“eg sakni alt alla tíðina” - Alda Mohr Eyðunardóttir

Fríggjadagin 6. august kl. 16 letur framsýningin “eg sakni alt alla tíðina” upp í forhøllini á Listasavni Føroya. Framsýningin er við verkum eftir Aldu Mohr Eyðunardóttir, ið lesur á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Høvi er tí at síggja heilt nýggja og áhugaverda samtíðarlist. Høvuðstátturin í framsýningini er “saknur”, eins og heitið vísir á. Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í list síni, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og við at stoypa tekstil í bronsu.

Fernisering verður fríggjadagin 6. august millum kl. 16-18. Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin. Alda Mohr Eyðunardóttir verður til staðar og fer at siga nøkur orð um listaverkini. Savnið bjóðar ábit og drekkivørur. Takk til Hotel Føroyar.  

Tað er altíð ókeypis atgongd til forhøllina, og øll eru hjartaliga vælkomin!

FAKTA

Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997) er fødd og uppvaksin í Tórshavn og gongur á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn.

Hon hevur verið við á fleiri Várframsýningum og Ólavsøkuframsýningum, og í 2019 hevði hon fyrstu serframsýning sína, “Flakar”, í gomlu Skálabúðini í Tórshavn. Seinasta árið hevur Alda Mohr Eyðunardóttir verið við á framsýningini “Samrøður um mjørka” (2020-2021) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Framsýningin er at síggja í forhøllini á Listasavni Føroya

Ólavsøkuframsýningin 2021

Ein áskoðari við verkini hjá Randi Samsonsen.jpg

Nú er grein mín um Ólavsøkuframsýningina send avstað og kemur í Dimmalætting fríggjadagin. Eg havi verið tvær reisur og hugt at framsýningini - fyrru ferð á ólavsøku og síðan dagin eftir og báðu ferð keypti eg atgongumerki. Havi tessvegna tveir møguleikar fyri at vinna, tá Listafelagið fer at draga ein vinnara 22.august.

Greinin kann lesast í komandi Dimmalætting:

“Fastur táttur er hjá mongum ólavsøkuaftan eftir setanina at fara í Listasavnið á Ólavsøkuframsýning, og soleiðis var tað eisini í ár. Enn sum áður hevur Ólavsøkuframsýningin stóran týdning av teirri einføldu orsøk, at hetta er ein tann mest sædda av føroysku listaframsýningunum. Uttanfyri Listasavnið tann 28.juli var rómurin sum á onkrum tónleikafestivali, tí har sótu fólk í hópatali á grasinum og hugnaðu sær. Veðrið var serstakliga gott, sólin skein og tað var sera heitt inni í Listaskálanum – ikki minst hjá okkum í føroyskum klæðum. Kurator í ár er listakvinnan, Hansina Iversen, sum á upplatingini flutti fram røðu, ið kann lesast í blaðnum…”

9B25306D-72E8-4354-8EF3-B86D928F3121.jpeg

Móti myrkrinum

Í Norðragøtu

Í Norðragøtu

Always Coming Home

OCEANIC CONNECTEDNESS

Øll vaksin, ung sum gomul, munu gleða seg sum smábørn til tað árliga lista- og bókmentatiltakið í Gøtu, sum í ár fór av bakkastokki fríggjadagin 16.juli við eini listaframsýning, ið verður at síggja allan juli.

 Vit kunnu bara staðfesta alt fyri eitt, at Forlagið EKSIL við festivalinum og framsýningini undir felags heitinum Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS enn einaferð megnaði at skipa fyri einum framúr meiningsfullum og inspirerandi, altjóða, samtíðarlistafestivali í Norðagøtu, ið eina góða løtu fekk okkum at gloyma ta lúnsku sótt, sum í heilum elvir til avlýsingar og óvissu. Í ár var listatiltakið, sum plagar at vera partur av G!Festivalinum, staðsett í Húsunum hjá Karli og ymsa staðni í Norðragøtu.

Trídupult uppliving

Upplivingin var av sonnum veldug – mann kann kanska siga trídupult stór, tí hon í fyrsta lagi fevndi um eina framúr áhugaverda listaframsýning, sum Alda Mohr Eyðunardóttir og Kim Simonsen hava kuraterað og sett upp í Húsinum hjá Karli og økinum har á leið – Alda hevur sjálv eitt einstakt verk við, sum er niðri við sjóvarmálan  – men húsini eru eisini í sær sjálvum ein einastandandi uppliving og í triðja føri var sjálvt eventið við frágreiðingum, upplestri av yrkingum og bara tað at vera í Norðragøtu - uttandura í náttúruni í sól og sirmi, njóta silvitni á sjónum og tað sevjugrøna grasið á fjøllum og fløtum - fullkomiliga praktfult. Hetta er føroyskt summar uppá tað allarbesta. Vit plaga um hetta mundið at vera stødd í Syðrugøtu og har um leiðir, har festliga baktjaldið plagar at vera orkumikli G!Festivalurin. Onkur kann halda, at tað kann tykjast heldur øvugt soleiðis at taka listaeventið framum megnar tónleikafestivalin í Gøtu, men soleiðis hevur tað nú verið í fleiri ár fyri meg og fleiri onnur.


Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Hjá Karli

Húsini hjá Karli standa í Norðragøtu sum eitt satt undur úr eini aðrari tíð. Júst hetta slagið av óregluligari mentanarsøgu uttan nationalautoriseraða flagtekju og tjørupapp, men við serstøkum úttrykki, heimligari trivialmentan og kitcsh, hava vit í Føroyum verið syrgiliga vánalig at standa við og varðveita. Húsini hjá Karli eru eini hundrað ára gomul betonghús við grønum hurðum og appilsingulari trappu, ið eru sum skapt til at vera listafólkadepil við upplestri, framsýningum, listafólkaíbúð, verkstaði, biografi osfr. Møguleikarnir eru at kalla endaleysir. - At gott fólk er í Gøtu vistu vit av, og nú hava so nøkur skilafólk tikið stig til, at hetta fantastiska og originala húsið er varðveitt - kommunan hevur, skilst, rindað tímar fyri umvælingar, sum higartil hava tikið tvey ár. Nevnd er sett at skipa fyri virkseminum í Húsunum hjá Karli (tey eru í løtuni Hanna Jensen, Árant J.Hansen og Tummas Jákup Thomsen) og tað er síðstnevndi, listamaðurin, Tummas Jákup, sum hevur staðið fyri umvælingini og sum hevur gjørt eitt heilt einastandandi gott arbeiði. Tí bað eg hann posera í trappunum, meðan eg tók mynd – hann var henda dagin í føroyskum klæðum til heiðurs fyri drottningini, sum hann skuldi heilsa uppá fyrr um dagin. Mann kann illa ímynda sær nakran, sum hevði klárað at gjørt umvælingina betri ella við størri virðing, innliving og kærleika enn Tummas Jákup Thomsen. Alt sovorði sum vanlig skilafólk í fávitsku kundu funnið uppá at tveitt burtur, hevur Tummas Jákup varðveitt ella endurnýtt fyri í størstan mun at varðveita tann týdningarmikla autenticitetin í húsunum. Hurðarnar eru málaðar grønar, trappurnar lýsandi appilsingular, tí húsfólkinum dámdi væl grønt og appilsingult, men til alla eydnu minna bæði trappur og hurðar um listaverkini hjá Tummas Jákupi og eiga at verða varðveittar júst soleiðis sum tað tær síggja út í løtuni.

í stovuni hjá Karli

í stovuni hjá Karli

Verja móti myrkri

At koma inn í húsini er sum at trína inn í ein tíðarlumma. Á vegginum hanga Jesusbíløt, glansbíløt og bliknaðar myndir av kettlingum, drottningini og øllum møguligum øðrum – tað andar alt samalt av eini aðrari tíð og av menniskjum uttan nútíðarinnar endaleysu og sjálvsøgdu myndakeldur. Eg minnist sjálv væl, at summi fyrr í tíðini kliptu út myndir av t.d. kongaligum persónum úr Billed-Bladet og hongdu tær upp á veggin - bara tí mann helt fólkini vera pen ella klæðini hjá teimum. Millum myndirnar hongur onkur setningur, sum hevur sagt einum okkurt, ein rúgva av Guð varveiti heimið – variantum, broderaðum og teknaðum – ein riðil av memorabilia, ið sigur eina inniliga søgu um nøkur serlig og elskulig menniskju, sum við myndum og lutum royndu at signa og verja sítt heim móti øllum myrkri.

Jens L.Thomsen

Jens L.Thomsen

Framsýningin

Framsýningin tók meg á bóli upp til fleiri ferð, so mikið væl er hon sett upp við bæði fastari hond og humor, men eisini við ansi og virðing fyri tilfari, søgu og staðseting. Hesa uppgávu hava tey bæði Alda Mohr Eyðunardóttir og Kim Simonsen klárað til eitt UG. Í hugnaliga køkinum beint við síðuna av viskistykkinum við vaskið hongur eitt svart og hvítt velourverk hjá Randi Samsonsen fullkomiliga perfekt - tað tekur eina lítla løtu at lesa rúmið og finna fram til listaverkini. Staðsetingin av videoverkinum hjá Jens L.Thomsen, Mannaátari inni í spískamarinum er somuleiðis genial og kløkkar meg, so at eg eri um at detta uppeftir av hesum gamaldags sjónvarpinum, sum stendur og blinkar, mutlar og flimrar í loopum inni í spískamarinum. Ein kannibalsk installatión av einari anakronismu inni í einari aðrari anakronismu. Flotta reyða videoinstallatiónin Mentalflow fluid simulation hjá Hauge Djernis í Gongini er somuleiðis einastandandi væl plaserað í síða grøna grasinum uttanfyri Húsini hjá Karli.

Hauge Djernis í Gongini

Hauge Djernis í Gongini

Rák

Sum kunnugt, er aldur, ár og tíðarskeið menniskjans, ikki av serligum týdningi, tá tað snýr seg um list ella listarliga góðsku. Um okkara leiðir brúka vit ofta Ingálv av Reyni sum dømi um listafólk, ið gera síni bestu og mest radikalu verk, tá tey eru uppi í árunum og enn verður víðagitni Spjótberarin hjá grikska myndahøggaranum, Polykleitos, hámettur fyri listarliga dygd, tó at tann standmyndin hevur næstan 2500 ár á baki. Men tá um samtíðarlist ræður, koma framstigini javnan frá teimum ungu, svongu listafólkum, ið helst eisini skulu fremja neyðug faðirmorð á ættarliðið undan teimum. Tað er millum tey heilt ungu, at tú sansar rák og móta eisini um tað í løtuni er eitt slag av anti-móta, eitt nýtt slag av hálvfjersarakendari idealismu, har mann ikki gongur til frisør, ikki smyr sær og heldur keypir sær klæði í endurnýtslu- enn í mótahandlum. Sama ger. Tey høvdu sæð gott út í rusksekki, tey ungu. Júst sum í hálvfjersunum, hongur mótin saman við gongdini í samfelagnum annars og einum øktum samfelagskritiskum tilviti, sum er púra nátúrligt í kjalarvørrinum av okkara umhvørvisdálking og vantandi eftiransni av okkara kæru, gomlu, slitnu planet. Í súginum av klimakatastrofum og útdoyggjandi kyktum kykna dómadagshugsanir og nýggj vísindi, ið eru tengd at vistfrøði, djóravælferð og einum nýggjum máta at vera menniskja á jørðini, har vit virða okkara medskapningar heldur enn at veiða, selja, gagnnýta, oyða ella eta teir. Eri í grundini púra samd við teimum, ið halda uppá, at eitt paradigmuskifti er neyðugt, men harmist tó sum tann miðaldrandi, skeptiski varrastiftsyndarin eg eri, um at alt partú skal vera so øgiliga álvarsligt og serliga um at listin skal vera so álvarstung. Eingin treður sum kunnugt dansin undir moldum - ungdómurin skal helst ikki gloyma at flenna og spæla fyri okkum vaksnu, sum longu hóma skuggan og kuldan frá grøvini

Pernille Nordentoft Tørslev

Pernille Nordentoft Tørslev

Politikkur og fornverur

Á framsýningini Always coming Home OCEANIC CONNECTEDNESS eru fleiri ung listafólk, ið á ymiskan hátt gera vart við umhvørvið. T.d. við fotomyndum sum unga danska listakvinnan, Pernille Nordentoft Tørslev hevur tikið og sum eru væl plaseraðar í ymsum rúmum í Húsinum hjá Karli. Myndirnar eru av ávísum donskum lokalitetum, grundum og byggjaríum – tær eru svarthvítar ella bláneutralar, vakrar við einum heldur turrisligum skrásetingarligum brái yvir sær, eins og eisini teksturin, ið hoyrir til myndirnar, slær fast. Anný Øssursdóttir Djurhuus, ið hevur haft fleiri spennandi, surrealistiskt fabulerandi framsýningar t.d. í plantasjuni í Havn, framsýnir smáar fotomyndir av – kanska er tað av avstoypingum av fyrndar verum, eg veit ikki. Og teksturin, sum listakvinnan bar vakurt fram, og sum hoyrir til verkið, sigur ikki so nógv um akkurát hvat tað er. Orsøkin til, at eg yvirhøvur undrist er, at bæði tekstur og myndir leggja upp til at vera eitt slag av vísindaligari miðlan við skrásetingum av lívfrøðiligum og jarðfrøðiligum fyribrigdum og nógvum vísindaligum hugtøkum. Tað er mest í sjálvari uppsetingini við smáum myndum, ið verða monteraðar á gips og síðan settar á veggin sum elasmálar hillar, at mann kennir ta fínu, botnkreativu, originalu listakvinnuna aftur.

 

Anný lesur upp

Anný lesur upp

Ba Bladh

Ba Bladh

Luft og jørð

Annars eru listarligu innsløgini á bæði framsýning og eventi rættiliga ymisk. Á tekjuni á verkstaðnum ella úthúsinum, sum einaferð fer at vera skulpturverkstaður stendur ein flogskíggi, sum var partur av eini herliga humoristiskari, luftigari og speiskari performance hjá svenska listafólkinum Ba Bladh, Sky is the limit literally/ NATO Green Defense Agenda. Standmyndin hjá italska listamanninum, Davide Hjort Di Fabio, sum stendur við busskýlið í Norðagøtu er øðrvísi ítøkilig, myndað av burturkasti, rustaðum stáli, garnerað við lýsandi reyðum tomatum eins og eitt vakurt, máttmikið og modernað memento mori. Verkið hjá unga danska listamanninum, Peter Højlund Palluth, sum hann hevur gjørt saman við Tummas Jákupi Thomsen, er í roynd og veru so mikið luftigt, at eg ikki bar eyga við tað fyrr enn listamaðurin við frágreiðingum og handabrøgdum vísti á tað. Verkið var staðsett í grótbrotinum í Norðagøtu og var ella er myndað av appilsingulum snórum, sum í luftini teknaðu skapið av fjallinum ella av fjallinum soleiðis sum listamaðurin ímyndar sær, at fjallið hevur sæð út áðrenn tað varð brotið.

Peter Højlund Palluth og Tummas Jákup Thomsen

Peter Højlund Palluth og Tummas Jákup Thomsen

Oldies but goldies

Tað er í sær sjálvum stuttligt at ummæla eina framsýning, har listafólk sum Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen eru oldies. Tí í føroyskari list plaga vit at síggja tey sum umboðandi nýggjar tilfarsligar leiðir. Jón Sonni Jensen arbeiðir jú við heldur øðrvísi byggivinnuligum tilfari sum polyurethan-skúm, gips, latex, nylon og silvurfoliu. Hansara verk eru full av mótsetningum og sýnast t.d. um somu tíð bæði maskingjørd og lívrunnin. Fleiri av verkunum hava ein serstakan bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini tykjast hørð og føst. Verkini eru stuttlig, løgin við einum sterkum, sansaligum, hedonistiskum brá, sum riggar heilt merkiliga væl millum pumpuorgul og Jesusbíløt í stovuni hjá Karli. Tað er yvirhøvur áhugavert, at áskoðarin ikki ordiliga ivast í hvar samtíðarlistin hongur millum allar hitt myndatilfarið, sum hoyrir til í húsunum. Uppiá hongur eitt vakurt gult og violett velourverk hjá Randi Samsonsen, sum eg havi sæð áður, men ongantíð hevur tað hingið so væl, sum í kamarinum við gomlum Dimmalættingum á vegginum. Randi arbeiðir somuleiðis sera tilfarsligt, men eisini konseptuelt við okkara etableraðu ímyndum um tilfar og list. Ofta fer hon upp í móti hesum ímyndum og ger t.d. standmyndir, sum hanga í staðin fyri at standa, eins og hennara myndir sum bleyt, føgur relieff stíga fram í rúmið við hópin av frásøgnum.

 

Centrallyrikkur

Vónandi fær lesarin av hesi rapport mínari eina hóming av hvussu listatiltakið megnar at lata upp fyri samanhangum, spurningum og hugsanum um viðurskifti millum verk, menniskju, náttúru, umhvørvi og tekstir. Tað er eitt bragd, sum forlagið EKSIL og listafólkini hava framt og sum eg eri fegin um at hava upplivað, eisini tekstpartin, umframt upplesturin. Hann kundi mann helst skriva eina grein aftrat um. Men lat meg líka nevna, at vit mitt í eini økokritiskari tíð fingu varhugan av, at centrallyrikkurin riggar enn og væl eisini – í øllum førum í penninum ella munninum hjá Beini Bergsson. Hann bar fram eina yrking, sum var full av rørslu og skipaðum endurtøkum av orðum, ið fuku í vindinum og savnaðust aftur í lógvanum hjá einum sansandi yrkjaraegi og einum yrkjara, sum hesa løtuna stóð við grótbrotið í Norðragøtu í sólarljósinum eins og ein vøkur lýsandi standmynd.

Beinir Bergsson

Beinir Bergsson

Davide Hjort Di Fabio

Davide Hjort Di Fabio

Davide Hjort Di Fabio

Davide Hjort Di Fabio

Vónbjørt Vang lesur upp úr Antologi

Vónbjørt Vang lesur upp úr Antologi

Helle Thede Johansen lesur upp úr Antologi

Helle Thede Johansen lesur upp úr Antologi

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Kim Simonsen lesur upp nýggjar yrkingar

Kim Simonsen lesur upp nýggjar yrkingar

Alda skoðar egið verk

Alda skoðar egið verk

Í kjallaranum í Húsinum hjá Karli

Í kjallaranum í Húsinum hjá Karli

Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen

DSC06902.JPG

Ónøgd við stjórasetan á Tjóðpallinum heldur fram

20141010_tjodleikshus_a_skalatrod_116.jpg

Sjónleikari og limur í Leiklistafylkingini 2020, Bárður Persson hevur skrivað lesarabræv um vantandi virksemi á Tjóðpalli Føroya. Forsøgan er í stuttum tann, at 8.oktober í 2020 lýsti Leiklistafylkingin 2020 boykott av Tjóðpalli Føroya. Leiklistafylkingin 2020 er ein fylking av 22 føroyskum yrkisleiklistafólkum og 6 fríyrkisleikbólkum, sum eru ónøgd við stjórasetanina í Tjóðpalli Føroya. Fylkingin varð stovnað í februar í 2020, tá Leiklistaráðið valdi at seta sama stjóra á Tjóðpall Føroya fyri fjórðu ferð. Krøvini frá Leiklistafylkingini eru, at áramálsetan skal virðast, tí tað er skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í tjúgu ár – sama hvør persónurin er. Leiklistafylkingin 2020 saknar m.a. eftirmetingar og ábyrgdar Leiklistaráðið, sum sambært Leiklistafylkingini 2020 vantar innlit í m.a. hvussu starvslýsingar til eitt stjórastarv á einum tjóðpalli verða gjørdar

 

 Tjóðraði pallurin

 “Um at vera menniskja” var seinasti leikur, ið varð settur upp á Tjóðpalli okkara. Síðani seinastu framførslu av nevnda leiki, hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá okkara Tjóðpalli.  

