Jón Sonni Jensen í Víngarðinum - vernissage røða og myndir
/Leygardagin 14.mai læt framsýningin hjá Jón Sonna Jensen, MECHANICAL POSE upp í Víngarðinum. Har vóru nógv fólk og tað var ein góð og hugnalig løta við góðari list, fólki, mati og víni. Eg helt eina stutta røðu, sum eg seti inn saman við myndum frá upplating og framsýning - framsýningin er opin mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag framt til 9.juli.
Góðu tit øll – vit eru nógv, sum hava glett okkum til hesa upplatingina, har vit m.a. skuldu hoyra Kim Simonsen halda upplatingarrøðu – hann fekk tíverri forfall og tí standi eg her, men eg fari um eina løtu at lesa eitt brot burtur úr einum fínum teksti, sum hann hevur skrivað. Allarfyrst, Jón Sonni, hjartaliga til lukku og túsund takk fyri hesa framsýningina. Tað hevur verið mær og okkum her í Víngarðinum ein sonn fragd at samstarva við teg.
Hetta er ein framsýning, ið vekir undran – tað veit eg, tí fólk longu hava spurt meg hvat hetta og hitt merkir. Her haldi eg, at tað hevur stóran týdning ikki at svara – ikki beinleiðis. Tað allarbesta við samtíðarlist er helst tað, at hon fær okkum at undrast og ikki ordiliga vita, men hava varhugan av ymiskum.
Men eg kann siga tykkum eitt sindur av tí, sum eg upplivi á hesi framsýningini. Tað er ein heild í sekstan pørtum, sum er silvurlitt, hvít, ljósareyð, gul og pink og sum also í litavali er rættiliga konsekvent, tilfarið er gips, skúm og mylar ella silvurfolii. Skúmið í hesum verkunum er tað, sum verður brúkt innan byggivinnu til dømis at bjálva um vindeygu og hurðar. Skapini eru afturvendandi – tað snýr seg antin um súluskap, sum eru snarað ymsar vegir, rektanguler relieff ella um perforeraðar plátur, ið eru klæddar við silvurfoliu. Verkini eru ofta hybrid, sett saman av fleiri ymiskum tilfarum og tað er eyðkent, at listamaðurin ikki roynir at krógva ella dekka út yvir samansetingina millum til dømis gips og skúm, men heldur brúkar hana ekspressivt til at skapa okkurt slag av mótstøðu í tilfarinum. Tað er sum um, at tilfarið pressar seg fram í hesum verkunum, tað bløðrar, tað rennur, tað buglar, tað spruttar – tað GER nakað – er aktivt og tað er heilt týðiligt tilfarsliga men eisini formliga sæð, at henda listin fyriheldur seg til byggivirksemi og installatiónir.
Men gipspláturnar og súlurnar hava eisini ein øðrvísi klassiskan dám. Gipspláturnar eru í loddrætta skapinum eins og ikonir uttan myndevni. Gips er eitt tilfar, sum í øldir er brúkt til at taka avstoypningar av klassiskum standmyndum – tað var t.d. á tann hátt, at grikska standmyndalistin varð annekterað í Rómaríkið og seinni í Italia og kring Europa. – Rómaríkið er sjálvandi nokk so stórt og komplekst evni at tosa um ein púra vanligan leygardag í Víngarðinum í Havn, men fyri mær er ikki langt millum hesi verkini og at leggja seg á divanir á gólvinum at njóta víndrúvur og sutla vín.
Tilsipingarnar í hesum listaverkunum til tað kroppsliga og tað ótálmaða bera brá av hedonismu. Hugtakið kemur úr grikskum idoni merkir lyst og hedonisma er læran um at njótingin er tann størsti ágóðin og at menniskja í grundini bara virkar til tess at njóta. Mann hevur so seinni funnið útav – tað var vist Epikur, at vandi er í hvørjari vælferð.
Síðan vit hongdu framsýningina upp, havi eg hugsað eitt sindur um pop art – eri fullgreið yvir, at henda listin hvørki líkist Warhol ella Fuglø, men her er kanska eitt pinkalítið sindur av Jeff Koons í tilfarsvalinum – og í øllum førum eru nógvar tilsipingar í verkunum til kropp, til húð, kjøt og blóð, men harvið møguliga eisini til avmarkingarnar hjá húðini og kjøtinum, sum bara er til eitt avmarkað tíðarskeið. Tá gerast hesi verkini nýbarokkar áminningar um vera til og njóta lívið meðan tað er.
Eg skal at enda við lesa eitt brot úr grein, sum Kim Simonsen hevur skrivað til katalog hjá Jón Sonna – her skrivar hann m.a. um skúm og meðan eg lesi kunnu tit hugsa um, at eitt yndisvanitas-symbol hjá barokkmálarum var sápubløðran. Tí hon er perfekt tað stokkutu stund, hon er til.
Eg lesi: ”Skúm, sum tilfar, er gjørt úr smáum og størri bløðrum. Skúm er ein formur, ið broytist og vil broyta alt. Skúm fær onnur føst evni at hvørva, ella umskapast til eitthvørt annað, sum ger tað møguligt hjá okkum at skilja hesa broyting. Tað er ein samanhangur millum skapan og skúm - Afrodite kom úr skúminum. Skúm er tilfar, hvørs snið hevur fangað gass, vætu ella fastan form inni í sær. Skúm, sum fast evni, kann vera gjørt úr føstum kyknum ella opnum skúmkyknum. Skúm er syndrað evnistilfar, ið hongur saman”.
Takk fyri!
MECHANICAL POSES - Framsýning - Exhibition
/Jón Sonni Jensen sýnir fram í Víngarðinum
MECHANICAL POSES er heitið á serframsýningini hjá Jón Sonna Jensen, sum letur upp í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 leygardagin 14.mai klokkan 15-17.
Tá vit skulu lýsa verkini hjá Jón Sonna Jensen, hendir tað so ógvuliga skjótt, at umrøðan snýr seg um tað tilfarsliga. Eitt er, at hesi verk úr byggitilfari sum skúmi, gipsi og silvurfoliu bróta upp úr nýggjum listtøkniliga, men tey eru harumframt so ómetaliga fysisk og ítøkiliga til staðar í rúminum. Fleiri listaverk hava ein bløðrutan yvirflata, ið tykist vera úrslitið av tilfari, sum hevur verið flótandi og bleytt, men sum síðani er stadnað og vorðið hart og fast. Og soleiðis eru nógvir mótsetningar í hesum verkum ið tykjast løtt og skemtilig, men eisin djúpt álvarslig.
Ein røð av skapilsum hanga á vegginum eins og skulpturel relieff. Tey eru øll snarað og boygd avbrigdi av klassiska byggilistaliga súluskapinum, hvørs rørslur síggjast í tilfarinum eins og bylgjur ella rukkur. Verkini bera brá av onkrum mekaniskum ella funktionellum; rørum og installatiónum. Samstundis er eitt týðiligt organiskt brá yvir teimum kúputu ella innskaraðu formunum. Yvirflatan er matt, mjúk og aðrastaðni blonk og sýnist sum heild sera varierað. Verkini hava eitt hugtakandi sansaligt at kalla hedonistiskt brá, ið verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í fleiri av verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar húð og kropp og og nakað, sum beint tvørturímóti er ónatúrligt og kulturelt.
Relieffini eru still – sjálvandi - men av tí, at verkini eru so sansalig, sum tey eru, hómar áskoðarin kortini ljóð og rørslur t.d. í silvurfoliutilfarinum, ið prýðir ella savnar summi verk. Tann turri stívnaði bløðruflatin hevur ein annað tóna, sum mann ímyndar sær kann hava sama poknuta ljóð sum rískeks. Eisini í tí tilfarsliga, sýnast verkini hjá Jón Sonna samansett, merkt av mótsetningum millum t.d. frítt og bundið og millum kropp og heila. Hesi poetisku og hedonistisku verk eru (sum) skapt til at verða framsýnd í Víngarðinum, har framsýningin MECHANICAL POSES fer at hanga fram til 9.juli. Vælkomin til vernissage 14.mai klokkan 15-17, har Kim Simonsen fer at halda røðu.
Víngarðurin hevur longt upplatingartíðirnar
Mikudag og hósdag frá klokkan 18-22
Fríggjadag frá 16-02
Leygardag frá 18-02.
Exhibition by Jón Sonni Jensen at Víngarðurin
The solo exhibition at Víngarðurin by Jón Sonni Jensen is titled MECHANICAL POSES. It opens on Saturday the 14th of May from 3 pm to 5 pm.
When we are to describe Jón Sonni Jensen’s art, the conversation quickly becomes about the materiality of his work. It is one thing that his pieces are made from construction materials such as foam, plaster and silver foil, some which are relatively unconventional in an artistic context, but the work is simultaneously tremendously physical and present in the space. Several of the artworks have a blistered and porous surface, which seems to be the result of a material, once liquid and soft that has dried and become hard and rigid. Opposites like these are present in many of the pieces that seem light and humourous yet deeply serious.
On the walls we see a series of figures reminiscent of sculptural reliefs. All of them are twisted and bent variants of the classical architectural columnar form. The work resembles some sort of mechanical functionality such as tubing and structural installations, whilst at the same time bearing concise organic intentions in the arched and concave shapes. The surfaces show variations of matte and glossy finishes. The work has an interesting sensuous and hedonistic quality, which is emphasized by the recurring pink colour. Pink is a special colour that simultaneously gives connotations to skin and the corporeal and indeed something much more unnatural and cultural.
