Mikukvøldið 6.apríl klokkan 19 verður yrkingaupplestur í Steinprenti har høvið eisini verður at síggja feskastu prentini við orðum og myndum, sum eru framleidd har seinastu vikuna. Hesa tíðina hevur Steinprent verið karmur kring kring eitt samstarv millum føroyska yrkjaran, Lív Mariu Róadóttir Jæger og danska yrkjaran og myndlistamannin, Claus Carstensen.
Claus Carstensen hevur tikið lut á mongum føroyskum listaframsýningum, eins og hann í mong ár hevur samstarvað við Steinprent og við føroysk listafólk og yrkjarar. Síðsta mikudag hevði hann fyrilestur fyri næmingunum á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði. Hann var í síni tíð partur av ættarliðnum av donskum listafólkum, sum í 1980 árunum enduruppdagaðu málaríið, men debuteraði sum yrkjari longu í 1975. Árini 1993-2002 var hann professari á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Myndirnar hjá Carstensen hava eitt ekspressivt og ógvusligt brá, samstundis sum tær eru fleirtýðugar við fleiri møguligum fatanarfláum. Eitt afturvendandi evni snýr seg um fatanina av tilveru og deyða, at menniskjað er tilvitað um deyðan, meðan djórið sær eitt opið og tíðarleyst landslag fyri sær, har tað ikki er nakað áðrenn ella aftaná.
Í mun til ekspressivu málningarnar hjá Claus hava yrkingarnar hjá Lív ein meira sáttligan dám – eisini nú tær eru skrivaðar sum notat á stein. Kortini tykist hennara poetiski heimur spentur á tamb yvir um filosofiskar dýpdir í hugsanum um lív, deyða og listaliga skapan. Lív debuteraði í 2014 við “Mítt navn skrivað við hondskrift” og í fjør varð hennara yrkingasavn “Eg skrivi á vátt pappír” í uppskoti at vinna norðurlendsku bókmentavirðislønina. Í hesum savni fylgir hon sporunum frá einum sorgarleiki í fortíðini. Verkini hjá báðum listafólkum hava okkurt til felags í júst hesi konfronterandi kanningini av farslóðum úr fortíðini, sum er kensluborin, men eisini greinandi og skipað.