Eitt sindur um heiður og virðing
/Fotomyndir frá upptøkum hjá kvf
Mentanarvirðislønirnar í baksýni
-Hetta er størsti heiður, eg havi fingið! Á leið soleiðis orðaði sjónleikarin, Olaf Johannessen seg í síni serstøku takkarøðu, tá hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins á hátíðarhaldi í SALT á Drelnesi 19.januar í ár. Sjálvt um upphæddirnar á Mentanarvirðislønunum hvørki eru prístalsreguleraðar ella á nakran annan hátt hækkaðar í mong harrans ár, er eingin ivi um, at hesar virðislønir framvegis eru til stóran heiður hjá móttakarunum, sum umframt Olaf vóru Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, ið fingu Heiðursgávu landsins og Martin Joensen, sum fekk Serstøku virðisløn landsins. Júst hetta við heiðrinum er grundleggjandi partur av Mentanarvirðislønunum, sum á hvørjum ári vekja stóran ans - hátíðarhaldið verður jú varpað út beinleiðis í hvønn krók. Sum sjónvarpsproduktión man hetta hátíðarhald vera ein avbjóðing m.a. tí mann ikki skal filma áhoyrararnar – tá hevði verið ov lætt at gitt. Fleiri halda, at Ítróttarfagnaðarsendingin var ein meira undirhaldandi seinding og tað kann vera. Men hetta, at at mentanarvirðislønarhátíðarhaldið á hvørjum ári verður varpað út beinleiðis er kortini ein váttan um ta virðing, vit sum samfelag hava fyri Mentanarvirðislønunum og tess móttakarum og henda virðing hevur alstóran týdning.
Hátíðarhaldið
Hesa løtuna eru tað okkara listafólk, sum eina løtu kenna hitan frá okkara kollektivu takkarsól og tann fløvin man koma væl við hjá teimum flestu. Í áhugaverdu røðu síni tók landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana støði í yrkingini Skaldarlagnan eftir Poul F. Joensen frá 1947, har listafólk verða borin saman við tjøldur, ið ikki fara av landinum, tá veturin kemur, men ístaðin mugu tola svongd og kulda. Kortini halda tey á at lívga fólkið við sínum áhaldandi og lívgandi klippum - sjálvt á hávetri. Seinasta ørindi ljóðar soleiðis: »Einsligt lív millum fjalla, av tíð síni fataður ei. Deyður í sakni - so róstur - er yrkjarans dapra leið«. Mentamálaráðharrin helt, at Poul F møguliga hevur rætt í, at listafólk ikki í nóg stóran mun fáa tað rós, sum tey eiga uppiborið og helt, at hetta er endamálið við Mentanarvirðislønunum.
Guðrun & Guðrun
Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig fingu Heiðursgávu Landsins 2021 fyri at hava endurnýggjað føroyska klædnamentan og sett hana á breddan bæði her heima og úti í verð sum eitt nýmótans boð upp á burðardygga føroyska klædnaframleiðslu. Tær báðar stovnaðu í 2002 klædnafyritøkuna Guðrun & Guðrun, sum síðan hevur millum sterkastu modernaðu brandini her á landi við fleiri ullintum landaplágum so sum kendu stjørnutroyggjuni - tað var tann, tey allarflestu bara máttu eiga. Men sýnisgluggin í handlinum á Niels Finsensgøtu er eisini áhugaverdur at uppliva og til tíðir við einum listarligum brá. Tað er áhugavert, at tað í hesum førum er klædnafyritøkan, sum hevur fingið virðislønina og ikki t.d. designarin í duoini, men júst hetta ber til við Heiðursgávuni, sum fevnir breitt og t.d. eisini kann raka við umhvørvisvinarlig og sosial átøk millum bindikonur úti og heima. Eingin ivi er um, at hesar báðar dugnaligu kvinnurnar hava uppiborið at verða heiðraðar fyri sítt týdningarmikla mentanarliga avrik.
Tey ungu fáa onga mentanarvirðisløn
Tann sonevnda serstaka virðislønin var í nøkur ár oyramerkt til ungdómin, har hon var ætlað sum kveikjan, stimbran og stuðlan, men mentamálaráðharrin valdi av sínum eintingum at broyta hetta skilagóða konseptið aftur. Tað hevur han allan rætt til, men tað er spell kortini. Ungdómurin fær ikki nógv uppmerksemi á hasum støðinum og eg haldi, at vit nú mangla eina mentanarvirðisløn til teirra. Tá hetta er staðfest, kann eingin annað enn fegnast um, at Martin Joensen fekk eina virðisløn sum herðaklapp frá almennu Føroyum, - ja, eg helt satt at siga, at hann hevði fingið mentanarvirðisløn fyri fleiri árum síðani, men tað hevur hann eyðsýnliga ikki.