The reliefs are of course motionless, but because of their sensuous nature the viewer can still discern some sounds and movement. For example in the crispy silver foil, which decorates some of the work as well as gathering other pieces. The dry, stiff and blistering foam surfaces carry a different note, perhaps one similar to rice crackers. The material combinations of Jón Sonni’s work are also teeming with opposites such as something free and something bound as well as the connection between the bodily and the cerebral. His work seems almost made for the space at Víngarðurin where the exhibition MECHANICAL POSES will be on display until the 9th of July. We want to welcome everyone to the opening on the 14th of May from 3 pm till 5 pm, where Kim Simonsen will be opening the show with a speech.
Víngarðurin has extended its opening hours:
Wednesdays and Thursdays 6 pm - 10 pm
Fridays 4 pm - 2 am
Saturdays 6 pm - 2 am
Bárður Jákupsson í Steinprent - vernissage
/Í gjár, 7.mai læt framsýning upp við vatnlitsmyndum og linoprentum hjá Bárði Jákupsson í Steinprent. Veðrið var gott og nógv fólk vóru og sóu framsýningina. Eg seti nakrar myndir frá upplatingini inn her.
Bárður Jákupsson er millum okkara mest kendu og royndu listafólk - Fyri sítt týdningarmikla listaliga virksemi fekk hann ta stóru mentanarvirðislønina fyri nøkrum árum síðani. Bárður er fjølbroyttur og hevur umframt oljumálningar, vatnlitsmálningar og grafikk, eisini gjørt monumentalar prýðingar eins og hann hevur fingist við heilt smáar myndir og tekningar. myndprýtt barnabøkur, yrkingarsøvn og annað mangt. Í vatnlitsmyndunum glógva teir bjørtu spektrallitirnir í flótandi litstrokum á pappírinum – listamaðurin hevur stóran koloristiskan ans og dugir at brúka ljósið í pappírinum. Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. Eina tíð hevur Bárður av ymsum orsøkum arbeitt við hús og ikki í atelierinum. Hetta sigur hann vera orsøkina til, at hann er farin í holtur við at skera linoleum, ið er høgligt at fáast við – eisini á stovuborðinum. Tað liggur væl fyri hjá Bárði at skera linoleum - bleyta plátan er sum skapt til hansara mjúku bylgjandi linjur, sum hann hevur nýtt til tess at lýsa gongdina í Brúsajøkilskvæði í eini røð við seks linoprentum. Listamaðurin hevur lýst hendingarnar í kvæðinum skemtiliga og rokaliga við klassiskum myndamáli, ið bæði fær okkum at hugsa um ornamentini í landsløgunum hjá Elinborg Lützen og tey stuttligu trøllini hjá Williami Heinesen, men strikan er tann hjá Bárði, sum summi okkara lærdu at kenna fyri næstan fimti árum síðani í eini kritahvítari kettlingabók. Í allarflestu tekstum, sum eru skrivaðir um Bárð Jákupsson, verður tað musikalska nevnt, bæði av tí, at listamaðurin sjálvur er sjáldsama musikalskur, men eisini orsakað av eini serstakari leikandi rútmu í hansara strokum, sum hevur fingið onkran ummælara at skýra hann ein náttúrunnar kardiograf, also ein listamann, ið skrásetir hjartaslagið í landslagnum. Gjøgnumgangandi temaið er enn sum áður upplivingar í føroysku náttúruni, sæddar við barnaeygum, har serliga kenslan av at vera tikin av fótum av tí stórfingna gongur aftur. Men mál og mentanarligir samanhangir hava somuleiðis stóran týdning. Tað síggja vit t.d. í áhuganum hjá Bárði fyri kvæðunum, men ikki bara har. Í einum bóklingi, sum varð givin út í 2008 í sambandi við framýningina Lendið í Listahøllini á Skipasmiðjuni greiðir listamaðurin soleiðis frá: “Vit gingu ígjøgnum røkur og líðir, upp um skørð, undir tindum og homrum, ígjøgnum stíggjar. Lupu um gil og vaðaðu um glyvrar. Tær reystu skorarnar og bjørgini eru ein stórfingin greflig vond, vovin av homrum og rókum, klubbum og klettum, gjáum, gjótum og skortum, skriðum og urðum, hellum og látrum, drongum og stakkum. Á helluni máar brimi keppavond burtur úr grótinum. Litmeingið er markleyst. Fjølbroytt. Forfedrarnir gjørdu hesar klettaoyggjar til sínar. Navngóvu hvønn hamarspjalla og urðarkálvað. Alt er sannað og tikið til eftirtektar... Eg kenni meg vera ein part av hesum stóra samanhangi..”. Tað er hendan kenslan av samlyndi og samanhangi millum menniskju og náttúru, millum nútíð og fortíð, sum merkir listina hjá Bárði Jákupsson.
Bárður Jákupsson sýnir fram í Steinprenti
/Leygardagin 7.mai klokkan 15-17 letur ein framsýning upp í Steinprenti við vatnlitsmyndum og eini linoprentum hjá Bárði Jákupsson. Bárður er millum okkara mest kendu og royndu - Fyri sítt týdningarmikla listaliga virksemi fekk hann ta stóru mentanarvirðislønina fyri nøkrum árum síðani. Bárður Jákupsson er fjølbroyttur og hevur umframt oljumálningar, vatnlitsmálningar og grafikk, eisini gjørt monumentalar prýðingar eins og hann hevur fingist við heilt smáar myndir og tekningar. myndprýtt barnabøkur, yrkingarsøvn og annað mangt. Í vatnlitsmyndunum glógva teir bjørtu spektrallitirnir í flótandi litstrokum á pappírinum – listamaðurin hevur stóran koloristiskan ans og dugir at brúka ljósið í pappírinum.
Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. Eina tíð hevur Bárður av ymsum orsøkum arbeitt við hús og ikki í atelierinum. Hetta sigur hann vera orsøkina til, at hann er farin í holtur við at skera linoleum, ið er høgligt at fáast við – eisini á stovuborðinum. Tað liggur væl fyri hjá Bárði at skera linoleum - bleyta plátan er sum skapt til hansara mjúku bylgjandi linjur, sum hann hevur nýtt til tess at lýsa gongdina í Brúsajøkilskvæði í eini røð við seks linoprentum. Listamaðurin hevur lýst hendingarnar í kvæðinum skemtiliga og rokaliga við klassiskum myndamáli, ið bæði fær okkum at hugsa um ornamentini í landsløgunum hjá Elinborg Lützen og tey stuttligu trøllini hjá Williami Heinesen, men strikan er tann hjá Bárði, sum summi okkara lærdu at kenna fyri næstan fimti árum síðani í eini kritahvítari kettlingabók.
Í allarflestu tekstum, sum eru skrivaðir um Bárð Jákupsson, verður tað musikalska nevnt, bæði av tí, at listamaðurin sjálvur er sjáldsama musikalskur, men eisini orsakað av eini serstakari leikandi rútmu í hansara strokum, sum hevur fingið onkran ummælara at skýra hann ein náttúrunnar kardiograf, sum skrásetir hjartaslagið í landslagnum. Gjøgnumgangandi temaið er enn sum áður upplivingar í føroysku náttúruni, sæddar við barnaeygum, har serliga kenslan av at vera tikin av fótum av tí stórfingna gongur aftur. Men mál og mentanarligir samanhangir hava somuleiðis stóran týdning. Tað síggja vit t.d. í áhuganum hjá Bárði fyri kvæðunum, men ikki bara har.
Í einum bóklingi, sum varð givin út í 2008 í sambandi við framýningina Lendið í Listahøllini á Skipasmiðjuni greiðir listamaðurin soleiðis frá: “Vit gingu ígjøgnum røkur og líðir, upp um skørð, undir tindum og homrum, ígjøgnum stíggjar. Lupu um gil og vaðaðu um glyvrar. Tær reystu skorarnar og bjørgini eru ein stórfingin greflig vond, vovin av homrum og rókum, klubbum og klettum, gjáum, gjótum og skortum, skriðum og urðum, hellum og látrum, drongum og stakkum. Á helluni máar brimi keppavond burtur úr grótinum. Litmeingið er markleyst. Fjølbroytt. Forfedrarnir gjørdu hesar klettaoyggjar til sínar. Navngóvu hvønn hamarspjalla og urðarkálvað. Alt er sannað og tikið til eftirtektar... Eg kenni meg vera ein part av hesum stóra samanhangi..”. Tað er hendan kenslan av samlyndi og samanhangi millum menniskju og náttúru, millum nútíð og fortíð, sum merkir listina hjá Bárði Jákupsson.
Brúsajøkils kvæði
CCF 25 B.
TSB E 128
1 Tað var um eina jólatíð,
hundar fóru í bond,
har kom gongukall gangandi
bar hakan undir hond.
Ólavur kongur, herjar hann mót trøllum,
hansara segl er silkireytt.
Ormurin rennur, og árar leika við tolli.
2 “Hoyr tað, tú hin gamli maður,
set teg mær so nær,
veitst tú nakrar fíggjarvánir,
satt at siga mær?”
3 “Eg veit ongar fíggjarvánir,
satt at siga tær,
men úti fyri Heljarlondum
liggja oyggjar tvær.
