Tað fína yrkingasavnið hjá Beini Bergsson, Sólgarðurin er føroyska uppskotið at vinna bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins. Yrkjarin, Beinir Bergsson debuteraði longu sum tjúgu ára gamal í 2017 við yrkingasavninum Tann lítli drongurin og beinagrindin, sum hann fekk EBBU-virðislønina fyri. Sólgarðurin er eitt bragd og eitt roysni í sjálvum sær bara orsakað av stóra dirvinum, tað krevur at geva út homoerotiskar yrkingar. Men savnið er áhugavert eisini út yvir hetta m.a. orsakað av hvussu væl tað hongur saman fagurfrøðiliga og innihaldsliga. Sólgarðurin er staddur í minninum hjá einum yrkjaraegi, sum eitt nú minnist ommu sína í urtagarðinum. Samstundis er Sólgarðurin eitt gróðrarmikið paradís við hópin av sansaligum blómum og erotikki millum menn. Tað kynsliga verður lýst rættiliga beinleiðis uttan abstraktión, men lesarin ørkymlast kortini og missur fótafesti saman við yrkjaraegnum, tá perspektivið verður so mikið tætt inn til húð, blómubløð og mold, at vit missa tað visuella yvirlitið. Kropparnir verða eins og blindar, lívrunnar verur uttan onnur endamál enn lívið í sjálvum sær. Kynslívið verður lýst sum lívfrøði, kroppurin er sum blómubløð og hárið verður hoyggj. Ætt eftir ætt søkkur undir mold, men har er lív í moldini í øllum skordýrunum, sum skríða og flúgva í Sólgarðinum og ein longsul eftir at náttúrunnar ringrás kann skapa lív eisini eftir deyðan: