26.februar skipaði Scandinavia House í New York fyri virtuellum bókapráti við tey bæði, yrkjaran Kim Simonsen og týðaran, Randi Ward í sambandi við, at síðstnevnda vann Nadia Christensen virðislønina í týðarakapping hjá American Scandinavian Foundation fyri sína týðing av yrkingasavninum Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsundið hjá Kim Simonsen. Ivan Niclasen er mediator. Virðislønin verður latin eina ferð um árið. Í grundgeving fyri virðislønini verður Randi róst fyri sín málsliga stíl og evni at raka tað einfalda og tilfarsliga í upprunayrkingunum. Prátið kann hoyrast her: