnabráið, sum gerst intenst og áhugavert. Tað verður spennandi at síggja myndirnar á onkrari framtíðar framsýning í Steinprenti.