Heima á ókendum leiðum

At ferðast er at vera til! – Kendi setningurin hjá H.C.Andersen, sum hann upprunaliga skrivaði í sjálvsævisøguni, Mit Livs Eventyr í 1855, er vorðin eitt orðatak og eitt motto hjá teimum ferðafegnu.

Vit kunnu ikki ordiliga siga, at vit hava fylgt hesum leiðarorðunum hjá danska flogvitinum serliga væl í seinastuni. Undir coronafarsóttini og í tíðini aftaná hava vit ferðast millum lítið og einki og sjálvt um støðan er batnað, eru vit sum heild trekari at bíleggja ferðir enn vit plagdu at vera. Kanska hevur heilsukreppan gjørt okkum varug við hvussu skroypilig vit eru og hvør veit um ikki ein feril av veðurlagsbroytingarampa og harav fylgjandi, (tiltrongdari) planetumsorgan ger um seg? Eitt sindur troyttandi er tað kortini, at varsemið kenst kroniskt og er farið at minna eitt sindur um flegma í øllum førum fyri mítt egna viðkomandi og hetta sama dølskni var ivaleyst ein av orsøkunum til, at eg takkaði avgjørt nei at byrja við, tá ein vinkona bjóðaði mær til Firenze ein túr. Síðani varð eg vist bæði lokkað og noydd og endaði í hvussu so er við at bæði játta, fara, njóta og læra.

Á nýggjum gomlum gøtum

At ferðast, ja - eg hevði satt at siga fullkomiliga gloymt hasa undurfullu kensluna av at vera í fremmandum landi. Av nýggjari, lýggjari luft í gyltum ljósi, meðan allir sansir klárvakna av øllum tí ókenda, sum treingir seg uppá úr øllum ættum, meðan tú við bankandi hjarta trínur um enn eitt nýtt húsahorn, har tú ongantíð hevur verið áður, um somu tíð næstan ræðslusligin, men spent eftir at vita hvat har man vera. Tað angar av søtum blómum og fruktum júst í teirri løtuni, tá tvær myrkhærdar damur yvirhála okkum á gongubreytini. Tað er kvøld í Firenze og teirra luktilsi blandast við sigarettroyki í herliga ljóminum av fremmandamáli í gøtuni, har vit ganga í freistandi anga av grillaðum kjøti við einum himmalskum farra av trøflum og hvítleyki. Áh at eta nýggjan, ókendan mat, sum mann ikki sjálv hevur gjørt. Føturnir flyta seg kvikliga á ósløttum, steinsettum gøtum, eg má ansa mær, so eg ikki detti og ikki missi hinar burtur, og her hevur Dante gingið, hugsi eg mitt í øllum og kann ikki lata vera at gána og hyggja eftir øllum tí nógva, sum er at síggja, men eg má ikki blíva burtur í tí ókenda.

Il Duomo

Miðskeiðis í býnum liggur býarmerkið, “Il Duomo”, risastóri kupulin hjá Filippo Brunelleschi frá 1436, sum var eitt tað fyrsta verkið vit hoyrdu um á sinni í stílsøgu á universitetinum í sambandi við renesansuna og sum hoyrir til dómkirkjuna í Firenze, Cattedrale di Santa Maria del Fiore. Allastaðni í býnum sæst hetta velduga bygningsverkið, sum næstan tykist vera dottið niður av mánanum niður millum trongu gøturnar í Firenze júst á sama hátt sum ein annar fantastiskur bygningur, Panteon í Rom sýnist merkiliga yvirdimensioneraður har hann stendur. Býurin Firenze verður í míni nýggju turistbók um Toscana lýstur sum eitt listaligt skattkamar og sum sjálvt startskotið hjá tíðarskeiðnum, ið vit nevna renesansu. Renesansa merkir endurføðing og hugtakið verður brúkt um tíðarskeiðið´frá 14. til 17.øld um mentanarligu rørsluna, ið tók seg upp í Norðuritalia í Firenze, Venezia, Genova og Milano seint í miðøld og breiddi seg víðari kring Europa. Í Firenze stuðlaði ríka yvirstættin listafólkum, ið m.a. vendu aftur til listarligar og vísindaligar fyrimyndir úr antikka Grikkalandi og Rom og sum spakuliga elvdi til eina nýggja humanismu og ein meira skilvísan hugburð, ið førdi til hópin av nýggjum hugsjónarligum, listarligum og tekniskum uppdagingum. Í myndlistini sæst menningin m.a. í eini vaksandi realismu, at persónarnir fáa kropp og trídimensjonala dýpd og at myndarúmið verður bygt upp í stórfingnum sentralperspektivum, ið geva kensluna av einum ovurstórum myndarúmi á myndaflatanum.

Skógvanirvana

Allastaðni har eg líti meg íkring í Firenze eru vakrir bygningar, smøl hús í brendum litum við lúkum fyri vindeyguni, stórar, flottar kirkjur, torn, skínandi spír og smalar hugnaligar gøtur, og sjálvt um vit eru í oktober, sita fólk uttandura og práta, meðan tey fáa sær at eta og drekka. At fáa sær eitt glas av víni í Firenze gerst næstan listarligt í sjálvum sær, tí umhvørvið er so vakurt. Men á slitnum gøtum og gomlum bygningum síggjast livandi, modernað menniskju og allastaðni eru handilsvindeygu við tí nýggjasta nýggja av móta, Gucci, Roberto Cavalli og eitt satt nirvana av skóm og taskum hvørt meira hondgjørt og lekkurt enn hitt.

 Tá vit vóru giggut og býtt og fitt

Míni fyrstu tólv liviár ferðaðist eg ikki longur burtur enn norður til Eiðis, men tað var eisini nokk so langt tá og enn longur áðrenn brúgvin yvir um streymin kom í 1973. At ferðast uttanlands var ikki nakað mann bara gjørdi, men tey flestu ferðaðust til Danmarkar tá í hálvfjersunum og fýrsunum við England ella Winston Churchill og hvat tær itu, stóru ferjurnar, og mann kundi eisini flúgva til flogvøllin í Kastrup við tí ljósabláa flogfarinum frá Maersk Air. Har var heitur matur umborð og ein lítil fínur plastikkpakki við salti, pipari, sukuri og einum væl angandi vætulappa. Allar møguligar merkiligar detaljur minnist eg frá fyrstu ferðini uttanlands, tá eg sum tólv ára gomul fór við foreldrunum til Keypmannahavn. Tað var so løgið og fremmant og stórt, at eg ræddist. Gloymi ongantíð sundurknúsandi løtuna, tá eg varð burtur í Tivoli og hvørki fann mammu ella babba. Tey søgdu aftaná, at talan bara var um eina heilt stutta løtu, men hjá mær føldist tað sum ein infernalskur ævinleiki. Vit vóru eisini í onkrum stuttleikahøli, sum æt Skærsilden við trapputrinum, sum fluttu seg undan, tá mann gekk á teimum, so mann alla tíðina datt ella var við at detta. Ræðuligt og margháttligt helt Havnagentan, sum neyvan bara var stuttlig at hava við í Tivoli. Nakað seinni - tað var einaferð í fýrsunum, var eg sunnanfyri við einum føroyskum ferðalagi og royndi ta serligu, løgnu men merkiliga tryggu, av handahógvi merktu ferðalagssiðvenjuna tá, har man “át, ferðaðist og var glað” (Spies, rejs og vær glad) í grísafest og øðrum intensum reyðvínsdrekkaríum, ið øll vóru hildin at vera serliga autentisk og sponsk. Tað spanska var annars ikki so øgiliga høgt í metum hjá okkum í føroyska ferðalagnum, sum hugnakvøld og -dagar heldur vildi lurta eftir føroyskum country og Kim Larsen enn sponskum flamenco. Eg minnist enn kollektiva ovfarakæti, tá onkur í ferðalagnum av tilvild var dottin fram á eina danska matstovu, har mann kundi keypa “ordiligan” mat so sum danskan hakkibúff við stoktum leyki og eina púra vanliga tuborg afturvið. Himmalskt!

Alheimsgerð

Eg veit ikki nær alt hetta býtta og eitt lítið sindur fitta broyttist, men tað hendi helst so líðandi við einari støðugt vaksandi alheimsgerð, har stóra verð spakuliga tódnaði, fyritøkur gjørdust multinationalar og tað at ferðast gjørdist alt meira vanligt. Hugtakið alheimsgerð verður jú nýtt um eina tilgongd har virkin samantvinning av búskaparligum og øðrum virksemi t.d. mentanarligum gongur fyri seg yvir um landamørk og hetta er als ikki so nýtt, sum mann skuldi hildið. Í veruleikanum er globalisering eitt eyðmerki hjá sjálvari sivilisatiónini heilt afturi frá teirri tíðini, tá sambond vóru knýtt millum heimspartar frá 15.øld og fram til tá kolonialisman var í hæddini í 19.øld og síðani tað hava ymisk tøkni sum telegrafurin, jarnbreytir og telefonin sett ferð á alheimsgerðina. Seinni verður eisini altjóða útbreiðslan av t.d. útvarpsrásum  og sivilari flogferðslu roknað uppí globaliseringina og harvið hava vit merkt árin av gongdini, alt meðan vit lurtaðu eftir norðmanninum og Radio Luxembourg langt áðrenn vit kendi til globalisering sum fyribrigdi. Hugtakið lærdu vit øll at kenna, tá internetið varð veruleiki við tess omnipresenta kunningartøkni. Einki var nakrantíð tað sama aftur, men internetið minkaði enn meira um heimin og kann framvegis eisini gera tað øvugta av at informera. Undirhald er framvegis tað, vit vilja hava og tað fáa vit ikki minst, tá vit lesa um onnur.Tey seytjan árini at Facebook hevur verið til og síðan tað eisini Instagram, hava vit javnt og samt bæði í vikuskiftum og mitt í viku sæð fotomyndir av okkara brosandi facebookvinum, sum eta lekkurt og skála í øllum møguligum meira og minni eksotiskum ferðamálum. Men á Grækarismessu í fjør broyttist ferðafegni facebookmyndastreymurin hjá føroyingum til okkurt meira fjallakent og heimligt frá føroyskum ferðamálum, tá fólk fóru at “ferðast í egnum landi”.

Við víðopnum móttakara

Tað góða við óætlaða ferðasteðginum er, at vit ikki longur halda tað vera eina sjálvfylgju at ferðast. Ella soleiðis havi eg í hvussu er upplivað tað og eg haldi, at hetta var orsøkin til, at mín móttakari kendist óvanliga opin og tendraður dagarnar í Italia, har eg sá ymiskt, sum eg hevði ætlað mær, men sanniliga eisini upplivdi alt møguligt, sum eg ikki visti, at eg kundi vænta mær. At fara upp um morgunin og fáa sær ein kaffimunn við útsýni yvir á stórbæra kupulin hjá Brunelleschi og við ljóminum av kirkjuklokkunum har í oyrunum - tað var nakað heilt serligt. Men eisini herliga sannroyndin, at tær ikki nýtist at ferðast, at taka buss, tok ella taxa, tá tú ert í býnum í Firenze, tí so nógv av tí, ið er vert at síggja, er savnað saman í gamla miðbýnum. Um bara tú letur eyguni upp er listin allastaðni.



Uffizi

At uppliva Galleria degli Uffizi er eitt mást, tá mann er í Firenze, tí talan er um eitt av heimsins týdningarmestu listasøvnum við hópin av dýrabarum listaverkum. Uffiziurnar er heitið á einum bygningi, sum Giorgio Vasari teknaði fyri Cosimo I de Medici, fyrsta hertogan í Toscana. Ætlanin var, at bygningurin skuldi hýsa fyrisitingarskrivstovum o.t. – harav kemur navnið Uffizi/office. Uffiziurnar gjørdust karmur kring listasavnið hjá Medicifamiljuni og í øldir var hetta eitt stað, sum synir hjá elituni í Europa vitjaðu á teirra dannilsisferðum. Síðani 1765 hevur savnið verið alment. Bygningurin er í sær sjálvum áhugaverdur, tí hann á modernaðan hátt definerar eitt býarpláss tætt við ánna Arno. Vasari var annars typiskur renesansumaður við sera fjølbroyttum gávum sum listamálari, arkitektur og so verður hann hartil skýrdur at vera heimsins fyrsti listfrøðingur og er serliga kendur fyri bók sína Le Vite de' più eccellenti architetti, pittori e scultori italiani (1550) við lýsingum av italskum listafólkum, ið er ein tann týdningarmesta keldan til søguna hjá renesansulistini. Tað var eisini hesin sami Vasari, sum í Firenze stovnaði fyrsta kunstakademiið í Europa.

Set tær avmarkingar

Av tí, at listasavnið í Uffiziunum er so stórt í vavi, kann tað loysa seg at fyrireika og avmarka seg og velja nøkur góð verk at hyggja at frammanundan. Tað ber snøgt sagt ikki til at hyggja at øllum. Vinkonurnar lótu tað upp til mín at velja, so eg hevði eitt lítið upplegg og eina listasøguliga gjøgnumgongd frá 14.øld til 17.øld við útgangsstøði í lutfalsliga fáum verkum. Vit hugdu at Boðanardegi Mariu, ið verður hildið at vera eitt ungdómsverk hjá Leonardo da Vinci, og undraðust um modernaða arkitekturin í myndini. Vit fegnaðust um klára dupultportrettið av hertoganum og hertogafrúuni av Urbino, sum Piero della Fransesca málaði umleið 1472. Vit skálaðu eisini við Bacchus (1598) hjá Caravaggio við tí enorma vínglasinum og avbjóðandi eygnabránum, sum røkkur yvir um øldir heilt fram til okkara tíð. Síðan fóru vit um hornið at ógvast um Judith, sum er í ferð við at kuta høvdið av Holofernes í málninginum hjá Artemesiu Gentileschi, ið av sonnum var eitt konubrot av teimum heilt sjáldsomu.

Artemesia Gentileschi

Í fleiri øldir var hennara navn fullkomiliga ókent, Artemesia Gentileschi (1593-1656) sum kortini av mongum í síni samtíð og í okkara tíð er mett sum ein av dugnaligastu barokkmálarunum í 17.øld. Longu blaðung lærdi hon at mála hjá pápa sínum, Orazio Gentileschi, sum eisini var listamaður og vinmaður Caravaggio. Myndevnið av Judith og Holofernes stavar úr sonevndum apokryfum skriftum og snýr seg um eina hetjugerð hjá ísraelsku kvinnuni, Judith, tá hon høgdi høvdið av einum fíggindaligum herovasta. Eitt sera vanligt myndevni í teirri tíðini, sum listamenn sum Donatello, Botticelli, Michelangelo, Tizian og eisini Caravaggio tulkaðu og sum í roynd og veru snýr seg um dirvi hjá einstaklinginum, ið torir at fara upp ímóti yvirmaktini. Í myndini hjá Artemesiu Gentileschi tykist meira vera uppá spæl enn bara ein hetjulýsing, talan er eisini um eitt sjálvportrett, har listakvinnan hevur avmyndað seg sjálva í leiklutinum hjá Judith. Tað vóru fleiri virkandi listakvinnur í renesansuni og barokktíðini, men tær flestu eru lutfalsliga ókendar. Ein vinnuvegur innan listina var tá í tíðini rættiliga trupul hjá kvinnum – tað hevur sum kunnugt verið trupult heilt fram í okkara tíð. Men Artemesia Gentileschi var gávuríkur listamálari, hon hevði áræði og vilja og ein pápa, sum trúði uppá hana og longu seytjan ára gomul málaði hon høvuðsverk sítt av Súsonnu, sum er í bað, umgyrd av óhugnaligum lúrarum. Árið eftir hendi tað ræðuliga, at hon varð neyðtikin av listamanninum Agostino Tassi, sum eina tíð var lærari hennara. Rættarmálið var drúgvt, men endaði við, at Tassi var dømdur fyri neyðtøkuna. Seinni varð Artemesia gift og flutte til Firenze, har hon varð fyrsta listakvinnan at gerast limur í Accademia delle Arti del Disegno (1616). Tað er á so mangan hátt skiljandi, at feministar seinni í tíðini hava tikið Artemesiu til sín og síggja upp til hana. Hennara mynd av Judith og Holofernes er ómetaliga dramatisk og kann væl tulkast feministiskt, tí hon lýsir eina kvinnuliga hetju, sum er í ferð við at avhøvda ein mann, men sum áður nevnt var myndevnið tíðartypiskt. Málningurin er málaður í stíli við Caravaggio, tvs. at ein ávís realisma hómast í menniskjalýsingunum, meðan myndevnið kortini verður sett upp sum eitt drama á einum palli við ljóskastara á sjálva ta blóðugu hendingina. Restin av myndaflatanum er bølamyrk, hesin mátin at skipa ljósið í málninginum nevnist chiarascuro og merkir ljós í myrkri.

Megin í myndini

Á Uffizisavninum kann mann ganga øgiliga leingi og mala. Og tá meistaraverkini ikki longur tala til tín og sansirnir eru overmettir, er ikki so galið at hvíla seg á terassuni á museumscaféini og at fáa sær ein drekkamunn, meðan man sodnar eitt sindur av tí nógva, sum eg als ikki eri liðug at hugsa ígjøgnum, men sum síðan eg kom heimaftur hevur glett meg og givið mær nýggja orku. Eitt listaverk, sum situr eftir og strálar sum ein lívsjáttandi sól í mínum sinni, er velduga myndin hjá Giotto av Mariu moy við Jesubarninum, tann sonevnda Maestá ella Ognissanti Madonna eftir kirkjuni, har hon upprunaliga var altartalva. Eg kenni væl myndina og havi í mong ár nýtt hana í undirvísing, tí hon er eitt so fyrimyndarliga gott dømi um ávísar stílmunir millum miðøld og renesansu m.a. orsakað av siðbundna myndevninum, sum also eisini varð nógv nýtt í miðøld. Eg hevði ikki áður sæð hesa myndina í veruleikanum og kanska var tað tí, at eg reageraði so ógvusliga, tá eg trein inn í fyrsta framsýningarhølið í Uffiziunum, har myndin hongur, ella nei, eg haldi tað snýr seg um megina í myndini sjálvari. Tí at síggja hetta stóra gullskyggjandi verkið var sum at fáa ein frammaná, eg mundi svíma og fór at tára alt í senn - tað var heilt øgiligt og flóvisliga óbeherskað í hesum ovurmentaða umhvørvinum. Majestetiska Mariumyndin hjá Giotto verður hildin at vera málað umleið 1310 og tað sæst á tignarperspektivinum við smáu einglunum í forgrundini og við Jesubarninum, ið av somu tignarligu orsøkum er málaður sum ein lítil maður og ikki sum ein óviti, at málningurin á ein hátt hoyrir til miðøld. Samstundis tykist hesin málningurin so heilt merkiliga nógv til staðar í rúminum uttan at tú sum áskoðari merkir petti til ta veldugu frástøðu sum yvir 700 ár eiga at geva. Maria er stødd miðskeiðis í myndarúminum, hon er upphevjað og situr á eini trídimensjonalari trúnu. Kortini hevur hon bæði rúmd og kropp og nærveru. Litirnir glógva - bæði blaðgullið og teir reyðu, grønu og bláu litirnir skína og tað sama gera eyguni á Mariu. Hon er avmyndað í ¾ profil, men hyggur út úr myndini at okkum áskoðarum sum fyri at vissa okkum um sín og um okkara kærleika og menniskjaleika. Tað er heilt einastandandi at uppliva ein bíbilskan persón lýstan so niðri á jørðini og so eymliga sum her. Tað er sum at koma heim. Henda sama ósjálvsøkna kærleikan upplivdi eg aftur á míni Italiaferð m.a. í Padova, men tað er ein heilt onnur søga.

Portrettið á Tjóðpallinum

13.november verður nýggi leikurin hjá Jóanesi Nielsen, Portrettið frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Um leikin greiða tey soleiðis frá: Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á? "Portrettið" er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr - men við søguligum botni - pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða.

Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni. Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta - Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 - og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.

Leikarar eru Hans Tórgarð, Nicolaj Falck og Hjálmar Dam sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen. Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier.

Portrettið er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru "Eitur nakað land Weekend?" (Gríma 2001), "Aftaná undrið" (Tjóðpallurin 2009) og "Havfrúgvin" (Tjóðpallurin 2016).

Sig Tað Við Mítt Hjarta

244592698_3081198505436716_8382688594078907490_n.jpg

Hetta til 6.november er listaframsýningin Tell It To My Heart hjá Jóhan Martin Christiansen at síggja í Steinprenti. Framsýningin er myndað av skulpturum, relieffum og prentum, og tað tilfarsliga - stál, gips og pappír - hevur rættiliga stóran týdning í verkunum, sum á ein hátt eru tað, sum tey eru  – what you see is what you get og so kortini ikki bara. Tí framsýningin er full av tilfarsligum mótsetningum, sum seta gongd á myndir í huganum á áskoðaranum. Vit varnast poetiska undirstreymin, sum tutlar undir heitum, skapum og endurtøkum, og sum samlast eins og smá delta av týdningum og tilsipingum. Millum hart og bleytt tilfar, stál og húð, millum harðrendar samansetingar og kenslubornar flatur tysja fram týdningar. Við framsýningarheitinum koma hugsambond til tann lætta, festliga og grunna poppheimin, tí framsýningarheitið er heitið á einum fýrsaraslagara. Men tá heitið verður latið úr poppsanginum og tí heldur jabbuta niðurlagnum og í staðin verður nýtt sum framsýningarheiti, er tað eins og orðingin umbroytist og í staðin verður insisterandi við einum romantiskum, døkkum tóna og í boðshátti: Sig Tað Við Mítt Hjarta. Stuðlað framsýningini hava Mentanargrunnur Landsins, Uttanríkis og Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.


245909551_898410067736764_4879635481622845363_n.jpg
245003764_10159666000284339_2865357952486012675_n.jpg

Ein rødd, sum sigur nakað nýtt

Tað er nakað síðani eg legði merki til ein sang í útvarpinum, sum fekk meg at ressast við á sofuni, har eg lá og slappaði av. Tað var ikki minst byrjanin á sanginum, sum kløkkaði; hon er óvanlig “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9. Accept Jesus Christ as youre one and only saviour or you´ll burn in hell”.

Hesin teksturin sigur mær okkurt, kanska tí eg sjálv var á Zarepta, tá eg var 11 (og fleiri ferð aftaná tað), men hesa fyrstu ferðina var upplivingin serliga óttafull. Eg haldi tað var tí vit sóu óhugnaliga filmin A thief in the night (1972), ið snýr seg um ta sonevndu Burturrykkingina - tað er eitt fyribrigdi, ið summi trúgva fer at henda móti evsta dagi, at tey frelstu verða tikin heim til Guð, meðan tey ófrelstu skulu ganga eftir í einum helviti á jørð. Filmurin rakti beint eitt sera eymt stað hjá mær og helst hjá børnum sum heild í sjálva ræðsluna fyri at verða forlátin av foreldrum og familju, gloymd og einsamøll í myrkrinum. Aftaná filmin var møti og mann skuldi vitna og eg minnist, at sjálvt tey mest smædnu reistu seg at vitna: “Takk Gud, at eg eri frelst” teskaðu tey og settu seg bums niðuraftur á stólin korkareyð í andliti. Har vóru ikki nógv, ið eins og eg lótu vera við at vitna, men tey vóru helst ørkymlað eins og eg. Trýstið kendist øgiligt, men tað bar mær ikki til at vitna, at eg var frelst, tí hugtakið var fullkomiliga abstrakt fyri meg, eg skuldi eisini fata útgangsstøðið, at eg eyðsýniliga var ófrelst og hetta var fullkomiliga nýtt fyri meg. Í staðin fór eg í telefonboksina, ringdi heim at siga, at eg vildi sleppa heim, men fekk at vita, at eg skuldi taka tað róligt, minnast til hvat omma segði og annars hugna mær. Í dag høvdu foreldrini helst komið til Vatnsoyrar eftir einum ørkymlaðum og forskrektum barni, men soleiðis var tað ikki tá. So eg minti meg á tað, sum omma segði, at Gud er góður við øll børn og vaksin og so hugnaði eg mær og har var nógv hugnaligt og stuttligt - ikki minst Rólant í Skorini var ein eminentur bíbliusøgusigari (og morgunfimleikari). Tíverri slapp óttin kortini so langt inn í barnasinnið, at eg hevði ilt við at sova einsamøll í langa tíð aftaná. Eg minnist, at eg eftirhondini legði upplivingina á eina hill í huganum í tí, at eg staðfesti fyri meg sjálva, at eg mundi vera øðrvísi, møguliga meira kenslusom enn hini børnini og at tað mundi vera tí eg reageraði soleiðis. Lívið hevur lært meg tað øvugta, at eg eri akkurát líka sum øll onnur menniskju og also eisini havi følt tað sama sum Jósef Zachariassen, sum í áhugaverdum viðtali við Rebekku Manuelu Behrens í útvarpinum á sera gløggskygdan og kærleiksfullan hátt fanst at helvitishóttanum og revsing, ið hvørgin kann brúkast til at frelsa ella uppdraga við, men sum bara elvir til stúran og bangin børn. Áðurnevndi sangurin hjá honum, Human er tann fyrsti, ið er almannakunngjørdur av komandi útgávuni, Summer. Sangurin er álvarsligur og eitt sindur speiskur. What about the dinosaurs, spyr hann, skulu vit ikki taka vísindi í álvara? Human er eisini eitt sorgblítt og vakurt lag við djørvum teksti og einum kærleiksfullum og musikalskum millumstykki. Síðst men ikki minst er hetta ein av fleiri ungum røddum í løtuni, sum sigur nakað annað enn tað, mann væntaði at hoyra, nakað nýtt og bara tað fær meg til at gleða meg til at hoyra restina av útgávuni hjá Jósefi Zachariassen.

Føroysk yrkisleiklist millum Scyllu og Charybdis?

llf.jpg

Tíðindaskriv er komið frá Leiklistafylkingini 2020, sum eg seti inni her undir. Tey gera vart við, at eitt ár er liðið síðani boykottið av Tjóðpalli Føroya, ið byrjaði sum eitt mótmæli av, at sami stjóri varð settur aftur at stýra Tjóðpalli Føroya. Somuleiðis gera tey vart við, at aktivitetsstøðið á Tjóðpallinum ikki er nøktandi við tað, at bert eittans verk varð framleitt farna árið. Hugsandi er - og nú giti eg bara - at svarið frá Leiklistaráðnum, ið varar av Tjóðpallinum - fer at snúgva seg um ávís coronaárin og at lesingar hava verið umframt tiltøk við sangi m.a. Harumframt var leikurin “Um at vera menniskja” sera væl umtóktur og so eru eisini tveir leikir fyri framman. Við fleiri flottum leikupplivingum í Norðurlandahúsinum og aðrastaðni í huga (t.d. “Ósøgur” og “Tann komiska Tragedian”) kunnu fólk kanska halda tað standa væl til við sjónleiki í Føroyum. Kortini er støðan neyvan fullkomiliga sannførandi í mun til tað støðið, mann kundi væntað av einum tjóðpalli og tað er spell. Hinvegin er tað neyvan lætt at halda hesum aktivitets- og dygdarstøði uppi nú fleiri yrkisleikarar hava tikið seg úr samstarvi við Tjóðpallinum og sostatt sær ikki mætari út enn at føroyskur yrkisleikur er staddur onkrastaðni millum Skyllu og Charybdis í eini hættisligari støðu. Og sjálvt um góðir leikarar enn trína á Tjóðpallin, eru hesi færri enn áður, so at vandi kann vera fyri, at tey slítast upp og vit áskoðarar tað sama av at blíva við at síggja tey somu. Stríð er ongantíð gott fyri nakað. Samstarv má til. Við ringu royndunum frá myndlistastríðnum í huga má okkurt gerast sum skjótast eisini um tær tvær síðurnar í stríðnum tykjast ófrávíkiligar í sínum krøvum. Tað ringasta at gera í slíkum støðum er einki at gera. Tað upplivdu vit í myndlistastríðnum, sum vardi alt ov leingi og gav alt ov djúp sár og sum yvirhøvur forðaði menningini á myndlistaøkinum í mong ár. Her má okkurt slag av semingsuppskoti á borðið - tá partarnir tosa saman er í hvussu er vón um at finna eina loysn av onkrum slag.

Tíðindaskriv:

Fyri einum ári síðani, tann 8. oktobur 2020, segði Leiklistafylkingin 2020 alment frá eini djúpari kreppu á leiklistaøkinum. Hendan kreppan mentist aftaná 14. februar 2020, tá ið Leiklistaráðið setti sama stjóra á Tjóðpall Føroya fyri fjórðu ferð. Talan var um somu kreppu sum Leikarafelag Føroya í 2015 gjørdi vart við.

Í sjey mánaðar aftaná 14. februar 2020 royndi Leiklistafylkingin at fáa Leiklistaráðið í talu. Men Leiklistaráðið tvíhelt um at tey einki skeivt høvdu gjørt og at tey høvdu valt best skikkaða persónin til starvið. Tann 8. oktobur 2020 varð greitt at tað stóð heilt fast. Leiklistaráðið vildi ikki tosa við Leiklistafylkingina yvirhøvur. Avleiðingin var, at boykott av Tjóðpalli Føroya var lýst tann 8. oktober 2021.

Eitt ár er farið, kreppan á leiklistaøkinum er bert versnað og Tjóðpallurin megnar ikki at framleiða ásettu mongdina av nýggjum verkum.

Sambært lýsingini eftir stjóra, sum Leiklistaráðið hevur skrivað, skal Tjóðpallurin framleiða 3-4 verk um árið. Farna árið er bert 1 nýtt verk framleitt.

Listaliga støðið á okkara tjóðarleikhúsið, okkara einasta yrkisleikhúsið við fastari játtan, er í fríum falli av tí at Leiklistaráðið ikki tryggjar at kjarnustarvsfólkini eru á stovninum. Á einum sjónleikarhúsið kemst ikki uttan um, at kjarnustarvsfólkini eru tey sum skapa og útinna listina.

Lógin um Tjóðpall Føroya er skrivað í tráð við góða siðvenju á listaøkinum. Stjórin er áramálsettur og stjórastarvið er fyrst og fremst listaligt. Stjórin skal skifta, tí tað er best fyri stovnin og listina.

Starvið er fyrst og fremst listaligt og stjórin á listaligum stovni skal hava listaligar hugsjónir. Stjórin á listaligum stovni skal savna tey bestu, mest víðskygnu og best útbúnu listafólkini at arbeiða á fremsta leiklistaliga stovni í landinum. Hetta fær stjórin løn fyri. Hetta skal stjórin gera.

Tað er møguligt, at tað ikki er ólóligt at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð, men boykottið og støðan á Tjóðpallinum farna árið talar sítt greiða mál: Tað er ikki gott fyri stovnin og økið.

Leiklistaráðið má taka ábyrgd av hesum og bera soleiðis í bandi at stovnurin Tjóðpallur Føroya kann blóma og virka við atgongd til alt leiklistaliga tilfeingi, ið Føroyar eiga.

Tjóðpallur Føroya má hava ein nýggjan stjóra.

Vinaliga

Leiklistafylkingin 2020

(Í bókstavarað)

Einstaklingar:

Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund 

Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF

Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg

Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund 

Vígdis Hentze Bjørck, dansari/koreograf/sjónleikari. Medstovnari av SATC. 

Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

 Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Gulla Øregaard. Stuðlandi limur frá 07.10.2021

Leikbólkar:

Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010

GUT//Productions, stovnað í 2015

InTime Teater, stovnað í 2014

Leikhús Skift, stovnað í 2005

Teatur Grugg, stovnað í 2009

TVAZZ, stovnað í 2006

NERVESCAPE IX – Shoplifter á Norðurbryggjuni

Foto Torben Eskerod

Foto Torben Eskerod

Litirnir bæði skríggja og gløða í eini veldugari, lodnari installatión, sum tú hómar longu áðrenn tú trínur inn í framsyningina, NERVESCAPE IX, ið er serstøk, stórfingin og hugvekjandi.

Hetta fram til 2.januar í 2022 eru framsýningarhølini á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn karmur um spennandi og øðrvísi listaframsýningina NERVESCAPE IX hjá Hrafnhildur Arnardóttir, sum í listahøpi kallar seg Shoplifter. Kurator er H.K.Rannversson. Hrafnhildur Arnardóttir er íslendsk listakvinna við útbúgving frá íslendska listaskúlanum. Í 1994 flutti hon til New York, har hon hevur búð og arbeitt líka síðani. Longu tíðliga á hennara virkisleið var hon tøkniliga fjølbroytt við verkætlanum, sum bæði kundu snúgva seg um ítøkilig listaverk ella performance og NERVESCAPE IX er somuleiðis ein fjølbroytt framsýning, sett saman av nógvum træðrum bæði ítøkiliga og myndaliga sæð.

244663888_583654669339932_4055585267556437488_n.jpg

Installatiónslist

Talan er um eina risastóra installatión, sum fyllir framsýningarhølini á Norðurbryggjuni á báðum hæddum. Installatiónin er gjørd á staðnum til hølini og er altso staðbundin. Í einum viðtali greiðir listakvinnan frá ymiskum íblástri, hon hevur fingið gjøgnum árini. Hon starvaðist einaferð í einum fornlutahandli og fann har nakrar blómur, sum vóru gjørdar úr menniskjahári. Hetta hugtók hana; bæði tað løgna, eitt sindur óhugnaliga tilfarið og siðbundna handarbeiði, sum gav henni íblástur til at brúka hár og syntetiskar tægrir í verkum sínum. Á framsýningini NERVESCAPE IX hevur hon einans brúkt syntetiskt hár í sterkum litum. Sjálvt tilfarið hevur stórt árin á framsýningini og av tí, at framsýningin er so kroppslig sum hon er av tí, at tú sum áskoðari gongur runt inni í verkunum, undrar valið av syntetiskum tilfari. Hinvegin sýnist tað tilvitað og gevur verkunum eitt týðiligt brá av poppmentan og av fýrsunum.

Íslendsk popplist

Yvirhøvur er talan um eina ómetaliga óføroyska framsýning, sum júst av hesi orsøk er áhugaverd hjá føroyingum at uppliva. Tí hvat er listarliga óføroyskt og hví yvirhøvur hugsa um tað, tá listakvinnan jú er íslendsk og býr í New York? Tankin um tað óføroyska kemur millum annað av, at eg kurateraði eina framsýning í somu hølum við føroyskari list, Samrøður um Mjørka, sum endaði fyrr í ár. Hon var sera øðrvísi enn hendan. NERVESCAPE IX tykist óføroysk í sínum formati, tilfari og við sínum popplistaligu tilsipingum. Tað er áhugavert og gevandi at samanbera íslendska myndlist við føroyska, tí gongdin um somu tíð er so eins og so øðrvísi í báðum londunum. Íslendsk list kyknaði nøkulunda um somu tíð sum tann føroyska og íslendsk listafólk fingu eisini í mong ár franskan íblástur umvegisk Kunstakademiið í Keypmannahavn. Men sambandið millum íslendsk listafólk og Bandaríkin ella USA kom so mikið tíðliga, at pop art og annar amerikanskur íblástur longu sæst í íslendskari list frá trýssunum t.d. í verkum hjá listamanninum Erró (f.1932). Í Føroyum vóru føroysk listafólk inspirerað av fronskum postimpressionistiskum, prekubistiskum og øðrum modernistiskum rákum langt fram í tíðina inntil Hansina Iversen, Rannvá Kunoy o.o. fóru aðrar leiðir í hálvfemsunum. Tann slætta, glitrandi og speiska popplistin kom ikki til Føroya fyrr enn um aldarskifti, tá Edward Fuglø hevði ment sín popplistaliga stíl og onnur tílík meta-list kom ikki fyrr enn seint í 1990´unum og nullunum. Tað nyttar lítið at gráta um súra mjólk ella seina listarliga menning, mann kann bara staðfesta støðuna og fegnast um tey mongu dugnaligu føroysku samtíðarlistafólkini, sum virka í hesum árum. Men eftir stendur, at Føroyar enn ikki hava tikið lut á Venesiabiennaluni. Tað hevur Ísland síðani 1960 og frá 1984 hava íslendingar havt sína egnu árligu framsýningarpavilliong í Venesia. Venesiabiennalan varð stovnað í 1895, hon hevur verið hildin annaðhvørt ár síðani og verður framegis mett at vera ein av teimum mest týdningarmiklu altjóða pallunum hjá samtíðarlistini. Ein týdningarmikil orsøk til, at føroysk list ikki hevur luttikið í Venesia er sjálvsagt, at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Men eru vit ein partur av Danmark, kann mann undrast um, at danir enn ikki hava boðið føroyskum og grønlendskum listafólkum at framsýnt í Venesia. Eitt er vist og tað er, at vit høvdu klárað tað. Tí – eru vit framvegis eitt sindur afturúr við ávísum skipanum kring listina og hóast vit enn einki samtíðarlistasavn hava í Føroyum, eru vit væl á veg við merkiliga nógvum framúrskarandi listafólkum, ið enn eru púrasta ókend innan heimslistina.

NERVESCAPE IX

NERVESCAPE IX er fyrsta serframsýningin hjá Hrafnhildur Arnardóttir í Danmark og níggjanda avbrigdi av Nervescape, sum hevur verið framsýnt kring allan heimin seinastu tíggju árini. Installatiónin fekk serliga stórt uppmerksemi á Veneziabiennaluni í fjør, haðani selfies í litríka verkinum hjá Shoplifter floreraðu á instagram og á øðrum sosialum miðlum. Verkið er ein installatión úr syntetiskum hári, sum listakvinnan hevur komponerað og sett upp frá lofti til gólv. Hon, sum eg fylgdist við á framsýningini, hevði frammanundan upplivað installatiónina hjá Shoplifter á Venesiabiennaluni og tann upplivingin var helst meira intens fyri hana enn hendan á Norðurbryggjuni. Tá dekkaði hárbendlarnir hølini fullkomiliga soleiðis, at tað sá út sum ein loðin hola. Í Norðurbryggjuni er arkitektururin sjónlig bakgrund allastaðni. Men mær dámdi væl framsýningina, ta dynamisku orkuna í litunum og í teirri diagonalu kompositiónini niðriundir, tilfarsliga skemtingasemið og maksimalistiska yvirskotið umframt tær mongu, mongu assosiatiónirnar eg fekk meðan eg var í framsýningini. Eg kom í tankar um alt møguligt, um karneval, hawaiiblómuhálsleinkjur, at kreppa hár í fýrsunum, fjøðurboa, dukkuhár og til at pynta seg við sminku og carmen curlers hjá mammu, tá mann er smágenta. Allur hesin gandakendi, men stokkuti heimurin stóð ljóslivandi fyri mær eina løtu.

1.-shoplifter.-nervescape-ix.-pr-foto-nordatlantens-brygge---torben-eskerod-1536x1025.jpg

Psykadeliskt landslag?

NERVESCAPE er heimagjørt orð, ið er sett saman av ”scape”, ið merkir flýggjan og kann sipa til okkurt psykadeliskt ella eskapistiskt, og ”nerve”, ið merkir nervi, men sum eisini kann brúkast um frekleika ella dirvi. Og tí, at ”scape” endar orðið, kemur mann eisini í tankar um eitt landslag, myndað av nervum. Tað er einki at ivast í, at framsýningin ger okkurt við mínar nervar og sinni, eg verði í (enn) betri lag – ikki minst, tá vit koma uppá í tey framsýningarhølini, sum eru lutfalsliga torfør at fáast við m.a. tí mann ikki sleppur at smíða í bitarnar og tí tey eru lutfalsliga lág. Her hevur Shoplifter valt eina serstakliga góða loysn við eini meira einfaldari kompositión, har hárbendlarnir hanga eins og súlur í ljósari litum enn niðri undir, ið geva heildini eitt hugtakandi, sveimandi brá í vakra ljósinum. Framsýningin heldur fram inntil 2.januar 2022.

244999964_564225258242980_5410568667937369856_n.jpg

HUMAN - framsýningin í Víngarðinum er opin í vikuskiftinum

244340489_587397905731414_2149482567728017709_n.jpg

Framsýningin HUMAN við verkum hjá Onnu Seppälä og øðrum er opin í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í vikuskiftinum. Njót eitt gott glas av víni meðan tú skoðar góða list. Á framsýningini eru vatnlitsmyndir settar saman við øðrum listaverkum, ið á ymiskan hátt snúgva seg um tað at vera menniskja. Náttúran hevur stóran leiklut í hesum myndunum. Í einari mynd er ein bláviolett krukka við ójøvnum greinandi mynstrum sett upp monumentalt í myrka myndarúminum. Heitið á myndini er Mystery Vase - ein blómuleysur vasi, ið sýnist um somu tíð ítøkiligur og surrealistiskur eins og eitt mikrokosmos við einum flótandi meldri av onkrum, sum líkist bæði trøum og æðrum. Og henda sameiningin millum menniskjað og gróður er at síggja í fleiri av myndunum hjá Onnu Seppälä, sum eru litríkar og vakrar, samstundis sum tær eru dramatiskar og ekspressivar og til tíðir eisini stuttligar, t.d. myndin Full Moon Disco av nøkrum herligum verum, sum dansa og hugna sær undir einum fullmána, ið einamest líkist eini risastórari diskokúlu.

Anna Seppälä er fødd í 1974 í Finnlandi, har hon býr og arbeiðir (í Helsinki). Hon hevur havt nógvar framsýningar í Finnlandi og í Danmark og er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon hevur framsýnt í yvir tjúgu ár á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum og á serframsýningum ikki minst í Steinprenti, har hon eisini hevur gjørt fleiri grafisk verk.

239231475_1499495113741229_7989023131828491314_n (1).jpg

Tell It To My Heart

Jóhan Martin Christiansen i Steinprent

Fredag d. 1. oktober åbner Jóhan Martin Christiansens udstilling Tell It To My Heart i Steinprent, der er sat sammen af flere slags værker, skulpturer, relieffer og litografier. Og selve materialet – stål, gips og papir – er af relativ stor betydning for værkerne, der er det, som de er –  what you see is what you get – og så alligevel lidt mere. For udstillingen er fuld af materialemæssige modsætninger, der sætter gang i en række tanker og billeder. Vi fornemmer en poetisk understrøm i titler, former og gentagelser, der samles i små deltaer af betydninger og henvisninger. Mellem hårdt og blødt materiale, stål og hud, mellem aggressive sammensætninger og følsomme flader myldrer betydninger frem.

Udstillingstitlen associerer til den lette, festlige, men også overfladiske popverden, for titlen er et firserhit. Men når titlen afklædes sin festlige melodi og istedet får en placering som udstillingstitel, får formuleringen en mere oprigtig, romantisk og insisterende tone: Sig Det Til Mit Hjerte.

Jóhan Martin Christiansen har arbejdet i Steinprent i et stykke tid, hvor han har været på arbejdsophold i Janus Kambans Artist Residency i Tórshavn. Med udstillingen Tell It To My Heart krydser kunstneren sit spor og vender tilbage til noget af det, der oprindeligt har været omdrejningspunkter i hans værk, eksempelvis på udstillingen Crazy, Zig-Zag i 2012. Udstillingen i Steinprent har hermed et minimalt og rent udtryk, som sine steder minder om helt almindeligt byggeri med stålstænger og skruer, men som er fyldt af æstetik, længsel, kød og blod. Det konstruktive element er grundlæggende i værkerne, der i høj grad handler om deres egen oprindelse, eksempelvis kan vi i gipsreliefferne se sporene af de papkasser, som de er støbt af. Gipsreliefferne har imidlertid antaget en mere ekspressivt og malerisk udtryk og minder stedvis om abstrakte malerier

Udstillingen åbner klokken 16 og alle er hjertelig velkommen.

Klokken 16:30 er der oplæsning ved Jóhan Martin Christiansen.

Udstillingen er lavet med støtte fra Færøernes Kulturfond, Undenrigs- og Kulturministeriet og Tórshavn Kommune.

242732629_471188281195120_3588955758621852599_n.jpg

 

Tell It To My Heart

243149526_369612661531725_2171913189761599409_n.jpg

Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti

Fríggjadagin 1.oktober letur ein forkunnug framsýning upp í Steinprenti. Tað er listaframsýningin Tell It To My Heart hjá Jóhan Martin Christiansen, ið samanumtikið minnir um eina samlaða installatión, myndað av skulpturum, relieffum og prentum. Og tað tilfarsliga - stál, gips og pappír - hevur rættiliga stóran týdning í verkunum, sum á ein hátt eru tað, sum tey eru  – what you see is what you get og so kortini ikki bara. Tí framsýningin er full av tilfarsligum mótsetningum, sum seta gongd á myndir í huganum á áskoðaranum. Vit varnast poetiska undirstreymin, sum tutlar undir heitum, skapum og endurtøkum, og sum samlast eins og smá delta av týdningum og tilsipingum. Millum hart og bleytt tilfar, stál og húð, millum harðrendar samansetingar og kenslubornar flatur tysja fram týdningar.

Við framsýningarheitinum koma hugsambond til tann lætta, festliga og grunna poppheimin, tí framsýningarheitið er heitið á einum fýrsaraslagara. Men tá heitið verður latið úr poppsanginum og tí heldur jabbuta niðurlagnum og í staðin verður nýtt sum framsýningarheiti, er tað eins og orðingin umbroytist og í staðin verður insisterandi við einum romantiskum, døkkum tóna og í boðshátti: Sig Tað Við Mítt Hjarta.

Seinastu tíðina hevur Jóhan Martin Christiansen arbeitt í Steinprenti, meðan hann hevur búð í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban. Við framsýningini Tell It To My Heart vendir listamaðurin aftur á slóðina. Evni, sum fyrr hava verði snúningsdepil hjá verkunum eru aftur á skránni, t.d. framsýningin Crazy, Zig-Zag frá 2012. Framsýningin í Steinprenti hevur eitt minimalt og reint úttrykk. Tað minnir í støðum um púra vanligt byggivirksemi við stálstongum og skrúvum, men er fullt av estetikki, longsli, kjøti og blóði. Tað konstruktiva er grundleggjandi í verkunum, sum eisini snúgva seg um sína egnu skapan. Gipsrelieffini siga okkum søguna um hvussu tey vóru stoypt av pappkassum, men her eru verkini vorðin meira ekspressiv og málandi og kunnu í støðum minna um abstraktar málningar.

Framsýningin letur upp klokkan 16 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Klokkan 16:30 er upplestur við Jóhan Martin Christiansen.

Stuðlað framsýningini hava Mentanargrunnur Landsins, Uttanríkis og Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.

242732629_471188281195120_3588955758621852599_n.jpg

HUMAN - Anna Seppälä í Víngarðinum

530DB5CB-5260-42E3-AC05-A5CF69F658F6.jpeg

Hesa fínu vatnlitsmyndina hevur Anna Seppälä málað og er hon partur av framsýningini HUMAN, sum letur upp í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 mitt í Havn leygardagin 25.september klokkan 15-17. Á framsýningini eru vatnlitsmyndirnar settar saman við øðrum listaverkum, ið á ymiskan hátt snúgva seg um tað at vera menniskja. Náttúran hevur stóran leiklut í hesum myndunum. Í einari mynd er ein bláviolett krukka við ójøvnum greinandi mynstrum sett upp monumentalt í myrka myndarúminum. Heitið á myndini er Mystery Vase - ein blómuleysur vasi, ið sýnist um somu tíð ítøkiligur og surrealistiskur eins og eitt mikrokosmos við einum flótandi meldri av onkrum, sum líkist bæði trøum og æðrum. Og henda sameiningin millum menniskjað og gróður er at síggja í fleiri av myndunum hjá Onnu Seppälä, sum eru litríkar og vakrar, samstundis sum tær eru dramatiskar og ekspressivar og til tíðir eisini stuttligar, t.d. myndin Full Moon Disco av nøkrum herligum verum, sum dansa og hugna sær undir einum fullmána, ið einamest líkist eini risastórari diskokúlu.

Anna Seppälä er fødd í 1974 í Finnlandi, har hon býr og arbeiðir (í Helsinki). Hon hevur havt nógvar framsýningar í Finnlandi og í Danmark og er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon hevur framsýnt í yvir tjúgu ár á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum og á serframsýningum ikki minst í Steinprenti, har hon eisini hevur gjørt fleiri grafisk verk. Hjartaliga vælkomin til vernissage leygardagin 25.sept. kl 15-17.

239465512_378779300482366_6327419219657234262_n.jpg



Hjartaliga til lukku, Kim Simonsen.

Kim Simonsen - mynd frá FarLit

Kim Simonsen - mynd frá FarLit

Støðugt gera føroysk listafólk um seg í útlondum og skapa áhuga fyri okkara landi og mentan. Hetta gongur fyri seg allatíðina og á øllum stigum og innan øll listasløg. Fyri løtu síðani kom eitt jublandi seksstjørnað ummæli á Soundvenue, ið snýr seg um framførsluna hjá føroysku Brimheim á Spot-festivalinum í Aarhus, filmurin hjá Gudmundi Helmsdal Nielsen, Trøllabeiggi hevur fingið so nógvar virðislønir, at tær næstan ikki eru teljandi, herfyri var nýggja útgávan hjá Teiti vikupláta í týska útvarpinum og í næstu viku fer Eivør á turné fyrst í  Europa og síðani í Norðuramerika. Her er bara nøkur tilvildarlig dømi um gott listarligt virksemi, ið alt skapar áhuga ikki einans fyri listini, men eisini fyri heimstaðinum hjá listafólkunum. Og innan tær sonevndu smalaru listirnar eru vit eisini heilt frammi í skónum so at siga. Í vikuni gjørdist greitt, at bókin hjá Kim Simonsen, Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsind hevur vunnið eina virðisløn í Makedonia sum besta útgáva har í 2021 frá The Association of Publishers and Booksellers of Macedonia (ZIKM) á altjóða bókamessuni í Skopje.  

Kim Simonsen kenna vit sum týdningarmiklan útgevara á forlagnum Eksil og sum bókmenta- og listaeventfyriskipara, eins og hann hevur arbeitt innan akademia í mong ár. Kim Simonsen hevur skrivað fleiri yrkingasøvn, m.a. Desembermorgun í samstarvi við Jóhan Martin Christiansen. Yrkingasavnið Hvat hjálpir Hvat hjálpir einum menniskja at vakna hesumegin hetta áratúsind, sum Kim Simonsen fekk M.A.Jacobsens virðislønina fyri, kom út í Føroyum í 2013. Julijana Velichkovska týddi bókina, sum er sera vælumtókt í Makedonia og sum hevur verið sera positivt ummælt í makedonsku miðlunum.

Hjartaliga til lukku, Kim.

Tónar taka skap - Ummæli

Fríggjadagin 3. september læt framsýningin "TÓNAR TAKA SKAP" upp á Listasavni Føroya. Har var tónleikur – Anthony Charles diskaði - fitt av fólki høvdu leitað sær til upplatingina, temaið var pink og lagið var avbera gott. Leiðarin á Listasavninum, Karina Lykke Grand var eisini í pink – hon beyð vælkomin og greiddi frá listaligum fyrimyndum hjá Heiðriki um aldarskiftið kring 1900 frá symbolismuni, art noveau og teimum sonevndu prerafaelittunum. Síðani greiddi Heiðrikur sjálvur frá sínum arbeiði og týdningarmikla leiklutinum hjá vinmanninum, scenografinum, Sámali Blak, sum hevur pallsett listina hjá Heiðriki á framsýningini, sum teir báðir hava ment saman í Listasavninum. At enda sang Guðrið Hansdóttir nøkur løg og so vóru pinklittir drinks, øl og rosévín, umframt góðir spritubitar at fáa.

Í maskinrúminum

Ætlanin við framsýningini var sambært tíðindaskrivi frá Listasavninum at geva innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuellan samleika hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum og at geva áskoðarunum høvi at kaga inn í hansara arbeiðsrúm og síggja hvussu hann arbeiðir við t.d. at umskapa tónleik til visuellan samleika og úttrykk. Hetta eydnast rættiliga væl; mann fær eina kenslu at vera í maskinrúminum hjá listamanninum uttan tó, at framsýningin heilt fær foldað út hansara kreativitet. Til tað er nakað trongt í aftasta hølinum í Listaskálanum, har sum Steinprent plagdi at húsast. Gjøgnum eina ørgrynnu av storyboards, plakatum, búnum, rekvisittum, plátum, skitsum og øllum møguligum memorabilia verður arbeiðsgongdin hjá Heiðriki lýst í einum gesamtverki av einari nostalgiskari uppseting, sum minnir um eitt ungdómskamar frá trýssunum og sum sostatt tykist vera júst í rætta anda um hugsað verður um nostalgiska listamannin. Heiðrikur lítur ofta aftur í tíðina bæði innihaldsliga og eftir stílsligum íblástri. Annars hugsi eg, at mann kann siga, at dentur í uppsetingini er lagdur á videoverkini og tað er rætt disponerað, tí tað er her og ikki minst innan tónleikin, at vektin liggur higartil í verkinum hjá Heiðriki á Heygum.  

Gávuríkur og fjølbroyttur

Heiðrikur á Heygum er ómetaliga gávuríkur innan so mong øki og hevur útbúgving innan film og myndlist; BA frá Listaháskúla Íslands og leikstjóri frá danska filmskúlanum Super16. Tá eg sjálv hugsi um verkið hjá Heiðriki, stendur ikki minst tónleikaútgávan Funeral sterk í huganum sum eitt samanhangandi, vakurt og djarvt høvuðsverk. Ein tónleikaútgáva, sum í tónum, teksti og visuelt lýsir fortíðina hjá listamanninum sum ungur LGBT´ari í Føroyum - dukkufilmurin til hittlagið Monster (hann er við á framsýningini) er nemandi at síggja eisini í dag, eins og vakri filmurin Aldur um svimjiommuna í Vestmanna, Sigarett um longsulsfullan ungdóm í Havn og effektivi nøtrifilmurin Skuld somuleiðis sita eftir í minninum og vitna um eitt breitt talent, ið gongur fleiri vegir eisini innan tey einstøku listasløgini. Í fleiri av sjónbandaløgunum er Heiðrik inspireraður av listafólkum sum Michel Gondry og Chris Cunningham sum hann endurgevur á ymiskan hátt og til tíðir nokk so tætt.  

Lív í Listasavnið

Uppsetingin hjá Sámali Blak riggar væl, ikki minst videohølið við beinkjum, har áskoðarar kundu sita og uppliva nøkur útvald sjónbandaløg hjá Heiðriki. Framsýningin kundi fyri mær bara verið hesin parturin ella skuldi hon verið størri í vavi. Men um ætlanin er at faa lív í Listasavnið og at fáa yngri áskoðarar at møta, so er mission accomplished við hesum smærri framsýningunum, sum Listasavnið er farið í holtur við og tað er í grundini ikki hissini. Men fyri meg sum áskoðara tykist tað heldur enn ikki ørkymlandi fyrst við eini móttøku, sum gongur fyri seg millum verkini á framsýningini hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir og bøkur og tinganeyst í handils- og caféøkinum. Síðani skulu vit oman ígjøgnum framsýningina um Heimstaðin við nýggjum og eldri verkum fyri at koma til installatiónina hjá Sámali um verkið hjá Heiðriki.

At blása við mjøli í munninum

Hurlivasan skulu listamenninir neyvan lastast fyri – hetta kemst av eini umskipan av framsýningarvirkseminum í Listasavninum, sum roynir at ganga øllum á møti og sýna fram bæði unga samtíðarlist, crossover verkætlanir og umboða ta gomlu listasøguna samstundis sum mann stríðist við alt ov trongar hølisumstøður og tað er í roynd og veru hetta, sum hevur við sær, at framsýningarnar hjá t.d. Aldu Mohr Eyðunardóttir og Heiðriki á Heygum gerast ov avmarkaðar í stødd. Vit trongja til eitt føroyskt samtíðarlistasavn, so at Listasavn Føroya kundi miðsavna seg um ta gomlu klassisku modernistisku listina. Sjálvandi ber tað væl til at blása við mjøli í munninum, men tað blívur óruddiligt og hvat er tað so eg royni at skriva? Jú, at tað er gott, at Listasavnið er nóg dynamiskt til tess at rúma ungari og øðrvísi list, men at tað ikki nyttar at gera nakað hálvt og als ikki, tá tað snýr seg um presentatión av yngri list. Tað, sum mann ger, má mann gera fullt og heilt. Listasavnið er okkara hægsti (einasti) almenni listastovnur, ið ikki bara má vera garantur fyri listarliga góðsku, men sum ikki minst má taka atlit til listina og listafólkini og geva teimum framsýnandi virðiligar karmar og pláss til at framsýna í.

Karina Lykke Grand og Heiðrik á Heygum hildu hvør sína røðu.jpeg
Heiðrikmynd.jpeg
Tónar taka skap.jpeg
Nógv fólk í framsýningini.jpeg
Arbeiðsborðið hjá Heiðriki.jpeg

Hansina Iversen sýnir fram í DK

Leygardagin læt framsýning upp við nýggjum verkum eftir Hansinu Iversen við heitinum, Interrupt The Line í Galleri Lars Borella (Ordrupvej 98D í Charlottenlund). Fitt av fólki, føroyskum sum donskum vóru møtt til framsýningina, sum við fyrsta eygnakast er strálandi og vøkur og hongur sera væl í ljósu framsýningarhølunum. Umframt eitt stórt litografi og oljumálningar, framsýnir Hansina Iversen eisini smáar, glógvandi vatnlitsmyndir, sum hanga væl saman við teimum størru oljumálningunum. Ummæli kemur av framsýningini í Dimmalætting.

241729263_594850888199636_5715067434184251062_n.jpg
241733394_1066452057225124_8451355119702033486_n.jpg
hansinamynd.jpeg
241724747_370425904799083_5280551114670558802_n.jpg
241774061_567008274442119_3675791292668617632_n.jpg
241727211_563233215025950_2221692611193599520_n.jpg

Vitjið Frits Johannesen framsýningina í Víngarðinum Mentanarnáttina

235454953_546440083332832_8138034059554647434_n.jpg

Fríggjadagin 10.september er Mentanarnátt í Havn við alskyns tilboðum. Í Víngarðinum er opið frá klokkan fýra til á midnátt. Har ber til at keypa sær eitt leskandi glas av víni og okkurt til matna og so kann mann síggja framsýningina hjá Frits Johannesen, “Tað, sum rørir hjartað”. Framsýningin er av givnum orsøkum longd, men hetta er kortini næstsíðsta vikuskiftið, at høvið býðst at uppliva fínu vatnlitamyndirnar hjá Frits í Víngarðinum, leygardagin 11.sept er opið frá 18-24. Í litsterku vatnlitsmyndunum hjá Frits Johannesen kenna vit fleiri myndevni og myndaliðir aftur, sum eru eyðkend fyri listamannin– her eru húsaskjøldrar, hjólskap og ljóðføri og hetta við teimum mongu umskaringunum, sum hevur við sær, at skap bara síggjast partvíst í hálvum líki, er framvegis grundleggjandi. Fleiri av vatnlitsmyndunum eru lutfalsliga smáar í vavi og hetta klæðir fabulerandi myndunum, sum á henda hátt gerast enn meira konsentreraðar og skærar. Nú sum áður málar Frits Johannesen tað, sum rørir hjartað og flytir sinnið antin tað eru hugkvæmar myndir av sól ella mána, ella tað eru húsaskjøldrar, elskuligir og skálkaligir skúlanæmingar og annað, hann hevur sæð og sær. Har er ein ørgrynna av myndum at hyggja at - far og hygg!

Næsta framsýningin í Víngarðinum, Human letur upp 25.september við framúr fínum verkum eftir m.a. finsku listakvinnuna, Onnu Seppälä m.a.

239231475_1499495113741229_7989023131828491314_n.jpg

Kosmopolitiskur letingapoppur av Velbastað

Teitur ostres.jpg

Nýggja plátan hjá Teiti Lassen kom út fríggjadagin 3.september. Danska Gaffa gevur plátuni fimm stjørnur og á týsku rásini radioeins er pláta Album der woche. Í Dimmalætting skrivaði eg eitt ummæli:

Minnast tit letingaramsuna? - Tað er hin, sum sigur at: Mánadag havi eg onki at gera, týsdag havi eg góða tíð, mikudagur má mín frídagur verða, hósdag gangi eg tonkum í, fríggjadag geri eg hvat eg vil, leygardag stundar halgan til og so er vikan úti. - Hana komi eg í tankar um og ikki bara einaferð, tá eg lurti eftir nýggju útgávuni hjá Teiti Lassen. Men forteknið er øvugt. Tí tað er einki við, at støðan hjá letinginum verður speirikin her. Beint tvørturímóti verður hon hámett sum í síni tíð “Fool on the hill” hjá Paul McCartney. Nýggja útgávan hjá Teiti Lassen, ”Cazodor de Ostra” inniheldur fleiri sangir, har yrkjaraegið ynskir at sleppa undan at gera nakað og sum heild trívist við einki at gera, t.d. í hugsunarsomu letingaballaduni ”Sita fyri einki”, sum fær meg at brosa av regluni ”Eg mediteri aldrin/ eg dugi ikki Yoga/ tað er mær ein andsøgn, tí eg vil bara sita fyri onki”.

Hugburðurin er øðrvísi enn tann, vit eru vaksin upp við, har tað altíð var betri at gera enn at vera, tankagongdin her tykist demonstrativt antiliberalistisk og ímóti støðuga kravinum um nyttuvirði og vøkstur. Tey tólv løgini á útgávuni eru annars ymisk bæði í sinn og skinn. Meðan okkurt klingar fólksligt og eitt annað njórar countrypopput, eru summi løg einføld og løgin sum skjaldur, meðan onnur bera brá av jazzi og so eru eisini fleiri løg, ið eru glitrandi poppsløtt, djúp og breið og flott.

Argentina

Tað er Teitur sjálvur, ið hevur skrivað, framleitt og útsett løgini á útgávuni, sum er upptikin í Mawi, Buenos Aires í Argentina v/ Feco Escofet seint í 2019. Ljóðbland gjørdi Davi Izumi Lynch í Echo Zoo, Eastbourne í Onglandi. Mastring stóð Barry Grint í Air Studios í London fyri. Axel Krygier og Lucio Mantel stóðu fyri at savna saman tónleikarar í Argentina og teir eru framúr, tónleikararnir, sum spæla inn live uppá forkunnug ljóðføri sum bandoneon, hørpu, sitar, charango, ymisk strúkara- og trummuljóðføri. Teitur hevur áður verið í Argentina á turné í Suðuramerika í 2016 sum partur av Dias Nordicos saman við ROSA og Spotfestivalinum í Danmark. Tá gjørdist hann áhugaður í studionum í Buenos Aires og hann hevur seinni samstarvað við omanfyrinevnda argentinska tónleikaran Lucio Mantel. Teitur greiðir frá, at hetta við at fara til Argentina fyri at spæla inn plátuna, gav grundhugskotið at blanda føroyskar og ensktmæltar sangir helvt um helvt. Hann greiðir soleiðis frá: ”Argentinskir tónleikarar hava eina djúpa fatan av siðbundnum fólkatónleiki – tá teir standa saman í bólki við ljóðførum, fylgja teir natúrliga sangaranum óansæð hvussu formurin er – og tey kenna eisini til innpældan tónleik í Europa og USA. Eg syrgdi fyri, at tónleikararnir dámdu at improvisera og at teir høvdu tað gott við ikki at vita ov nógv frammanundan, so at vit bara kundu reagera og lurta eftir hvørjum øðrum og hava tað stuttligt saman..”

Kosmopolitiskur letingapoppur av bygd í bý

Ljóðið er sjáldsama gott á útgávuni. Tað er fjálgt, týðiligt og gjøgnumskygt og eg hugsi, at útgávan fer at rigga væl á vinylplátu langt burturi frá talgildum miðlum - gleði meg til vinylplátan kemur í november. Mann hoyrir serstakliga væl bæði ta vøkru, ljósu sangrøddina hjá Teiti heilt frammi í ljóðmyndini og kompositiónirnar undir og við síðuna av við samansettum løgum av øllum møguligum ljóðførum og ljóðum. Útgávuheitið, “Cazodor de Ostras” klingar fremmant, men er ikki meira ókunnugt enn sum so, at tað merkir Tjaldur á sponskum. Orsøkin til at Teitur velur eitt spansktmælt heiti er helst at finna í argentinska vinklinum, at útgávan er upptikin í Buenos Aires. Sjálvt um Velbastaður av sonnum er ein vøkur og vaksandi bygd, sum seinastu árini er farin at draga at sær kreativa klassan næstan sum blómunektar dregur býflugur at sær, so er fjarstøða og munur millum lítlu bygdina fyri vestan og so velduga høvuðstaðin, milliónbýin í Argentina, Buenos Aires. Og júst mótsetningin millum tað lítla og tað stóra, tað bygdasliga og tað kosmopolitiska, tað eyma og tað humoristiska, tað heimliga og tað útlendska megnar Teitur Lassen at fevna og brúka kreativt í allari verkætlanin við løgum, ið eru hugsað og skapt bæði í Føroyum og í Los Angeles og sum síðani er tikin upp í Argentina. Útgávan er bæði ómetaliga kollektiv við hópin av samstørvum út í heim, samstundis sum talan er um eina sera Teitursliga plátu.

Humanistiskur poppur

Fyrsta lagið, ”Youre just like me” er eitt sovorði herligt humanistiskt popplag, eyðkent fyri Teit við poetiskum reglum, ið tó, at tær eru leikandi lættar, sita og raka beint á. Sjálvt um heimkenslan er sterk, er útsýnið globalt á útgávuni, tað hoyra vit heilt ítøkiliga á teimum fremmandu og fjølbroyttu ljóðførunum. Vit síggja tað eisini á litføgru permumyndini, sum Teitur sjálvur hevur gjørt, at tjaldrið er flogið til heitari lond. ”Streymurin er farin” er eitt stillisligt lag, eitt fitt fløskubræv og eitt góðvarið ynski um eina stillføra og meira viðkomandi tilveru við størri nærveru og minni av øllum hinum, sum bimlar og bamlar og órógvar okkum. Her eru vakrir kærleikssangir sum tann inniligi ”Start again” um okkum menniskju, sum í gerandisdegnum, koma til at slíta og særa hvønnannan, men sum alla tíðina eru við uppá at byrja umaftur. Júst í tí viljanum býr kærleikin. Eymleiki, trúskapur og vinarløg eru afturvendandi evni og í vakra lagnum ”Looked a lot like love” er tónin sorgblíður í tankanum um okkurt, sum líktist kærleika og kundi havt verið, men sum ikki var. ”Rosemary and Rain” er eitt droymandi afturlítandi sangur um nakað sum var einaferð og ”Lær meg at dansa” hevur sama mjúka, living is easy huglag við jammandi tónleikarum og stuttligum, tilvitaðum neyðrímum sum ”Eg eri ikki Fred Astaire eg dugi ikki tricks, sum á G! tá ið Mø, hon fór niður í knø..”.

Eingin dagur uttan at vilja meira

Sorgblíða, stórbæra balladan og yndissangur mín beint í løtuni, ”Not a Day Goes By” er sálmakend í síni ekstistentiellu og spirituellu leitan og trá og í síni hóming av tilverunnar óítøkiligu samanhangum. Og svarið leiðir tankarnar til Kára P, sum jú einaferð yrkti: ”hinumegin ringvegin logar leiðarljós/ ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós/ og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar/ alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”. Varisliga svarið hjá yrkjaraegnum í sanginum hjá Teiti er inni á tí sama, sum eisini verður staðfest onkrastaðni í Halgubók, at himmiríkið er í hjørtum okkara ella sum tað stendur í sanginum hjá Teiti: “Sometimes I feel so small, when the sky surrounds me. Still I try to stand tall, whenever God reminds me. It's like looking in a mirror and seeing someone else, you'll only see the stranger until you see yourself.”

Ein føðilandssangur

”Nú brestur á” er ein einastandandi vísa, so sjáldsom og vøkur, at eg fái gásarhold her eg siti við telduna og royni at lýsa hana. Lagið byrjar rættiliga einfalt við kláru røddini á Teiti, sum snarar seg upp úr sjóðinum í ein beinan eystan, alt meðan eitt vetrarkvøld við ódn verður lýst so stillisliga hugnaligt, at mann næstan gleðir seg til ta árstíðina. Hetta er ein føðilandssangur; sjónarhornið er so íheimligt og hugnaligt, at tað minnir um bæði biedermeyer og gamlar heimstaðarvísur, sum bera uppá rím og sum yvirhøvur ikki hava annað endamál enn bara at lýsa hugna, nærveru og harmoni. Heimdyrkanin er í ein ávísan mun eyðkend fyri okkara samtíð beint nú eins og eitt úrslit av coronafongdari angist fyri smittu, útheimi og ótryggleika, men Teitur megnar sum áður nevnt at fevna bæði tað heimliga og tað globala. At enda heitir yrkjaraegið beinleiðis á havið: ”Slá meg, stóra Atlantshav, eg vendi kjálkan, trúgvur tú lærdi meg at taka av, eg vildi vera klettur. Og tað vit ikki biða um, tað verður okkum givið..”.

Og meðan hørpuljóð rura okkum havið í huga, kemur tankin til mín, at nevndu orðingar og fleiri aðrar á útgávuni eru kristiliga grundfestar, ikki missionerandi við givnum svari, men eyðmjúkt opið og humanistiskt reflekterandi.

Tónleikarar á útgávuni

Floytu, klarinett, baritonsaxofon, keyboard: Axel Krygier

Bandoneon: Julio Coviello

Sang, keyboard, synth og gittara: Teitur

Hørpu: Sonia Alvarez

Rhodes, sitar, tabla, percussion: Alejandro Franov

Theremin, synth: Manuel Schaller

Charango, gittarar: Lucio Mantel

Kontrabass, cello: Nicolás Rainone

Elektriskan bass, cello: Lucas Argomedo

Trummur, percussion: Diego Arcaute

Trummur: Fernando Samalea

Sang: Mariana Paraway

Violin: Javier Casalla

 

Útgávan kann hoyrast ókeypis á netinum!

https://www.youtube.com/watch?v=z8ki95CsWnw

Turvelvandi Teitur

Nýggja útgávan hjá Teiti, Cazador de Ostras er turvelvandi og púra perfekt til hesa appilsingulu, sorgblíðu kensluna av heysti, sum treingir seg uppá sjálvt um Kringvarpið enn koyrir við summarskrá og sólin júst í dag hevur skinið sum var tað hásummar. Eg havi ummælt útgávuna í Dimmalætting, har stendur m.a: “Sorgblíða, stórbæra balladan og yndissangur mín beint í løtuni, ”Not a Day Goes By” er sálmakendur í síni ekstistentiellu og spirituellu leitan og trá og í síni hóming av tilverunnar óítøkiligu samanhangum. Og svarið leiðir tankarnar til Kára P, sum jú einaferð yrkti: ”hinumegin ringvegin logar leiðarljós/ ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós/ og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar/ alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”. Varisliga svarið hjá yrkjaraegnum í sanginum hjá Teiti er inni á tí sama, sum eisini verður staðfest onkrastaðni í Halgubók, at himmiríkið er í hjørtum okkara ella sum tað stendur í sanginum: “Sometimes I feel so small, when the sky surrounds me. Still I try to stand tall, whenever God reminds me. It's like looking in a mirror and seeing someone else, you'll only see the stranger until you see yourself…”

TÓNAR TAKA SKAP

16d53181efdae64f00ffdca1ccdc71fa5c60410a_w1150_h0_fS.jpg

Fríggjadagin 3. september letur upp framsýningin TÓNAR TAKA SKAP við listamanninum Heiðriki á Heygum. Listaliga arbeiðið hjá Heiðriki á Heygum fevnir um eitt fjølbroytni av háttaløgum innan myndlist, film og tónleik. Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá Heiðriki og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin. Í fleiri ár hevur hann arbeitt saman við føroyskum listafólkum við at menna teirra visuella samleika. Í tøttum samstarvi við listafólkini og við innliti í teirra listaliga arbeiði, mennir hann úttrykk, ið vit sum áhoyrarar og áskoðarar seta í samband við tónleikararnar. Á framsýningini fáa vit innlit í arbeiðshættirnar hjá Heiðriki, og hvussu hann umsetir tónleik til eitt visuelt úttrykk. Vit fáa kennskap til listaliga samleikan, sum hann mennir fyri tey listafólk, hann arbeiðir saman við. Hetta kemur til sjóndar í tekningum, grafiskum verkum, klædnapløggum, rekvisittum og sjónbandaløgum. Til framsýningina eru vald út trý sjónbandaløg, ið serligur dentur verður lagdur á. Eitt av teimum er til lag hjá Heiðriki sjálvum.

Á hesi framsýningini fær áskoðarin innlit í eina listaliga tilgongd, ið upprunaliga ikki var hugsað til almenningin at síggja. Í fyrsta parti av framsýningini koma vit heilt nær at tilgongdini. Á vegginum hanga sokallað “storyboards” til sjónbandaløg og viðmerkingar frá listamanninum. Rekvisittir standa á gólvinum, og tann tómi stólurin framman fyri skriviborðinum mitt í rúminum vekir eina kenslu av, at listamaðurin er mitt í eini verkætlan og hevur júst reist seg. Í øðrum parti av framsýningini kann endaliga úrslitið – 8 útvald sjónbandaløg – upplivast á stórskermi, pallsett við tungum leikhúsgardinum.

Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrikur á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina.

 

FAKTA

Heiðrikur á Heygum (f. 1983)
Listamaður, filmsframleiðari og tónleikari
BA frá Icelandic Academy of Fine Art og leikstjóri frá danska filmsskúlanum Super16

Sámal Blak (f. 1983)
Pallsniðgevi
Útbúgvin frá Central St. Martins College of Art & Design

BØSSEDANMARK - Vedkommende også for færøske læsere

240041556_1495051357517639_535476549540595304_n.jpg

Novellesamlingen, BØSSEDANMARK (Forlaget Vild Maskine 2021), er ikke kun interessant læsning for danske læsere, men er også en spændende bog for færinge, som i bogen blandt andet kan læse en hjertevarmende historie, der foregår i den færøske bygd, Kvívík og i bussen mellem Vestmanna og Tórshavn.

Og lige præcis steder, dvs. selve det geografiske område, hvor novellerne foregår, har betydning i historierne, der alle har en bestemt lokalitet som undertitel. Bogen indeholder tyve noveller, skrevet af Nikolaj Tange Lange, Mads Ananda Lodahl og Tomas Lagermand Lundme og så er det den færøske billedkunstner, performer, trash drag, musiker m.m Dennis Agerblads vellykkede forfatterdebut. Forfatterne har skrevet fem noveller hver i bogen, hvis hovedpersoner alle er homoseksuelle mænd lige som forfatterne. Og det er da også let at få øje på selvbiografiske og dokumentariske træk i historierne, der direkte omtaler virkelighedens byer og personer. Af et interview med forfatterne i Danmarks Radio, kan man forstå, at en af hensigterne med udgaven er at gøre opmærksom på, at homoseksualitet ikke kun eksisterer inden for LGBT miljøer i København, men at bøsser findes alle steder og altså også ude på landet. Litterært er der en vis tradition for at bøssehistorier foregår i de store byer, hvortil personerne er flygtet fra små og trange miljøer med sladder og fordømmelse præcis sådan som vi kender det fra Færøerne, hvorfra færøske homoseksuelle er flygtet i flere generationer, men hvor vi har oplevet mærkbare forbedringer de senere år. Med bogen, Bøssedanmark ønsker forfatterne at beskrive den mangfoldighed, der også findes i homoseksuelle mænds tilværelser rundt omkring i Danmark – også på Færøerne og i Grønland.

Novellerne er skrevet i nutid første person, hvor fortælleren også er hovedperson. Sproget er enkelt i en berettende og forholdsvis prunkløs prosa med få undtagelser, hvor sproget bliver brugt mere ekspressivt, billedrigt og suggestivt feks. i den obskure beskrivelse af Georges: ”Georges sidder med lukkede øjne på stolen. Hans fødder vipper til musikken. Der er et mørke over ham, som har taget sin plads. Det bor ved hans mund, i skægstubberne, i det korte hår under hans arme, på maven, når den falder sammen som nu, og i krusningerne af kønshårene på hans pung. Han smager af salt. Og af noget, der aldrig bliver lyst..” (s.35-36 En trekant Rebild Bakker af Tomas Lagermand Lundme).

Stilen er realistisk, men novellerne er ganske forskellige og giver en nuanceret beskrivelse af et tema, der ikke er særlig meget behandlet i samtidslitteraturen og som, når det endelig sker, ofte bliver mere forenklet til eventyragtige spring ud historier med lykkelig slutning. Sådan en oplever vi ikke i novellen Herremiddag Vester Skerninge af Mads Ananda Lodahl om nogle homoseksuelle mænd, der holder nytårsaften sammen. Vi får kort fortalt den tragiske forhistorie, at fortælleren har været gift og at de har børn, men at konen opdager, at han har har fået en dating-profil på en hjemmeside for bøsser. Det er første gang, fortælleren har prøvet noget i den retning, men konen reagerer resolut og flytter ud af huset uden at tage afsked. Børnene får heller ikke lov til at sige farvel til deres far. Den våde nytårsfest er overhovedet ikke så morsom og spændende som den skulle være. Vores fortæller føler sig både gammel og grim og den seksuelt ladede samtale og opmærksomheden, som han får fra nogle af de andre mænd, får ham til at føle lede ved hele situationen, sig selv og homoseksualitet i det hele taget.

Den første novelle, Bøsseland København K af Nikolaj Tange Lange, er voldsom og rå. Fortællerstemmen forekommer kynisk og hård som hos en af Jan Sonnergaards fortællere i miljøet omkring Københavns Nordvestkvarter i den hårdtslående novellesamling, Radiator fra 1997. Det er en af feriens sidste dage og vejret er nogenlunde, så jeg sidder i haven og læser, imens jeg let rødmende af de stedvis ganske direkte beskrivelser af sex, kigger mig skyldbevidst omkring. Bogen er let at læse, den er underholdende, morsom og desuden rørende i beskrivelsen af det helt almindelige fællesmenneskelige, hvilket gør novellerne interessante i et større eksistentielt perspektiv eksempelvis i beskrivelsen af personernes alder, flere af historierne har et coming of age ungdommeligt udgangspunkt, men alderdom er også et tema. I førnævnte startnovelle er fortælleren kommet tilbage til sin ungdoms hjemby, København i håbet om et lettere liv uden stoffer. I stedet føler han sig gammel og mon ikke flere midaldrende og ældre læsere vil kunne genkende fremmedhedsfølelsen i gensynet med den gamle hjemby: ”..at rejse til København er som at rejse til fremtiden. Anonyme rejsekort og cykelbroer af neonfarvet plastic..” (S.7 Bøssedanmark). Det er ikke fordi det er fuldstændig uventet, men det er ikke ofte man har lejlighed til at læse denne form for realistiske homohistorier om længsel efter nærhed, uro og lyst, om utroskab, kærlighed og grænser.

Novellerne er altså skrevet i første person, vi er inde i fortællerens hoved og kan læse hans tanker og fantasier. Dette er blandt andet gældende for Dennis Agerblads søde historie, Manden med det røde hår, Kvívík. Fortælleren får øje på den rødhårede herre i bussen mellem Vestmanna og Tórshavn og fatter interesse for ham. Jeg skal ikke spoile handlingsforløbet, som er lidt uventet, men spændende – ikke mindst i beskrivelsen af den geskæftige buschauffør: ”Buschaufføren og jeg har aldrig snakket sammen. Alligevel føler jeg, at vi nærmest kender hinanden efter de mange weekender, han efterhånden har kørt mig fra Vestmanna til mit weekendjob i Tórshavn. Vi siger ingenting. Nikker bare høfligt, mens jeg køber min billet. Der er mørkt i bussen om morgenen, så jeg sætter mig altid oppe foran hos ham. Sammen ser vi, hvordan solen står op, lyset bryder gennem skyerne, og fårene fordeler sig over fjeldene. Hans svedige nakkehår har efterhånden lagt bund for mange små fantasier om mandlig nærhed..” (s.114 Bøssedanmark). Det er en af novellerne, der præges af stor realismegrad og selvbiografiske træk. Jeg erindrer i hvert fald en charmerende ung mand, Dennis Agerblad eller Robin, som han dengang hed, der arbejdede i Nordens Hus for mange år siden. Samtidig er der en næsten Disney-agtig scene i novellen, som forekommer mere dagdrømmeagtig end virkelighedsnær - man kan kun håbe, at den er virkelig.

Udover at være underholdende læsning, er både de nævnte og andre noveller i bogen relevant materiale i danskundervisningen i skolen, hvor vi netop har manglet den form for mangfoldighed, som bogen står for. Jeg tænker, at det samme er gældende for færøskfaget, hvorfor det ville være oplagt at oversætte bogen eller udvalgte noveller til færøsk.

Kinna Poulsen

Tað, sum rørir hjartað - framsýningin opin um vikuskiftið

234498037_1005993773272898_6799848362695739803_n.jpg

Framsýningin, Tað, sum rørir hjartað við verkum eftir Frits Johannesen er at síggja í Víngarðinum, Tróndagøtu 31. Har er opið í vikuskiftinum, fríggjadagin frá klokkan 16 til á midnátt og leygardagin frá klokkan 18 og til midnátt. Vatnlitsmyndirnar eru lutfalsliga smáar í vavi og hetta klæðir fabulerandi myndunum, sum á henda hátt gerast enn meira konsentreraðar og skærar. Hygg bara at myndini omanfyri, har ein flygil er transformeraður til ein svimjihyl ella er talan kanska um ein dunnuhyl og hvør er klaverspælarin? Nokk so abstraktur. -

Nú sum áður málar Frits Johannesen tað, sum rørir hjartað og flytir sinnið antin tað eru hugkvæmar myndir av sól ella mána, ella tað eru húsaskjøldrar og annað, hann hevur sæð og sær. Umframt at mála og tekna, er Frits Johannesen listmiðlari og dugir sera væl at greiða frá sínum egna verki. Hann greiðir frá, at vatnlitsmyndirnar hava havt serligan týdning fyri hann. Um hesar skrivar hann m.a. soleiðis: ”Havi alt mítt liv gjørt vatnlitsmyndir. Faðir var sjómaður og sigldi víða um. Hann var mangan í Grimsby og í Arberdeen og seldi fisk aloftast við trolara. Ofta keypti hann mær litstiftir og farviladu, sum vóru góðir lunnar at fáa inn um dyrnar á Bakkanum í Fuglafirði, og brúkti eg hesar litir í skúlanum, tá ið vit høvdu tekning. Pápi plagdi at seta seg við síðuna av mær, og sjálvur gera onkra vatnlitsmynd. Havi eina hangandi framman fyri mær, har eg dag og dagiliga siti við telduna sum hann gjørdi í 1955. Hetta er ein slupp, hann hevur teknað við seglum og hevur skrivað “ Star of Hope” úr Fuglafirði, sum var ein slupp, sum hoyrdi til bygdina. Her er sin slupp við fullum seglum, sum hevur leitt meg gjøgnum alt lívið um dalar og skørð, hálvar skjøldrar, inn til grannan, ymisk andlitsbrøgd, hugamyndir við mannakroppinum, tónleikarum saman við krokudilluni o.s.fr”. Hjartaliga vælkomin inn á gólvið, har fæst bæði vín og kaffi, men tað ber eisini til bara at hyggja at myndunum í Víngarðinum.

Víngarðurin foto 2.jpg

Frits Johannesen í Víngarðinum - vernissage

221588136_585183232641108_3266986379430068612_n.jpg

Leygardagin 14.august læt framsýning upp í Víngarðinum við verkum hjá Frits Johannesen. Fitt av fólki var til upplatingina og sum tað kanska sæst á fotomyndum, t.d. hesari omanfyri, var lagið gott. Fleiri nýttu høvið at heilsa uppá listamannin og Alexandru. Eg helt eina stutta røðu, sum ljóðaði nakað soleiðis: Góðu tit øll - Her á framsýningini hjá Frits Johannesen í Víngarðinum eru ikki færri enn 62 vatnlitsmálningar. Á ein hátt tær eyðkendar fyri Frits -her er í hvussu so er okkurt, vit kenna aftur í litríka og lívsfegna úttrykkinum. Vatnlitsmyndir – akvarellir sambinda vit einamest við landslagsmyndevnið. Hildið verður, at týski renesansumálarin Albrecht Dürer var ein tann fyrsti at brúka hetta tøknið. Hann málaði í 1502 sína víðagitnu vatnlitsmynd av einari haru. Myndin er einastandandi – haran so árvakin við blonkum, klárum eygum, mjúkum pelsi og spentum oyrum. Hvørt hár er neyvt endurgivið, so at áskoðarin følir tað í huganum og tí følist myndin enn fullkomiliga fesk og sprellivandi meira enn fimmhundrað ár aftaná, hon varð málað.

Vatnlitstøknið var annars serliga frammi millum naturalistar og impressionistar í 19.øld og enn eru vatnlitsmálarar, sum leggja seg eftir at mála hav og landslag. Tøknið er eisini sum skapt til hetta. Sum skilst á orðinum sjálvum, eru vatnlitsmyndir málaðar við litum, ið eru upploystir í vatni. Við tað, at vatn ógvuliga skjótt fordampar úr málingini, torna akvarellir skjótt, tú skalt altso bera skjótt at, tá tú arbeiðir við vatnlitum og hetta kann hava við sær, at vatnlitsmyndir kunnu hava eitt spontant úttrykk, har málingin rennur. Av stórum týdningi fyri vatnlitsmyndir er pappírið, tær eru málaðar á. Tí tað er ljósið í pappírinum, sum kemur aftanfrá og skapar lív og ljós í vatnlitsmyndina. Men hetta valdast alt tættleikan í pigmentunum, hvussu nógv vatn og hvør mannagongd verður nýtt við meira og minni vatni og neyvleika. Sum vit síggja í áðurnevndu mynd hjá Dürer, kann mann at arbeiða detaljerað og neyvt í akvarellum. Tað ber eisini til at stramma úttrykkið og halda myndabygnaðinum saman við blýanti ella tusj, sum vit síggja í fleiri av vatnlitsmyndunum her á framsýningini.

Impressionistisk og naturalistisk listafólk mála tað, tey síggja, sólarljós, tám, trø og sirm í grasi og trøum. Frits Johannesen málar ikki tað, hann sær, men tað hann sá. Myndevnini stava við øðrum orðum úr minninum av tí nógva, hann hevur upplivað. Stílsliga kunnu vit í hansara myndum eygleiða íblástur úr europeiskari modernismu við einum myndarúmi, sum ofta er merkt av umskaringum (- tvs. yvirlapping, sum sker myndaliðir í partar) og dekorativum mynstrum og sum tíðum er flatt eins og í kubistiskum og konstruktivistiskum myndum, meðan aðrar myndir sýnast meira ekspressivar. Litirnir eru ofta bjartir. Myndevni og myndaliðir eru afturvendandi, antin tað eru húsaskjøldrar, hjólskap, tónleikarar, ljóðføri, mytiskir figurar ella myndir av næmingum, sum sita og kýta seg. Fleiri av hesum vatnlitsmyndunum eru lutfalsliga smáar í vavi. Hetta við avmarkaðu støddini klæðir myndunum og ger tær konsentreraðar og livandi, men hongur eisini væl saman við innihaldinum. Heitið á hesari framsýningini “Tað, sum rørir hjartað” er valt fyri at leggja dent á tað, sum løðir hesar myndir, tí tað kann vera so mangt. Ein romantikari vil kanska vísa okkum okkurt stórbært í einum landslagi, impressionisturin ynskir at vísa okkurt serligt ljós, meðan ekspressionisturin ber onkra ávísa kenslu fram. Frits vil vísa okkum okkurt, sum hann hevur upplivað og sum hevur rørt hann. Sum lærari hevur hann upplivað eitt ótal av næmingum og hann hevur málað eina rúgvu av teimum. Lítla vatnlitsformatið hóskar ómetaliga væl til hesar myndir, tí tær snúgva seg um tað stóra í tí lítla – hesi smáu menniskjuni, børnini, opin, summi smæðin, onkur eitt sindur kúllaslig og øll eru tey framtíðin. Hetta eru myndir, løddar av kærleika og takksemi fyri livað lív.

236435153_540372730413011_7308679268217005917_n.jpg
236864655_838239493723468_488177640247738154_n.jpg
236347233_427342451902229_2597991980105509587_n.jpg
236128927_1151079762082474_559506677323319340_n.jpg