Jón Sonni Jensen í Víngarðinum - vernissage røða og myndir

Leygardagin 14.mai læt framsýningin hjá Jón Sonna Jensen, MECHANICAL POSE upp í Víngarðinum. Har vóru nógv fólk og tað var ein góð og hugnalig løta við góðari list, fólki, mati og víni. Eg helt eina stutta røðu, sum eg seti inn saman við myndum frá upplating og framsýning - framsýningin er opin mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag framt til 9.juli.

Góðu tit øll – vit eru nógv, sum hava glett okkum til hesa upplatingina, har vit m.a. skuldu hoyra Kim Simonsen halda upplatingarrøðu – hann fekk tíverri forfall og tí standi eg her, men eg fari um eina løtu at lesa eitt brot burtur úr einum fínum teksti, sum hann hevur skrivað. Allarfyrst, Jón Sonni, hjartaliga til lukku og túsund takk fyri hesa framsýningina. Tað hevur verið mær og okkum her í Víngarðinum ein sonn fragd at samstarva við teg.

Hetta er ein framsýning, ið vekir undran – tað veit eg, tí fólk longu hava spurt meg hvat hetta og hitt merkir. Her haldi eg, at tað hevur stóran týdning ikki at svara – ikki beinleiðis. Tað allarbesta við samtíðarlist er helst tað, at hon fær okkum at undrast og ikki ordiliga vita, men hava varhugan av ymiskum.

Men eg kann siga tykkum eitt sindur av tí, sum eg upplivi á hesi framsýningini. Tað er ein heild í sekstan pørtum, sum er silvurlitt, hvít, ljósareyð, gul og pink og sum also í litavali er rættiliga konsekvent, tilfarið er gips, skúm og mylar ella silvurfolii. Skúmið í hesum verkunum er tað, sum verður brúkt innan byggivinnu til dømis at bjálva um vindeygu og hurðar. Skapini eru afturvendandi – tað snýr seg antin um súluskap, sum eru snarað ymsar vegir, rektanguler relieff ella um perforeraðar plátur, ið eru klæddar við silvurfoliu. Verkini eru ofta hybrid, sett saman av fleiri ymiskum tilfarum og tað er eyðkent, at listamaðurin ikki roynir at krógva ella dekka út yvir samansetingina millum til dømis gips og skúm, men heldur brúkar hana ekspressivt til at skapa okkurt slag av mótstøðu í tilfarinum. Tað er sum um, at tilfarið pressar seg fram í hesum verkunum, tað bløðrar, tað rennur, tað buglar, tað spruttar – tað GER nakað – er aktivt og tað er heilt týðiligt tilfarsliga men eisini formliga sæð, at henda listin fyriheldur seg til byggivirksemi og installatiónir.

Men gipspláturnar og súlurnar hava eisini ein øðrvísi klassiskan dám. Gipspláturnar eru í loddrætta skapinum eins og ikonir uttan myndevni. Gips er eitt tilfar, sum í øldir er brúkt til at taka avstoypningar av klassiskum standmyndum – tað var t.d. á tann hátt, at grikska standmyndalistin varð annekterað í Rómaríkið og seinni í Italia og kring Europa. – Rómaríkið er sjálvandi nokk so stórt og komplekst evni at tosa um ein púra vanligan leygardag í Víngarðinum í Havn, men fyri mær er ikki langt millum hesi verkini og at leggja seg á divanir á gólvinum at njóta víndrúvur og sutla vín.

Tilsipingarnar í hesum listaverkunum til tað kroppsliga og tað ótálmaða bera brá av hedonismu. Hugtakið kemur úr grikskum idoni merkir lyst og hedonisma er læran um at njótingin er tann størsti ágóðin og at menniskja í grundini bara virkar til tess at njóta. Mann hevur so seinni funnið útav – tað var vist Epikur, at vandi er í hvørjari vælferð.

Síðan vit hongdu framsýningina upp, havi eg hugsað eitt sindur um pop art – eri fullgreið yvir, at henda listin hvørki líkist Warhol ella Fuglø, men her er kanska eitt pinkalítið sindur av Jeff Koons í tilfarsvalinum – og í øllum førum eru nógvar tilsipingar í verkunum til kropp, til húð, kjøt og blóð, men harvið møguliga eisini til avmarkingarnar hjá húðini og kjøtinum, sum bara er til eitt avmarkað tíðarskeið. Tá gerast hesi verkini nýbarokkar áminningar um vera til og njóta lívið meðan tað er.

Eg skal at enda við lesa eitt brot úr grein, sum Kim Simonsen hevur skrivað til katalog hjá Jón Sonna – her skrivar hann m.a. um skúm og meðan eg lesi kunnu tit hugsa um, at eitt yndisvanitas-symbol hjá barokkmálarum var sápubløðran. Tí hon er perfekt tað stokkutu stund, hon er til.

Eg lesi: ”Skúm, sum tilfar, er gjørt úr smáum og størri bløðrum. Skúm er ein formur, ið broytist og vil broyta alt. Skúm fær onnur føst evni at hvørva, ella umskapast til eitthvørt annað, sum ger tað møguligt hjá okkum at skilja hesa broyting. Tað er ein samanhangur millum skapan og skúm - Afrodite kom úr skúminum. Skúm er tilfar, hvørs snið hevur fangað gass, vætu ella fastan form inni í sær. Skúm, sum fast evni, kann vera gjørt úr føstum kyknum ella opnum skúmkyknum. Skúm er syndrað evnistilfar, ið hongur saman”.

Takk fyri!