DAS UNHEIMLICHE – nýggj verk hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti

Fríggjadagin 11.mars klokkan 16 letur framsýning við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð upp í Steinprenti. Listamannin kenna vit sum ein av okkara bestu og mest produktivu og tað er ein sonn fragd at fylgja við hesum lívsverkinum og síggja hvussu listamaðurin støðugt endurnýggjar sína list, hvussu nýggjar greinar leggja seg aftrat meginbulinum á einum av týdningarmestu listaavrikum í føroyskari myndlist. Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tað er bara, tá mann skal seta orð á verkini og lýsa hvat tey eru og gera, at mann varnast hvussu komplekst og fjølbroytt og øðrvísi tey eru – á tremur av mótsetningum, so stuttlig, at tú brestur í sjóheitan grát, so fitt og hugnalig, at tað rennur tær kalt niður eftir rygginum, so vakurt, at tað er til at fáa nervasamanbrot av. Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche.

Sprota vit týska orðið unheimlich, merkir tað okkurt óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini ritroynd hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar yvir tað heimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum heimlich og unheimlich. Freud ger vart við, at orðini í roynd og veru ikki hava øvugta merking og at unheimlich er smíðað av tí heimliga møguliga av tí, at størsti óhugnin kann finnast tryggasta umhvørvi. Hugtakið er sostatt grundleggjandi komplekst eins og vit menniskju eru tað og tað sama eru verkini hjá Hanna Bjartalíð, tí tey eru jú sjáldsama vøkur og væl komponerað eins og gamlar vanitasmyndir við kyrrlutauppsetingum og listaverkum í listaverkinum og hópin av tulkingarmøguleikum millum tað formliga og allar assosiatiónirnar, sum myndast í huganum. Verkini eru scenografiir, ið skapa søgur og eru opin fyri øllum søgum, vit áskoðarar leggja í tey. Og av tí, at tey eru fleirtýðug og fjølbroytt bæði formliga og innihaldsliga, halda hesi verkini fram við at mana fram nýggjar søgur í huga okkara.

Kinna Poulsen