Hetta eru í skrivandi stund 171 dagar síðani!

Einsamalt er hetta eitt fullgott tekin um, at hóast okkara Tjóðpallur kann liva við somu leiðslu í 20 ár, so kann hann ikki virka uttan so, at tær fakkønu kreftirnar eru um hann eisini.  

Og tað er júst hetta vit eru vitni til í dag!

Allarstørsti parturin av leiklistarligu elituni her heima, er nú farin frá søkkandi skútini, tí hon ikki longur vildi at arbeiða undir somu leiðslu aftaná 15 ár.

Setanarmyndugleikin bjóðaði hvørki áskoðarum ella starvsfólki nakra sum helst broyting, tá nýggjur skipari skuldi setast, hóast stórur partur av umhvørvinum í langa tíð hevði givið greið tekin um, at hetta var neyðugt, um framburður skuldi tryggjast. 

Nei, hann fylti sama leiðsluliga brennievni í Tjóðpallin, sum hann hevði gjørt tey undanfarnu 15 árini, við teirri avleiðing, at kumpasleysa skútan fullkomuliga er steðgað upp og tykist nú søkka longur og longur niður, fyri hvønn dag ið gongur.

Sum ein niðursligin nevaleikari liggur Tjóðpallurin nú til háð og spott, og tykist ikki at hava evni, til at reisa seg uppaftur við egnari kraft.

Skommin niðri á Tjóðpallinum er nú blivin almenn, og verður dagliga sýnd á sýnisglugganum “tjodpallur.fo”. Leikurin ber heitið “Onki” og hevur í skrivandi stund vart í 171 dagar, og í hesum tíðarskeiðið hevur Tjóðpallurin fingið út við 3 milliónur krónur í almennari rakstrarjáttan. Hvussu leingi afturat fer Tjóðpallurin at standa við opnari splittu og vísa leikin “Onki” fyri fullsettum almenningi?

Eg veit lítið um tað at vera menniskja

Enn minni um tað at vera Tjóðpallur í hesi løtu. Eg veit tó eitt.

Tjóðpallurin er í dag úti fyri sínum størsta hóttafalli nakrantíð. Og meðan hetta fallið gálvar beint upp í andlitið á honum, eigur hann ongan vaksnan at ansa eftir sær. Hann er eins og eitt pinkubarn, sum er mist á gólvið áðrenn tað hevur lært at ganga. Og nú standa tess avvarandi hjálparleys og hyggja at, meðan tey inniliga vóna, at hetta barnið á onkran gandakendan hátt kann koma upp á føtur sjálvt. Eins og útslidni nevaleikarin, sum roynur at finna eitt reip at hála seg upp við, hóast hann liggur niðursligin mitt í ringinum.

Tjóðpallurin hevur v.ø.o. ikki longur nøkur vaksin menniskju við sína lið, ið kunna tryggja hansara framtíð og eksistens. Hann er umsíður so nógv viknaður í tign og undirtøku, at teir politikkarar, sum altíð hava vilja sæð hann 6 føtur undir mold, nú væl kunnu finna dirvið at taka tann politiska bløggaran fram.

Ja, hetta ljóðar sum okkurt, sum bert kann henda í einum framtíðarfilmi. Men hinvegin, hvat skuldi kunna forða fyri tí í dag? Um nóg stórur vilji er fyri at draga tann politiska knívin at barkanum hjá hesum slørandi nevaleikara, hvør fer tá at stilla seg í vegin?

Ja, hvør hevði vart okkara Tjóðpall í dag?

Og er nakað eftir at verja?

Er hetta á nakran hátt eitt listarligt Notre Dame, sum fólk høvdu farið út á gøtuna fyri at vart?

Neyvan!

Hví?

Tí Tjóðpallurin gjørdist ongantíð tann leiklistarligi miðdepulin, sum so nógv av okkum høvdu vóna.

Langt frá!!

Dreymurin sum brast

Arrogantur politikkur, fyrisitingarlig lista-analfabetisma og í heila tikið inkompetent leiðsla, hevur m.a. havt við sær, at mann sjálvdan hevur evnað at spurt tey røttu um ráð í avgerandi løtum Tjóðpallsins.

Enn minni duga at tikið tey leiklistablindu vekk, tá hesi av onkrari, ja heldur margháttligari grund, hava staðið í avgerandi positiónum og uppá giss viðgjørt framtíðina hjá okkara Tjóðpalli.

Hetta við teirri avleiðing, at Tjóðpallurin ongantíð hevur eydnast í leiklutinum, sum eitt listarligt vakstrarhús, ið gevur yrkisleiklistini tær vitugu veingir, sum eru garanturin fyri einum alsamt mennandi leiklistaumhvørvi í Føroyum.

Tað eru tó enn tey, ið ganga runt við einum spíðsborgarligum teaturkikara, hvørs fyrigyklaða sjón fortelur teimum, at Tjóðpallurin enn er og altíð hevur verið okkurt slag av hámentaðum ævintýri, har eingin betalur prísin fyri at halda skroypiligu facaduni uppi.

Um hesi taka kikaran niður, bert eina lítla løtu, eigur ikki at vera torført hjá teimum at síggja, at okkara Tjóðpallur ongantíð hevur verið nakað annað, enn ein dreymur, sum doyði longu í føðingini!

Í veruleikanum er hann ikki annað, enn ein 20 ára gomul fyribilsloysn, sum í ein stóran mun hevur megnað at rokkið einum rímuliga høgum støði, og í løtum serstakliga høgum, tí har altíð hava verið nokk av undirbrotligum odda-listafólki, ið hava syrgt fyri at hildið honum flótandi.

Eisini tá tey sjálvi hava stríðst undir vatnskorpuni! 

 Hann hevur snøgt sagt ongantíð livað upp til ta visjón, tankar, vilja og leiðsustøði, sum lógin um Tjóðpallin legði upp til, tá hon á sinni bleiv smíðað, við listarondini sum verja.

 Og hetta alt sæst best aftur í, at Tjóðpallurin í dag, mest av øllum, minnur um okkurt slag av hybridiskum kryplingi, sum akkurát megnar at halda sær omanfyri listarliga frostmarkið, tí nøkur passaliga kroyst listafólk á sømiliga høgum støðið, við altsamt longri millumbili, velja at trína fram á tess forsøgdu fjølum.

 Himmalrópandi sjónligt

Tað fyrisitingarliga, politiska og leiðsluliga forráðilsi mótvegis Tjóðpallinum, er nú vorðið so himmalrópandi sjónskt og oyðandi, at tað skríður kalt niðureftir bakinum á tí føroyska listatilvitinum.

 Vit nýtast bert at seta okkum nakrar fáar grundleggjandi spurningar, fyri at síggja, hvussu ring støðan í veruleikanum er. Hesir spurningar kunna vera soljóðandi:

 “Hvørjar eru visiónirnar hjá hesum stovni?”

“Hvar er í heila tikið framleiðslan blivin av?”

“Hvørjar stovnar, fyritøkur, arbeiðspláss o.o. hevur Tjóðpallurin í dag eitt samstarv við?”

“Hvar er tað kreativa forumið, sum kundi gjørt Tjóðpallin til ein savnandi depil?”

“Hvar er skráin fyri komandi leikir og tiltøk annars?” 

Um ivin enn er til staðar, hygg so eftir, hvat í hendir uttanfyri Tjóðpallin júst nú. 

Meðan Tjóðpallurin er farin í sjálvboðið híð mitt í eini blómandi summarhálvu, stríðast ymisk yrkisleiklistafólk við at halda føroysku leiklistaskútini flótandi, við at gera egnar verkætlanir og leikuppsetanir aðrastaðni.

Fyri tær relativt fáu krónurnar, ið ymisk fríyrkisleikfólk fáa skavað saman aðrastaðni frá, megna hesi at skapa tann størsta partin av tí, ið verður skapt innan yrkisleiklistaøkið í dag. Nógv tann størsta partin!  

Og hetta er fullkomuliga paradoksalt, tá havt verður í huga, at tað jú er Tjóðpallurin, sum situr á tí veruliga kassanum, og fær uml. 6 milliónir av almennum krónum um árið.

Okkara Tjóðpallur flaggar í dag á hálvari stong.

Tað, ið hevur togað flaggið niður, er eitt leiklistarligt gáaloysi, sum frá fyrsta degi av, hevur verið blástemplað frá hægsta myndugleika.

Sami blástemplandi myndugleiki, sum nú vil hava eitt Tjóðleikahús fyri út við 1/2 milliard upp at standa, uttan á nakran hátt at tryggja, hvussu ein professionel arbeiðsmentan kann verða klár til ta tíð, og virka í somu løtu, sum flutt verður inn. 

Og trúgv mær; tað verður hetta, sum verður tann avgerandi munurin ímillum eina succes og eina fiasko hjá einum komandi Tjóðleikahúsi.

Hevði tað gingið í føroyskum landsliðsfótbólti?

Eins og í landsliðsfótbólti, tørvar okkara elituleiklist ta allarbestu leiðsluna og umstøður, sum fáast kunnu.