4 Úti fyri Heljarlondum
liggja oyggjar tvinna[r],
onnur eitur Syðri,
og onnur eitur Minna.
5 Onnur oyggin Syðri
og onnur oyggin Minna,
har býr fyri Brúsajøkil,
ert tú maður at vinna.”
6 Ásbjørn letur sær buksur sýa,
víðar og so síðar,
kvittar norð til Heljarlond,
hesi jólini líða.
7 So siglir hann Ásbjørn
norð fyri Heljaroy
hvørki kom honum Gud í hug
ei heldur tann helliga moy.
8 So siglir hann Ásbjørn
norð fyri Heljarlond,
hvørki kom honum Gud í hug
ei heldur tann heiliga ond.
9 “Leggið her at landium,
sum fjøran hon er stutt!
Hetta man vera Brúsa høll,
ið beint í fjall er upp.
10 Leggið her at landinum,
her er fjøran slætt!
Hetta man vera Brúsa høll,
ið beint í fjall er rætt.
11 Her skulu liggja, mínir menn,
gera so lítið av,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í kav!
12 Her skulu tit liggja, mínir menn,
gera so lítið tíð,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í ský!”
13 Ásbjørn gekk frá strondum niðan,
tað við ongar sveinar,
tá hann kom í hellið inn,
ikki var Brúsi heima.
14 Hann stjól burt hans gull og fæ
so hans góðs og garðar,
hevði hann ikki stolið hans váknapróv,
tað mundi tað minst um varða.
15 Hann stjól burt hans gull og fæ,
hevði ei hondum hóv,
bar so aftur til strandar oman
snekkjuna lagdi í sjó
16 Tí svaraði Ásbjørn,
bæði vænur og vitur:
“Eftir liggja handskar mínir,
har sum Brúsi situr.
17 Alt tað gull, ið risin eigur,
liggur í einum kassi,
eftir liggja handskar mínir
undir Brúsa rassi.”
18 Svaraði ein av sveinunum,
takk vildi ikki tiggja:
“Tað biði eg tær, Ásbjørn,
lat teir handskar liggja!”
19 Tí svaraði Ásbjørn,
snarliga hann sær vendi:
“Eg havi so leingi borið teir handskar
uppi á míni hendi.
20 Her skulu tit liggja, mínir menn,
gera so lítið av,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í kav!
21 Her skulu tit liggja, mínir menn,
undir grønari líð,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í ský!”
22 Ásbjørn gekk frá strondum niðan,
seg við ongar sveinar,
tá hann kom í hellið inn,
tá var Brúsi heima.
23 Tá svaraði Ásbjørn,
bæði vænur og vitur:
“Her liggja nú handskar mínir,
sum tú Brúsi situr.”
24 “Tú hevur tikið mítt gull og fæ,
so mínar góðs og garðar,
hevði tú ikki tikið mítt váknapróv,
tá mundi tað minni um varða.”
25 Tí svaraði Brúsajøkil:
“Verði her enn sum áður,
aftur lokist hellið mítt,
og ongar dyrnar á!”
26 Tí svaraði Brúsajøkil:
“Verði her enn sum fyrr,
aftur lokist helli mítt,
verði her ongar dyr!”
27 So gingu teir innanhallar,
eykaðist meiri vandi,
traðkaðu teir so hellisgólv,
sum teir høvdu troðið í sandi.
28 So var sagt, at Brúsajøkil
mikla megi fekk,
hann sipaði Ásbjørn á hallargólv,
so hálsur av liði gekk.
29 Hann tók upp hans skinn og kropp,
kastar á duralás:
“Ligg nú har,” hvat Jøkil segði,
”í kvøld til øskukrás!”
30 Ásbjørn skar so sára við,
tá hann gav upp ond,
tað hoyrdu hansara sveinarnir
niður til sjóvarstrond.
31 Svaraði ein av sveinunum,
so sárliga hann grætur:
“Tað hoyrdi eg á reystini,
at Ásbjørn lívið læt.”
32 Svaraði annar av sveinunum,
hetta ið hann segði:
“Tað hoyrdi eg á reystini,
at Ásbjørn lívið legði.”
33 Sveinarnir, ið eftir vóru,
sigldu sjógvin salta,
Ásbjørn fell í Brúsa høll,
út gekk gáta Galta.”
34 Teir vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
stryka ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregis land.
35 Higar ið teirra snekkjan,
ið kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
36 Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
tá var Ormar Tóraldsson
riðin niður til strand.
37 Tá var Ormar Tóraldsson
riðin niður til strand:
“Hvar er Ásbjørn,
bróðir mín, hann kemur ei fyrst á land?”
38 Svaraði ein av sveinunum,
siglt hevði sjógvin salta:
“Ásbjørn fell í Brúsa høll,
út gekk gáta Galta.”
39 Ormar snúðist teimum frá,
bæði av ilsku og vreiði:
“Tó skal eg til Heljarlond,
eg komi ikki aftur úr teirri.”
40 Tí svaraði Ólavur kongur,
mælir fyri munni á sær:
“Kvittar tú til Heljarlond,
lat meg fylgja tær!
41 Hoyr tú, Ormar Tóraldsson,
tú kvittar til Heljarland,
kom tú bæði Gud í hug
og so tann heiliga ond!
42 Hoyr tú, Ormar Tóraldsson,
tú kvittar til Heljaroy
kom tú bæði Gud í hug,
og so ta heiligu moy!”
43 So siglir hann Ormar sterki
norð fyri Heljarland,
bæði kom honum Gud í hug
og so tann heilig ond.
44 So siglir hann Ormar sterki
norð fyri Heljaroy
honum kom bæði Gud í hug
og so tann heiliga moy.
45 “Leggið her at landinum,
her er fjøran stutt,
hetta man vera Brúsa høll,
ið beint í fjall er upp!
46 Leggið her at landinum,
her er fjøran slætt,
hetta man vera Brúsa høll,
ið beint í fjall er rætt!
47 Her skulu tit liggja, mínir menn,
gera so lítið av,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í kav!
48 Her skulu tit liggja, mínir menn,
gera so lítið tíð,
annan morgun vænta mín,
tá ið sólin roðar í ský!”
49 Ormar gekk frá strondum niðan,
alt fyri uttan vanda,
vøtnini gerast bleik og blá,
honum fyri eygum standa.
50 Tað var Ormar Tóraldsson,
hann gekk seg niður til strand:
“Fáið mær higar mín lítin bát,
eg nái ikki í hellið at ganga!”
51 Ormar skeyt sín lítil bát
út frá hvøssum steini:
“Hoyr tú, vándin Brúsajøkil,
eg verði tær at meini!”
52 Ormar skeyt sín lítil bát
út fra hvøssum gróti:
“Hoyr tú, vándin Brúsajøkil,
tú skalt taka ímóti!”
53 Væl slapp hann um vøtnini,
væl slapp hann av tann vanda,
hann sær ein so grimman katt
for sínum eygum standa.
54 Ormar legði ørv á strong,
aðra og ta triðju,
katturin tók mót øllum teim,
hann beit tær av um miðju.
55 “Tú gert ikki, ungi maður,
tínar ørvir oyða,
um enn tú skjýtur í allan dag,
tú fært meg ikki deyðan.”
56 Ormar Tóraldsson,
hann heldur á brandinum bjarta,
rendi hann so fyri kattins bróst,
at oddurin stóð í hjarta.
57 Katturin fell á jørðina niður,
verildin tók at skelva,
út so lupu tey fimtan trøll,
tey ristu sínar bjálvar.
58 Tá var hjartað í Ormari kvikt
sum knívur í leysum skefti,
hann fekk dripið tey fimtan trøll,
tá var Brúsi eftir.
59 Ormar gekk í hellið inn,
sum ikki hevði verið fyrr,
so varð mær av sonnum sagt,
hann risti kross í dyr.
60 Tí svaraði Brúsajøkil,
mælir fyri munni á sær:
“Tú hevur dripið tann besta katt,
var komin av sjálvum mær.”
61 “Hoyr tú, vándin Brúsajøkil,
tað tali eg til tín,
eg havi ongar bøtur tikið
eftir Ásmund, bróður mín.”
62 “Hann tók burt mítt gull og fæ,
so mínar góðs og garðar,
hevði hann ikki tikið mítt váknapróv,
tá mundi tað minst um varða.”
63 Ganga teir um hellisgólv,
tá eykaðist vandi meiri,
so traðkaðu teir hellisgólv,
sum tað var bleyta leir.
64 Tá var brak í Brúsa høll,
Ormar komst á knæ:
“Av Gudi signaður Ólavur kongur,
dugnað veit tú mær!”
65 So varð sagt, at Ormar sterki
mikla megi fekk,
báðar hendur í risans skegg,
føtur í fjallið setti.
66 Hann reiv av honum kjøtið alt,
skeggið inn at tonnum,
enn tá tóktist Brúsajøkil
frálíkur øðrum monnum.
67 Hann reiv av honum skeggið alt,
kjøt og kjálkafillur.
“Eya meg,” segði Brúsajøkil,
“nú gerast leikir illir.
68 Skeggið ræð at prýða meg,
vænt var tað og tekt,
tríggjar reisir á hvørjum degi
yvir gullroyki hekk.
69 Skeggið ræð at prýða meg,
er tess virðin full,
tríggjar reisir á hvørjum degi
prýddi eg tað við gull.”
70 So varð sagt, at Ormar sterki
mikla megi fekk,
hann sipaði risan á hellisgólv,
at hálsur av liði gekk.
71 So gekk Ormar innanhallar,
rívur upp grót og grund,
tríggjar steinar í barm á sær,
hvør stóð meir enn pund.
72 Tríggjar steinar í barm á sær,
tann hin ríki álvur,
tveir gav hann sankt Ólavi kongi,
ein behelt hann sjálvur.
73 “Eg vil tæna tær, Ólavur kongur,
ævi og allan aldur,
um enn eg lívi híðaleysur,”
segði tann benjarbaldur.
Ólavur kongur, herjar hann mót trøllum,
hansara segl er silkireytt,
Ormurin rennur, og árar leika við tolli.
CCF 25 B.
TSB E 128
Handrit: Savnið hjá Hentze. Ny Kgl. Saml. 1954, 4to. Nr. 11, s. 62.
Útgávur:
1. Eivind Weyhe: “Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki 1819”, Fróðskapur 2011
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 522.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 74.
Heimild: Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1819.
MECHANICAL POSES - Jón Sonni Jensen í Víngarðinum
/Leygardagin 14.mai klokkan 15-17 er vernissage í Víngarðinum - tá letur upp serframsýning hjá listamanninum, Jón Sonna Jensen. Framsýningin hevur heitið MECHANICAL POSES, meira um hana seinni!
VAKURLEIKIN Í TÍNUM SINNI
/Har er stórfingið drama, glitrandi ljós, men eisini lýsandi myrkur og vakurleiki í nýggju verkunum hjá Hansinu Iversen, sum mynda framsýningina Beauty is in Your Mind við málningum og steinprentum í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Heitið er eitt sitat frá listakvinnuni, Agnes Martin, hvørs verk og tankar um list inspirera Hansinu Iversen. Sitatið er knýtt at eini hending, tá ein smágenta gjørdist hugtikin av eini rósu inni hjá Agnes Martin. Listakvinnan spurdi gentuna um hon helt rósuna vera vakra. -Ja, svaraði gentan, rósan er vøkur. Síðan tók Agnes Martin rósuna og helt henni aftan fyri ryggin og spurdi síðan gentuna uppaftur, um hon enn helt rósuna vera vakra – Ja, svaraði gentan, rósan er enn vøkur. – ”Skilir tú”, segði listakvinnan við smágentuna; ”vakurleikin er ikki í rósuni, vakurleikin er í tínum sinni”.
Hansina hevur fyrr í ár framsýnt saman við øðrum listafólkum í Paris og tað eru ikki hissini skoðsmál, hon hevur fingið í fronskum ummælum, har hennara málningar verða skýrdir endaleysar ljóskeldur, ið samantvinna bæði vísdóm og náði. Nýggjastu málningarnir hjá Hansinu Iversen eru eitt sindur øðrvísi enn teir, hon framsýndi í Paris – samanhangur hómast, tó at myndirnar so líðandi broytast. Enn málar hon nonfigurativar málningar, sum eru myndaðir av organiskum skapum og strokum. Ljósið skínur í litunum og skyggir í hvíta løriftinum, sum hómast gjøgnum løgini av litum. Hesi verkini tykjast ógvuliga sansalig og likamlig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið eins og ítøkilig spor lýsa rørslurnar hjá listakvinnuni, tá hon arbeiðir. Umframt dynamisku ferðina í penslastrokunum eru málningarnir gjølliga komponeraðir í fleiri løgum við meira og minni gjøgnumskygdum litskapum og meira og minni intensum litum, sum geva eina kenslu av ævigari rørslu. Ein hvítur málningur er bygdur upp av fleiri løgum av lutfalsliga regulerum, rundleittum, rektangulerum skapum, sum í grundini hava sama skap sum málningurin sjálvur. Kanska er tað hesi skapini, ið benda hugan á inngongdir ella hurðar og sum fáa okkum at hóma rúm í myndaflatanum aftan fyri gjøgnumskygd løg av hvítum og ljósum litflatum. Við páskum og vári í huganum er freistandi at lesa nakað yvirjarðligt og andaliga avklárað í hesum ljósfyllta málningi og assosiera til bæði kross- og gravundrið. Samstundis er hetta av sonnum ein málningur av hesi verð, sum ger vart við sínar formellu staklutir og sítt háttalag og vissar okkum um, at hann jú bert er eitt lørift við máling. Vakurleikin er í okkara egna sinni.
Hansina Iversen er málari við stórum M, men hevur eisini eitt serstakt litografiskt myndamál, har hon við innliti og royndum gagnnýtir litografiska háttalagið við fleirlittum løgum og laveringum, ið skapa eitt hugtakandi myndarúm. Á framsýningini hanga fleiri av framúrskarandi prentunum, sum Hansina iversen hevur gjørt í Steinprenti. Myndaheimurin hjá Hansinu Iversen er sera sansaligur og verður alsamt meira maksimalur - eisini tá mann hugsar, at nú ber ikki til at fáa inn fleiri litir og skap á myndaflaturnar. - Hansina fær tað at bera til. Løriftið gerst leikpallur hjá litum og strokum, sum bylgja á myndaflatuni og skapa fjølbroyttar fláir. Ljósið kemur aftanífrá og tendrar ljós og myrkur og eina kenslu av, at nú kann alt henda.
Framsýningin hjá Hansinu Iversen er opin fríggjadagar og leygardagar frá klokkan 18-24 til og við 7.mai 22. Hava tit fyrispurningar um framsýningina kunnu tit venda tykkum til undirritaða kurator.
Kinna Poulsen
Ny Carlsbergfondet stuðlar Listasavni Føroya við stórari upphædd til listainnkeyp
/Ny Carlsbergfondet hevur valt at stuðla Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Átta listaverk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Titu Vinther verða nú partur av savninum. Ny Carlsbergfondet í Danmark stuðlar Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp.
Karina Lykke Grand, stjóri er takksom fyri stuðulin:
“Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list. Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list.”
Seks av verkunum kunnu longu nú upplivast á Listasavni Føroya. Savnið er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16. Frá 1. mai er opið hvønn dag frá kl. 11-17.
Lív og Claus í Steinprenti
/Mikukvøldið 6.apríl klokkan 19 verður yrkingaupplestur í Steinprenti har høvið eisini verður at síggja feskastu prentini við orðum og myndum, sum eru framleidd har seinastu vikuna. Hesa tíðina hevur Steinprent verið karmur kring kring eitt samstarv millum føroyska yrkjaran, Lív Mariu Róadóttir Jæger og danska yrkjaran og myndlistamannin, Claus Carstensen.
Claus Carstensen hevur tikið lut á mongum føroyskum listaframsýningum, eins og hann í mong ár hevur samstarvað við Steinprent og við føroysk listafólk og yrkjarar. Síðsta mikudag hevði hann fyrilestur fyri næmingunum á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði. Hann var í síni tíð partur av ættarliðnum av donskum listafólkum, sum í 1980 árunum enduruppdagaðu málaríið, men debuteraði sum yrkjari longu í 1975. Árini 1993-2002 var hann professari á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Myndirnar hjá Carstensen hava eitt ekspressivt og ógvusligt brá, samstundis sum tær eru fleirtýðugar við fleiri møguligum fatanarfláum. Eitt afturvendandi evni snýr seg um fatanina av tilveru og deyða, at menniskjað er tilvitað um deyðan, meðan djórið sær eitt opið og tíðarleyst landslag fyri sær, har tað ikki er nakað áðrenn ella aftaná.
Í mun til ekspressivu málningarnar hjá Claus hava yrkingarnar hjá Lív ein meira sáttligan dám – eisini nú tær eru skrivaðar sum notat á stein. Kortini tykist hennara poetiski heimur spentur á tamb yvir um filosofiskar dýpdir í hugsanum um lív, deyða og listaliga skapan. Lív debuteraði í 2014 við “Mítt navn skrivað við hondskrift” og í fjør varð hennara yrkingasavn “Eg skrivi á vátt pappír” í uppskoti at vinna norðurlendsku bókmentavirðislønina. Í hesum savni fylgir hon sporunum frá einum sorgarleiki í fortíðini. Verkini hjá báðum listafólkum hava okkurt til felags í júst hesi konfronterandi kanningini av farslóðum úr fortíðini, sum er kensluborin, men eisini greinandi og skipað.
I begyndelsen var ordet og ordet var billede
Lív Maria Róadóttir Jæger og Claus Carstensen í Steinprent.
Onsdag aften 6.april klokken 19.00 er der digtoplæsning i Steinprent. Den sidste uge har den færøske digter, Lív Maria Róadóttir Jæger og den danske digter og billedkunstner, Claus Carstensen arbejdet i Steinprent.