Martin Joensen
Vit skulu ein svipp aftur í tíð; einaferð langt síðani í eini heilt aðrari øld, tá tað at flyta í Eysturskúlan var sum at koma í himmiríki - tá hoyrdi eg á fyrsta sinni Martin Joensen ella eg helt tað vera fyrstu ferð – í veruleikanum havi eg helst kent hann nøkulunda altíð. Eg minnist í hvussu so er ikki at vera til uttan at hansara framúrskarandi Svarti ravnur við teirri eyðkendu, rockklassisku orgulintroini ljómaði í útvarpinum. Men henda vælsignaða hending, eg royni at koma fram til, var í sangstovuni í Eysturskúlanum, hagar vit fyrst í fýrsunum vóru komin úr svarta skúlanum á Frúutrøð til ein modernaðan skúla við list og heimsins flottasta morgunútsýni, har sólin reis hvønn morgun og litaði himmalin ljósareyðan, appilsingulan og violettan. Í Eysturskúlanum møttu vit nógvum góðum lærarum, m.a. musikklæraranum, Paula í Sandagerði, sum hevði fyri at koma við plátum og spæla tær fyri okkum næmingum. Ein myrkan og vátan heystardag í 1983 hevði hann LP-plátuna hjá Vestmonnum, Brot undir arminum, sum H.C.W.Tórgarð nýliga hevði givið út. Eg náddi kanska so dánt at hugsa “huff country” áðrenn nálin varð sett í sangin Ró og sum eg minnist, tók sólin alt fyri eitt at skína í sangstovuni av hesum friðsæla og vakra lagi – ikki minst, tá niðurlagið klingaði. Aftaná spældi Pauli sorgblíða fólkalagið, Monday Morning fyri okkum í røttum Peter, Paul og Mary stíli – har røddirnar hjá Ólavi Højgaard, Jórun Højgaard og Rúnu av Heygum samljóma fagurliga. Síðstnevnda gjørdist ein av mínum yndissangarindum og hon hevur forrestin ikki sjálvdan sungið sangir hjá júst Martin Joensen, sum hon hevur tulkað við síni reinu, ráu og ljómmiklu rødd, t.d. tann praktfulla gittaragrátisangin “Í tínum eygum” frá 1987 við hættisligu endaregluni: “Títt smíl er horvið og eg hoyri tíni fótafet. Tú ert á veg burtur frá mær”. https://bit.ly/3LbdswT
Tað visuella
Martin Joensen hevur skrivað fleiri tílíkar melankolskar kærleikssangir umframt eksistentiellu perluna, “Morgun”, ið neyvan tørvar nakra presentatión. Fleiri av hansara tekstum og yrkingum eru eins og “Ró”, rótfestir í náttúruupplivingum, t.d. “Kavin kom í morgun”, ið er á tremur av ljósi og kvirru og sum heild tykist sera visuellur soleiðis at skilja, at tú sært sangin fyri tær. Martin Joensen var ikki einans virðisløntur fyri sítt stóra tónleikaliga avrik sum sangskrivari og troubadurur men eisini fyri “málningar, sum lita lívsleið okkara og geva okkum vón”. Martin er fjøllistamaður og hevur umframt at yrkja og smíða løg brúkt nógva tíð uppá at mála og tekna ikki minst heimliga umhvørvið í Havn og í Vestmanna, sum hann lýsir í ljósfylltum, skitsukendum myndum.
Olaf Johannessen
Í krónum er Mentanarvirðisløn Landsins tann størsta av virðislønunum, hon er eisini tann elsta og tað var ein sonn fragd, at framúrskarandi sjónleikarin, Olaf Johannessen loksins fekk hana. Sjónleikarin er mikið fagnaður uttanlands, serliga í Danmark, har hann býr, men eisini aðrastaðni, t.d. í Týsklandi. Mann missur ondina, tá mann skal royna at rokna bragdini saman. Í 2018 fekk hann hægstu viðurkenning innan palllist í Danmark, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri lívlangt avrik. Í 2013 var Olaf eisini í uppskoti til hægstu leiklistavirðisløn í Týsklandi, DER FAUST, fyri leiklutin Peer Gynt, sum hann spældi fyri Schauspielhaus Düsseldorf í 2012-13. Heima í Føroyum høvdu vit ta fragd at uppliva hann við Leikhúsinum Skift, har hann rúnarbant áskoðararnar við einleikinum “Hin komiska Tragedian”, tá hann einsamallur í útivið hundrað minuttir spældi, spákaði, datt, gekk, tosaði, rópti, lá, dansaði og fyllti pallin út við fleiri persónsmenskum soleiðis, at tíðin púrasta hvarv. Í sjónvarpinum upplivdu vit heiðurslønarkvøldið ein rørdan, takksaman og eyðmjúkan Olaf Johannessen sitera eitt brot av eini yrking hjá Williami Heinesen: “Det er igen en af disse oceaniske dage..”. Hann takkaði sínum nærmastu og síðani landsstýrismanninum og tilmælisnevndini fyri stóra heiðurin og sendi eina tøkk til “leiklistavinir og vinkonur fyri alt tað tey gera og geva yrkisleiklistini” og har var tað – mitt í allari hátíðarligheitini – at tú komst í tankar um leiklistastríðið og boykottið av Tjóðpalli Føroya, sum Olaf sjálvur er partur av, einum stríði, sum mentamálaráðharrin herfyri kallaði klandur: “Hvat ger man við fólk, sum vilja klandrast. Hvussu fær man tey at halda uppat?”.
Virðing
Úttalilsið fall í eini sending í Nón í útvarpinum, har tey hava fylgt málinum í fleiri sendingum og eiga tey rós uppiborið fyri tað. At hava kritiskan ans í mun til eitt listaøki er eisini at sýna tí virðing og mann fær neyvan vaksin professionel fólk at halda uppat at vera ónøgd við at skýra tey klandursvætti (eitt av teimum hevur nú fingið størsta mentanarheiður frá almennu Føroyum). Sum skilst stendur Leiklistafylkingin 2020 við sítt boykott av Tjóðpallinum, hóast tey sambært sjónleikaranum Gunnvá Zachariasen í Nón ikki vænta sær tað stóra. Og sjálvt um ein ávís optimisma hómast millum partarnar, tykist hon meira høvisk enn reel. At tosa um klandur í sambandi við eina fakliga ósemju hjálpir ikki uppá nakað. Tað er ikki virðiligt og kann bert økja um ónøgdina hjá øllum pørtum. Óansæð hvør meinar hvat, hvat er rætt og skeivt og hvussu alt víkir og vendir, so er talan um eina fakliga konflikt, sum í seinasta enda gongur út yvir okkara Tjóðpall. Hví ikki royna at sameina partarnar í konfliktini og finna út av ynskjum og ætlanum – tað ber til at brúka semingsfólk, sum kundu komið við uppskotum til loysnir og avtalur við virðing fyri báðum síðum. Tá kunnu vit øll taka undir við mentamálaráðharranum og gleða okkum at handa mentanarvirðislønir í okkara nýggja Tjóðleikhúsi. Tástani hava føroysk lista- og mentafólk fingið ta virðing og teir karmar, tey hava uppiborið.
Virðislønir, heiðursgávur og sømdarpeningur
Mentanarvirðisløn Landsins, ið er kr. 150.000, verður latin fyri útint listaligt avrik. Heiðursgáva Landsins, ið er kr. 75.000, verður latin fyri útint mentanarligt avrik.
Nevndin
Landsstýrismaðurin setir nevnd við fimm limum at gera tilmæli um virðislønirnar. LISA ger tilmæli um tríggjar limir, og landsstýrismaðurin velur tveir limir, har annar er formaður og hin er næstformaður.
Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár í senn, og kunnu bert sita tvey skeið á rað. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur skrivstovuhaldið hjá nevndini.
Nevndin tíðarskeiðið 2020-2022:
Alda Joensen, forkv.
Poul Geert Hansen, næstform.
Katrina í Geil
Kim Simonsen
Gunnvá Zachariasen
Hesi hava fingið virðislønir
Mentanarvirðisløn landsins
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
2010: Sunleif Rasmussen
2011: Jóanes Nielsen
2012: Tóroddur Poulsen
2013: Tróndur Patursson
2014: Torbjørn Olsen
2015: Annika Hoydal
2016: Rúni Brattaberg
2017: Barbara í Gongini
2018: Bárður Jákupsson
2019: Hanus G. Johansen
2020: Sigrun Gunnarsdóttir
2021: Olaf Johannessen
Heiðursgáva landsins
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
2010: Jonhard Mikkelsen
2011: Kristian Blak
2012: Marianne Clausen
2013: Árni Dahl
2014: Tey av Kamarinum
2015: J. P. Gregoriussen
2016: Steinprent
2017: Frits Johannesen
2018: Astrid Andreasen
2019: Simme Arge Jacobsen
2020: Ósbjørn Jacobsen
2021: Guðrun & Guðrun
Virðisløn til ungt listarfólk
2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður
2012: Silja Strøm, myndlistakvinna
2013: Trúgvi Danielsen, yrkjari
2014: Mattias Kapnas, tónleikari
2015: Andrias Høgenni, filmslistamaður
2016: Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari
2017: Konni Kass, tónleikari
2018: Búi Rouch, dansari og koreografur
Aðrar virðislønir
Móðurmálsvirðisløn Landsins
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen
2012: Høgni Djurhuus
2015: Hans Mortensen
2017: Suni Merkistein
Serstøk virðisløn
2001: Ebba Hentze
2006: Jón Hilmar Magnússon
2019: Forlagið Leirkerið
2020: Birita Poulsen
2021: Martin Joensen