Hví halda flestu politikarar, at tað er í lagi at hava eina leiðslu og hartil hoyrandi umstøður á okkara Tjóðarinnar palli, sum okkara landsliðsfótbóltur sannlíkt ikki hevði vágað sær at virka undir, við ótta fyri at ligið sum ein niðursligin nevaleikari aftaná hvønn dyst?

Hvussu kann tað bera til, at mann heldur, at tað er í lagið at fara við okkara mest innovativu yrkisleiklistafólkum uppá ein so mannminkandi hátt?

Hava vit ikki betri uppiborið?

Vit, ið hava barst hart fyri at koma hartil, sum vit eru, og har summi av okkum komu inn á skúlar, sum bara 1 av 100 koma inn á.

Hetta einsamalt mátti verði grund nokk til, at vit yrkisleikarar hava uppiborðið tær bestu umstøðurnar og dugnaligastu leiðsluna afturat okkum, so vit aftur og aftur kunnu brilliera á einum palli.

Tí, tað er hóast alt tað, sum vit verða goldin fyri at gera!!

Til øll tykkum, sum onkusvegna kunna gera okkurt!

Tað finnast løtur í lívinum, tá ein stendur í valinum ímillum at gera tað, ein hevur rætt til og tað rætta. Altso ímillum tað, sum jurain loyvir og tað, sum etikkurin loyvir.

Avgerðin at seta núsitandi stjóra fyri 4. ferð kann við stórum jurasnildni “møguliga” forsvarast juridiskt.

Tó so, reint etiskt var og er avgerðin so blóðskeiv, sum hon kann verða. Lat ongan iva vera um tað.

Hetta sæst best aftur í teimum sorandi avleiðingum, sum hendan avgerðin hevur havt fyri nærum alt leiklistaumhvørvið í Føroyum

Eg fari tískil innliga at heita á tykkum, sum á nakran hátt kunna verða við til at gera ein mun her, um at hjálpa Tjóðpallinum uppá føtur aftur. 

Hetta fæst einans við, at fáa avgerðina um seinastu stjórasetanina hja Tjóðpallinum úr gildi aftur og síðani lýsa stjórastarvið leyst av nýggjum, soleiðis, at ein tíðarhóskandi leiðsla, kann stíga fótin inn um gáttina hjá hesum potentiella mentanarrisa í Føroyum.

Vit hava ikki ráð til at lata tann djarvasta og mest skapandi partin av yrkisleiklistini vála úti í kuldanum longur. Tí, so leingi tey eru heimleys, er yrkisleiklistin heimleys.

Um vit skulu gera okkum eina vón um, at flyta inn í eitt komandi Tjóðleikahús, við einum innihaldi, sum vit bara nøkulunda kunna vera errin av, muga vit geva yrkisleiklistini tær sømdir og umstøður, sum hon kann kenna seg heima í.

Og jú longri vit bíða, við at taka djarvar avgerðir á hesum økinum, jú longri eru vit burtur frá einum veruligum Tjóðleikhúsi.

Bárður Persson

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Samrøður um mjørka enda 25.juli

217772874_4581635431869459_3422605043465724831_n.jpg

Samrøður um mjørka NORDATLANTENS BRYGGE - sidste dag søndag 25.juli - Læs katalog her: https://www.nordatlantens.dk/media/3194/samtaler_om_taage_katalog.pdf

Sunnudagin 25.juli er síðsti dagur hjá framsýningini Samrøður um mjørka í Norðurbryggjuni. Hon hevur verið ómetaliga spennandi at arbeiða við frá hugskoti til veruleika. Eg haldi sum heild, at fólk hava skilt, at talan ikki er um einastu myndina av føroysku samtíðarlistini, men at tað júst er ein samanseting av fleiri møguligum samansetingum. Sum eg greiddi Leif Láadal frá í Nón, er framsýningin á ein hátt gjørd í blindum, soleiðis at skilja, at mann sum kurator ikki veit akkurát hvørji verk, tú fært - jú, onkur verk eru eldri og tey havi eg sæð áður, men meginparturin av framsýningini er framleiddur júst til framsýningina og tá er tað serliga spennandi at síggja hvussu verkini samskifta. Um hesar samrøður í mjørka kynda í nakran glotta og tað haldi eg sjálv, at tær gera. Túsund takk til listafólkini og til Steinprent fyri at gera tað, tey gera. Rannva Kunoy, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Dennis Agerblad, Svend-Allan Sørensen, Alda Mohr Eyðunardóttir, Julie Sass og Steinprent, (Claus Carstensen, Ian McKeever, Mie Mørkeberg, Knud Odde, Bjarne Werner Sørensen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Oskarsson, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, John Kørner, Anna Seppälä, Zacharias Heinesen, Zven Balslev, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Øssur Johannesen, Carl Jóhan Jensen, Peter Laugesen, Tóroddur Poulsen, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Jonas Hvid Søndergaard, Erik Heide, Kathrine Ærtebjerg, Kirstine Roepstorff og Margrethe Odgaard). Takk eisini til Norðurbryggjuna - ikki minst Karina Elsbudóttir, Heiðar Kára Rannversson, Birgir Thor Møller og fyri at trúgva uppá mítt hugskot og fyri at hjálpa mær at gera tað til veruleika. Takk eisini, Mai Misfeldt fyri alla hjálp til katalogið og takk Torben Eskerod fyri tær fínu myndirnar.

https://kvf.fo/non?sid=117040

jm.jpg
Uppiá Foto: Torben Eskerod

Uppiá Foto: Torben Eskerod

Svend Allan Sørensen: Have you ever seen the rain Foto: KP

Svend Allan Sørensen: Have you ever seen the rain Foto: KP

Hanni Bjartalíð  Foto: Torben Eskerod

Hanni Bjartalíð Foto: Torben Eskerod

Alda Mohr Eyðunardóttir  Foto: Torben Eskerod

Alda Mohr Eyðunardóttir Foto: Torben Eskerod

Úr ummæli hjá Mai Misfeldt. Kristeligt Dagblad

Úr ummæli hjá Mai Misfeldt. Kristeligt Dagblad

Randi Samsonsen Hanni Bjartalíð  Foto: Torben Eskerod

Randi Samsonsen Hanni Bjartalíð Foto: Torben Eskerod

Hanni Bjartalíð  Foto: Torben Eskerod

Hanni Bjartalíð Foto: Torben Eskerod

Rúmið uppiá  Foto: Torben Eskerod

Rúmið uppiá Foto: Torben Eskerod

Hanni Bjartalíð  Foto: Torben Eskerod

Hanni Bjartalíð Foto: Torben Eskerod

Hansina Iversen Foto: KP

Hansina Iversen Foto: KP

Niðriundir  Foto: Torben Eskerod

Niðriundir Foto: Torben Eskerod

Úr ummæli hjá Mai Misfeldt

Úr ummæli hjá Mai Misfeldt

Rannva Kunoy  Foto: Torben Eskerod

Rannva Kunoy Foto: Torben Eskerod

Julie Sass.jpeg

Julie Sass Foto: KP

Steinprentveggurin  Foto: Torben Eskerod

Steinprentveggurin Foto: Torben Eskerod

NAB_R5_3645.jpg

Tróndur Patursson Foto: Torben Eskerod

Dennis Agerblad Svend-Allan Sørensen  Foto: Torben Eskerod

Dennis Agerblad Svend-Allan Sørensen Foto: Torben Eskerod

Dennis Agerblad Foto: KP

Dennis Agerblad Foto: KP

Jóhan martin Christiansen  Foto: Torben Eskerod

Jóhan martin Christiansen Foto: Torben Eskerod

Jóhan Martin Christiansen  Foto: Torben Eskerod

Jóhan Martin Christiansen Foto: Torben Eskerod

tåge.jpg
129480838_391396842172630_1278281495181153276_n.jpg
Mai Misfeldt, ummælari gav framsýningini 5 stjørnur í sínum væl skrivaða ummæli í Kristeligt Dagblad https://www.kristeligt-dagblad.dk/kultur/der-sker-noget-mog-nord

Mai Misfeldt, ummælari gav framsýningini 5 stjørnur í sínum væl skrivaða ummæli í Kristeligt Dagblad https://www.kristeligt-dagblad.dk/kultur/der-sker-noget-mog-nord

Bókmenta- og listatiltak í húsinum hjá Karli í Norðagøtu

217533534_10158763846561749_4377894804213242712_n.jpg

Forlagið EKSIL skipar fyri fernisering og upplestri í húsinum hjá Karli í Norðagøtu fríggjadagin 16 juli kl. 16.00-20.00. Heitið á tiltakinum í ár er: Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS - eitt bókmenta- og listatiltak.

Vit eru ikki einsamøll, tað ikki-menniskjaliga: bakteriur, virus, doyggjandi plantur, tungmetall og alskyns djór eru partar av okkara likami. Hvussu kunnu vit liva við plastikkinum, dálkingini, burturkastinum, ið granskarin Mikkel Krause Frantzen hevur kallað hyperabjekt, frá hugtakinum hyper og abjekt, ið umboðar ein heim á tremur av óynsktum og monstrøsum materialiteti, ið vit ofta ikki hava tamarhald á. Vit eru áhugaði í materialiteti, tøkni, í nýggjum háttum at droyma. Vit kanna hetta við ymiskum tilfari, so sum tekstil, geopoesi, videolist, performance, grótbroti, og 3D prenti fyri at endurhugsa og endurskapa eina aðra fatan og onnur viðurskifti í mun til okkara ‘meiri enn menniskjaliga’ heim. Tað hevur týdning hvørjar søgur siga frá søgum, hevur Donna Haraway sagt. Hvussu siga vit frá øðrum søgum, frá havsøguni, tekstilsøguni og øðrum søgum um heimin?


Skrá - fríggjdagin 16. juli kl.16.00:
- Kim Simonsen og Alda Mohr Eyðunardóttir motivera dagin.
- Upplestur uttanfyri.
- Performance v. Ba Bladh (SV).
- Listarligur og bókmentaligur gongutúrur í Norðagøtu úr grótbrotinum til fjøruna.
- Vit bjóða suppu i húsinum hjá Karli og eina øl.

215279252_10208965968902857_7387826856241801519_n.jpeg


Sjá nú stígur sólin - vernissage og nýtt

Leygardagin læt summarframsýningin SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN upp í Víngarðinum við verkum eftir Torbjørn Olsen, Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Silju Strøm og Jóhan Martin Christiansen. Framsýningin er opin til og við 7.august. Hósdagin koma nøkur nýggj verk hjá Jóhan Martini Christiansen aftrat framsýningini (sí niðast). Víngarðurin er opin hósdag til sunnudag Kl 12.00-00.00 (fríggjadag og leygardag til 02.00). Í juli verður opið til miðmála hósdag til sunnudag frá klokkan 12-16. Miðmálin er 5 smáir rættir fyri 165.

SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN: Heitið á framsýningini stavar frá einum nógv elskaðum og sungnum sálmi við lagi eftir Oluf Ring, sum danski presturin, Jacob Knudsen skrivaði og sum m.a. Mikkjal á Ryggi føroyskaði. Sálmurin snýr seg heilt einfalt um hetta, sum hendir hvønn tann einasta gudsskapta dag, nevniliga at sólin rísur upp úr havsbrúnni, at nátt broytist til dag. Sálmurin minnir okkum á at síggja sólina og viðurkenna undrið í gerandisrutinuni, tá sólin fær loft og bylgjur at glógva og yrkjaraegið kann anda frítt, tá ljósur dagur hevur tikið yvir eftir myrka nátt. Aftaná ein langan og kaldan vetur kemur summarið væl við og tessvegna er eisini Summarframsýningin í Víngarðinum full av takksemi yvir summarsins ljós og litir. Vit fegnast um teir føgru litirnar í málningunum hjá Torbirni Olsen. Tað størsta verkið á framsýningini er Golden Balls hjá Randi Samsonsen, sum er eitt slag av tvíburðarverki hjá Dont Touch My Silver Balls, ið er partur av framsýningini Samrøður um mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tann monumentala, hangandi gullstandmyndin er úr bleytum tilfari við organiskum skapum, ið tykjast bæði lívrunnin, vøkur og skemtilig. Nýggju verkini, sum Randi hevur gjørt til framsýningina eru somuleiðis vøkur og geva hugfarsligt hugasamband við bæði viskustykki, dreymakendar summarútferðir og frokost i det grønne. Sólin skínur eisini í fleiri av teimum føgru, litríku málningum hjá hjá Silju Strøm, har figurar og strok, menniskju og umhvørvi – alt samalt er javnsett í einari dynamiskari, bylgjandi eind. Silja hevur júst gjørt eitt einastandandi flott verk til nýggju politistøðina í Havn. Tað er monumentalt, men annars arbeiðir Silja ofta við smáum støddum, har tað eydnast henni at fáa ófatiliga nógv innihald, skap og litir inn í sjálvt tey minstu myndarúmini. Summer Night City æt ein framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen í Víngarðinum í vetur. Hansara framsýningar og verkheiti eru ofta poetisk og stava frá t.d. sangum ella yrkingum. Í hansara gipsverkum snýr tað seg um ítøkilig spor frá einum tilfari, t.d. einum ávísum pappkassa, ið er flutt yvir í eitt annað tilfar. Eitt sindur háfloygt kann mann siga, at hesi verk lýsa sína egnu skapanarprosess og týdning, ið bæði kann vera fløktur og sveimandi við øllum møguligum listasøguligum tilsipingum, men sum eisini er tilfarsliga tengd at verkinum, ið bara er tað, sum tað er; ein lutur úr gipsi. Eitt lítið lýsandi gult steinprent, sum Hansina Iversen gjørdi herfyri í Steinprent, hevur so sterkt ljósárin, at tað minnir um eina sól. Í roynd og veru er talan um eina kompakta, nonfigurativa kompositión. Guli liturin fyllir nokk so nógv, men grundin til ta stóru ljósmegina er kanska hinir litirnir á myndaflatanum; rundu appilsingulu skapini og rosaviolettu litbrigdini glógva júst sum tað stendur í sólsálminum: “sum brandar nú, kennist sælur songur, tó alt er stilt, nú ið ljósið glitrar um strendur gylt”.

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Silja Strøm

Silja Strøm

Blómur, vín og eitt brot av terassumálninginum hjá Hansinu Iversen

Blómur, vín og eitt brot av terassumálninginum hjá Hansinu Iversen

Ferniseringsselskap í Víngarðinum

Ferniseringsselskap í Víngarðinum

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Brot av verki hjá Randi Samsonsen

Brot av verki hjá Randi Samsonsen

Silja Strøm og eitt glas av rosé

Silja Strøm og eitt glas av rosé

Skriftin á vegginum

Skriftin á vegginum

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Summar á terassuni í Víngarðinum

Summar á terassuni í Víngarðinum

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Tapas og vín á terassuni

Tapas og vín á terassuni

Meira av tí sama

Meira av tí sama

Nýtt verk hjá Jóhan Martini Christiansen

Nýtt verk hjá Jóhan Martini Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Marius Olsen í Steinprenti - vernissage

215503197_1460076137669094_1335496536266013337_n.jpg

Framsýningin hjá Mariusi Olsen í Steinprenti er góð og áhugaverd - har er nógv at hyggja at, tí øll verkini eru spildurnýggj. Til upplatingina hevði onkur á orði hvussu ótrúliga fjølbroytt framsýningin er sjálvt um man samstundis ongantíð er í iva um, at myndirnar eru hugsaðar og teknaðar av Mariusi. Fýra seinastu vikurnar hevur Marius arbeitt á grafiska verkstaðnum í Østrøm á Skálatrøð og fleiri av úrslitunumvið á framsýningini, sum kann viðmælast. Far og hygg!! Her eru myndir frá ferniseringini.

216138043_845867813020897_3661182089993200480_n.jpg
215672910_400781741350901_9166013847101668683_n.jpg
216080620_315298453609726_9187488505324280390_n.jpg
216012838_321962096325553_629153340559117820_n.jpg
mariusmynd.jpg
216583716_1147793925718481_2990481192378922832_n (1).jpg


Olaf 60

serprís.jpg

Í dag eru seksti ár síðan sjónleikarin, Olaf Johannessen varð føddur í Havn. Hann er mikið fagnaður úti í heimi, serliga í Danmark, men eisini í Týsklandi, har hann á sinni var í uppskoti at fáa ta høgt virdu FAUST-virðislønina. Sjálvur hevur hann fleiri ferðir í samrøðum greitt frá, at fast arbeiði á Kongaliga Teatrinum ikki riggaði fyri hann og at tann ótrygga men frælsa fríyrkisleiðin ikki bara var nakað, hann mátti sættast við, hon var og er neyðug fyri hann. Olaf hevur brillerað í hópin av leiklutum og í Føroyum var hann herfyri við Leikhúsinum Skift saman við m.a. konuni, Maritu Dalsgaard og imponeraði øll við leikinum Hin komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti og Yves Hundstad. Eftir sýning vóru vit full av ærufrykt yvir fyri Olaf Johannesen, sum í ein tíma og fjøruti minuttir tosaði, rópti, gekk, datt, lá, dansaði og fyllti allan pallin út við fleiri persónum – hóast hann bara er ein – soleiðis, at tíðin hvarv. Olaf Johannessen virkar yvirhøvur sum um hann er skaptur til sjónleik, hesa merkisverdu list, sum er alt í senn. Sjónleikur er ágangandi og pressar seg inn á allar sansir. Eygað, oyrað, alt! Tað er manuskript, tað er hugskot, framførsla, menniskja, løta, løtan, samband og onkuntíð svingar tað og gerst rein magi og yvirhøvur ikki altíð. Og ALT svingar á Olaf Johannessen. Kroppurin. Andlitið. Hendurnar. Andadrátturin. Røddin. Eyguni. Intelligensur og sansalig menniskjaligheit. Tað er ein fragd at uppliva. Hjartaliga til lukku, Olaf og blíðan byr.

SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN

Summarframsýningin SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN letur upp í Víngarðinum leygardagin 10.juli klokkan 15-17 við verkum eftir Torbjørn Olsen, Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Silju Strøm og Jóhan Martin Christiansen. Heitið á framsýningini stavar frá einum nógv elskaðum og sungnum sálmi við lagi eftir Oluf Ring, sum danski presturin, Jacob Knudsen skrivaði og sum m.a. Mikkjal á Ryggi føroyskaði. Sálmurin snýr seg heilt einfalt um hetta, sum hendir hvønn tann einasta gudsskapta dag, nevniliga at sólin rísur upp úr havsbrúnni, at nátt broytist til dag. Sálmurin minnir okkum á at síggja sólina og viðurkenna undrið í gerandisrutinuni, tá sólin fær loft og bylgjur at glógva og yrkjaraegið kann anda frítt, tá ljósur dagur hevur tikið yvir eftir myrka nátt. Aftaná ein langan og kaldan vetur kemur summarið væl við og tessvegna er eisini Summarframsýningin í Víngarðinum full av takksemi yvir summarsins ljós og litir. Vit fegnast um litirnar í málningunum hjá Torbirni Olsen, t.d. í sólsetursmyndini her omanfyri av útsýninum úr atelierinum í Eiriksgøtu, har loft og bylgjur glógva sum brandar júst sum í sálminum. Tað størsta verkið á framsýningini er Golden Balls hjá Randi Samsonsen, sum er eitt slag av tvíburðarverki hjá Dont Touch My Silver Balls, ið er partur av framsýningini Samrøður um mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tann monumentala, hangandi gullstandmyndin er úr bleytum tilfari við organiskum skapum, ið tykjast bæði lívrunnin, vøkur og skemtilig. Nýggju verkini, sum Randi hevur gjørt til framsýningina eru somuleiðis vøkur og geva hugfarsligt hugasamband við bæði viskustykki og dreymakendar summarútferðir við miðmála á strondini.