Claus Carstensen har deltaget i mange færøske kunstudstillinger, ligesom han i mange år har samarbejdet med Steinprent og med færøske billedkunstnere og digtere. Han var en del af generationen af danske billedkunstnere, som i firserne genopdagede maleriet, men debuterede allerede som digter i 1975. Fra 1993-2002 var han professor på det kongelige kunstakademi i København. Carstensens billeder har et ekspressivt, råt og voldsomt udtryk samtidig som de ofte er flertydige med vekslende fortolkningsmuligheder og forbindelser. Et af de emner, han kredser omkring, er forskellen mellem menneskers og dyrs dødsbevidsthed. Lív Maria Róadóttir Jægers digte kan i udgangspunktet forekomme stilfærdige i forhold til Carstensens visuelle udtryk, men hendes poetiske univers er bemærkelsesværdigt - spændt til bristepunktet af overvejelser og registreringer angående tilværelse og kunstnerisk skabelse. Lív debuterede i 2014 med “Mit navn skrevet med håndskrift” og i fjor var hendes digtsamling ”Jeg skriver på vådt papir” indstillet til Nordisk Råds litteraturpris. I den bog følger hun sporene fra en virkelig tragedie i hendes egen families fortid. I den på én gang følsomme, men også analytiske og systematiske tilgang i konfrontationen med fortidens spor har de to kunstnere, Lív Maria Róadóttir Jæger og Claus Carstensen noget til fælles.
Velkommen til oplæsning i Steinprent, hvor der også er mulighed for at se de spritnye litografier.
Litir í list
/Myrkt og grátt, men vár og fríggjadagur og góð list: Hansina Iversen í Víngarðinum, Hanni Bjartalíð í Steinprenti og Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará.
Myndaheimurin hjá Hansinu Iversen er sera sansaligur og verður alsamt meira maksimalur - eisini tá mann hugsar, at nú ber ikki til at fáa inn fleiri litir og skap á myndaflaturnar. - Hansina fær tað til at bera til. Her er háspenningur á løriftinum, ið gerst leikpallur hjá litum og strokum, sum bylgja á myndaflatuni og skapa fjølbroyttar fláir. Ljósið kemur aftanífrá og tendrar ljós og myrkur og eina kenslu av, at nú kann alt henda. Hansina Iversen er málari við stórum M, men hevur eisini eitt serstakt litografiskt myndamál, har hon við innliti og royndum gagnnýtir litografiska háttalagið við fleirlittum løgum og laveringum, ið skapa eitt hugtakandi myndarúm. Framsýningin hjá Hansinu Iversen í Víngarðinum varar til 12 mai.
Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche. Sprota vit týska orðið unheimlich, merkir tað okkurt óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini ritroynd hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar yvir tað heimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum heimlich og unheimlich. Freud ger vart við, at orðini í roynd og veru ikki hava øvugta merking og at unheimlich er smíðað av tí heimliga møguliga av tí, at størsti óhugnin kann finnast tryggasta umhvørvi. Hugtakið er sostatt grundleggjandi komplekst eins og vit menniskju eru tað og tað sama eru verkini hjá Hanna Bjartalíð, tí tey eru jú sjáldsama vøkur og væl komponerað eins og gamlar vanitasmyndir við kyrrlutauppsetingum og listaverkum í listaverkinum og hópin av tulkingarmøguleikum millum tað formliga og allar assosiatiónirnar, sum myndast í huganum. Verkini eru scenografiir, ið skapa søgur og eru opin fyri øllum søgum, vit áskoðarar leggja í tey. Og av tí, at tey eru fleirtýðug og fjølbroytt bæði formliga og innihaldsliga, halda hesi verkini fram við at mana fram nýggjar søgur í huga okkara. - Framsýningin hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti endar 13.apríl
Arnold Vegghamar byrjaði at mála longu í 50´unum og hann var við á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Vegghamar var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Og nú vit eru inni á ismunum, so tekur stílurin í myndunum hjá Vegghamar støði í ekspressionismu og naivismu. Tað er ikki upplýst nær framsýningin endar, men har er opið í dag, fríggjadag 25.mars frá klokkan 16.
RAVLITT - elektroniskur tónleikur og list í Havn
/Komandi vikuskifti, frí 18. og ley 19. mars, verður Ravlitt í Perluni við elektroniskum framførslum og installatiónum. Bæði kvøld byrja kl 22. Kostnaður er 100kr hvørt kvøld, og atgongumerki fáast við dyrnar.
Tíðindaskriv
Ravlitt er ein platformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking. Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar uppá at dansa, men eisini tann, sum fokuserar uppá at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, og tað perifirera kemur í fokus.
Fríggjakvøldið verður presenterað av 'Órógv', hvørs “mál er at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga.”
Skrá fríggjakvøld:
hzd
Strident
James Blames
Muxes
Leygarkvøldið verður ein breið samanseting av framførslum úr Ravlitt repertoirinum. Frá heitum Elektronika til Acid Techno til eksperimenterandi cello og vokal – og víðari.
Skrá leygarkvøld:
Katros:
Ein elektroniskt eksperimenterandi duo. Rosanna Lorenzen og Anna Katrin Egilstrøð. Manipulering av realljóði við cello og vokali. Sjónbandalist afturvið.
Jens L. Thomsen:
Við sjónbandalist eftir Kirstin Helgadóttir.
Hús:
Huglagsríkur og ambientur tónleikur, sum dyrkar klang, tekst og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Við sjónbandalist eftir Høgna Egholm.
Playmo:
Eitt live sett av Dub og Acid Techno.
Visuellar installatiónir
Vikuskiftið bjóðar uppá visuellar installatónir av ymsum slag. Sumt fyri seg, sumt saman við tónleikaframførslum.
randur Patursson brúkar til dømis náttúruna sum motiv og speglingar sum høvuðsúttrykk til video. Ljóðið er í fyri tað mesta úr vatni‚ men eisini úr øðrum úr náttúruni‚ sum er harðliga telduviðgjørd.
Installatiónirnar hjá Brandi eru bæði fyri seg og saman við tónleikaframførslum.
Kirstin Helgadóttir leggur myndir til tónleikaframførsluna hjá Jens L. Thomsen. Hon brúkar myndatilfar úr Krígssavninum og skapar eina livandi sýning, har hon m.a nevnir franska multimedia listamannin Chris Marker sum íblástur.
Villiam Soo arbeiðir við ljósinnstallatión, og Høgni Egholm ger sjónbandalist til eitt nú tónleikaframførsluna hjá Hús.
Ravlitt er eitt samstarv millum listafólk, ið eru búsitandi í Føroyum, og sum arbeiða innan áðurnevndu listagreinar.
Við framførslum, verkstovum og øðrum átøkum miðar Ravlitt eftir at skapa eitt umhvørvi fyri elektroniska list í Føroyum og ein pall, har elektroniskur tónleikur og list kann sýnast fram og mennast.
Ravlitt er stuðlað av Koda Kultur.
Brandur Patursson
FERÐASTØÐUR - bókaframløga í Listasavni Føroya
/Hósdagin 17.mars klokkan 16.30 verður nýggja bókin hjá Julie Sass løgd fram í Listasavni Føroya. Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin og Julie greiðir frá bókini, sum hon sjálv hevur sniðgivið. Eisini fara listafólkini, Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen at lesa brot upp og eftir hetta fer Julie Sass at signera bøkur. Nakrar av tekningunum í bókini, verða at síggja í móttøkuni í Listasavninum. FERÐASTØÐUR er eitt framhald av listafólkabókini Black Fog Rising, ið varð prentað í Steinprenti í 2019 og kortini er nýggja bókaútgávan væl øðrvísi. At ganga í náttúruni er ein verulig passión hjá donsku listakvinnuni og myndar hetta eitt høvuðsspor í bókini FERÐASTØÐUR/ VANDRETILSTANDE/ A STATE OF WANDERING. Talan er kortini ikki um nakra ferðabók, ið byrjar her, endar har og annars fylgir einari ávísari kronologiskari ella topografiskari gongd. Teir 40 tekstirnir eru sostatt meira poetiskir og abstraktir… (- úr grein í komandi Dimmalætting).
Hanni Bjartalíð - vernissage
/Fitt av fólki var møtt til upplating av framsýningini í Steinprenti við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð. Listamaðurin hevur sínar góðu samlarar, so har var bíðirøð í fyrstani hjá fólkum at ogna sær verk.
Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tað er bara, tá mann skal seta orð á verkini og lýsa hvat tey eru og gera, at mann varnast hvussu komplekst og fjølbroytt og øðrvísi tey eru – á tremur av mótsetningum, so stuttlig, at tú brestur í sjóheitan grát, so fitt og hugnalig, at tað rennur tær kalt niður eftir rygginum, so vakurt, at tað er til at fáa nervasamanbrot av. Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche. Sprota vit týska orðið unheimlich, merkir tað okkurt óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini ritroynd hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar yvir tað heimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum heimlich og unheimlich. Freud ger vart við, at orðini í roynd og veru ikki hava øvugta merking og at unheimlich er smíðað av tí heimliga møguliga av tí, at størsti óhugnin kann finnast tryggasta umhvørvi. Hugtakið er sostatt grundleggjandi komplekst eins og vit menniskju eru tað og tað sama eru verkini hjá Hanna Bjartalíð, tí tey eru jú sjáldsama vøkur og væl komponerað eins og gamlar vanitasmyndir við kyrrlutauppsetingum og listaverkum í listaverkinum og hópin av tulkingarmøguleikum millum tað formliga og allar assosiatiónirnar, sum myndast í huganum. Verkini eru scenografiir, ið skapa søgur og eru opin fyri øllum søgum, vit áskoðarar leggja í tey. Og av tí, at tey eru fleirtýðug og fjølbroytt bæði formliga og innihaldsliga, halda hesi verkini fram við at mana fram nýggjar søgur í huga okkara. - Framsýningin endar 13.apríl
Beauty is in Your Mind - Hansina Iversen sýnir fram í Víngarðinum
/Har er stórfingið drama, glitrandi ljós, men eisini lýsandi myrkur og vakurleiki í nýggju verkunum hjá Hansinu Iversen. Á grækarismessu, leygardagin 12. mars klokkan 16 letur hon upp framsýningina Beauty is in Your Mind við málningum og steinprentum í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Heitið er eitt sitat frá listakvinnuni, Agnes Martin, hvørs verk og tankar um list inspirera Hansinu Iversen. Sitatið er knýtt at eini hending, tá ein smágenta gjørdist hugtikin av eini rósu inni hjá Agnes Martin. Listakvinnan spurdi gentuna um hon helt rósuna vera vakra. -Ja, svaraði gentan, rósan er vøkur. Síðan tók Agnes Martin rósuna og helt henni aftan fyri ryggin og spurdi síðan gentuna uppaftur, um hon enn helt rósuna vera vakra – Ja, svaraði gentan, rósan er enn vøkur. – ”Skilir tú”, segði listakvinnan við smágentuna; ”vakurleikin er ikki í rósuni, vakurleikin er í tínum sinni”.
Hansina hevur síðstu tveir mánaðarnar framsýnt saman við øðrum listafólkum í Paris og tað eru ikki hissini skoðsmál, hon hevur fingið í fronskum ummælum, har hennara málningar verða skýrdir endaleysar ljóskeldur, ið samantvinna bæði vísdóm og náði. Nýggjastu málningarnir hjá Hansinu Iversen eru øðrvísi enn teir, hon framsýndi í Paris – samanhangur hómast, tó at myndirnar so líðandi broytast. Enn málar hon nonfigurativar málningar, sum eru myndaðir av organiskum skapum og strokum. Ljósið skínur í litunum og skyggir í hvíta løriftinum, sum hómast gjøgnum løgini av litum. Hesi verkini tykjast ógvuliga sansalig og likamlig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið eins og ítøkilig spor lýsa rørslurnar hjá listakvinnuni, tá hon arbeiðir. Umframt dynamisku ferðina í penslastrokunum eru málningarnir gjølliga komponeraðir í fleiri løgum við meira og minni gjøgnumskygdum litskapum og meira og minni intensum litum, sum geva eina kenslu av ævigari rørslu. Hansina Iversen er málari við stórum M, men hevur eisini eitt serstakt litografiskt myndamál, har hon við innliti og royndum gagnnýtir litografiska háttalagið við fleirlittum løgum og laveringum, ið skapa eitt hugtakandi myndarúm.
Myndaheimurin hjá Hansinu Iversen er sera sansaligur og verður alsamt meira maksimalur - eisini tá mann hugsar, at nú ber ikki til at fáa inn fleiri litir og skap á myndaflaturnar. - Hansina fær tað til at bera til. Her er háspenningur á løriftinum, ið gerst leikpallur hjá litum og strokum, sum bylgja á myndaflatuni og skapa fjølbroyttar fláir. Ljósið kemur aftanífrá og tendrar ljós og myrkur og eina kenslu av, at nú kann alt henda. Framsýningin hjá Hansinu Iversen letur upp klokkan 16 12.mars 2022.
DAS UNHEIMLICHE – nýggj verk hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti
/Fríggjadagin 11.mars klokkan 16 letur framsýning við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð upp í Steinprenti. Listamannin kenna vit sum ein av okkara bestu og mest produktivu og tað er ein sonn fragd at fylgja við hesum lívsverkinum og síggja hvussu listamaðurin støðugt endurnýggjar sína list, hvussu nýggjar greinar leggja seg aftrat meginbulinum á einum av týdningarmestu listaavrikum í føroyskari myndlist. Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tað er bara, tá mann skal seta orð á verkini og lýsa hvat tey eru og gera, at mann varnast hvussu komplekst og fjølbroytt og øðrvísi tey eru – á tremur av mótsetningum, so stuttlig, at tú brestur í sjóheitan grát, so fitt og hugnalig, at tað rennur tær kalt niður eftir rygginum, so vakurt, at tað er til at fáa nervasamanbrot av. Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche.
Sprota vit týska orðið unheimlich, merkir tað okkurt óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini ritroynd hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar yvir tað heimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum heimlich og unheimlich. Freud ger vart við, at orðini í roynd og veru ikki hava øvugta merking og at unheimlich er smíðað av tí heimliga møguliga av tí, at størsti óhugnin kann finnast tryggasta umhvørvi. Hugtakið er sostatt grundleggjandi komplekst eins og vit menniskju eru tað og tað sama eru verkini hjá Hanna Bjartalíð, tí tey eru jú sjáldsama vøkur og væl komponerað eins og gamlar vanitasmyndir við kyrrlutauppsetingum og listaverkum í listaverkinum og hópin av tulkingarmøguleikum millum tað formliga og allar assosiatiónirnar, sum myndast í huganum. Verkini eru scenografiir, ið skapa søgur og eru opin fyri øllum søgum, vit áskoðarar leggja í tey. Og av tí, at tey eru fleirtýðug og fjølbroytt bæði formliga og innihaldsliga, halda hesi verkini fram við at mana fram nýggjar søgur í huga okkara.
Kinna Poulsen
Virtuelt bókaprát við Randi Ward og Kim Simonsen
/26.februar skipaði Scandinavia House í New York fyri virtuellum bókapráti við tey bæði, yrkjaran Kim Simonsen og týðaran, Randi Ward í sambandi við, at síðstnevnda vann Nadia Christensen virðislønina í týðarakapping hjá American Scandinavian Foundation fyri sína týðing av yrkingasavninum Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsundið hjá Kim Simonsen. Ivan Niclasen er mediator. Virðislønin verður latin eina ferð um árið. Í grundgeving fyri virðislønini verður Randi róst fyri sín málsliga stíl og evni at raka tað einfalda og tilfarsliga í upprunayrkingunum. Prátið kann hoyrast her:
Randi Ward is a poet, translator, lyricist, and photographer from Belleville, West Virginia. She earned her MA in Cultural Studies from the University of the Faroe Islands and has twice won the American-Scandinavian Foundation’s Nadia Christensen Prize. Her work has appeared in Asymptote, Beloit Poetry Journal, Words Without Borders, World Literature Today and also been featured on Folk Radio UK, NPR, and PBS NewsHour. Ward’s translations, writing, and photography are used in high school and university classrooms throughout the United States and abroad. She is a recipient of Shepherd University’s Appalachian Photography Award, and Cornell University Library established the Randi Ward Collection in its Division of Rare and Manuscript Collections in 2015. For more information, visit https://randiward.com/
Kim Simonsen is a Faroese writer from the village of Strendur on Eysturoy. He completed his PhD in 2012 at the University of Roskilde and has authored seven books as well as numerous essays and academic articles. He is the founder and managing editor of Forlagið Eksil, a Faroese press that has published over 20 titles. In 2014, Simonsen won the M.A. Jacobsen Literature Award for his poetry collection Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (What good does it do for a person to wake up one morning this side of the new millennium, 2013). Simonsen has been a visiting scholar at Columbia University and Stanford University, an associate professor at The University of Bergen, and is now a member of The University of Amsterdam’s faculty. He also currently teaches creative writing courses at The University of the Faroe Islands and recently curated the Faroese art and literary festival, Always Coming Home.
Sólgarðurin í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina
/Tað fína yrkingasavnið hjá Beini Bergsson, Sólgarðurin er føroyska uppskotið at vinna bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins. Yrkjarin, Beinir Bergsson debuteraði longu sum tjúgu ára gamal í 2017 við yrkingasavninum Tann lítli drongurin og beinagrindin, sum hann fekk EBBU-virðislønina fyri. Sólgarðurin er eitt bragd og eitt roysni í sjálvum sær bara orsakað av stóra dirvinum, tað krevur at geva út homoerotiskar yrkingar. Men savnið er áhugavert eisini út yvir hetta m.a. orsakað av hvussu væl tað hongur saman fagurfrøðiliga og innihaldsliga. Sólgarðurin er staddur í minninum hjá einum yrkjaraegi, sum eitt nú minnist ommu sína í urtagarðinum. Samstundis er Sólgarðurin eitt gróðrarmikið paradís við hópin av sansaligum blómum og erotikki millum menn. Tað kynsliga verður lýst rættiliga beinleiðis uttan abstraktión, men lesarin ørkymlast kortini og missur fótafesti saman við yrkjaraegnum, tá perspektivið verður so mikið tætt inn til húð, blómubløð og mold, at vit missa tað visuella yvirlitið. Kropparnir verða eins og blindar, lívrunnar verur uttan onnur endamál enn lívið í sjálvum sær. Kynslívið verður lýst sum lívfrøði, kroppurin er sum blómubløð og hárið verður hoyggj. Ætt eftir ætt søkkur undir mold, men har er lív í moldini í øllum skordýrunum, sum skríða og flúgva í Sólgarðinum og ein longsul eftir at náttúrunnar ringrás kann skapa lív eisini eftir deyðan:
Eg fann ein leyk
í tíni mold í morgun
klipti
blómurnar
í mínum hári
plantaði tær
við tína grøv
vóni
at nýggju røturnar
festa búgv
at vit kunnu skapa
eitt nýtt samband
https://www.norden.org/da/nominee/beinir-bergsson
Tilnevndar bøkur:
Danmark
Om udregning af rumfang (I, II og III) af Solvej Balle. Roman. Pelagraf, 2020-2…
Adam i Paradis af Rakel Haslund-Gjerrild. Roman. Lindhardt & Ringhof. 2021.
