Litir í list

Myrkt og grátt, men vár og fríggjadagur og góð list: Hansina Iversen í Víngarðinum, Hanni Bjartalíð í Steinprenti og Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará.

Myndaheimurin hjá Hansinu Iversen er sera sansaligur og verður alsamt meira maksimalur - eisini tá mann hugsar, at nú ber ikki til at fáa inn fleiri litir og skap á myndaflaturnar. - Hansina fær tað til at bera til. Her er háspenningur á løriftinum, ið gerst leikpallur hjá litum og strokum, sum bylgja á myndaflatuni og skapa fjølbroyttar fláir. Ljósið kemur aftanífrá og tendrar ljós og myrkur og eina kenslu av, at nú kann alt henda. Hansina Iversen er málari við stórum M, men hevur eisini eitt serstakt litografiskt myndamál, har hon við innliti og royndum gagnnýtir litografiska háttalagið við fleirlittum løgum og laveringum, ið skapa eitt hugtakandi myndarúm. Framsýningin hjá Hansinu Iversen í Víngarðinum varar til 12 mai.

Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche. Sprota vit týska orðið unheimlich, merkir tað okkurt óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini ritroynd hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar yvir tað heimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum heimlich og unheimlich. Freud ger vart við, at orðini í roynd og veru ikki hava øvugta merking og at unheimlich er smíðað av tí heimliga møguliga av tí, at størsti óhugnin kann finnast tryggasta umhvørvi. Hugtakið er sostatt grundleggjandi komplekst eins og vit menniskju eru tað og tað sama eru verkini hjá Hanna Bjartalíð, tí tey eru jú sjáldsama vøkur og væl komponerað eins og gamlar vanitasmyndir við kyrrlutauppsetingum og listaverkum í listaverkinum og hópin av tulkingarmøguleikum millum tað formliga og allar assosiatiónirnar, sum myndast í huganum. Verkini eru scenografiir, ið skapa søgur og eru opin fyri øllum søgum, vit áskoðarar leggja í tey. Og av tí, at tey eru fleirtýðug og fjølbroytt bæði formliga og innihaldsliga, halda hesi verkini fram við at mana fram nýggjar søgur í huga okkara. - Framsýningin hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti endar 13.apríl

Arnold Vegghamar byrjaði at mála longu í 50´unum og hann var við á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Vegghamar var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Og nú vit eru inni á ismunum, so tekur stílurin í myndunum hjá Vegghamar støði í ekspressionismu og naivismu. Tað er ikki upplýst nær framsýningin endar, men har er opið í dag, fríggjadag 25.mars frá klokkan 16.