Í gjár, 7.mai læt framsýning upp við vatnlitsmyndum og linoprentum hjá Bárði Jákupsson í Steinprent. Veðrið var gott og nógv fólk vóru og sóu framsýningina. Eg seti nakrar myndir frá upplatingini inn her.
Bárður Jákupsson er millum okkara mest kendu og royndu listafólk - Fyri sítt týdningarmikla listaliga virksemi fekk hann ta stóru mentanarvirðislønina fyri nøkrum árum síðani. Bárður er fjølbroyttur og hevur umframt oljumálningar, vatnlitsmálningar og grafikk, eisini gjørt monumentalar prýðingar eins og hann hevur fingist við heilt smáar myndir og tekningar. myndprýtt barnabøkur, yrkingarsøvn og annað mangt. Í vatnlitsmyndunum glógva teir bjørtu spektrallitirnir í flótandi litstrokum á pappírinum – listamaðurin hevur stóran koloristiskan ans og dugir at brúka ljósið í pappírinum. Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. Eina tíð hevur Bárður av ymsum orsøkum arbeitt við hús og ikki í atelierinum. Hetta sigur hann vera orsøkina til, at hann er farin í holtur við at skera linoleum, ið er høgligt at fáast við – eisini á stovuborðinum. Tað liggur væl fyri hjá Bárði at skera linoleum - bleyta plátan er sum skapt til hansara mjúku bylgjandi linjur, sum hann hevur nýtt til tess at lýsa gongdina í Brúsajøkilskvæði í eini røð við seks linoprentum. Listamaðurin hevur lýst hendingarnar í kvæðinum skemtiliga og rokaliga við klassiskum myndamáli, ið bæði fær okkum at hugsa um ornamentini í landsløgunum hjá Elinborg Lützen og tey stuttligu trøllini hjá Williami Heinesen, men strikan er tann hjá Bárði, sum summi okkara lærdu at kenna fyri næstan fimti árum síðani í eini kritahvítari kettlingabók. Í allarflestu tekstum, sum eru skrivaðir um Bárð Jákupsson, verður tað musikalska nevnt, bæði av tí, at listamaðurin sjálvur er sjáldsama musikalskur, men eisini orsakað av eini serstakari leikandi rútmu í hansara strokum, sum hevur fingið onkran ummælara at skýra hann ein náttúrunnar kardiograf, also ein listamann, ið skrásetir hjartaslagið í landslagnum. Gjøgnumgangandi temaið er enn sum áður upplivingar í føroysku náttúruni, sæddar við barnaeygum, har serliga kenslan av at vera tikin av fótum av tí stórfingna gongur aftur. Men mál og mentanarligir samanhangir hava somuleiðis stóran týdning. Tað síggja vit t.d. í áhuganum hjá Bárði fyri kvæðunum, men ikki bara har. Í einum bóklingi, sum varð givin út í 2008 í sambandi við framýningina Lendið í Listahøllini á Skipasmiðjuni greiðir listamaðurin soleiðis frá: “Vit gingu ígjøgnum røkur og líðir, upp um skørð, undir tindum og homrum, ígjøgnum stíggjar. Lupu um gil og vaðaðu um glyvrar. Tær reystu skorarnar og bjørgini eru ein stórfingin greflig vond, vovin av homrum og rókum, klubbum og klettum, gjáum, gjótum og skortum, skriðum og urðum, hellum og látrum, drongum og stakkum. Á helluni máar brimi keppavond burtur úr grótinum. Litmeingið er markleyst. Fjølbroytt. Forfedrarnir gjørdu hesar klettaoyggjar til sínar. Navngóvu hvønn hamarspjalla og urðarkálvað. Alt er sannað og tikið til eftirtektar... Eg kenni meg vera ein part av hesum stóra samanhangi..”. Tað er hendan kenslan av samlyndi og samanhangi millum menniskju og náttúru, millum nútíð og fortíð, sum merkir listina hjá Bárði Jákupsson.