Har er stórfingið drama, glitrandi ljós, men eisini lýsandi myrkur og vakurleiki í nýggju verkunum hjá Hansinu Iversen, sum mynda framsýningina Beauty is in Your Mind við málningum og steinprentum í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Heitið er eitt sitat frá listakvinnuni, Agnes Martin, hvørs verk og tankar um list inspirera Hansinu Iversen. Sitatið er knýtt at eini hending, tá ein smágenta gjørdist hugtikin av eini rósu inni hjá Agnes Martin. Listakvinnan spurdi gentuna um hon helt rósuna vera vakra. -Ja, svaraði gentan, rósan er vøkur. Síðan tók Agnes Martin rósuna og helt henni aftan fyri ryggin og spurdi síðan gentuna uppaftur, um hon enn helt rósuna vera vakra – Ja, svaraði gentan, rósan er enn vøkur. – ”Skilir tú”, segði listakvinnan við smágentuna; ”vakurleikin er ikki í rósuni, vakurleikin er í tínum sinni”.
Hansina hevur fyrr í ár framsýnt saman við øðrum listafólkum í Paris og tað eru ikki hissini skoðsmál, hon hevur fingið í fronskum ummælum, har hennara málningar verða skýrdir endaleysar ljóskeldur, ið samantvinna bæði vísdóm og náði. Nýggjastu málningarnir hjá Hansinu Iversen eru eitt sindur øðrvísi enn teir, hon framsýndi í Paris – samanhangur hómast, tó at myndirnar so líðandi broytast. Enn málar hon nonfigurativar málningar, sum eru myndaðir av organiskum skapum og strokum. Ljósið skínur í litunum og skyggir í hvíta løriftinum, sum hómast gjøgnum løgini av litum. Hesi verkini tykjast ógvuliga sansalig og likamlig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið eins og ítøkilig spor lýsa rørslurnar hjá listakvinnuni, tá hon arbeiðir. Umframt dynamisku ferðina í penslastrokunum eru málningarnir gjølliga komponeraðir í fleiri løgum við meira og minni gjøgnumskygdum litskapum og meira og minni intensum litum, sum geva eina kenslu av ævigari rørslu. Ein hvítur málningur er bygdur upp av fleiri løgum av lutfalsliga regulerum, rundleittum, rektangulerum skapum, sum í grundini hava sama skap sum málningurin sjálvur. Kanska er tað hesi skapini, ið benda hugan á inngongdir ella hurðar og sum fáa okkum at hóma rúm í myndaflatanum aftan fyri gjøgnumskygd løg av hvítum og ljósum litflatum. Við páskum og vári í huganum er freistandi at lesa nakað yvirjarðligt og andaliga avklárað í hesum ljósfyllta málningi og assosiera til bæði kross- og gravundrið. Samstundis er hetta av sonnum ein málningur av hesi verð, sum ger vart við sínar formellu staklutir og sítt háttalag og vissar okkum um, at hann jú bert er eitt lørift við máling. Vakurleikin er í okkara egna sinni.