Beauty is in Your Mind - Hansina Iversen sýnir fram í Víngarðinum

Har er stórfingið drama, glitrandi ljós, men eisini lýsandi myrkur og vakurleiki í nýggju verkunum hjá Hansinu Iversen. Á grækarismessu, leygardagin 12. mars klokkan 16 letur hon upp framsýningina Beauty is in Your Mind við málningum og steinprentum í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Heitið er eitt sitat frá listakvinnuni, Agnes Martin, hvørs verk og tankar um list inspirera Hansinu Iversen. Sitatið er knýtt at eini hending, tá ein smágenta gjørdist hugtikin av eini rósu inni hjá Agnes Martin. Listakvinnan spurdi gentuna um hon helt rósuna vera vakra. -Ja, svaraði gentan, rósan er vøkur. Síðan tók Agnes Martin rósuna og helt henni aftan fyri ryggin og spurdi síðan gentuna uppaftur, um hon enn helt rósuna vera vakra – Ja, svaraði gentan, rósan er enn vøkur. – ”Skilir tú”, segði listakvinnan við smágentuna; ”vakurleikin er ikki í rósuni, vakurleikin er í tínum sinni”. 

Hansina hevur síðstu tveir mánaðarnar framsýnt saman við øðrum listafólkum í Paris og tað eru ikki hissini skoðsmál, hon hevur fingið í fronskum ummælum, har hennara málningar verða skýrdir endaleysar ljóskeldur, ið samantvinna bæði vísdóm og náði. Nýggjastu málningarnir hjá Hansinu Iversen eru øðrvísi enn teir, hon framsýndi í Paris – samanhangur hómast, tó at myndirnar so líðandi broytast. Enn málar hon nonfigurativar málningar, sum eru myndaðir av organiskum skapum og strokum. Ljósið skínur í litunum og skyggir í hvíta løriftinum, sum hómast gjøgnum løgini av litum. Hesi verkini tykjast ógvuliga sansalig og likamlig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið eins og ítøkilig spor lýsa rørslurnar hjá listakvinnuni, tá hon arbeiðir. Umframt dynamisku ferðina í penslastrokunum eru málningarnir gjølliga komponeraðir í fleiri løgum við meira og minni gjøgnumskygdum litskapum og meira og minni intensum litum, sum geva eina kenslu av ævigari rørslu. Hansina Iversen er málari við stórum M, men hevur eisini eitt serstakt litografiskt myndamál, har hon við innliti og royndum gagnnýtir litografiska háttalagið við fleirlittum løgum og laveringum, ið skapa eitt hugtakandi myndarúm.

Myndaheimurin hjá Hansinu Iversen er sera sansaligur og verður alsamt meira maksimalur - eisini tá mann hugsar, at nú ber ikki til at fáa inn fleiri litir og skap á myndaflaturnar. - Hansina fær tað til at bera til. Her er háspenningur á løriftinum, ið gerst leikpallur hjá litum og strokum, sum bylgja á myndaflatuni og skapa fjølbroyttar fláir. Ljósið kemur aftanífrá og tendrar ljós og myrkur og eina kenslu av, at nú kann alt henda. Framsýningin hjá Hansinu Iversen letur upp klokkan 16 12.mars 2022.