Aftur í ár hevur Mentanargrunnur Landsins investerað í nakrar listarligar og mentanarligar verkætlanir. Í brævi frá grunninum stendur, at hann fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar: Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 mio. kr. Grunnurin lat í ár slakar 3,5 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 38 umsøkjarar starvsløn, og fýra fingu íverksetanarstuðul. Nevndin hevur á fundi tann 28. januar 2022 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:
1 ár:
Kinnu Poulsen (bókmentir og myndlist)
6 mánaðir:
Kim Simonsen (bókmentir)
Fimm umsøkjarar fingu 4 mánaðir, tíggju fingu 3 mánaðir, átjan fingu 2 mánaðir og tríggir fingu 1 mánað.
Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022.
Hesi fingu starvsløn í 2022:
Andrea Joensen 1 mánað
Annfinnur Heinesen 2 mánaðir
Anton Petersen 4 mánaðir
Bartal Augustinussen 4 mánaðir
Beinir Bergsson 2 mánaðir
Birita Adela Davidsen 2 mánaðir
Bruno M. Eysturstein 2 mánaðir
Dan Helgi H. í Gong 2 mánaðir
Dánjal D. Á Neystabø 3 mánaðir
Durita Dahl Andreassen 2 mánaðir
Edvard Sofus Olsen 2 mánaðir
Elin á Rógvu 4 mánaðir
Fríða M. Brekku 3 mánaðir
Gudmund Helmsdal 4 mánaðir
Jon Hansen 2 mánaðir
Katrin Joensen-Næs 2 mánaðir
Kim Simonsen 6 mánaðir
Kinna Poulsen 12 mánaðir
Knút Olsen 1 mánað
Lasse Thorning Jæger 2 mánaðir
Lena Nicolajsen 3 mánaðir
Maria Tórgarð 4 mánaðir
Mariann Hansen 2 mánaðir
Niclas Johannesen 3 mánaðir
Oddfríður Marni Rasmussen 2 mánaðir
Olaf H. Johannessen 3 mánaðir
Ólavur Sverri T. Thorsteinsson 2 mánaðir
Ole Wich 3 mánaðir
Páll Oddur Rubeksen 3 mánaðir
Pauli Nielsen 2 mánaðir
Rannvá G. Niclasen 3 mánaðir
Rannvá Holm Mortensen 2 mánaðir
Rúni Brattaberg 1 mánað
Sissal Kristiansen 3 mánaðir
Tórður Johannesarsson 2 mánaðir
Trygvi Danielsen 3 mánaðir
Turið Sigurðardóttir 2 mánaðir
Vár Bech Árting 2 mánaðir
Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4, ið siga:
Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk 15 umsóknir um íverksetanarstuðul. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.
Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íverksetanarstuðul:
Fríða Djurhuus (tónlist)
Per Ingvaldi Højgaard Petersen (tónlist)
Jenný Kragesteen (pallist)
Jan Rúna Poulsen (tónlist)