Finnland
Eunukki af Kristina Carlson. Roman. Otava, 2020.
Röda rummet af Kaj Korkea-aho. Roman. Forlaget M, 2021.
Føroyar
Sólgarðurin af Beinir Bergsson. Digte. Forlagið Eksil, 2021.
Grønland
Arkhticós Dolorôs af Jessie Kleemann. Digte. Forlaget Arena, 2021.
Ísland
Truflunin af Steinar Bragi. Roman. Forlagið, 2020.
Aprílsólarkuldi afElísabet Jökulsdóttir. Roman. Forlagið, 2020.
Noreg
Dette er G af Inghill Johansen. Roman. Forlaget Oktober, 2021.
Jente, 1983 afLinn Ullmann. Roman. Forlaget Oktober, 2021.
Samiska økið
Beaivváš mánát af Mary Ailonieida Sombán Mari. Digte. Mondo Books 2020.
Svøríki
Löpa varg af Kerstin Ekman. Roman. Albert Bonniers Förlag, 2021.
Den dagen den sorgen af Jesper Larsson. Roman. Nirstedt/litteratur, 2021.
Áland
Hem af Karin Erlandsson. Roman. Schildts & Söderströms og Bokförlaget Forum, 2…
Mentanargrunnurin latið starvslønir og íverksetanarstuðul
/Aftur í ár hevur Mentanargrunnur Landsins investerað í nakrar listarligar og mentanarligar verkætlanir. Í brævi frá grunninum stendur, at hann fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar: Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 mio. kr. Grunnurin lat í ár slakar 3,5 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 38 umsøkjarar starvsløn, og fýra fingu íverksetanarstuðul. Nevndin hevur á fundi tann 28. januar 2022 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:
1 ár:
Kinnu Poulsen (bókmentir og myndlist)
6 mánaðir:
Kim Simonsen (bókmentir)
Fimm umsøkjarar fingu 4 mánaðir, tíggju fingu 3 mánaðir, átjan fingu 2 mánaðir og tríggir fingu 1 mánað.
Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022.
Hesi fingu starvsløn í 2022:
Andrea Joensen 1 mánað
Annfinnur Heinesen 2 mánaðir
Anton Petersen 4 mánaðir
Bartal Augustinussen 4 mánaðir
Beinir Bergsson 2 mánaðir
Birita Adela Davidsen 2 mánaðir
Bruno M. Eysturstein 2 mánaðir
Dan Helgi H. í Gong 2 mánaðir
Dánjal D. Á Neystabø 3 mánaðir
Durita Dahl Andreassen 2 mánaðir
Edvard Sofus Olsen 2 mánaðir
Elin á Rógvu 4 mánaðir
Fríða M. Brekku 3 mánaðir
Gudmund Helmsdal 4 mánaðir
Jon Hansen 2 mánaðir
Katrin Joensen-Næs 2 mánaðir
Kim Simonsen 6 mánaðir
Kinna Poulsen 12 mánaðir
Knút Olsen 1 mánað
Lasse Thorning Jæger 2 mánaðir
Lena Nicolajsen 3 mánaðir
Maria Tórgarð 4 mánaðir
Mariann Hansen 2 mánaðir
Niclas Johannesen 3 mánaðir
Oddfríður Marni Rasmussen 2 mánaðir
Olaf H. Johannessen 3 mánaðir
Ólavur Sverri T. Thorsteinsson 2 mánaðir
Ole Wich 3 mánaðir
Páll Oddur Rubeksen 3 mánaðir
Pauli Nielsen 2 mánaðir
Rannvá G. Niclasen 3 mánaðir
Rannvá Holm Mortensen 2 mánaðir
Rúni Brattaberg 1 mánað
Sissal Kristiansen 3 mánaðir
Tórður Johannesarsson 2 mánaðir
Trygvi Danielsen 3 mánaðir
Turið Sigurðardóttir 2 mánaðir
Vár Bech Árting 2 mánaðir
Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4, ið siga:
Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk 15 umsóknir um íverksetanarstuðul. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.
Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íverksetanarstuðul:
Fríða Djurhuus (tónlist)
Per Ingvaldi Højgaard Petersen (tónlist)
Jenný Kragesteen (pallist)
Jan Rúna Poulsen (tónlist)
Eitt sindur um heiður og virðing
/Fotomyndir frá upptøkum hjá kvf
Mentanarvirðislønirnar í baksýni
-Hetta er størsti heiður, eg havi fingið! Á leið soleiðis orðaði sjónleikarin, Olaf Johannessen seg í síni serstøku takkarøðu, tá hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins á hátíðarhaldi í SALT á Drelnesi 19.januar í ár. Sjálvt um upphæddirnar á Mentanarvirðislønunum hvørki eru prístalsreguleraðar ella á nakran annan hátt hækkaðar í mong harrans ár, er eingin ivi um, at hesar virðislønir framvegis eru til stóran heiður hjá móttakarunum, sum umframt Olaf vóru Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, ið fingu Heiðursgávu landsins og Martin Joensen, sum fekk Serstøku virðisløn landsins. Júst hetta við heiðrinum er grundleggjandi partur av Mentanarvirðislønunum, sum á hvørjum ári vekja stóran ans - hátíðarhaldið verður jú varpað út beinleiðis í hvønn krók. Sum sjónvarpsproduktión man hetta hátíðarhald vera ein avbjóðing m.a. tí mann ikki skal filma áhoyrararnar – tá hevði verið ov lætt at gitt. Fleiri halda, at Ítróttarfagnaðarsendingin var ein meira undirhaldandi seinding og tað kann vera. Men hetta, at at mentanarvirðislønarhátíðarhaldið á hvørjum ári verður varpað út beinleiðis er kortini ein váttan um ta virðing, vit sum samfelag hava fyri Mentanarvirðislønunum og tess móttakarum og henda virðing hevur alstóran týdning.
Hátíðarhaldið
Hesa løtuna eru tað okkara listafólk, sum eina løtu kenna hitan frá okkara kollektivu takkarsól og tann fløvin man koma væl við hjá teimum flestu. Í áhugaverdu røðu síni tók landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana støði í yrkingini Skaldarlagnan eftir Poul F. Joensen frá 1947, har listafólk verða borin saman við tjøldur, ið ikki fara av landinum, tá veturin kemur, men ístaðin mugu tola svongd og kulda. Kortini halda tey á at lívga fólkið við sínum áhaldandi og lívgandi klippum - sjálvt á hávetri. Seinasta ørindi ljóðar soleiðis: »Einsligt lív millum fjalla, av tíð síni fataður ei. Deyður í sakni - so róstur - er yrkjarans dapra leið«. Mentamálaráðharrin helt, at Poul F møguliga hevur rætt í, at listafólk ikki í nóg stóran mun fáa tað rós, sum tey eiga uppiborið og helt, at hetta er endamálið við Mentanarvirðislønunum.
Guðrun & Guðrun
Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig fingu Heiðursgávu Landsins 2021 fyri at hava endurnýggjað føroyska klædnamentan og sett hana á breddan bæði her heima og úti í verð sum eitt nýmótans boð upp á burðardygga føroyska klædnaframleiðslu. Tær báðar stovnaðu í 2002 klædnafyritøkuna Guðrun & Guðrun, sum síðan hevur millum sterkastu modernaðu brandini her á landi við fleiri ullintum landaplágum so sum kendu stjørnutroyggjuni - tað var tann, tey allarflestu bara máttu eiga. Men sýnisgluggin í handlinum á Niels Finsensgøtu er eisini áhugaverdur at uppliva og til tíðir við einum listarligum brá. Tað er áhugavert, at tað í hesum førum er klædnafyritøkan, sum hevur fingið virðislønina og ikki t.d. designarin í duoini, men júst hetta ber til við Heiðursgávuni, sum fevnir breitt og t.d. eisini kann raka við umhvørvisvinarlig og sosial átøk millum bindikonur úti og heima. Eingin ivi er um, at hesar báðar dugnaligu kvinnurnar hava uppiborið at verða heiðraðar fyri sítt týdningarmikla mentanarliga avrik.
Tey ungu fáa onga mentanarvirðisløn
Tann sonevnda serstaka virðislønin var í nøkur ár oyramerkt til ungdómin, har hon var ætlað sum kveikjan, stimbran og stuðlan, men mentamálaráðharrin valdi av sínum eintingum at broyta hetta skilagóða konseptið aftur. Tað hevur han allan rætt til, men tað er spell kortini. Ungdómurin fær ikki nógv uppmerksemi á hasum støðinum og eg haldi, at vit nú mangla eina mentanarvirðisløn til teirra. Tá hetta er staðfest, kann eingin annað enn fegnast um, at Martin Joensen fekk eina virðisløn sum herðaklapp frá almennu Føroyum, - ja, eg helt satt at siga, at hann hevði fingið mentanarvirðisløn fyri fleiri árum síðani, men tað hevur hann eyðsýnliga ikki.