Sólin skínur eisini í fleiri av teimum føgru, litríku málningum hjá hjá Silju Strøm, har figurar og strok, menniskju og umhvørvi – alt samalt er javnsett í einari dynamiskari, bylgjandi eind. Silja hevur júst gjørt eitt einastandandi flott verk til nýggju politistøðina í Havn. Tað er monumentalt, men annars arbeiðir Silja ofta við smáum støddum, har tað eydnast henni at fáa ófatiliga nógv innihald, skap og litir inn í sjálvt tey minstu myndarúmini. Summer Night City æt ein framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen í Víngarðinum í vetur. Hansara framsýningar og verkheiti eru ofta poetisk og stava frá t.d. sangum ella yrkingum. Í hansara gipsverkum snýr tað seg um ítøkilig spor frá einum tilfari, t.d. einum ávísum pappkassa, ið er flutt yvir í eitt annað tilfar. Eitt sindur háfloygt kann mann siga, at hesi verk lýsa sína egnu skapanarprosess og týdning, ið bæði kann vera fløktur og sveimandi við øllum møguligum listasøguligum tilsipingum, men sum eisini er tilfarsliga tengd at verkinum, ið bara er tað, sum tað er; ein lutur úr gipsi. Eitt lítið lýsandi gult steinprent, sum Hansina Iversen gjørdi herfyri í Steinprent, hevur so sterkt ljósárin, at tað minnir um eina sól. Í roynd og veru er talan um eina kompakta, nonfigurativa kompositión. Guli liturin fyllir nokk so nógv, men grundin til ta stóru ljósmegina er kanska hinir litirnir á myndaflatanum; rundu appilsingulu skapini og rosaviolettu litbrigdini glógva júst sum tað stendur í sólsálminum: “sum brandar nú, kennist sælur songur, tó alt er stilt, nú ið ljósið glitrar um strendur gylt”.

Silja Strøm

Silja Strøm

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Hansina Iversen

Hansina Iversen

sólin.jpg


Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti

IMG_1475 (1).jpg

Fríggjadagin 9.juli klokkan 16-18 letur framsýning upp við spildurnýggjum steinprentum og linoprentum hjá Mariusi Olsen í Steinprenti. Fýra seinastu vikurnar hevur Marius arbeitt á grafiska verkstaðnum í Østrøm á Skálatrøð og fleiri av úrslitunum verða við á framsýningini, m.a. ein vøkur, náttúruromantisk mynd av einum lítlum ryggvendum persóni, sum sæst í siluett, har hann stendur í sterkum mótljósi á einum mola og hyggur út í endaleysa myndarúmið. Turkisblái liturin er ótrúliga intensur upp móti táminum, sum í roynd og veru als ikki er grátt, sum mann kundi hildið, men meira rosa og ljóst – umframt at vera ein grafiskur meistari, er Marius Olsen eisini føddur kolorist. Í einari aðrari náttúrulýsing eru komplementerlitirnir blátt og appilsingult settir saman í einum avbrigdi av einum myndevni, sum listamaðurin hevur brúkt óteljandi ferð. Tað er í Hørg í Nólsoy, har hann búleikaðist eitt tíðarskeið. Vakra bláskygda landslagið verður innrammað av eini appilsingulari rammu, sum bæði  tendrar í bláa litin, men sum eisini skapar áhugaverda frástøðu millum áskoðaran og landslagið. Hendan dagin, eg heilsi uppá listamannin í Steinprenti, hongur ein vøkur rektanguler rond av fløggum á einum prenti á vegginum, ið minnir um framúrskarandi verkið Flaggstong, sum Marius Olsen gjørdi í 1994. Eg forvitnist og spyrji hvat hetta er fyri nakað og Marius greiðir frá, at hetta nýggja verkið í gerð í roynd og veru er grundað á hugskot í gamla prentinum og at tað nýggja verður gjørt í samstarvi við Bjarne Werner Sørensen, sum hevur prentað fløggini. – Hetta eru fløgg hjá londum uttan fult sjálvræði, greiðir Marius frá og sigur mær síðani søguna um hvussu hugskotið til ta fyrstu flaggmyndina kom. Tað var ein dagin, hann gekk úti spákaði og brádliga mundi traðkað á eina bók. Hann tók hana upp, tað vísti seg at vera ein gomul lítil lummabók, sum innaní hevði hópin av flaggmyndum. Eg hugsi, at øll tey, sum eru um miðjan aldur og eldri munu minnast tílíkar lummabøkur, sum áðrenn altjóðagerð og internet góvu okkum ein spennandi varhuga av stóru verð. Marius varð eisini hugtikin av litríku fløggunum og brúkti tey fyrst í eini lítlari kollasju/monoprenti í 1992 og síðani í linoprentinum Flaggstong í 1994, sum er eitt framúrskarandi høvuðsverk í føroyskari listasøgu. Tað er ikki bert tað estetiska, sum tað snýr seg um, tó at teir vøkru og grafiskt greiðu flagglitirnir hugtaka listamannin. Men hann hevur somuleiðis áhuga fyri tí politiska, tjóðskaparliga, ið júst verður problematiserað í áðurnevndu flaggmyndum frá truplu árunum eftir føroysku fíggjarkreppuna. Tað verður spennandi at síggja hvussu listamaðurin hevur dagført myndevnið í sínum nýggja prenti. Øll eru vælkomin til upplatingina og at heilsa uppá listamannin.

IMG_1473.jpg

Fredag 9.juli kl. 16-18 åbner der en udstilling med nye litografier og linoleumssnit af Marius Olsen i Steinprent i Tórshavn. De fire sidste uger har den færøske billedkunstner, der er bosat i Finland, arbejdet på det grafiske værksted og flere af resultaterne kan ses på udstillingen, bl.a. et skønt naturromantisk billede af en lille rygvendt person i silhuet, der står i stærkt modlys på en lille mole og skuer ud mod endeløsheden. Den turkisblå farve er utrolig intens op imod den tynde dis, der faktisk ikke er grå, men som funkler i rosa nuancer. Ud over at være en mester udi den grafiske forenklings kunst, er Marius Olsen nemlig også født kolorist. I et andet landskabsbillede kommer de to komplementære farver, blåt og orange, sammen i en variant af et motiv, som kunstneren har brugt utallige gange og som er en lokalitet i Hørg i Nólsoy, hvor kunstneren boede en periode. Det fine blå landskab indrammes af orange, der både tænder den blå farve, men som også skaber en slags afstand imellem landskab og beskuer. Jeg hilste på kunstneren i sidste uge og så hans foreløbige resultater på værkstedet. Her blev jeg opmærksom på et ufærdigt tryk med en rektangulær rand med farvestrålende flag, der hang på væggen og mindede mig om hovedværket, Flagstang fra 1994. Marius bekræftede, at det nye tryk rent faktisk bygger på idéer i det gamle tryk og at det bliver fremstillet i samarbejde med Bjarne Werner Sørensen, der har trykt flagdelen. Midterdelen skal trykkes i Steinprent. - Det er flag fra lande uden fuld selvstændighed, forklarer Marius og fortæller siden historien om hvordan idéen til det første flagbillede kom. Det var en dag, han var ude at gå, at han tilfældigt så en bog på vejen. Han tog den op og den viste sig at være en gammel lille lommebog, som indeni havde en masse flagsymboler. Jeg tænker, at de fleste, der er midaldrende og ældre kan huske sådanne lommebøger, der før globalisering og internet var de første til at give os en fornemmelse af den store verden. Marius var fascineret af de farverige flag og brugte dem først i en lille collage/monotryk i 1992 og siden i linoleumstrykket Flagstang fra 1994. Selv om de flotte og grafisk klare flagfarver fascinerer billedkunstneren, er der andet og mere på spil for kunstneren end det rent æstetiske. Han er også interesseret i det politiske, nationale, som netop bliver problematiseret i førnævnte flagbilleder fra de vanskelige år efter den store finanskrise på Færøerne. Det bliver spændende at se en opdateret version af billedet på udstillingen på fredag, hvor man også kan hilse på kunstneren.

Kinna Poulsen

Flaggstong á Listasavni Føroya

Flaggstong á Listasavni Føroya

Framúr, finsk verðinslist í Havn

467DC8B7-53F3-4343-BE17-4A9D35AEFF27.jpeg

Hon er poetisk, stuttlig, løgin og fantastisk, listaframsýningin Spectres hjá nabbteeri, sum í løtuni sæst í Norðurlandahúsinum og so herliga og óvanliga frí fyri kommersiella forvinningstankanum, sum í løtuni otar seg fram um listarlig atlit í føroyska listaumhvørvinum.

SPRIKK AVSTAÐ Í NORÐURLANDAHÚSIÐ – Hetta til 15.august ber til at fáa frálíkar listupplivingar í heimsflokki á ársins summarframsýning. Framsýningsupplivingin byrjar longu í forhøllini, og framman fyri Skálan har ein reklamubannara stendur. Eg hugsi fyrst, at tað er onkur ráðstevna, men varnist síðan í framsýningaryvirlitinum, sum vit fáa við Dansistovuna, at talan er um eitt listaverk og ein umseymaðan bannara, har tað plagdi at standa Mobil á, men har sum tað nú stendur Limbo á. Limbo merkir óstøða ella at vera ímillum tvær støður. Átrúnaðarliga var orðið brúkt til at lýsa millumstøðuna millum himmal og heljar. Hesin um somu tíð opni, lætti, pokerandlitskemtiligi og djúpt álvarsligi hugburðurin hómast alla staðni í framsýningini. Framman fyri Dansistovuna fæst eitt yvirlit yvir framsýningina soleiðis sum hon breiðir seg um Skálan og Dansistovuna. Og tað er tiltrongt, yvirlitið, tí framsýningin er ómetaliga rúgvusmikil og fjølbroytt, á tremur í øllum møguligum lutum, ið eru sett upp saman á ymiskan hátt. Dansistovan er sum eitt laboratorium við fleiri koyrandi ljósmyndakarusellum, sum lýsa og skifta ljósmynd í jøvnum tempo. Við fyrsta eygnabrá sýnist framsýningin rættiliga kaotisk, men tá tú hevur gingið eina løtu inni í henni og síðani hyggur eina ferð aftrat, tykist hon tvørtur ímóti sera skipað og koreograferað út í odd og egg. Henda skipan í heild og pørtum gevur framsýningini eina estetiska dimensjón, sum kemur óvart á.

nabbteeri

nabbteeri er ein finskt listakollektiv, sum er myndað av teimum báðum listafólkunum, Janne Nabb (f.1984) og Maria Teeri (f.1985), ið eru útbúgvin á finska listaakademinum og universitetinum í Helsinki í 2011 og hava havt fleiri framsýningar bæði í Finnlandi og altjóða, t.d. vóru tey við í Norðurlendska framsýningarskálanum á Venezia Biennaluni í 2019. Teirra list er grundleggjandi kollektiv og idealistisk, merkt av hugsanum um javna og sínamillum virðing millum ymisk lívsløg eisini tey, sum eru so smá, at vit ikki síggja tey og við serligum denti á djór uttan beinagrind (t.d.høgguslokkar, krossfiskar, flatmaðkar, hvalspýggjur osfr.). Listin hjá nabbteeri ávirkast av staðnum, har tey framsýna; sjálvt um okkurt verk hevur verið framsýnt aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum er tann framsýningin eins og allar aðrar framsýningar hjá nabbteeri staðspesifikkar. Tey samstarva við listafólk ella kuratorar ymsastaðni – í sambandi við framsýningina í Norðurlandahúsinum hava tey samstarvað við Inger Smærup Sørensen, sum hevur kuraterað og sum bar eyga við verk hjá listafólkunum á eini framsýning í Kiasma í Helsinki. Tað er eisini Inger, sum hevur skrivað tann informativa og poetiska tekstin í kataloginum. Tað stokkuta, óstøðuga er í fokus bæði bygnaðarliga í uppsetingini, men eisini innihaldsliga, tí alt tað, sum verður framsýnt, bæði lívfrøðiligt, plastikk- og glaslutir sýnist vera í einari prosess, sum niðurbrýtur, broytir og umskapar.

Stórfingin framsýning

Uppsetingin er bæði stórfingin, monumental og tysjandi við hópin av detaljum og endurnýttum lutum, sjálvt leidningarnir eru áhugaverdir og hava eitt serstakt úttrykk. Ein einstøk vitjan í framsýningini er als ikki nóg mikið og tí er tað gott, at framsýningin er opin leingi. Innast í rúminum verður ein flottur 3D animeraður filmur sýndur. Finski upplesturin í filminum verður týddur í enskum undirtekstum, so at vit kunnu skilja tann merkiliga tekstin, ið um somu tíð tykist eygleiðandi vísindaligur og absurd surrealistiskur. Júst sami tóni merkir verkfrágreiðingarnar, ið eru bæði turrisliga staðfestandi og sveimandi poetiskar. Tað er so fullkomiliga hugtakandi at trína inn í Skálan í Norðurlandahúsinum, at tú missir ondina. Hesin parturin av framsýningini eitur “hugsi um ryggleys djór” og er myndaður av ymiskum installatiónum úr lutum, tekstil, vatnlitamyndum, broderaðum myndum, gomlum apparatum og stativum. Innast í høllini undir filminum er ein lágur pallur settur upp og oman á honum ein ørgrynna av lutum, sum eru funnir í sjónum, vaskaðir og skynsamt skipaðir eftir stødd og liti til eina vakra heild. Allir hesir virðisleysu lutir, plastikkskrambul, sum dálkar okkara umhvørvi, er sett upp sum vóru tað virðismiklir fornlutir og tað fær áskoðaran at hugsa og tað púrasta av sær sjálvum

Uttan peikifingrar við humor

Hetta er ikki ein peikifingraframsýning, sum brigdar áskoðaranum náttúrudálkingina, sum av sonnum er ræðulig. Heilt øðrvísi er hetta ein framsýning, sum letur upp søgur og fær áskoðaran sjálvan at hugsa. Her eru søgur um tilfar, sum tó at tað er brotnað og slitið, blívur við at vera har. Her eru søgur um eitt øgiligt og intenst forbrúk, ið løgið sum tað ljóðar sýnast meira rørandi enn rópandi. Spectres hjá nabbteeri er ein tann mest áhugaverda framsýningin, eg havi sæð í Føroyum í longri tíð. Upplivingin er serliga tiltrongd, nú vit valla eru sloppin at ferðast í meira enn eitt ár. Tíðirnar eru góðar og nógvir pengar eru eisini í samfelagnum av tí, at fólk ikki eru sloppin at brúka pengarnar uppá uttanlandaferðir. Hetta er møguliga ein orsøk til ein ovurstóran hug, sum er í løtuni fyry at skipa fyri listaframsýningum, ið at síggja til hava eittans endamál, ið snýr seg um at tjena pengar. Av somu grund eru nokk so nógv fólk uttan listaligar royndir ella útbúgving farin í gongd við at fyriskipa listaframsýningar, hvørs einasta endamál er at selja og skapa profitt. Søla av list er sjálvandi í lagi, serliga tá listafólkini fáa mest burturúr, men framsýningar, sum eru settar saman sum søluframsýningar eru ikki serliga áhugaverdar. Tá er tað ein sannur lætti at uppliva eina framsýning sum hesa í Norðurlandahúsinum, sum setir listina í miðdepilin.

E3725714-930C-4CCE-B3D7-C0234BCB78F1.jpeg
2A3311DA-0461-4643-8BD0-EF9EFE966092.jpeg
B7F5D7C2-1AA4-4B5D-A48C-18982BDBC658.jpeg
03A0FA96-D25C-41CD-892F-4E9B631A30B3.jpeg
989D0A46-62B0-47B5-A50B-32950AC7B06B.jpeg
ED209265-2E09-4B8F-8014-218A14B8CD12.jpeg

 

LISTAFÓLKALØNIR til film, drama og tónleik

listafolkaløn.jpg

Nevndin í Mentanargrunninum hevur tikið avgerð um at veita Onnu Katrin Ø. Egilstrøð, Sakarisi Fríða Stórá og Maritu Dalsgaard listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burtur av við ávíkavíst yrkistónlist, -filmslist og - palllist.

Grundgevingin hjá tónlistaligu faknevndini fyri at tilnevna Onnu Katrina Ø. Egilstrøð er soljóðandi:

“Verkætlanirnar hjá Onnu Katrin Ø. Egilstrøð eru fjølbroyttar og umfatandi … og fevna um arbeiðstíðina 3 ár og 11 mðr. Tað er avgjørt neyðugt við stuðli fyri at kunna realisera hetta. Hon nemur við evnir so sum náttúruna, tað menniskjaliga, tað ómenniskjaliga, dreymar, veruleika, rútmisk mynstur, maskulinitet, ein minimalistiskan heim, umhvørvið og veðurlagsbroytingar, nærumhvørvið, sálarligar avbjóðingar, sálarløstir, vakurleika, myrkur, ótta, nærveru, sorg og mannfrøði. Faknevndin metir eisini, at umsøkjarin avgjørt hevur teir neyðugu fakligu førleikarnar at fremja hesar verkætlanir í verki, bæði tá ið hugsað verður um hennara útbúgving og hennara royndir og avrik higartil. Listaliga góðskan hevur higartil verið sera høg, og tað vænta vit eisini av hennara komandi verkætlanum.”

Í nevndini sótu: Edith Dahl Jakobsen og Torleik Mortensen.

Grundgevingin hjá pall- og filmslistaligu faknevndini fyri at tilnevna Sakaris Fríða Stórá er soljóðandi:

Sakaris Fríði Stórá fer undir “fleiri lovandi verkætlanir … Sakaris fortelur søgur um, hvussu støðan í Føroyum er í dag. Hetta eru tiltrongdar søgur, og har eru fáar aðrar listaligar røddir í Føroyum, ið hava hugin, talentið og førleikarnar til at realisera hesar verkætlanir. Sakaris arbeiðir við einari listagrein, ið tekur tíð, og hann søkir tí um stuðul til arbeiðsfrið og tíð til at hugsavna seg um sína list. Hansara verkætlanir hava ein internationalan profil, og saman við fleiri útlendskum samstarvsfeløgum siktar hann eftir at finna inn til eitt føroyskt filmsmál, sum er serstakt í altjóða høpi. Vit meta, at har er stórur kjansur fyri, at filmarnir hjá honum kunnu røkka langt.”

Í nevndini sótu: Kristina Sørensen Ougaard og Andrias Høgenni.

Grundgevingin hjá pall- og filmslistarligu faknevndini fyri at tilnevna Maritu Dalsgaard er soljóðandi:

“Marita hevur víst seg sum eitt drivið og arbeiðssamt talent, ið hevur gongd í fleiri verkætlanum um hugtakandi evnir. So at siga allar verkætlanirnar hjá Maritu hava ein samfelagsrelevans, og har eru fleiri spennandi prosjekt, sum kunnu elva til kjak, dialog og provokera. Sumt snýr seg um at endurskoða grundvøllin í okkara fatan av, hvat Føroyar eru. Hetta eru afturlítandi søgur um, hvussu vit kunnu endurspegla okkum í okkara felags fortíð. Eisini verða onnur evnir viðgjørd, sum tað sjáldan verður varpað ljós á.”

Í nevndini sótu: Kristina Sørensen Ougaard og Andrias Høgenni.

Umsóknir á høgum stigi

Inn komu 15 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar ímillum dygdargóðu listafólkini, ið arbeiða á høgum stigi. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og tann gróður, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum. Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkini skulu í einum trý ára skeiði arbeiða burtur av við síni list. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

 

Ein lítil appilsingul bók

200248762_3995759747211703_5946458842457507978_n.jpg

Ein lítil appilsingul bók her á borðinum við heitinum Ritlist I: Antologi er eydnuríka og ítøkiliga úrslitið av, at gongd er komið á eina bachelorútbúgving í listaligum arbeiði á Føroyamálsdeildini. Forlagið Eksil hevur givið út, Kirstin Helgadóttir hevur designað ta sjáldsama vøkru, fjálgu og modernaðu bókina. Høvundarnir/næmingarnir Rebekka Petersen, Dania O. Tausen, Helle Thede Johansen, Vónbjørt Vang og Trygvi Danielsen hava skrivað tekstirnar. Tutl Records hevur somuleiðis givið út 12 løg hjá tónlistanæmingunum. Tann útgávan eitur Fonetika, og tey lesandi eru Jákup Veyhe, Katrina Olsen, Líggjas Olsen, Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Sissal Grækarisdóttir Magnussen. Til ber at hoyra løgini á øllum teimum stóru talgildu pallunum. Av tí at eg sjálv havi undirvíst nakrar tímar á ÚLA, er hetta meira eitt viðmæli enn eitt ummæli. Tað er at fegnast um, at vit sum samfelag taka rit- og tónlist í nóg stórum álvara til tess at geva henni rúm á hægri lærustovnum. Heilt av sær sjálvum eru tílík initiativ við til at mynda eitt listaumhvørvi og til at hækka støðið kring listina. Okkum tørvar eisini at stimbra myndlistaøkið á sama hátt og vóna tí framhaldandi, at ein myndlistaleið verður løgd aftrat á listútbúgvingini skjótast soleiðis sum ætlanin hevur verið frá byrjan. RITLIST I Antologi er sett saman av ómetaliga ymiskum tekstum hjá serstakliga ymiskum høvundum. Rebekka Petersen skrivaði ta fyrstu yrkingina í útgávuni, ILT Í NØSINI, sum er einføld og hugtakandi neyv. Bókin fæst fyri 200 krónur í bókhandlunum.

 

ILT Í NØSINI

onkuntíð fekk eg bóltar í andlitið

tá vit spældu fótbólt í skúlagarðinum

tað brúsaði í nøsini

eg risti brúsið av mær

tað var serliga umráðandi fyri meg

at spæla sum eg ikki fekk ilt

(s.12 í RITLIST I Antologi. Eksil 2021)

Jóhan Martin Christiansen og Anna Katrin Egilstrøð fingið talentprís

200027527_534326930908805_2469875757746860011_n.jpg

Listamaðurin Jóhan Martin Christiansen hevur fingið ein av sonevndu talentprísunum, sum Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsen Legatet letur dugnaligum listafólkum innan fyri tónleik og myndlist á hvørjum ári. Prísurin á 100.000 krónur verður latin sum viðurkenning og stuðul til listarliga arbeiði. Hjartaliga til lukku, Jóhan Martin. Listakvinnan Anna Katrin Egilstrøð er somuleiðis millum tey, sum hava fingið talentprísin - hjartaliga til lukku, Anna Katrin.

38870743_2163717480511228_5012299599767928832_n.jpg
55944970_10157356556978120_8894098467891183616_n.jpg



Grafiskt summar í Steinprenti

199269912_188924883138903_2950906288952251202_n.jpg

Í Steinprenti er ein spildurnýggj framsýning hongd upp, ið verður at síggja komandi vikurnar. Framsýningarnar í Steinprenti eru eftirhondini nógvar í tali og tær hava verið serstakliga fjølbroyttar tøkniliga sæð við ávikavist málningum, standmyndum, tekstillist, installatiónum osfr. Hesa ferð er í fyrstu syftu talan um eina reina grafikkframsýning við nýggjum prentum hjá Fríðu Matras Brekku, Torbjørn Olsen, Bárði Jákupsson, Tóroddi Poulsen og Hansinu Iversen, umframt eitt lítið silvurprent hjá Svend-Allan Sørensen av einari kráku, sum við sangheitinum hjá John Fogerty spyr um vit nakrantíð hava sæð regnið? Og jú, tað hava vit.

Framsýningarmyndirnar hava annars eitt nokk so summarsligt brá bæði í litum og skapum. Bárður Jákupsson sýnir t.d. fram eitt stórt, vakurt steinprent, sum er bygt upp í dekorativum bláum, gulum, okkur og grønum bordum við látandi fuglum og yndisligum blómum. Skapini eru einfalt og greidliga allýst við eini dekorativt bylgjandi konturlinju. Vit eru stødd í haganum næstan sum í eini eydnuríkari ovursjón av fuglasangi og lýkku. Niðarlaga í myndini sæst ein laðaður garður við einum afturlatnum portri, sum vit í huganum lata upp. Vit trína tá inn í eina glæsiliga hugmynd við skærum litum og ljóðum frá heiðafugli ein góðan hásummardag.

Yvirhøvur eru nógvir fuglar við á framsýningini. Nýggju fuglamyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku eru monumentalar og avmynda einstakar fuglar í hvør sínum umhvørvi. Fríða hevur áður fokuserað uppá fuglar og djór í sínum myndum, men hesar nýggju myndirnar bróta nakað frá hennara stíli. Umframt neyvu tekningina og tað meira leyshent lýsta himmalhválvið, tykjast nýggju myndirnar meira málandi og fjølbroyttar, t.d. tann um somu tíð figurativa og abstrakta myndin av einum svana, hvørs bringa er definerað av einum negativum skapi eins og eitt hol í violetta og myrkagrøna litflatanum. Miðskeiðis í framsýningarrúminum hongur ein lítil mynd hjá Hansinu Iversen sum ein koloristisk sól av gulum, orange og violettum litskapum. Á framsýningini er eisini eitt stórt, nýtt prent, sum við fyrsta eygnabragdi sýnist myndað av ymsum violettum litbrøgdum, ið líkasum flóta bylgjandi oman eftir myndaflatanum. Jú longur mann hyggur at myndini, jú týðiligari sæst hvussu nógv er á myndini og hvussu komplekst og samansett og dramatiskt myndarúmið er. Eins og myrtur og slør hanga tey meira og minni gjøgnumskygdu violettu, gráu og rosalittu strokini niður yvir myndina sum eitt leiktjald í einum spennandi, abstraktum leiki. Tóroddur Poulsen hevur serframsýningina JÚST HER BYRJAR DREYMURIN í Perluni hesa komandi vikuna (frá 11.-18.juni), men hansara spildurnýggju steinprent eru við á framsýningini í Steinprenti. Her hongur m.a. eitt nýbakað pizzaprent og eitt fantastiskt bingjuskip. Tílík bingjuskip eru í grundini als ikki óvanlig, tí tey síggjast bæði við okkara havnarløg, eins og tey eru koloristisk innsløg í føroyskari list, men hetta bingjuskipið hjá Tóroddi er heilt øðrvísi við einum bingjutorni, sum at síggja til heldur fram heilt upp til himmals. Tær bjartlittu bingjurnar mynda eitt javnt, puntut mynstur, sum er vakurt, stuttligt og flatt eins og eitt popplistaverk, men sum er fult av undurfullum hugsanum um list og samfelag og tann endaleysa streymin av bingjum við endaleysum mongdum av lutum, ið vit eftir øllum at døma ikki kunnu vera fyriuttan og sum tessvegna verða fluttir okkum um høv í einum støðugum streymi. Tað allarnýggjasta verkið á framsýningini er ikki gjørt enn. Men sum kunnugt, tá tað snýr seg um litografi, so byrjar og endar alt við kálksteininum og tá undirritaða var á verkstaðnum fyrr í dag, bar eg eyga við ein sjáldsama vakran stein, sum tey søgdu, at Torbjørn Olsen er í ferð við. Tað nýttust tey ikki siga mær. Eingin teknar heilt so málandi vakurt sum Torbjørn og tí kann mann bara gleða seg at síggja ta lidnu portrettekningina.

Kinna Poulsen

198046062_288712192962053_8337722575120927984_n.jpg
198713891_476917706713322_104129483979309321_n.jpg
198887633_477958939976399_2823202700003967648_n.jpg
vikuyrk2.jpeg
199266642_3030027333788954_2196168047009426674_n.jpg

Tóroddur - upplestur og framsýning

Mentanarnáttin fór sum kunnugt í ommu sína ella í coronu sína og bæði framsýning og upplestur hjá Tóroddi Poulsen var alt avlýst eins og so mangt annað. Men nú hava tey avgjørt at lata upp framsýningina JÚST HER BYRJAR DREYMURIN við vatnlitamyndum, grafikki og oljupastellum fríggjadagin klokkan tvey. Tá er Tóroddur sjálvur farin heim aftur til Danmarkar, men tíbetur hevur Gorm Just tikið tikið hann upp meðan hann lesur sína herligu satiruyrking um nakrar tálghøvdaoyggjar, sum minna heilt nógv um okkara egnu oyggjar. Upptøkan sæst herundir:

Framsýning letur upp fríggjadagin 11. juni kl. 14:00 – 17:00. Og tú kann eisini koma framvið hvønn dag líka til 18. juni millum 14:00 og 17:00