Martin Joensen
Vit skulu ein svipp aftur í tíð; einaferð langt síðani í eini heilt aðrari øld, tá tað at flyta í Eysturskúlan var sum at koma í himmiríki - tá hoyrdi eg á fyrsta sinni Martin Joensen ella eg helt tað vera fyrstu ferð – í veruleikanum havi eg helst kent hann nøkulunda altíð. Eg minnist í hvussu so er ikki at vera til uttan at hansara framúrskarandi Svarti ravnur við teirri eyðkendu, rockklassisku orgulintroini ljómaði í útvarpinum. Men henda vælsignaða hending, eg royni at koma fram til, var í sangstovuni í Eysturskúlanum, hagar vit fyrst í fýrsunum vóru komin úr svarta skúlanum á Frúutrøð til ein modernaðan skúla við list og heimsins flottasta morgunútsýni, har sólin reis hvønn morgun og litaði himmalin ljósareyðan, appilsingulan og violettan. Í Eysturskúlanum møttu vit nógvum góðum lærarum, m.a. musikklæraranum, Paula í Sandagerði, sum hevði fyri at koma við plátum og spæla tær fyri okkum næmingum. Ein myrkan og vátan heystardag í 1983 hevði hann LP-plátuna hjá Vestmonnum, Brot undir arminum, sum H.C.W.Tórgarð nýliga hevði givið út. Eg náddi kanska so dánt at hugsa “huff country” áðrenn nálin varð sett í sangin Ró og sum eg minnist, tók sólin alt fyri eitt at skína í sangstovuni av hesum friðsæla og vakra lagi – ikki minst, tá niðurlagið klingaði. Aftaná spældi Pauli sorgblíða fólkalagið, Monday Morning fyri okkum í røttum Peter, Paul og Mary stíli – har røddirnar hjá Ólavi Højgaard, Jórun Højgaard og Rúnu av Heygum samljóma fagurliga. Síðstnevnda gjørdist ein av mínum yndissangarindum og hon hevur forrestin ikki sjálvdan sungið sangir hjá júst Martin Joensen, sum hon hevur tulkað við síni reinu, ráu og ljómmiklu rødd, t.d. tann praktfulla gittaragrátisangin “Í tínum eygum” frá 1987 við hættisligu endaregluni: “Títt smíl er horvið og eg hoyri tíni fótafet. Tú ert á veg burtur frá mær”. https://bit.ly/3LbdswT
Tað visuella
Martin Joensen hevur skrivað fleiri tílíkar melankolskar kærleikssangir umframt eksistentiellu perluna, “Morgun”, ið neyvan tørvar nakra presentatión. Fleiri av hansara tekstum og yrkingum eru eins og “Ró”, rótfestir í náttúruupplivingum, t.d. “Kavin kom í morgun”, ið er á tremur av ljósi og kvirru og sum heild tykist sera visuellur soleiðis at skilja, at tú sært sangin fyri tær. Martin Joensen var ikki einans virðisløntur fyri sítt stóra tónleikaliga avrik sum sangskrivari og troubadurur men eisini fyri “málningar, sum lita lívsleið okkara og geva okkum vón”. Martin er fjøllistamaður og hevur umframt at yrkja og smíða løg brúkt nógva tíð uppá at mála og tekna ikki minst heimliga umhvørvið í Havn og í Vestmanna, sum hann lýsir í ljósfylltum, skitsukendum myndum.
Olaf Johannessen
Í krónum er Mentanarvirðisløn Landsins tann størsta av virðislønunum, hon er eisini tann elsta og tað var ein sonn fragd, at framúrskarandi sjónleikarin, Olaf Johannessen loksins fekk hana. Sjónleikarin er mikið fagnaður uttanlands, serliga í Danmark, har hann býr, men eisini aðrastaðni, t.d. í Týsklandi. Mann missur ondina, tá mann skal royna at rokna bragdini saman. Í 2018 fekk hann hægstu viðurkenning innan palllist í Danmark, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri lívlangt avrik. Í 2013 var Olaf eisini í uppskoti til hægstu leiklistavirðisløn í Týsklandi, DER FAUST, fyri leiklutin Peer Gynt, sum hann spældi fyri Schauspielhaus Düsseldorf í 2012-13. Heima í Føroyum høvdu vit ta fragd at uppliva hann við Leikhúsinum Skift, har hann rúnarbant áskoðararnar við einleikinum “Hin komiska Tragedian”, tá hann einsamallur í útivið hundrað minuttir spældi, spákaði, datt, gekk, tosaði, rópti, lá, dansaði og fyllti pallin út við fleiri persónsmenskum soleiðis, at tíðin púrasta hvarv. Í sjónvarpinum upplivdu vit heiðurslønarkvøldið ein rørdan, takksaman og eyðmjúkan Olaf Johannessen sitera eitt brot av eini yrking hjá Williami Heinesen: “Det er igen en af disse oceaniske dage..”. Hann takkaði sínum nærmastu og síðani landsstýrismanninum og tilmælisnevndini fyri stóra heiðurin og sendi eina tøkk til “leiklistavinir og vinkonur fyri alt tað tey gera og geva yrkisleiklistini” og har var tað – mitt í allari hátíðarligheitini – at tú komst í tankar um leiklistastríðið og boykottið av Tjóðpalli Føroya, sum Olaf sjálvur er partur av, einum stríði, sum mentamálaráðharrin herfyri kallaði klandur: “Hvat ger man við fólk, sum vilja klandrast. Hvussu fær man tey at halda uppat?”.
Virðing
Úttalilsið fall í eini sending í Nón í útvarpinum, har tey hava fylgt málinum í fleiri sendingum og eiga tey rós uppiborið fyri tað. At hava kritiskan ans í mun til eitt listaøki er eisini at sýna tí virðing og mann fær neyvan vaksin professionel fólk at halda uppat at vera ónøgd við at skýra tey klandursvætti (eitt av teimum hevur nú fingið størsta mentanarheiður frá almennu Føroyum). Sum skilst stendur Leiklistafylkingin 2020 við sítt boykott av Tjóðpallinum, hóast tey sambært sjónleikaranum Gunnvá Zachariasen í Nón ikki vænta sær tað stóra. Og sjálvt um ein ávís optimisma hómast millum partarnar, tykist hon meira høvisk enn reel. At tosa um klandur í sambandi við eina fakliga ósemju hjálpir ikki uppá nakað. Tað er ikki virðiligt og kann bert økja um ónøgdina hjá øllum pørtum. Óansæð hvør meinar hvat, hvat er rætt og skeivt og hvussu alt víkir og vendir, so er talan um eina fakliga konflikt, sum í seinasta enda gongur út yvir okkara Tjóðpall. Hví ikki royna at sameina partarnar í konfliktini og finna út av ynskjum og ætlanum – tað ber til at brúka semingsfólk, sum kundu komið við uppskotum til loysnir og avtalur við virðing fyri báðum síðum. Tá kunnu vit øll taka undir við mentamálaráðharranum og gleða okkum at handa mentanarvirðislønir í okkara nýggja Tjóðleikhúsi. Tástani hava føroysk lista- og mentafólk fingið ta virðing og teir karmar, tey hava uppiborið.
Virðislønir, heiðursgávur og sømdarpeningur
Mentanarvirðisløn Landsins, ið er kr. 150.000, verður latin fyri útint listaligt avrik. Heiðursgáva Landsins, ið er kr. 75.000, verður latin fyri útint mentanarligt avrik.
Nevndin
Landsstýrismaðurin setir nevnd við fimm limum at gera tilmæli um virðislønirnar. LISA ger tilmæli um tríggjar limir, og landsstýrismaðurin velur tveir limir, har annar er formaður og hin er næstformaður.
Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár í senn, og kunnu bert sita tvey skeið á rað. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur skrivstovuhaldið hjá nevndini.
Nevndin tíðarskeiðið 2020-2022:
Alda Joensen, forkv.
Poul Geert Hansen, næstform.
Katrina í Geil
Kim Simonsen
Gunnvá Zachariasen
Hesi hava fingið virðislønir
Mentanarvirðisløn landsins
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
2010: Sunleif Rasmussen
2011: Jóanes Nielsen
2012: Tóroddur Poulsen
2013: Tróndur Patursson
2014: Torbjørn Olsen
2015: Annika Hoydal
2016: Rúni Brattaberg
2017: Barbara í Gongini
2018: Bárður Jákupsson
2019: Hanus G. Johansen
2020: Sigrun Gunnarsdóttir
2021: Olaf Johannessen
Heiðursgáva landsins
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
2010: Jonhard Mikkelsen
2011: Kristian Blak
2012: Marianne Clausen
2013: Árni Dahl
2014: Tey av Kamarinum
2015: J. P. Gregoriussen
2016: Steinprent
2017: Frits Johannesen
2018: Astrid Andreasen
2019: Simme Arge Jacobsen
2020: Ósbjørn Jacobsen
2021: Guðrun & Guðrun
Virðisløn til ungt listarfólk
2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður
2012: Silja Strøm, myndlistakvinna
2013: Trúgvi Danielsen, yrkjari
2014: Mattias Kapnas, tónleikari
2015: Andrias Høgenni, filmslistamaður
2016: Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari
2017: Konni Kass, tónleikari
2018: Búi Rouch, dansari og koreografur
Aðrar virðislønir
Móðurmálsvirðisløn Landsins
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen
2012: Høgni Djurhuus
2015: Hans Mortensen
2017: Suni Merkistein
Serstøk virðisløn
2001: Ebba Hentze
2006: Jón Hilmar Magnússon
2019: Forlagið Leirkerið
2020: Birita Poulsen
2021: Martin Joensen